týsdagur 9. september 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 9. september 2003
17
Julian Johnsson var
fegin um málið, sum
var beinleiðis úrslit
av venjingunum, men
hann ásannaði, at
føroysku leikararnir
komu at renna ov
nógv leygardagin
LEIKARAPRÁT
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
Glasgow: Fyri føroyingar
var einki at ivast í, hvat
hæddarpunktið í dystinum
leygardagin var. Stútarin hjá
Julian Johnsson sendi eina
løtu Skotland í sjokkstøðu,
og tó at teir seinni vunnu á
hesum, so man tað vera
løtan, sum stendur eftir fyri
okkara viðkomandi.
Tá vit hittu Julian Johns-
son á orðið um sjálvt málið,
var hann skjótur at stað-
festa, at talan var um eina
støðu, sum liðið hevur
roynt at vant.
- Vit hava roynt at fingið
ein mann inn at órógva
málverjan, og so skal Jákup
smekka hornasparkið aftur
til nærmaru stong. Tað
riggaði eisini perfekt, og
hjá mær var so bara at seta
høvdið undir. Kanska átti
málverjin hjá teimum sín
part, men tað riggaði
akkurát so, sum vit høvdu
avrátt, sigur Julian, sum
eisini leyp beina leið yvir
móti Jákupi á Borg, tá
bólturin
hevði
siglt
í
meskarnar.
Runnu ov nógv
Um sjálvan dystin helt Juli-
an annars, at føroyska liðið
kom at renna alt ov nógv
uttan bólt.
- Keturnar hjá okkum
hingu ikki nóg væl saman,
og tí gjørdust rennibanarnir
til tíðir dekan ov langir.
Samstundis hevði hetta ta
ávirkan, at vit ikki fingu
okkara spæl at koyra, og tí
vóru mest sum eingir
steðgir. Megnar tú at halda
bóltinum koyrandi, so fært
tú eisini hinar at renna, men
hesa ferð var tað næstan
bara hinvegin.
- Tí haldi eg eisini, at vit
vóru um at gerast dekan ov
moyrir í seinna hálvleiki.
Tað kostar nógv, tá spælið
hjá okkum ikki koyrir, men
hinvegin skal eingin leikari
lastast fyri tað. Innsatsurin
hjá hvørjum einstøkum var
heilt í topp, og so mugu vit
bara vóna, at vit fáa spælið
at koyra betri næstu ferð.
Týski landsliðsvenj-
arin helt, at skotski
sigurin var uppi-
borin, men hann
ivaðist ikki í, at Før-
oyar kunnu geva
øllum mótstøðu-
liðum ein skarpan
gang
VENJARIN
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ein ógvuliga av-
kláraður berti Vogts, sum
eftir landsdystin leygar-
dagin steig inn í pressu-
rúmið á Hampden Park,
har tíðindafundurin var á
skránni.
Um dystin sjálvan helt
hann fyri, at hann var ein
glaður maður, tí stigini
komu til høldar.
- Tað hevði alt at siga, tí
um vit ikki fingu hesi, so
var eingin nytta hjá
okkum at fara til Dort-
mund at spæla. Vit skuldu
hava trý stig, og tað var
tað.
- Men annars eri eg sum
heild nøgdur við dystin.
Eina løtu detta vit ov
langt aftur á vøllin, so-
leiðis at føroyska liðið
fær pláss at spæla á, og
tað var millum annað tað,
sum kostaði útjavninga.
Tíbetur fáa Barrry Fergu-
son og Colin Cameron
togað liðið niðanaftur,
soleiðis at vit aftur fáa tak
á, og tá vit so skora til 2-
1, gevur tað okkum
endaliga yvirtakið.
Síðani varð nógv gjørt
burturúr, hvussu teir ein-
støku leikararnir høvdu
staðiðs seg, og hvussu
Vogts var nøgdur um hes-
ar, men tá so spurt varð
um, hvat hann helt um
føroyska
liðið,
hevði
Berti bert rósur at bera.
- Tit hava eitt gott lið,
og eg vóni, at tit kunnu
hjálpa okkum við at vinna
á Litava mikudagin. Eis-
ini í dag skaptu tit nakrar
møguleikar, og so leingi
tað verður gjørt, so hava
tit ein møguleika at vinna,
segði Vogts at enda, áðr-
enn hann ynskti føroyska
liðnum góða eydnu við
seinastu royndini.
Fegin um
stigini
Akkurát sum ætlað
So skjótt sum málið var veruleiki, tustu føroysku leikararnir oman í hornið fyri føroysku
áskoðarunum
17
Mikkjal Helmsdal,
sjónvarpsstjóri,
biðjur hyggjararnar
orsaka um vánaligu
tænastuna, sum SvF
borðreiddi við, tá ið
fótbóltshugaðu føroy-
ingarnir leygardagin
noyddust at bíða
meiri enn teir hugdu
SJÓNVARPIÐ OG
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen og Jákup
Mørk
Tað er einki nýtt, men tað
er eins upproytandi hvørja
ferð.
Sjónvarp
Føroya
megnaði leygardagin ikki
at liva upp til tað, sum teir
høvdu givið lyfti um. Tað
kiksaði at fáa signalið til
Føroya. Hjá teimum, sum
høvdu møguleika fyri tí,
var lag á manni at fylgja
landsdystinum á Viasat ella
Sky sport. Hjá teimum,
sum bara høvdu møguleika
at síggja SvF, var neyðugt
at bíða inntil tíggju minuttir
vóru farnir av sjálvum
dystinum. So var vánalig
mynd at síggja, og síðani
varð dysturin vístur í
brotum, og bæði ljós– og
myndagóðskan
vóru
vánalig.
Hetta er ikki fyrsta ferð-
in, at tað hevur kiksað á
útivølli, og hetta var onnur
ferðin upp í slag, at tað ikki
bar til at fylgja við frá
fyrsta bríksli. Soleiðis var
tað eisini, tá ið Føroyar í
juni spældu í Íslandi.
Allur pakkin
Tá ið landsdystur er á
skránni verður roknað við,
at tað í sjónvarpinum er
møguleiki fyri at síggja alt
tað, sum gongur fyri seg. Í
hvussu so er á sjónvarps-
rásunum, sum eru í londun-
um, ið eru partar av dyst-
inum. Tað vil siga, at eitt
sindur av upphitingini er at
síggja, og at tað ber til at
fylgja við, tá ið spælararnir
standa klárir at ganga inn á
vøllin, tá ið tjóðsangirnir
verða sungnir og so inntil
dysturin væl og virðiliga er
liðugur. Hetta megnaði
Sjónvarp Føroya á ongan
hátt. Einasta sjónvarpið í
heiminum, sum sendur
gomul videoløg í steðg-
inum í landsdystum, er
Sjónvarp Føroya. Fyri fót-
bóltshugað tykist hetta
fullkomuliga burturvið.
Í Sky sport, sum sjálv-
andi er ein nógv størri sjón-
varpsstøð enn tann før-
oyska, megnaðu teir alt tað,
sum roknast skal við í so-
vornum
førum.
Undan
dystinum sendu teir eitt nú
sera áhugaverda samrøðu
við Jákup Mikkelsen, og í
steðginum og eftir dystar-
enda vóru tað gomlu og
kendu fótbóltsspælararnir,
Charlie Nicolas, sum var
álopsspælari í Celtic og
Arsenal, og Gordon Mc
Queen, sum var miðverji í
eitt nú Manchester United,
ið gjørdu viðmerkingar.
Í steðginum helt Charlie
Nicolas, at føroyska liðið
hevði sýnt fótbóltsspæl,
sum í minsta lagið var á
hædd við tað, sum Skotland
hevði víst. Eftir dystarenda
vóru teir báðir nøgdir við
úrslitið, men teir hildu lítið
um leikliga avrikið hjá
Skotlandi.
Viasat sport var við frá tí
at farið varð undir tjóð-
sangirnar og inntil dysturin
væl og virðiliga var liðugur.
Viðmerkjararnir vóru pos-
itivir yvirfyri føroyska liðn-
um, sum teir mettu hevði
sýnt fótbóltsspæl, sum væl
og virðiliga var á hædd við
tað, sum tað kundi roknast
við av Føroyum.
Kiksaða SvF
Mánadagin fingu vit orðið
á sjónvarpsstjóran, Mikkjal
Helmsdal, og hann ásann-
aði alt fyri eitt, at hetta var
ótrúliga keðiligt fyri Sjón-
varpið.
- Tað stutta av tí langa er,
at vit høvdu tekniskar trup-
ulleikar. Signalið frá fylgi-
sveininum,
haðani
vit
skuldu taka myndirnar, var
ov veikt, og tað bar ikki til
at rætta hetta, meðan sent
varð frá dystinum.
Spurdur, hvørt slíkt ikki
er nakað, sum eigur at
verða kannað framman-
undan, soleiðis at sleppast
kann undan mistakinum,
sigur Mikkjal Helmsdal, at
tað eru tey í løtuni í ferð við
at kanna.
- Í løtuni fái eg ikki gjørt
tær stóru viðmerkingarnar
til hetta. Vit eru farin at
kanna, hvussu hetta ber til,
og ikki minst hvussu vit
sleppa undan hesum fram-
yvir. Tað einasta eg annars
fái sagt í løtuni er, at vit eru
sera hørm um mistakið, og
at vit geva hyggjarunum
eina treytaleysa umbering
fyri vánaligu tænastuna,
sum teir fingu leygardagin,
segði Mikkjal Helmsdal at
enda.
Sjónvarpið hevur annars
sent út tíðindaskriv hesum
viðvíkjandi, og framgongur
hetta aðrastaðni í blaðnum.
Nr. 169 • týsdagur • 9. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Útlendsku sjónvarpsrásirnar
bjargaðu leygardegnum
Sambært frásøgumonnunum
hjá Sky Sport høvdu føroysku
áskoðararnir nógv at fegnast
um fyri steðgin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16