Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 9. september 2003 19 18 Nr. 169 - 9. september 2003 kundi Paul Dickov stýra bóltinum niður í svørðin og inn í føroysku meskarnar. Var útselt Hetta var sum vátur vøttur hjá okkara monnum, og í seinna hálvleiki fekst ong- an tíð sama glið aftur á spælið. Ivaleyst eisini tí skotar alla tíðina royndu at halda fast við høgu leik- ferðina. Hendan tvingaði okkara menn at renna væl meira, enn gott var, og sam- stundis seyg tað at kalla orkuna úr monnunum, so- leiðis at tað gjørdist sera trupult at fáa nakað skilgott samanspæl, tá bólturin loksins var vunnin. Tí var enn ein føroysk útjavning sjáldan í eygsjón – heldur tvørturímóti. Og so gjørdist skotska stjørnuskotið, James McFadden, næstan tjóðarhetja, tá hann setti seinasta seymin í føroysku kistuna. Hetta var samstundis fyrsta ferðin, at tað eru farin fleiri enn tvey mál ígjøgnum hjá føroyska liðnum í hesi undankapp- ingini, og tað sigur nakað um, hvussu nær við sensa- tiónin hevur verið í fleiri førum. Tað slepst kanska heldur ikki heilt undan at nevna teir so vælkendu marginal- arnar hesaferð. Høvdu Før- oyar lagt seg á odda við skotinum hjá Jákup, og høvdu skotar ikki fingið hatta málið í yvirtíðini… Sjálvandi viðkomandi spurningar, men eftir dystin hesaferð ber tó valla til at staðfesta annað, enn at betra liðið vann. Tunt í verjupartinum Og tað slepst neyvan heldur undan at nevna, at føroyska liðið hevur ávísar trupul- leikar. Ikki minst, tá um- skipanir mugu gerast, og soleiðis var eisini hesaferð. Ikki minst kom tað illa við, at Súni Olsen ikki gjørdist klárur, tí hetta undirstrikaði týðiliga, at í verjupartinum er hópurin sera tunnur. Frá- veran hjá Jóhannis Joensen gjørdi ikki støðuna betri í so máta, og so vóru sera fá alternativ. Jann Ingi Peter- sen varð tvingaður á eitt pláss, har hann ikki er vanur at spæla, og tó at Pól ivaleyst var besta boðið til vinstra bakkin, so tykist hann onkursvegna vera eitt sindur skeivt uppá bein, tá hann noyðist í hendan leik- lutin. Christian Høgni Ja- cobsen hevur eisini verið royndur í slíkum leikluti áður, men heldur ikki hann var við hesaferð. Ein loysn kundi kanska verið, at Jens Kristian Hansen var inn- kallaður sum seinasti mað- urin. Hann var eisini í Skot- landi, men tað var uppi á áskoðaraplássunum, og tað var sum so stórt spell fyri føroyska liðið. Føroyska fótbólts- landsliðið hevði í løtum takið á skotum, men løturnar vóru ov fáar og stuttar, og so kundi tað valla ganga øðrvísi enn tað sama LANDSDYSTUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Glasgow: Sjáldan man før- oyska landsliðið hava spælt undir so imponerandi um- støðum, sum teir gjørdu leygardagin, tá útidysturin móti Skotlandi stóð á skránni. Skotar hava søgu- liga nógv at erpast av, tá tosað verður um fótbólts- landslið, men seinnu árini hevur tað tó verið so sum so við hesum. Ikki minst mundi javnleikurin á Svangaskarði fyri einum ári síðani sita fast í minninum, og tað var fyrst og fremst tann eyðmýkingin, sum skotar nú vildu hevna. Hinvegin mundu før- oysku vónirnar eisini vera góðar. Tað hevur aloftast víst seg, at skotska lands- liðið hóskar væl til okkara spælistíl, og mest sum hvørja ferð hevur talan ver- ið um dystir, sum okkara hava havt stóra æru av. Styrkisroynd Tað stóð tó rættiliga skjótt greitt, at her skuldu før- oyingar ikki kenna seg alt ov tryggar. Risastóri leik- vøllurin, sum millum annað hevur europeisku stadion- rekordina fyri áskoðarar, var út ímóti fullsettur. 40.901 áskoðarar, har á leið 40.500 vóru skotar settu karmarnar, og móti hesum formáddi annars hart róp- andi føroyski 12. maðurin sær ikki heilt so nógv. Og tá tjóðsangirnir so vórðu spældir, mundu flestu før- oyingar kenna seg heilt lítlar. Okkara egni sangur varð spældur við minst hálvum øðrum stigi ov skjótt, so eingin fekk fylgt við lagnum, og so kom tann skotski. Við eini heldur óvanligari útseting av Flower of Scotland syrgdu Caledon, sum eru tríggir tenorar, fyri, at her var eingin ivi um, hvør var á heimabeiti. Showið var flott, og stadion var um at kóka yvir. Men sum føroy- ingur satst tú við eini kenslu av, at hetta einamest var ein roynd at sýna styrkismunin, longu áðrenn dysturin byrjaði. Møguleikin reyk Og tá hann so byrjaði, so var tað skjótt greitt, at skotar ætlaðu sær stigini. Heldur óvæntað stillaði lið- ið upp í eini 4-4-2 uppstill- ing, har kantarnir á mið- vøllinum lógu høgt uppi og langt úti, soleiðis at trýstið á føroysku verjuna kundi gerast sum størst. Sam- stundis var føroyska liðið broytt til eina 4-3-3 skipan, sum ivaleyst var ætla at leggja trýst á skotsku kantarnar í eini 3-5-2. Ein feilmeting, sum fyrstu løt- una tóktist gerast dýr Og skjótt var hetta eisini um at geva úrslit. Serliga lág væl fyri hjá skotum at koma ígjøgnum í okkara vinstru síðu, har Pól Thor- steinsson hevði trupulleikar av kvika Paul Devlin, og longu heilt tíðliga hevði Jákup eina framúr bjarging. Tað verður ofta víst á, hvussu týdningarmikið tað er hjá okkara, at gagnnýta møguleikarnar, tá hesir koma. Og næsta løtan sýndi júst týdningin av hesum. Jákup á Borg kom brádliga at standa púra leysur í skotska brotsteiginum, tá Andy Webster fór skeivur av stútaranum hjá Rógva Jacobsen. Kanska visti Jákup ikki, hvussu leysur hann var, og tí gjørdi hann dekan ov skjótt av, men undir øllum umstøðum eydnaðist tað Robert Doug- las við eini framúr bjarging at forða bóltinum í kósini móti handara síðuneti. Og so gekk tað akkurát so, sum tað ikki skuldi. Í næsta skotska álopinum fekk Devlin nakað heppið bóltin framvið Rógva Ja- cobsen, og tá innleggið so kom, stóð Neil McCann mest sum leysur og heil- fluktaði bóltin í meskarnar. Góða løtan Málið festi av álvara í á- skoðarafjøldina á Hamp- den, sum nú tóktist hava sett kós móti endaspælin- um í Portugal, men sum so ofta áður, so kom mót- støðumálið onkursvegna væl við hjá okkara. Ferðin varð tikin nakað av spælin- um, soleiðis at okkara í nógv størri mun fingu fylgt við. Og tá útjavnandi málið kom, var tað á ongan hátt óuppiborið. Nakrar ferðir hevði verið hótt móti skotska málinum við inn- leggum úr síðunum, so- leiðis at vit til tíðir spældu meira skotskt enn skotarnir sjálvir, og í 36. minutti kom lønin. Julian Johnsson byrjaði sjálvur álopið, tá hann vann bóltin av Barry Ferguson, men í fyrstu atløgu spurdist bert horna burturúr. Hetta sendi Jákup á Borg innfyri, og tá Robert Douglas so fór skeivur av bóltinum, kundi Julian við einum góðum stútara senda bóltin yvir í handara síðunet. Skotar vóru eina løtu skelkaðir, men spakuliga fingu teir fatur á aftur. Ferðin varð aftur skrúvað uppeftir, men tað tóktist kortini, sum skuldu okkara halda til hálvleiks. Men tað gekk so ikki. Akkurát ikki. Í seinastu álopsroyndini fyri steðgin varð Stephen Crawford stungin leysur. Komin at baklinjuni sendi hann væl innfyri, og sam- stundis sum klokkan rund- aði teir báðar minuttirnar, sum vóru lagdir afturat, Skotland-Føroyar 3-1 (2-1): EM-undankappingar- dystur á Hampden Park, Glasgow 40.901 áskoðarar Skotland 1. Robert Douglas (Celtic) – 2. Jackie McNamara (Celtic), 5. Lee Wilkie (Dundee), 4. Andy Webster (Heart of Midlothian), 3. Gary Naysmith (Everton) – 7. Paul Devlin (Birmingham City) (15. James McFadden (Everton) 59.), 6. Barry Ferguson (Black- burn Rovers), 8. Colin Cameron (Waolverhampton W.), 11. Neil McCann (Southampton) – Stephen Crawford (Dunfermline Athletic) (Steven Thompson (Rangers) 75), 9. Paul Dickov (Leicester City) (Gavin Rae (Dundee) 68) Gult kort: Stevie Crawford, 62 Á beinkinum uttan at koma inn: Paul Gallacher (Dundee United), Graham Alexander (Preston NE), Maurice Ross (Rangers), Steven Caldwell (Newcastle United). Venjari: Berti Vogts Hjálparvenjari: Føroyar 1. Jákup Mikkelsen (Partick Thistle) – 2. Jann Ingi Petersen (B68), 13. Óli Johannesen (TB), 5. Jón Rói Jacobsen (Brøndby IF), 4. Pól Thorsteinsson (B36) – Julian Johnsson (ÍA Akranes) (Atli Danielsen (KÍ) 85), Fróði Benjamsen (B68), Rógvi Jacobsen (HB) – Jákup á Borg (B36) (Christian Lamhauge Holst (Lyngby BK) 85.), John Petersen (B36), Helgi L. Petersen (NSÍ) (Tór-Ingar Akselsen (HB) 66.) Gult kort: Fróði Benjaminsen, 29, Rógvi Jacobsen, 87 Á beinkinum uttan at koma inn: 16. Jens Martin Knudsen (NSÍ), 3. Súni Olsen (GÍ), 21. Andrew av Fløtum (HB), 15. Hans Fróði Hansen (B68) Venjari: Henrik Larsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Fysioterapeutur: Álvur Hansen Lækni: Jens Pauli Marstein Liðleiðarar: Birgir Hansen og Kári Nielsen Dómarabólkur úr Slovenia: Darko Ceferin, Stevo Govadarevic, Andrej Kokolj og Srecko Kandare Trýstið var ov stórt Eina løtu var føroyska avrikið fløvandi, og útjavningin var uppiborin, men tá alt kom til alt vóru skotar ov sterkir Helgi L. Petersen var nakað óvæntað settur fram í oddin í eini 4-3-3 uppstilling C M Y K 18