týsdagur 9. september 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 9. september 2003
21
Óli Johannesen helt,
at talan hevði verið
um ein av teimum
heilt strævnu dyst-
unum leygardagin.
Ikki minst eftir málið,
sum kom beint fyri
hálvleik
LEIKARAPRÁT
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
Glasgow: Ein av føroysku
leikarunum, sum í stóran
mun var í brennideplinum
leygardagin, var Óli Jo-
hannesen. Sum verjuskipari
roknaði hann við, at før-
oyska liðið kom undir trýst,
og hesum fekk hann so
sanniliga rætt í.
- Vit høvdu roknað við, at
teir komu við nógvari ferð.
Teir spældu skjótari og
runnu skjótari enn vit, so
tað bleiv alla tíðina tungt.
Eisini dugdu teir væl at
tøma øki fyri fólki, soleiðis
at pláss bleiv at spæla.
Um nærdystirnar í dyst-
inum helt Óli ikki, at har
høvdu
verið
óvanliga
nógvir.
- Sjálvandi vóru nakrir,
men tað er tað, sum skal til.
Teir mugu vit eisini royna
at vinna. Eisini sjálvt um
dómarin ikki altíð var í
parti við okkum.
- Men sum heild haldi eg
ikki, at hetta var okkara
besti dagur. Eina løtu fáa
vit rætta takið, og tá skora
vit so eisini, og tí er tað
stórt spell, at teir fáa mál
somikið stutt undan steðg-
inum. Tað er jú at fáa ein
ordiligan
frammaná.
Høvdu vit hildið til hálv-
leik, so veit eg ikki, hvat
kundi hent, men í øllum
førum fór lagið hjá okkum
nakað niður eftir hetta.
Mikudagin er tað so
Litava, sum stendur fyri
framman, og her tykist
føroyski skiparin at hava so
toluliga góðar vónir.
- Vit fara so altíð at royna
at fáa stig, men lætt verður
tað so ikki. Í Litava spældu
vit einki serliga væl, og tá
vístu teir, at teir megna at
spæla heilt skjótt, so vit
vita, at tað verður trupult.
Og tað at spæla tveir
dystir innan somikið stutta
tíð. Kann tað ikki gerast ein
trupulleiki her?
- Nei. Tað skuldi tað ikki
verði. Nú er kappingin hjá
okkum
komin
somikið
langt, so venjingarstøðan
eigur at vera heilt í topp. So
tað eigur ikki at vera ein
trupulleiki, segði føroyski
liðskiparin at enda.
aftur, og eftir dystin kundi
Jákup so bara iðra seg um
hetta.
- Hann lág til vinstra
beinið, og tað skal man
helst ikki brúka til nógv
annað enn at standa á. Nú
veit eg ikki akkurát, hvussu
fríur eg var, men Henrik
helt eftir dystin, at eg hevði
havt tíð at lagt hann yvir á
høgra beinið, so tað var
óluksáligt. Men tað gerst
so ikki við.
- Tað, sum eg serliga iðri
meg um, er tó at ikki fekk
returbóltin. Tá rakti eg als
ikki bóltin, sjálvt um hann
lág til høgra, og tað var
næstan verri.
Men hvussu var og ikki,
so er Jákup framvegis
maðurin, sum leggur upp
til føroysku málini. Hesa
ferð eftir horna, og tað
fegnaðist hann eisini um.
- Julian gav mær í øllum
førum eina vón, tá hann
skoraði. Hann kom eisini
beina leið yvir at siga, at
tað var akkurát soleiðis,
hann skuldi liggja, so tað
var bara gott.
- Hatta var nakað, sum
vit høvdu vant, men eg
haldi nú eisini, at málverjin
skuldi havt hann, men tað
var ótrúliga gott skallað av
Julian.
Harður
umgangur
- Vit høvdu roknað við, at
teir komu við nógvari ferð.
Teir spældu skjótari og
runnu skjótari enn vit, so tað
bleiv alla tíðina tungt, helt
Óli Johannesen
Skotsku miðlarnir
góvu føroyska mál-
verjanum nógvan ans
undan dystinum
leygardagin
LEIKARAPRÁT
Jákup Mørk/álvur
Haraldsen
Glasgow: Undan dystinum
leygardagin
var
Jákup
Mikkelsen uttan iva mað-
urin, sum mest varð gjørt
burturúr. Fleiri rásir høvdu
drúgvar
samrøður
við
føroyska málverjan, sum
spælir í Skotlandi, og eitt
nú hevði SkySport prát við
málverjan sum upptakt til
dystin.
Men tað var ikki bara
sjónvarpið, sum hevði givið
hesum ans. Eisini undir
nógvu teimum seinastu
venjingunum hevur Jákup
hoyrt nógv frá liðfeløgun-
um, men sjálvur tóktist
hann ikki leggja so nógv í
hetta.
- Eg fekk mest sum alt
fyri eitt at vita, at nú mátti
eg royna at hjálpa Skot-
landi eitt sindur, men tað
varð sjálvandi sagt í skemti.
- Men annars er eitt heilt
annað fokus á fótbólti her.
Eitt nú nýtti eg ein heilan
dag til BBC Prime og
SkySport, og tað er bara
stuttligt. Tað skapar jú
eisini umtalu fyri Føroyar.
Men nú tú bert hevur
sáttmála í eitt ár. Er hetta so
ikki nakað, sum tú eisini
kann brúka til at marknað-
arføra teg sjálvan við?
- Soleiðis havi eg slettis
ikki hugsað. Eg havi sum
so bara roynt at verið blíð-
ur, og hevur tað ikki ligið
alt for tvørt fyri, so havi eg
játtað at verið við í inn-
sløgum. Mítt avrik verður
kortini mett eftir tí, sum eg
geri á vøllinum.
Framhald av síðu 20
Jákup í fokus
Eisini
leygardagin
var onkur
fjeppari,
sum vildi
hava orðið
á Jákup
21
20
Nr. 169 - 9. september 2003
Jákup á Borg helt
eftir dystin, at um
stóri møguleikin
hevði ligið til høgra
beinið, so hevði
úrslitið kanska verið
eitt annað
LEIKARAPRÁT
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
Glasgow: Jákup á Borg
hevði uttan iva besta
møguleikan at geva skotum
ein ordans skelk, tá hann
tíðliga í dystinum kom at
standa væl fyri. Skotið
megnaði skotski málverjin
tíverri at beina bóltin út-
Skeiva beinið
Jákup á Borg var púra leysur
longu eftir fimm minuttum,
men tíverri fekk hann ikki
nóg gott skot á
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
20