týsdagur 9. september 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 9. september 2003
23
Eftir at hava bíða í
eini 6-7 ár, slapp
Helgi L. Petersen
leygardagin at ganga
inn sum ein av teim-
um fyrstu ellivu á
føroyska fótbólts-
landsliðnum
LEIKARAPRÁT
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
Glasgow: Av broytingun-
um, sum vórðu gjørdar í
føroysku
uppstillingini
undan dystinum leygar-
dagin, var tann mest óvænt-
aða helst, at Helgi L. Peter-
sen hesa ferð fekk møgu-
leikan frá fyrsta bríksli.
Helgi hevur annars verið
í landsliðsmyndini heilt
leingi, men hetta var fyrsta
ferðin, at hann veruliga
fekk møguleikan, at hetta
tóktist hann eisini fegin
um, tá vit fingu orðið á
hann eftir dystin.
- Eg fekk tað vita kvøldið
fyri dystin, so eg kann gott
siga, at eg svav ikki heilt so
gott sum vant leygar-
náttina. Sjálvandi visti eg
av, at møguleikin kanska
var betri, nú Christian
Høgni ikki var við, men har
eru jú fleiri um boðið, so
tað var eitt sindur óvæntað.
Og tað var ikki eiti á stað
at byrja. Størsta fjøldin,
sum føroyska landsliðið
nakran tíð hevur spælt fyri,
stóð klára at taka ímóti, og
tá tjóðsangirnir vórðu leikt-
ir, stóð púra greitt, at Før-
oyar vóru tann lítli í hesum
spælinum.
- Ja, men tað var fram-
vegis ein deilig kensla at
standa har. Akkurát hvussu
teir royndu at gera burturúr,
royndi eg bara at hugsa sum
minst um, so tað var ikki
nakað, sum ávirkaði okkum
á vøllinum. Men hatta var
eitt flott show hjá teimum.
Tað er heilt vist.
Tað fall í góðar
skotska jørð, at
Henrik Larsen rósti
spælinum hjá
mótstøðuni
VENJARIN
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
Glasgow: Henrik Larsen
líktist ikki nøkrum tap-
ara, tá hann trein inn til
tíðindafundin eftir dyst-
in. Vælupplagdur greiddi
hann skotum frá, hvussu
hann hevði sæð dystin,
og ikki minst fall tað í
góða jørð, at skotar fingu
nakrar rósur frá føroyska
venjaranum.
- Um dystin sjálvan
haldi eg, at hann varð av-
gjørdur, tá tit skora til 2-
1. Tá hava vit arbeitt okk-
um inn í dystin, og vit
javnaðu eisini leiðsluna,
so tað var ein ordans
frammaná hjá okkum at
fáa, helt hann fyri.
- Eftir tað komu vit
ongan tíð rættiliga fyri
okkum, men eg eri væl
nøgdur
um
avrikið.
Leikararnir hjá okkum
arbeiddu sera væl, og
sjálvt um tað aftur hesa
ferð bara var nær við, so
eru nógv góð ting, sum
vit kunnu taka víðari við
okkum.
Og spurdur, hvørt hann
kendi seg snýttan fyri
brotsspark í seinna hálv-
leiki, segði venjarin, at
tað gjørdi hann.
- Sjálvandi skal dóm-
arin ikki fáa alla skuld-
ina, men eg haldi avgjørt
ikki, at hann hjálpti okk-
um serliga væl. Tá støðan
var 1-1 helt eg eisini, at
skotar fingu óneyðuga
nógv fríspark í vanda-
miklum støðum, men tað
er so tað, sum man má
læra at liva við.
Og at enda, so kundi
venjarin eisini rósa skot-
unum.
- Sjálvandi hava tit ein
kjans í Týsklandi. Hava
tit ein góðan dag, sum tit
høvdu í dag, so hava tit
møguleika móti øllum.
Mugu skora
Eftir at hava avgreitt
skotsku miðlarnar, gekk
Henrik Larsen so niðan
til føroysku tíðindafólk-
ini, og hóast hann ásann-
aði, at nakrir trupulleikar
høvdu verið, so kundi
hann ikki lata vera við at
iðra seg eitt sindur.
- Tað gav okkum
nakrar trupulleikar, at vit
byrjaðu við 4-3-3. Eg
ivaðist ikki í, at teir fóru
at spæla 3-5-2, men tað
gjørdu teir so ikki, so vit
broyttu ístaðin okkara
aftur til 4-4-2. Men hóast
tað, so fingu vit skapt
nakrar møguleikar. So
mugu vit bara læra at
skora upp á hesar, tí vit
vita av, at vit fáa ikki alt
ov nógvar av slagnum.
Um valið av Helga L.
Petersen segði venjarin,
at nýggi maðurin hevði
gjørt tað gott.
- Nú hevði hann eina
sera strævna uppgávu,
har hann nýtti nógvir
kreftir fyri at lukka av á
kantunum, og tann part-
urin gekk væl. Hinvegin
gekk minni væl, tá langir
bóltar
vórðu
sendir
niðan, tí har høvdu teir
ein mann, sum er hálvan
annan metur hægri enn
okkara, so har var ikki
tað stóra at gera.
Og eisini hinir báðir
nýggju fingu rós frá
venjaranum.
- Tór-Ingar ger tað
virkeliga gott, og har
kemur alt fyri eitt meira
ferð á, tá hann kom á
vøllin, so tað eri eg
avbera væl nøgdur um.
Christian spældi so bara
einar seks-sjey minuttir,
so tað kunnu vit ikki
vurdera nakað útfrá, men
so hevur hann eisini
roynt hesa upplivingina.
Og sum umstøðurnar
vóru í dag, so haldi eg, at
vit allir lærdu nakað frá
dystinum, segði Henrik
Larsen at enda.
TÍÐINDASKRIV FRÁ
SVF
Leygardagin 6. september
hevði Sjónvarp Føroya sett
beinleiðis
sending
á
skránna frá EM-undan-
dystinum millum Skottland
og Føroyar. Sum øllum
kunnugt, ið settu seg at
hyggja leygardagin, eydn-
aðist sendingin ikki.
Tøkniliga orsøkin til
vánaligu sendingina var
tann, at signalið frá fylgi-
sveininum, ið sent var um,
var ov veikt.
Sjónvarp Føroya hevði
lagt nógv fyri peningiliga
og manningarliga fyri at
vera til staðar í Skottlandi
og lata føroysku hyggjar-
arnar vera við, tá dysturin
fór av bakkastokki. Men
hetta miseydnaðist orsakað
av tøkniligum trupulleik-
um.
Sjónvarp Føroya gevur
øllum hyggjarum sínum
eina treytaleysa umbering
fyri ta vánaligu tænastu, ið
vit veittu leygardagin.
Øll
viðurskifti
kring
sendingina verða nú kann-
að og øll neyðug stig fara at
verða tikin til tess at
tryggja, at tað sum hendi
leygardagin, ikki endur-
tekur seg í framtíðini.
2. DEILD
Jóannes Hansen
Tað hevur gingið alt annað
enn væl hjá sandoyingum.
Hóttanin um niðurflyting í
3. deild, har besta liðið hjá
teimum ikki hevur verið
síðani 1987, hevur kenst
veruleikanær, men tvær tær
seinastu ferðirnar hevur
úrtøkan verið góð. Fyrst
vunnu teir 1–0 í Leirvík, og
sunnudagin vunnu teir í
nógvum síðuvindi 1–0 á
heimavølli ímóti VB.
Einasta málið kom fimm
minuttir undan steðginum.
Tað skoraði vongverjin í
vinstru, Hanus Clementsen.
Hann smekkaði til tvørbólt,
sum kom úr høgru, og
bólturin fór flatt og dygst
inn við nærra stólpanum.
Tað var rættuliga undir-
haldandi, og báðir partar
kundu havt fingið fleiri
mál. VB, sum hevur staðið
seg væl, var aftur hesa ferð
manningarliga væl fyri.
Royndu menninir – eitt nú
Boban, sum ikki var við, tá
ið besta liðið fekk javnleik
á útivølli ímóti HB, Jón
Pauli Olsen, Magni Jacob-
sen, Tórður Holm og Janus
Kjærbo – vóru væl við
leingi. Fyrstu løtuna eftir
steðgin løgdu teir trýst á
fyri at fáa útjavnandi málið.
Bæði í 1. og í 2. hálvleiki
høvdu teir málmøguleikar,
og Sigmund Mikkelsen var
tætt við at fáa mál, men tað
eydnaðist ikki at fáa bóltin
framvið Valdemari Noviski.
Fyrr í summar var lítið
veiggj
í
sandoyingum.
Hetta tykist heilt øðrvísi
nú. Teir stríðast væl, og teir
orka at spæla alla tíðina.
Tummas Pauli Olsen,
sum var frammarlaga í
høgru, var eyðsýndur, og
Jónsvein Thomsen hevði
besta møguleikan at økja
um leiðsluna í 2. hálvleiki.
Hann gjørdist einsamallur
við Finnboga Olsen, men
var so óheppin at detta við
bóltinum,
áðrenn
hann
skuldi fara framvið mál-
verjanum.
Næstu ferð skulu sandoy-
ingar til Sumbiar. Í sama
umfarinum fer LÍF at fáa
vitjan av B68. Sjálvandi
vilja
B71ararnir
helst
sleppa undan endaspæli um
niðurflytingina. Um tað fer
at eydnast ella ikki verður
meiri greitt eftir næsta
vikuskifti og ikki minst
eftir, at B71 í næstsíðsta
umfarinum hevur verið á
Toftum.
Vágbingar skulu næstu
ferð til Klaksvíkar. Felags
fyri bæði VB og KÍ er, at
teir fyrst og fremst skulu
varðveita liðið í deildini, og
harnæst stríðast liðini fyri
at røkka heiðursmerkja-
plássi. VB hevur leingi
verið tætt at bronsukrónun-
um, men eftir tapið á Sandi
og AB sigurin á Toftum
kámaðist málmurin nakað
hjá vágbingum.
B71–VB 1–0 (1–0)
1–0: Hanus Clementsen
Tit vóru betri
B71–VB 1–0 (1–0):
B71 aftur trý stig
Sjónvarpsdysturin 6. september
Helgi fekk møguleikan
- Eg fekk tað vita kvøldið fyri dystin, so eg kann gott siga, at eg svav ikki heilt so gott sum vant
leygarnáttina, helt Helgi L. Petersen, um møguleikan, sum loksins kom
23
22
Nr. 169 - 9. september 2003
Tveir leikarar fingu
fyri fyrstu ferð al-
tjóða minuttir á
vøllinum í dystinum á
Hampden Park. Sum
heild má avrikið sig-
ast at vera góðtikið,
men hjá summum
leikarum var talan
um óvandar leiklutir,
sum settu sín dám á
avrikið
LEIKARAUMMÆLI
Jákup Mørk
1. Jákup Mikkelsen
(Partick Thistle)
Hevði úr at gera, nú hann
skuldi prógva sínar dygdir
fyri skotsku tjóðini, og fyri
tað mesta slapp hann eisini
væl frá hesum. Møguliga
kundi hann staðið seg betur
við seinna skotska málið,
men kann sum so ikki last-
ast fyri hetta. Og við fleiri
bjarginum aðrar tíðir í dyst-
inum var hann í øllum før-
um viðvirkandi til, at fleiri
mál ikki komu ígjøgnum.
2. Jann Ingi Petersen
(B68)
Var sum neyðloysn fluttur
aftur á høgra bakk, og tað
var eyðsæð, at hetta ikki var
ein leiklutur, sum hann
treivst so øgiliga væl í.
Stríddist sum vant sera væl,
men hevði trupulleikar við
at standa rætt á vøllinum,
og hesin ótryggleikin við-
førdi eisini, at hann ikki var
eins nógv við í framrættaða
spælinum, sum tað hevði
verið ynskiligt. Valið av
honum boðar tó frá áliti frá
venjarunum, og tað er held-
ur einki at ivast í, at hann
eisini er partur av hópinum
framyvir.
4. Pól Thorsteinsson
(B36)
Noyddist enn einaferð yvir
á vinstra bakk sum vikarur,
og tað kundi enn einaferð
staðfestast, at hetta ikki er
besta pláss hansara. Hevði
serliga fyrstu løtuna stórar
trupulleikar av kvika Paul
Devlin, men spakuliga fekk
hann tó alt betri tak á hes-
um. Sum støðan var, so er
einki at ivast í, at Pól var
besta boðið til vinstra bakk-
in, men tað er í høgra verju-
borði, at hann eigur sítt
pláss á liðnum.
5. Jón Rói Jacobsen
(Brøndby IF)
Hevði saman við Óla Jo-
hannesen eina sera trupla
uppgávu, tá skotar skuldu
haldast burtur frá málinum.
Fyri tað mesta gekk tó væl
at tetta holini í føroysku
miðverjuni, og tað var
sjáldan, at skotar komu til
møguleikar, tá spælt varð
eftir miðásini, tó at 2-1
málið kom eftir júst hesi
uppskrift. Var eisini við í
framrættaða spælinum, og
hevði í seinna hálvleiki eitt
av sínum raidum niðaneftir,
uttan at hetta tó gav úrslit.
6. Rógvi Jacobsen
(HB)
Bara tað at Rógvi til yvir-
mát kundi dystast við
skotska luftvápnið sigur eitt
sindur um, hvussu stóran
týdning hann hevur fingið í
føroyska spælinum. Við
kropsstyrki sínari var hann
heldur ikki lættur at flyta
hjá teimum, og eisini
megnaði hann væl at taka
lut í spælinum í borðunum.
Enn restar tó nakað, áðrenn
hann í nóg stóran mun fær
tikið lut í bóltspælinum
longur inni á vøllinum.
7. Fróði Benjaminsen
(B68)
Týdningurin hjá Fróða fyri
føroyska liðið má sigast at
vera indiskutabul, og aftur
hesa ferð var hann leikarin,
sum stýrdi føroyska spælin-
um. Kropsliga styrkin lat
eisini mangan skotan liggja
moyran á vøllinum, og enn
tykist hann ikki kenna til
tað, at hava virðing fyri
sterkari mótstøðu. Dregur
tó skeiva vegin, at hann
fekk sær eitt heldur óneyð-
ugt gult kort við eini harð-
ari eftirtackling.
8. Julian Johnsson (ÍA
Akranes)
Var sum ikki einaferð mo-
torurin á miðvøllinum, og
saman við Rógva var hann
eisini leikarin, sum kundi
bjóða skotum av í luft-
spælinum. Ikki minst við
deyðbóltsstøðum, har tað
eisini eydnaðist honum at
gera føroyska málið. Tókt-
ist tó at hava mist nakað av
luftini eftir steðgin, og var
tí ikki eins eyðsýndur her,
men royndi tó alla tiðina at
bjóða seg fram til luttøku í
føroyska spælinum.
9. Jákup á Borg (B36)
Við perfekta hornasparkin-
um sýndi hann enn eina-
ferð, at hann meira enn
nakar er maðurin, sum
leggur upp til føroysku
málini. Men hann mundi tó
iðra seg um, at tað ikki
eydnaðist honum at skora,
tá støðan framvegis var 0-0.
Kom annars væl frá upp-
gávuni, tá hann at byrja við
varð royndur frammi í
fremstu røð, og var sum
vant sera arbeiðssamur á
miðvøllinum, tá hetta var
leikluturin eftir steðgin.
Hevði eisini eina góða frí-
sparksroynd, sum tíverri
streyk beint framvið.
10. John Petersen
(B36)
Var maðurin, sum skuldi
samanbinda
føroyska
álopsspælið, men tað var
avmarkað, hvussu nógv
hann fekk loyvi til í hesum.
Hevði
risastóra
Andy
Webster sum persónliga
ansara í stórum pørtum av
dystinum, og fekk tí sjáldan
gjørt nakað við bóltin, um
hesin ikki varð spældur
beint á. Hevði tó einstakar
góðar detaljur, og megnaði
fleiri ferðir at skapa bæði
sær sjálvum og øðrum
pláss.
11. Helgi L. Petersen
(NSÍ)
Var sera óvæntað valdur
sum maðurin, ið skuldi
byrja í føroyska álopinum,
men livdi fult upp til álitið.
Tað var kanska avmarkað,
hvat spurdist burturúr av
málmøguleikum, men hann
arbeiddi sera væl fyri sak-
ini, og fekk soleiðis stað-
fest, at hann á ongan hátt er
eigur at gloymast burtur, tá
landsliðshópir skulu veljast
framyvir.
13. Óli Johannesen
(TB)
Var saman við Jón Róa Ja-
cobsen hjartað í føroysku
verjuni, og sæð burtur frá
2-1 málinum, so var mið-
verjan fyri tað allarmesta
sera tøtt. Við kropsligu
styrki síni var Óli ofta í
hornatøkum við mótstøðu-
menninar, og at teimum
ikki altíð líkaði hetta eins
væl, tóktist sjónligt, tá tað í
seinna hálvleiki fleiri ferð
kom til smærri saman-
brestir millum Óla og á-
lopsleikarar hjá skotum.
Føroyski liðskiparin megn-
aði tó alla tíðina at halda
høvdinum kalt, soleiðis at
býttar frustratiónir ikki
komu at kosta óneyðuga
nógv.
14. Atli Danielsen (KÍ)
Slapp at royna seg seinastu
fimm minuttirnar fyri Juli-
an Johnsson, og er grundar-
lagið til eina meting tí alt
ov lítið. Fekk tó eitt sindur
av altjóða royndum við
hesum, og tær kunnu so
bara koma honum til góðar
framyvir.
17. Tór-Ingar Akselsen
(HB)
Seinasti maðurin, sum varð
kallaður inn til hópin, var
hin fyrsti, sum slapp av
skiftisbeinkinum, tá Helgi
var um at gerast dekan ov
moyrur.
Við
kvikleika
sínum fekk Tór-Ingar eisini
skapt nakað sum líktist
føroyskum álopsspæli. Ikki
minst tykist bóltmóttøkan
at vera góð, soleiðis at
ferðin á spælinnum ikki
dovnar.
18. Christian
Lamhauge Holst
(Lyngby BK)
Gjørdist næsti maðurin,
sum fekk debut á ferðini, tá
hann seinastu lítlu løtuni
loysti Jákup á Borg av. Var
tó avmarkað, hvat hann
fekk víst hesa tíðina, og
kann tí ikki metast.
Óvant í støðum
Sum støðan var, so er
einki at ivast í, at Pól var
besta boðið til vinstra
bakkin, men tað er í høgra
verjuborði, at hann eigur
sítt pláss á liðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22