Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 95 - 18. mai 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Fyritreytin fyri lívi Viðmerking: Í seinastu viku var ruddingardagur í fleiri bygdum og býum. Henda dagin verður bara eitt og annað savnað saman, og alt sær ruddiligt út í nakrar dagar. Men dagliga blaka vit rusk - serliga pappír og fløskur - frá okkum, so skjótt liggur óhumskan aftur á vegum og heimrustum. Men tað bilar kanska ikki so nógv. Hetta er tann minni skaðiliga dálkingin, sum bara argar okkara æstetiska sans. Verri er aftur- ímóti við tí skaðiligu dálkingini, sum vit hvørki síggja ella føla. Í hvussu so er ikki, fyrr enn tað er ov seint. Tí er týdningarmikið, at vit alla tíðina eru á varðhaldi, og hava ein so góðan umhvørv- ispolitikk, at vit ikki dálka. Hetta hevur jú stóran týdning fyri okkum sum fiskivinnu- tjóð. Vit hava jú eitt ávarp í okkara markn- aðarføring, sum sigur, at talan er um fisk úr heimsins reinasta havumhvørvi. Tað hevur tí eisini týdning, at vit eru tilvit- andi um hetta mál, og hava ein slíkan hug- burð, at vit ikki dálka, at vit endurnýta tað, sum kann endurnýtast, og eru líka so góð við okkara náttúru og umhvørvi, sum vit eru við okkum sjálvi. Vit kunnu fegnast um, at fleiri bygdarráð, nevndir og einstakligar eru so mikið at sær komin, at tey taka henda spurning í álvara. Men enn restar nógv í. Sumstaðni verður vatnið enn ikki sóttreinsað. Aðrastaðni eru ikki kloakkir. Vit brúka vandamiklan sápulut, eitrandi bornmáling o.s.fr. Á hinbum bógvnum er Viðarlundsnevndin í Vestmanna eitt dømi um, hvussu roynt verð- ur at leggja hetta í børnini frá tí at tey koma í skúla, tá tey fáa høvi at planta eitt træ, sum tey eiga. Í síðstu vku hevði Viðarlundsnevndin har- afturat nakrar umhvørvisdagar, har fleiri um- hvørvisspurningar vóru umrøddir. M.a. spurningurin at endurnýta tað, sum vit ann- ars dagliga koyra í ruskposan. Kompost - ella sankutøð - er eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu fáa nakað burtur úr tí, sum vit annars kasta frá okkum. Umframt at okkurt ítøkiligt óivað fer at spyrj- ast burtur úr umhvørvisdøgunum, hava teir óivað gjørt fleiri føroyingar meiri tilvitandi um henda spurning. Á hesum øki er ikki nóg mikið við reglum ella lógum. Neyðugt er, at fólk hava tann rætta hugburðin, men tíverri má ásannast, at vit hava ongan sen- tralan myndugleika á hesum øki. Ein mynd- ugleika, sum leggur ein politikk og sum eggjar fólki til at hugsa "grønt", sum jú er ein fyritreyt, um lív skal vera her á klettunum og á jørðii í framtíðini. Men átakið í Vest- manna kann kanska eggja myndugleikunum at vakna við og seta ein politikk út í kortið. Um sunnudagin Ein sunnudag meðan vár- róðurin á Norðhavinum í vár varð rógvin, visti út- varpið at siga, at Tjaldrið hevði rikið allar teir smáu snellubátarnar aftur at landi, vegna tess at ikki var loyvt at fiska sunnudag. Hetta, hóast hesir menn so at siga ikki vóru slopnir á flot í einar seks mánaðir at vinna sær breyð til seg og síni vegna ringa veðrið, ið var í vetur. Seinasta sunnudag, 7. mai, kemur stórur lastbilur norðaneftir við »Trónda«, fullur av kunsttøðum og leggur seg at koyra runt oynna og seta plattar av um sjálva kirkjutíðina. Eg kom at tosa við ein mann, sum kom úr Havn sama morg- un, og segði hann mær, at hann spákaði sær ein túr oman í Vágsbotn áðrenn hann kom suður, har stóð maður og málaði umborð á einum skipi, sum helst hev- ur rúmastu ferðaætlan í Før- oyum. So er tað eg havi hug at spyrja: Er ongin halgidags- lóg á landi, ella eru tað bert hesir stakkals útróðrar- menn, sum verða raktir av henni? Hartil er at siga, at eg eri absolutt við til at halda sunnudag bæði á sjógvi og landi. Men mín metan er at sunnudagurin eigur at verða líka væl vardur á landi sum hjá útróðrarmonnunum, um so er at føroyingar ikki klára at verja hvíludagin, sum er givin okkum, tá er missurin stórur. Sólvit Simonsen Nýggja nevndin í Javna 7. apríl hevði Javni aðal- fund, har nýggj nevnd varð vald. Jóna Dahl, formaður, Jóan Pauli Poulsen, næst- formaður, Leivur Michel- sen, kassameistari, og Gunnvá Haraldsen, eyka- limur, ynsktu ikki afturval. Formaðurin verður valdur á aðalfundinum og varð Diana í Puntabyrgi vald sum formaður. Nevndin Bach-konsert í Christianskirkjuni Tað eru í ár liðin 250 ár síðani mæta týska tóna- skaldið Johann Sebastian Bach doyði. Í hesum sam- bandi, verður tónleikaligi kirkjufaðirin fagnaður víða hvar, við konsertum og til- tøkum. Eisini í Klaksvík verður Bach heiðraður. Tað verður gjørt við einari konsert komandi sunnukvøld og einari konsert, sum verður hildin í heyst. Seinni í heyst verður skipað fyri trimum fyrilestrakvøldum í kirkju- kjallarinum. Fyrilestrarnir skulu lýsa ævisøguna hjá Bach, eins og ljós verður varpað á samtíð hansara, bæði tónlistarliga og átrúnaðarliga. Konsertin sunnukvøldið verður kl. 20.30 í Christi- anskirkjuni. Skráin verður áhugaverd og fjølbroytt. Ein kvintet, floyta og strúkarar, fara at framføra eina av Orkestursuitunum hjá Bach. Helga Gerðalíð og Mein- hard Bjartalíð fara at spæla orgultónleik av Bach. Sop- ran-solisturin, Daisy Joh- annessen, fer at syngja tvær kendar ariur, nevniliga »Aus Liebe will mein Hei- land sterben« og »Jauehzet Gott in allen Landen« og Klaksvíkskórið fer at syngja Bach-koralir. Kórið fer m.a. at framføra »Jesus bleibet meine Freude« saman við orgul og obo, og »Nú takkið Gudi øll« saman við orgul, tveimum cornettum og paukum. Fólk fáa møguleikan at stuðla tiltakinum, við tað at talvan verður sett fram í for- kirkjuni. Eftir konsertina siglir Alfa Pilot frá Stongunum til Leirvíkar. hevur skipað seg við Ma- lenu Arnoldsdóttur á Skála sum næstformanni, Eiriki Dam, Streymnes, nevndar- limur, Lis Eklund í Niðri- stovu, eykalimur. Hesi eru øll nývald. Guðny Simon- sen, Havn, eykalimur og kassameistari. Nýggja nevndin, ið er farin til verka, heldur fram við tí arbeið- num, ið farna nevnd var í gongd við. Seinastu fundirnir í økis- feløgunum vóru um stuð- ulsskipanina hjá Menning- artarnaðum. Fundirnir vístu greitt, at enn manglar nógv í, at stuðulsskipanin er nøkt- andi. Foreldur at smærri børnum vístu á manglandi samstarv millum barnagarð, skúla, stuðlar, Almanna- stovu og kommunur. Almannastovan er í flestu førum tann játtandi mynd- ugleikin. Men enn í ár 2000 verður stuðul játtaður til vaksin menningartarnað sum bót fyri manglandi ar- beiðspláss, bústað ella ann- að tilboð. Eitt av stórmál- unum, ið Javni hevur fyri framman, er skúlaskipanin til vaksin og børn, ið eru menningartarnað. Jenis av Rana hevur sett Ríkisumboðsmanninum ein spurning viðvíkjandi hjún- alagslógini, sum er samtykt, men er steðgað upp í Dan- mark. Jenis fekk eitt positivt svar sigur hann sjálvur, men hann fanst harðliga at, at danir skulu súlta okkara mál. Sjálvandi er tað átalu- vert, at slíkt hendir, antin tað er í Danmark ella í Lands- stýrinum. Vit minnast kirkj- ulógirnar. Men er Jenis av Rana og allir hinir løgtings- menninir greiðir yvir, at vit hava helst rekord uppá súlt- ing av málum!! Eg hugsi um eitt sera viðkomandi og týdningarmikið lógarupp- skot, sum hevur 18 ár á baki. Tað er lógin um van- lukkutrygging! Seinast, vit frættu frá hesum máli, var tá Kristian Magnussen tá- verandi landstýrismaður legði uppskotið á tingborð, men so kom val í úrtíð. Eg skilji ikki, hví tað annars frálíka uppskotið ikki er lagt fram aftur. Jú! Hetta er helst rekord í súlting — ikki í Danmark, men í Føroya Landsstýri. Tórshavn, 10-05-00 Hanna Lisberg Samtyktar lógir steðga upp í Danmark Í døgunum 18. til 22. mei skipar Kvinnuhúsið fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum. Ráðstevnan verður hildin á hvørjum árið undir heitin- um »Nordiske kvinder mod vold«. Fyri fyrstu ferð verður ráðstevnan í Føroy- um og luttakararnir eru 145 kvinnur ið starvast sum sjálvbodnar ella lønt starvs- fólk í Kvinnuhúsum, á Kreppumiðstøðum ella in- cestmiðstøðum í Norður- londunum. Luttakaralond- ini eru Grønland, Ísland, Finland, Noregi, Svøríki, Danmark og Føroyar. Endamálið er, at koma saman, fáa meira vitan og tosa um og mennast í ar- beiðnum. Á ráðstevnuni eru fyrilestrar, framløga frá lut- takaralondunum um støð- una hjá harðskapsraktu kvinnuni og mentanarlig til- tøk. Fyrilestrahaldarar eru Joan Pauli Joensen, profess- ari (Tað lítla oyggjasamfel- agið), Malan Marnersdóttir, rektari (Kvinnan í søguni), Sonja Klein, prestur (Kvinnur og átrúnaður), Ka- ren Helweg-Larsen, forsk- ari (Nor-vold verkætlanin), Randers Krisecenter (Út- lensk børn á Kreppumið- støðum) og Sundby Krise- center (Børn á Kreppumið- støðum). Ráðstevnan verður sett hóskvøldið 18. mei av Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskonu í almanna- og heilsumálum. Norðurlendskar kvinnur móti harðskapi JÁKUP MØRK Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um íslendsku Kolbrún Aðalsteinsdóttir, ella Kolla, sum hon eisin verður nevnd. Orsøkin er sjálvandi tann, at hon síðani apríl mánaða í fjør hevur fingist við at fyri- reika nakrar føroyskar gent- ur áðrenn luttøku teirra í eini stórari altjóða modell- kapping í New York. Ein luttøka, sum skuldi vísa seg at vera sera væl eydnað, og har føroysku genturnar vunnu meira enn nakar teirra hevði droymt um. Síðani fríggjadagin í far- nu viku, hevur Kolla aftur verið á Føroyavitjan, har hon umframt at tosa við tær genturnar, sum longu hava verið í New York, eisini hevur verið á vitjan kring landið. Mikumorgunin, sum Kolla skuldi fara heim aftur til Íslands, fingu vit høvi at fáa eitt prát við hana, har hon so greiddi eitt sindur frá um lívið í mótaverðini. Nógvu um at vera At talan er um eina virkna kvinnu, kann als eingin ivi vera um, tá ein hevur tosað við hana í lítla løtu. Bara tað, hon hevur fingist við higartil í 43 ára gamla lívi sínum er helst meira, enn tey flestu okkara rokna við at náa í lívinum. Higartil hevur hon virkað sum lærari eitt skifti, har- umframt hevur hon eisini útbúgving sum pilotur, og í dag er hon ferðaleiðari, um- framt at hon rekur Icelandic Models, sum fleiri av før- oysku gentunum longu hava fingið ella fáa sáttmála við. Legg so afturat, at hon í eini 20 ár hevur verið sera virkin sum dansari, hevur givið út fýra bøkur, og samstundis, sum alt hetta hevur staðið á, hevur havt stundir til at uppala trý børn. Jú, sann- iliga eitt sindur av hvørjum má sigast. Hvussu ber tað so til, at ein kvinna, sum hevur so nógv jørn í eldinum, eisini hevur fingið hugskotið at fara til Føroya at leita eftir gentum. Føroyingar goyma seg Kolla greiður frá, at hon longu í fleir ár hevði starv- ast innan yrki, tá hon ein dagin fekk eyga á ein før- oyskan bólk á flogvøllinum í Reykjavík. Frammanun- dan visti hon eitt sindur um Føroyar, tí pápin hevði ver- ið sjómaður, men tað hevði ongantíð runnið henni í huga at fara til Føroyar at leita eftir nýggjum andlit- um. Hendingin á flogvøllinum gav henni tó hetta hugskot- ið, og hon settist at hugsa um, hvussu hetta kundi fyri- skipast. Trupulleikin var nevnliga tann, at hon kendi ikki so mikið sum ein per- són her á landi, men hjálpin var kortini ikki so langt burturi. Fyrrverandi maðurin hjá eini vinkonu hennara, var nevnliga staddur í Føroyum tá, og tá Kolla fann út av hesum, royndi hon beinan- vegin at seta seg í samband við hansara. Talan var um táverandi H71-venjaran, Hans Guðmundsson, og við hjálp frá honum, umframt soninum, Finni Hansson og Turið Samró, varð so farið til verka. So við og við høvdu tey fingið samband við nakrar føroyskar gentur, og Kolla gjørdi síðani av at koma higar, har hon so helt skeið fyri føroysku gentunum. Stutt áðrenn fráferðina greiddi hon teimum frá, at talan møguliga kundi gerast um eina ferð til New York, har føroysku genturnar kun- du luttaka saman við íslend- ska bólkinum hjá Kollu. - Eitt tað fyrsta eg legði merkis til, tá eg kom til landið, var hvussu smædnir føroyingar eru, sigur Kolla. - Eg veit ikki hví, men á ein ella annan hátt er líkt til, at flestu fólkini eru bangin fyri øllum, og onkursvegna hav- a hug at krógva seg sjálvan burtur, men tað hava tit ong- a orsøk til, sigur hon. Sjálv vísir hon á, at hon alla tíðina hevur verið svong eftir lívinum, og at hon als ikki hevði havt møguleika fyri at gjørt alt tað, sum hon veruliga hevur gjørt, um so var, at hon alla tíðina skuldi verið bangin fyri einhvørjum. - Eg havi roynt at fingið so nógv við sum gjørligt, og sterkasta vápnið í hesum hevur verið kærleikin. Hetta havi eg eis- ini roynt at givið víðari til børn míni, og eftir mínum tykki hevur hetta eydnast væl, og eri eg eisini errin av børnum mínum, sigur mótakvinnan frá, og vísir á, at tey bæði elstu hjá henni í dag starvast sum ávíkavist løgreglukvinna og flogskip- ari. Yngsti drongurin er enn bert 13 ár, so hann hevur góða tíð enn. Keðilig sending á BBC Sum kunugt, so eydnaðist ferðin til New York í yvir- mát. Ikki bert vóru tað allir vinningarnir tær vunnu, men eisini samanhaldið millum føroysku genturnar og ferðaleiðararnir var Kol- la glað um. - Vit høvdu eina ommu, eina mammu, ein pápa og ein drong við á ferðini, og eg haldi sjálv at allur bólkurin var sum ein stór familja á at líta. Áðrenn farið varð avstað, stóðst tó eitt sindur av stríði av, at fleiri av gentunum, og ikki minst foreldur teirra, brádliga tóktust hava fingið kaldar føtur. Orsøkin var sendingin hjá BBC, har ein- stakar avdúkingar innan mótaheimin vórðu vístar. Kolla royndi tó, saman við hjálparfólkum sínum í Før- oyum, har Gissur Patursson nú eisini taldist uppí, at siss- a foreldrini at gentunum, og endin varð so, at bólkurin, sum upprunaliga taldi 19 gentur, nú varð skorin niður í 11. Tá prátið fall inn á um- røddu sendingina, gav Koll- a skjótt til kennar, at hon gav lítið fyri tað, sum BBC hevði víst. - Lat meg beinanvegin siga, at eg eri bara glað um, at teir persónarnir, sum só- ust í sendingini vórðu av- dúkaðir, tí slíkum hava vit als ikki brúk fyri. Alt sam- band, sum teir høvdu í mótaheiminum, varð bein- anvegin kvett, og í dag kunnu teir ikki starvast na- kra staðni, og hetta eri eg fegin um. - Hinvegin skal eisini sigast, at sendingin í mínum eygum var ógvuliga vána- ligur tíðindaflutningur. Upptøkurnar sýndu bert eina síðu av veruleikanum, nevnliga tað óreinu, ella tað, sum kundi skapa tær stóru yvirskriftirnar og elva til ruðulleika. Sjálv arbeiðir Kolla fyri Elite models, sum stóðu fyri skotum í send- ingini, og hon vísur eisini á, at modellfyritøkan júst hevur vunnið eitt rættarmál, har kravt verður at BBC skal sýna allan veruleikan. Hetta tí myndatøkurnar vór- u somikið nógv kliptar, soleiðis at hyggjarin skuldi fáa ta fatan, sum tíðinda- menninir vildu hava hann at hava. Fleiri fáa møguleikan Á føroyaferð síni hesu ferð, hevur Kolla so roynt at fáa samband við fleiri føroy- ingar, sum eisini hava hug at royna seg í New York. Umboðið hjá Toyota í Før- oyum, Reyni Service, sum í fleiri mátar hevur stuðlað føroysku gentunum í teirra klintran á mótastiganum, lænti henni ein bil, og so var bara at fara. Vitjað varð í fleiri støðum, og hóast uppmøtingin onkustaðni var ógvuliga lítil, so vóru yvirhøvur nógv fólk, sum sýndu arbeiði hennara á- huga. Ikki kann sigast annað enn, at væl hevur gingist í hond í so máta, og sjálv væntar hon, at millum 29 og 35 føroyskar gentur fáa møguleika at verða í MAAI kappingini komandi ár. Hetta merkir so aftur, at ísl- endsku luttakarnir verða færri í tali, men hetta tykist tó ikki nerva Kollu. -Íslend- ingar hava havt møguleikan í eini átta ár, og eg haldi at tað í alt hava verið eini 400 íslendsk ungfólk við í New York, so tað er als ikki við ringari samvitsku, at tey verða færri í tali hesu ferð, sigur Kolla avgjørt. Framtíðin Hvat kunnu føroyskar gent- ur, sum soleiðis sleppa at royna seg í mótaheiminum, vænta av framtíðini. Kolla kann sjálvsagt ikki geva vissu fyri nøkrum, men longu nú er líkt til, at okkurt er komið burtur úr føroysku luttøkuni í New York. Gongst eftir ætlan, skulu tríggjar av føroysku gentunum nevnliga aftur til New York í næstum, har tær skulu royna seg í tríggjar mánaðir. Tær tríggjar eru Óluvá Jo- hannessen, Gunnvá Paturs- son og Malan í Jákupsstovu Magnussen. Hetta ljóðar kanska sum ein dreymur hjá flestum ungfólki, men Kolla vísir tó á, at talan so sanniliga ikki er um nakra stuttleikaferð. -Í tríggjar mánaðir verða tær arbeiðis so at siga hvønn dag. Talan er nú ikki longur um nakað ítriv hjá gentu- num, og hetta merkir eisini, at tær verða noyddar at liva eftir røttu forskriftunum. Drekka nógv vatn, eta rætt og fara tíðliga í song. Alt hetta eru avgjørdar treytir, tí sum Kolla sigur, so er myndatólið eirindaleyst, og stórir posar undir eygunum kunnu als ikki góðtakast. - Verður hetta ikki gjørt, verða genturnar ikki koyr- dar - tær koyra seg sjálvar, sigur Kolla. Óttist ikki óttan - Sostatt eru bestu ráðini frá mær til komandi modellir, at tær skulu hava nakað væl av sjálvsaktan, sigur Kolla. Hon leggur tó eisini dent á, at genturnar hava eitt gott samband við foreldrini og Føroyingar eru ov smædnir Hetta heldur íslendska Kolbrún Aðalsteinsdóttir, sum júst hevur verið í Føroym, har hon hevur leitað eftir nýggjum andlitum at nýta í mótaheiminum. -Eg havi alla tíðina verið svong eftir lívinum, og roynt at fingið alt við, sigur Kolla m.a. í samrøðu við Sosialin klára seg væl í skúlanum. Serliga skúlan leggur hon stóra áherslu á. Áðrenn tað er vorðið til rættuliga álv- ara, ber væl til at ganga í skúla og vera model, og skúlin er ein týdningarmikil barlast at hava seinni í lív- inum. At enda sigur hon við einum smíli, at hon í hesum sambandi hevur hug at seta føroyingum spurningin: Vita tit hvør er ringasti fígg- indi tykkara? - Løtu seinni kemur hon sjálv við svar- inum. -Óttin er ringasti fígg- indi tykkara, tí um tit alla tíðina óttast tað ókenda og nýggja, so koma tit ong- antíð úr stað. Tíðin er nú farin at ganga undan hjá okkum báðum, og Kolla noyðist at gera seg til reiðar at fara oman á farstøðini. Bussurin bíðar ikki eftir henni Framvegis tykist tað vera nógv, sum liggur henni á hjarta, nógv sum hon so feg- in vil greiða okkum frá um sínar upplivingar í lívinum, sum hon sjálv heldur hava givið sær so nógv. Vónandi verða stundir til hetta eina aðru ferð, men eftir lítla tíman vit høvdu saman, stendur ein við ken- sluni av, at við hesi kvinnu er nakað serligt. Ein kvinna, sum røkkur tey mál, hon hevur sett sær, og sum nú hevur sett sær mál saman við nøkrum føroyskum gentum. Hvørt hesi eisini verða rokkin, er enn óvist, men við hugburðinum og sjarmerandi framferðini, sum Kolla hevur, man tað neyvan verða langt av leið at rokna við, at okkkurt stórt spyrst burtur úr hesum. Um tit alla tíðina óttast tað ókenda og óvissa koma tit ongantíð úr stað, heldur Kolla Mynd: 3-arin - Í mínum eygum var sendingin hjá BBC ógvuliga vánaligur tíðindaflutningur, sum bert sýndi tað, sum tíðandimenninir vildu hava fram Mynd: 3-arin