hósdagur 18. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 95 - 18. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 95 - 18. mai 2000
Sosialurin - 311820
Lesið annars
meira um v
itjanina
á www.
formul
a.fo
Sosialurin - 311820
Fríggjadagin kemur
heimskenda hond-
bóltsstjørnan Anja
Andersen til Føroyar.
Vitjanin er fingin í
lag av formula.fo,
ið hevur samstarv
við høvuðsstuðulin,
Fujitsu Siemens, hjá
Slagelse
Forenede
Håndboldklub, har
Anja Andersen er
venjari.
Anja skrivar autografar
Øll eru vælkomin!
Aftur til
New York
Gongst eftir ætlan, fara tríggjar av
føroysku modellunum aftur til New
York um knappan mánað
Kirkjuráðsformaðurin
harmast um støðuna
Sjúrður Poulsen, kirkjuráðsformaður í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi,
skilir ikki, at annar av sóknarprestunum í prestagjaldinum sýtir donskum
bispi at prædika í Vesturkirjuni á Hvítusunnu
JOHN JOHANNESSEN
– Eg haldi tað vera ógvuliga
harmiligt, at danski bispur-
in, Jan Lindhardt, ikki
sleppur at prædika í Vestur-
kirkjuni á Hvítusunnu, eins
og ætlað.
Hetta sigur Sjúrður Poul-
sen, formaður í Suður-
streymoyar vestara presta-
gjaldi, eftir at tað er komið
alment fram, at Bergur Deb-
es Joensen hevur sýtt fyri,
at danski bispurin skal fáa
loyvi at prædika í kirkju
hansara.
Bispur
sendi
herfyri
prestum í teimum stóru
kirkjunum bræv við tilboði
um at lata norðurlendskar
bispar prædika kring landið
annan
Hvítusunnudag.
Bisparnir koma til Føroya í
sambandi við stóra hátíðar-
guðstænastu fyri túsund ára
haldinum fyri kristniboðan
Føroya Hvítusunnudag.
Tilboðnum hava Bergur
Debes Joensen, sóknar-
prestur í Vesturkirkjuni, og
Niels Pauli Danielsen og
Hans Eiler Hammer, sókn-
arprestar í Klaksvík, saman
við kirkuráðnum í Klaks-
vík, víst frá sær. Grundgev-
ingin er, at bisparnir í 1997
hava skrivað undir eitt skjal,
ið loyvir donskum prestum
at halda serliga guðstænastu
fyri at staðfesta samkynt
paraløg.
Hevði ivaleyst
prædikað Guðs orð
Grundgevingina
heldur
kirkjuráðsformaðurin fyri
Vesturkirkjuna,
Sjúrður
Poulsen, lítið um. Hann sig-
ur seg vera vísan í, at Jan
Lindhardt hevði prædikað
Guðs orð og ikki talað fyri
samkyndum paralag, slapp
hann at prædika í Vestur-
kikjuni á Hvítusunnu. Har-
afturat heldur hann, at
kirkjufólkið sjálvt er ført
fyri at meta um eina præd-
iku.
Men kirkjuráðsformaður-
in kann kortini ikki gera
nakað við avgerðina hjá
Bergi Debes Joensen.
– Bispur sendi tilboðið út
til prestarnar, men ikki til
okkara, tí hava vit als ikki
viðgjørt spurningin, sigur
hann og vísir á, at tað er
Hans Jacob Joensen, bispur,
ið hevur gjørt av, at danski
bispurin ikki skal sleppa at
prædika í Vesturkirkjuni,
eftir at Bergur Debes Joen-
sen hevur mótmælt.
Hin sóknarpresturin í
Vesturkirkjuni, Heri Jógvan
Joensen, hevur ikki svarað
tilboðnum frá bispi. Hann
vísir á, at tað í tilboðnum
stóð, at prestarnir skuldu
siga frá sum skjótast, eru
teir ímóti, at nakar av teim-
um útlendsku bispunum
prædikar í Føroyum. Og tá
hann ikki er ímóti hesum,
lat hann vera við at svara.
Stíðast um smálutir
Sjúrður Poulsen, kirkju-
ráðsformaður, heldur, at
prestarnir í Føroyum í alt
ov stóran mun leggja seg
efir at stríðast um smálutir,
ið lítlan og ongan tídning
hava fyri trúarlívið í Føroy-
um. Hann vísir á, at kirkjan
heldur átti at savnast um at
hjálp, har á stendur, í staðin
fyri at nýta meginpartin av
orkuni til at stríðast.
– Smáu trupulleikarni,
stríðst verður um í Føroy-
um, eru einki afturímóti
stóru neyðini, vit síggja
aðrastaðni í heimi, sigur
Sjúrður Poulsen.
Sjúrður Poulsen, kirkju-
ráðsformaður í Suður-
streymoyar Vestara presta-
gjaldi skilir ikki, at annar
av sóknarprestunum skal
vera í móti, at danskur
bispur prædikar í Vestur-
kirkjuni 2. hvítusunnudag
Føroya
Pleygarafelag,
sum er limur í einum
norðurlandasamstarvi,
skipar fyri norðurlendsk-
ari ráðstevnu innan psyk-
iatri um vikuskiftið
Rástevnan verður í
veitsluhøllini á Lands-
sjúkrahúsinum leygardag-
in 20. mai kl. 13.30 —
16.00
Sjúrður Norðbú, for-
maður í Føroya Pleygar-
afelag, sigur, at luttakarar
koma úr Noreg, Svøríki,
Finlandi og Danmark.
Fyrilestrarhaldarar
verða:
Eyðun
Joensen
—
psykologur
Sofus Joensen — psyk-
iatari
Jens Folgersen — frá
FOA í Danmark
Ráðstevnan er almenn, og
øll eru vælkomin, siga
fyrireikararnir.
Norðurlendsk
ráðstevna
í psykiatri
JÁKUP MØRK
Fyri stuttum vóru tær tríggj-
ar, Gunnvá Patursson, Mal-
an í Jákupsstovu Magnus-
sen og Óluvá Johannessen,
í New York, har tær saman
við átta øðrum føroyskum
gentum luttóku í stórari
altjóða modellkapping.
Stór broyting
Nú stendur teimum trimum
í boði at fara aftur til New
York, men hesu ferð verður
steðgurin nakað longri, og
talan verður ikki um nakra
kapping.
Nei, tær tríggjar skulu í
tríggjar mánaðir royna seg
hjá ávíkavist Elite
Models og Click Models,
og er hetta fyrsta úrslitið av
luttøku teirra í MAAI.
Tað er sjálvandi íslendska
Kolla, sum stendur aftan
fyri tær tríggjar, og hon
dylir ikki fyri, at hon er
ógvuliga spent um, hvussu
ferðin hjá teimum trimum
fer at hepnast.
- Serliga eri eg spent upp-
á, hvussu tær tríggjar takla
tíðina har yviri, og ikki
minst, hvussu tær megna
yvirgongdina
frá
lítla
heimliga dunnugarðinum til
heimsins størsta súrepli,
sigur Kolla.
Samstundis greiður Kolla
frá, at hetta eisini er
forsmakkur hjá gentunum
uppá, hvussu tilveran verð-
ur, um tær skulu skapa sær
eina framtíð innan móta-
heimin. - Talan er fyrst og
fremst um hart arbeiði, so
glansibíløtini, sum mong
hava av hesi tilveruni, eru
rættuliga veruleikafjar, sig-
ur Kolla. Hon leggur aftur-
at, at tá tey seinast vóru í
New York, vóru føroysku
genturnar 11 í tali, men at
tær tríggjar nú mugu royna
seg á egnum beinum.
Óluvá og Gunnvá skulu
arbeiða saman hjá Elite,
meðan Malan verður hjá
Click, men tær fáa tó høvi
at síggja hvørja aðra, tí ar-
beiðsplássini liggja tætt við
hvørt annað.
Long tíð
Spurd um tað ikki er við
øgiligum spenningi, at hon
nú fer aftur til New York,
svarar Gunnvá, at tað er tað
sjálvsagt, men hon dylir
kortini ikki fyri, at tríggir
mánaðir er long tíð.
- Her verður tað einki við
at leingjast heim eftir
mammu, tá einir tíggju dag-
ar eru farnir, men í so máta
er tað í øllum førum gott, at
vit eru tríggjar, sum fara
avstað, heldur hon fyri.
Annars leggur hon dent
á, at hon er sera glað um
tann stuðul, sum hon hevur
fingið heimanífrá, at bæði
mamman og pápin gleða
seg hennara vegna. Drong-
urin er tó kanska eitt sindur
hugtungur, heldur hon við
einum sorgblídnum smíli,
og hyggur yvir á Finn Hans-
son, sum drongurin eitur.
Sum nevnt, so gongur
leiðin til New York um
knappan mánað, um alt
gongur eftir vild, men fyri
fyrst fáa tey bæði møgu-
leika at hugna sær eitt sind-
ur saman. Fríggjadagin fara
tey til Íslands, har tey verða
komandi vikurnar, áðrenn
nýggja starv hennara fyri
fyrst skilir tey at í eina tíð.
Óluvá Johannessen og Gunnvá Patursson eru tveir av føroysku gentunum, sum um slakan mánað fara til New York
Mynd: 3‘arin