Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eitt slag av royndarstøð Eyðun Johannesen er frá 1. apríl settur sum listarligur leiðari á Leikpalli Føroya og frá 1. maj tók Jenny C. Pet- ersen við starvinum sum fyrisitingarligur leiðari. Listar- ligi leiðarin dylir ikki, at hóast avgerðin um Tjóðpall er politisk, so er hetta ein trilvandi roynd ímóti tjóðpalli og hann samananber við eina royndarstøð Jenny C. Petersen og Eyðun Johannesen hava tikið við sum ávíkavist fyrisitingarligur leiðari og leiklistarligur leiðari á Leikpalli Føroya Mynd: Jens Kristian Vang DAGFINN OLSEN Tann 1. apríl tók Eyðun Jo- hannesen við sum leiklist- arligur leiðari á Leikpalli Føroya, sum húsast í Gamla Meiarínum í Havn. Tann 1. maj tók Jenny Petersen við sum fyrisiting- arligur leiðari. Bæði hava royndir og palli í Føroyum og í útlondum. Felags fyri tey bæði er, at tey bæði hava starvast í útlondum og hava annars verið heima av og á. Eyðun starvaðist eitt skifti fyrst í sjeytiárunum í Sjón- leikarhúsinum í Havn. Hann var ein av stovnarunum av yrkisleikbólkinum Grímu í 1977. Síðani 1979 hevur hann mest starvast í Dan- mark og Noreg og Svøríki, og hevur havt viðrák. Jenny hevur í 13 ár starv- ast innan sjónleik í Noreg. Eins og Eyðun hevur hon sjónleikarøtur sínar í Sjón- leikarhúsinum. Royndarstøð Laura Joensen er forkvinna í nevndini fyri Leikpall Før- oya. Hon metir starvssetan- irnar sum eitt stórt stig á leiðini at fáa skipaði viður- skifti innan leik í Føroyum. Hóast samd um, at spurn- ingurin um Tjóðpall Føroya er nakað, ið eingin veruliga veit nakað um við vissu, so eru Laura, Eyðun og Jenny eisini samd um, at tey eru ávegis. Tey meta tað, ið nú hend- ir, sum trilvandi royndir fram ímóti at seta á stovn tjóðpall. Eyðun slær hetta fast við at mynda og samanbera virksemið og menningina á Meiarínum, við eina royndarstøð. Her skal finn- ast útav, hvussu eitt tjóðleik- hús kann virka undir før- oyskum umstøðum. Tey leggja tó dent á, at enn er alt ógreitt viðvíkjandi tjóðpallinum. Hvar hann skal vera veit eingin. Mun- urin millum Leikpall Føroya og tjóðpall er, at tjóðpallur verður almennur stovnur. Í løtuni er Leikpallur Føroya ein fyritøka, ið fær almenn- an stuðul og sum arbeiðir í projektum. Eyðun vísir á, at eingin teaturlóg er í Føroyum. Men arbeitt verður við at gera lóg um leiklist og tónlist, og ímeðan eru fólkini á Meiarí- num spakuliga farin í gongd. Økt játtan Nýggju størvini er ein av- leiðing av, at játtanin til Leikpallin er økt úr 1,7 millión til 2 milliónir. Hetta verður so nýtt til nýggju størvini, ið vónini um menn- ing og virksemi. Eyðun er settur í starv í 2 ár og Jenny í eitt ár. Jenny hevur sagt seg úr fasta starvinum í Noreg og Eyð- un hevur sagt nei til upp- gávur í Danmark. Tó hevur hann tryggjað sær, at hann hevur rúmd til at seta upp leikir aðrastaðni, umframt nýggja stav sítt. Hann skal m.a. seta upp leik á Kgl. leikhúsinum í Keypmanna- havn. Á Meiarínum vænta tey ikki, at gongdin innan sjón- leikin kann skaða eittnú á- hugaleikin. Heldur hinveg- in. Og kemur Tjóðleikhús, so skal hetta virka sum orkumiðstøð, ið fólk uttan- fyri eisini fáa gleði av. Ovast á breddanum hjá nýggju leiðarunum er at fáa til vega føroyskar leikir. Í løtuni er ein leikrita- kapping, har freistin at lata inn er 15. august í ár. Eyðun Johannesen fegnast um, at Tórshavnar Komm- una hevur latið Meiaríið til leik og heldur nýggju menn- ingina innan leik samsvara við nýggja mentanarálitið hjá Tórshavnar Býráð, har nevnd verður Tórsgøta sum livandi gøta, har caféir og annað longu er. Eyðun vónar at fáa eitt liv- andi mentanarhús í Miðbý- num. 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 95 - 18. mai 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 95 - 18. mai 2000 SKRÁ fyri bygdarstevnuna á Skála 19.–21. mai 2000 Fríggjadagin Kl. 13.00 Skála–GÍ kvinnur Kl. 15.00 Skála–ÍF 3. deild menn Kl. 17.00 Skála–HBb 4. deild menn Kl. 21.00 Ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum – Café Leygardagin Kl. 09.00 Smápiltar Eysturoyarøki 1 Kl. 10.00 Smápiltar Eysturoyarøki 2 Kl. 11.30 Smápiltar Eysturoyarøki 3 Kl. 13.00 Piltar Skála A–SÍ Kl. 14.00 Smádreingir Skála–B36 B Kl. 15.30 Dreingir Skála–B36 B Kl. 16.00 Suni Kristiansen setir stevnuna í Ítróttarhøllini Kl. 16.00 Politibilur, politimotorsúkkla, brandbilur og sjúkrabilur standa uttan fyri høllina Kl. 16.00 Tiltøk í Ítróttarhøllini: Tivoli við bamsutombola, tombola, 21-spæl, fiskidammur, hoppiborg og hamarslag Ung listafólk sýna fram málningar Kl. 16.30 Trølla-Pætur verður avheintaður av Politinum uttan fyri høllina og verður førdur inn í høllina, har hann fer at undirhalda Kl. 17.30 Skemtidystur: Skipasmiðjan á Skála–Tórshavnar Skipasmiðja Kl. 18.00 Køku-vørutombola Kl. 18.30 Trølla-Pætur heldur fram Kl. 19.30 Eydnuhjól Kl. 21.00 Sámal Ravnsfjall syngur Kl. 22.30 Undirhald og felagssangur fyri ung eldri (havið Grønubók við) Kl. 23.30 Dansur í Ítróttarhøllini við »ALL THAT RAIN« Kl. 23.30 Gamlamannadansur í bygdarsalinum (í ítróttarhøllini) við »X-RAYS« Sunnudagin Kl. 11.00 Gudstænasta í Skála kirkju við Jógvan Fríðriksson Kl. 11.00 Morgunmøti í Nerija Kl. 14.00 Súkklukapping fyri vaksin. Eftir kappingina verða heiðurs- merki latin vinnaranum Kl. 15.00 Kappróður. Eftir róðurin verða steyp og heiðursmerki latin vinnandi bátunum Kl. 15.00 Tivoli letur upp á havnarøkinum, møguleiki er at keypa breyð og pylsur Kl. 17.00 Súkklukapping fyri børn á havnarøkinum. Heiðursmerki verða latin Kl. 17.00 Brotssparkskapping fyri børn og vaksin Kl. 18.00 Sjavskapping Kl. 18.00 Evangeliskt møti í Nerija Hava latið 62.000 kr. til góð endamál Kvinnuhúsið fekk 10.000 krónur til leikur og annað til børn, sum noyðast at gista har. Frá vinstru eru tað Eirikur Ingvardsson, formaður í Kiwanis, Tórshavn, Elin Planck Reinert, dagligur leiðari í kvinnuhúsinum, Edna Jørgensen, forkvinna í kvinnuhúsfelag- num og Ernst Samuelsen, skrivari í Kiwanis Hotel Tórshavn (Álvur) Kvinnuhúsið (Álvur) Herbergið (Álvur) Bjarni Holm ÁKI BERTHOLDSEN Nú nærkast tíðin at summarstevnurnar verða. Og hetta vikuskiftið verður lagt fyri við bygd- arstevna í Hvalba, har ymiskt er á skránni, bæði til gamans og álvara. Stevnan verður í morg- in, Dýra biðidag og heldur fram leygardagin. Hon byrjar við skrúð- gongu seinnapartin í morgin kl. 2, og aftaná fer Bjarni Holm, fyrrverandi lærari í Havn, slektaður úr Hvalba, at seta stevn- una. Annars er eisini ætl- anin at hava fólkafund ein av stevnudøgunum, eins og listaframsýning o.a. mál. Hans Jacob Michelsen, sum er nevndarlimur í Kiw- anis, sigur, at m.a. klubburin hevur nøkur afturvendandi tiltøk á skránni, eitt nú verð- ur ein bátur burturlutaður á Ólavsøku, á jólum selja tey jólatrøð og í fleiri ár hava tey eisini skipað fyri marknaðardegi í Vágsbotni, í ár verður hann 3. juni. Kiwanis leggur størsta dentin á at stuðla tiltøkum í Føroyum, og helst skal pen- ingurin onkusvegna koma børnum til góða, tó at tað ikki er nøkur beinleiðis treyt. Í seinastuni hevur felags- skapurin latið pening til trý ymisk endamál og tað mesta fór til endamál, um hevði við børn at gera. Tilsamans eru 62.000 krónur lætnar í hesum um- farinum. Fyrst hevur Hotel Tórs- havn í Keypmannahavn fingið 32.000 krónur til at keypa ymiskt, sum kann gera uppihaldið hjá børnum eitt sindur lættari til børn- ini. Tað liggja nógv børn á føroyska sjúklingahotellin- um í Keypmannahavn, men har man tíðin mangan fella teimum long, tí umstøður- nar at stytta sær stundirnar, hava ikki verið nakað ser- ligar. Tí er peningurin, sum ho- tellið fekk, brúktur til at keypa sjónvørp, video, el- ektronisk spøl og annað til børnini. Men eitt sindur av pen- inginum er eisini brúkast til at keypa barnavognar fyri, tí eisini har er hotellið illa fyri. Og mánakvøldið fekk Kvinnuhúsið í Havn 10.000 krónur, sum skulu brúkast til leikur og annað, sum kann gera uppihaldið hjá teimum børnum, sum noyð- ast at gista har, eitt sindur lættari. Og at enda hevur Her- bergið hjá Frelsunnarherin- inum í Havn fingið 20.000 krónur. Kiwain letur ikki hjálp ella stuðul eftir umsókn, tí tað eru limirnir í Kiwanis, sum sjálvir gera av, hvørj- um endamálum, teir vilja stuðla. Teir siga, at í Kiwanis siga tey, at tað verður gjølla umhugsa, hvar hjálp skal latast. – Men tað kann ofta vera nokk so trupult, tí tað eru altíð nógv hugskot til við- gerðar hvørja ferð Her er tað Ina Frisdahl, leiðari á Hotel Tórshavn, sum tekur ímóti gávuni frá Eiriki Ingvardssyni, formanni í Kiwanis Tórshavn Kiwanis klubb- urin í Tórshavn hevur aftur latið pening til væl- gerðandi enda- mál, sum í mest- an mun koma børnum til góðar ÁKI BERTHOLDSEN Kiwanis klubburin í Tórs- havn hevur í seinastuni latið pening til trý ymisk, væl- gerðandi endamál. Kiwanis er ein felags- skapur, sum hevur til enda- máls at stuðla vælgerðandi endamálum. Skipað verður fyri yms- um tiltøkum at savna inn pening, sum síðani aftur verður latin til ymisk enda- Herbergið hjá Frelsunnarherinum fekk 10.000 krónur.F.v. eru tað Eirikur Ingvardsson, formaður í Kiwanis, Niels Edvard Olsen í Herberginum og Ernst Samuelsen skrivari í Kiwanis Bygdarstevna í Hvalba hetta vikuskiftið Tað verður Bjarni Holm, fyrrverandi lærari, ið er ættaður úr Hvalba, sum fer at seta bygdarstevnuna í Hvalba í morgin dansitónleik fyri tey meiri tilkomnu. Eyðvitað er nógvur fót- bóltur á skránni á eini slíkari bygdastevnu. Talan verður bæði um dystir ímillum yngri lið og eldri lið. Men teir heilt gomlu sleppa eisini framat, tí ætlanin er at skipa fyri kapping ímillum „ Old Boys“ lið í oynni. Onkur skemtidystur verður helst eisini á skránni. Onki sum eitur Høvuðsdysturin verður fríggjakvøldið ímillum 2. deild hjá Royn og KÍ. Tað hevur gingið synd- arliga illa hjá Royn higartil í kappingini og eftir tríggjar dystir liggja teir nú í botn- inum. Men tað verður hesuferð, at gongdin skal vendast. –Vit hava ikki verið misnøgdir við spælið, men tað hevur knípt at fáa mál, sigur liðskiparin, Lars Muller. Spælararnir hava havt fund um støðuna og har er semja um at kempa meiri fyri betri úrslitum og hesuferð skulu vit hava trý stig, tað er onki sum eitur. Men hann hevur góðar vónir, hóast tað hevur gingið illa. Arbeitt verður eisini fyri at styrkja liðið við onkrum spælara aft- urat, men tað er ikki av- greitt enn. Annars verður skipað fyri ymsum spølum inni í Royn- høllini, eitt nú tombola, seymsláing, fiskibrunni o.a. Uttanfyri Roynhøllina ber til at sleppa ein túr á hest- baki við Berghestum. Og um kvøldið verður útimøti og uppaftur seinni verður dansur. Fríggjakvøldið spælir orkestrið „All That Rain“, sum er sera væl um- tókt hjá teimum yngru og leygarkvøldið spælir „Moonshots“, sum spælir