Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 95 - 18. mai 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 95 - 18. mai 2000 Byggja upp nýggja vinnu Sum starvsfólk í Kaupthing Føroyar hevur tú møguleikan fyri at verða við til at byggja upp eina nýggja vinnu í Føroyum. Vit luttaka hvønn dag á altjóða fíggjarmarknað- unum innan handil og ráðgeving á lánsbræva- og parta- brævamarknaðunum. Okkara kundar eru føroyskir stovnar, virkir og privatfólk. Áhugin fyri hesum virksemi hevur síðan byrjanina verið sera stórur, og Kaupthing Føroyar er longu nú størsti útbjóðarin av hesum tænastum í Føroyum. Hetta merkir samstundis eisini, at okkum skjótast gjørligt tørvar fleiri fólk. Umsitingarleiðari Virksemi okkara er vorðið so umfatandi, at neyðugt er við einum ábyrgdarfólki at hava ábyrgdina av: Fíggjarstýring og roknskapi felagsins Uppbygging og viðlíkahaldi av mannagongdum Backoffice — t.e. avgreiðslu av virðisbrævahandlum Stýring av gjaldføri Felags við stjóran at hava ábyrgdina av umsiting felagsins annars Førleikakrøv Umsitingarleiðarin skal hava eina hóskandi útbúgving og hartil starvsroyndir, men tað hevur størst týdning, at tú hevur: Evnir at samskipa og raðfesta arbeiði Ein sjálvstøðugan arbeiðshátt Góð samstarvsevnir Virðisbrævahandlari/ognarrøkil Áhugin at handla virðisbrøv í Føroyum er so stórur, at vit hava brúk fyri einum fólki til: Ráðgeving og handil av virðisbrøvum fyri privatar og vinnuligar kundar Uppsøkjandi sølu mótvegis størri kundum Røkt av verandi avtalum við kundar Førleikakrøv Tú skalt helst hava eina hægri búskaparliga útbúgving og hartil starvsroyndir innan virðisbrævaøki, men tað hevur størst týdning, at tú hevur: Royndir við kundarøkt Ein sjálvstøðugan arbeiðshátt Góð samstarvsevnir Fólk til umsitingina Saman við umsitingarleiðaranum verða dagligu ábyrgdar- øki tíni: Backoffice — t.e. avgreiðsla av virðisbrævahandlum Avgreiðsla av posti og telefon Stýring av gjaldføri Fyrisiting av bókhaldi felagsins Førleikakrøv Skrivstovuútbúgving ella líknandi Verða vanur KT-nýtari Ein sjálvstøðugan arbeiðshátt Góð samstarvsevnir S t a r v s f ó l k t i l K a u p t h i n g F ø r o y a r Hin 1. mars 2000 varð Kaupthing formliga virkið í Føroyum. Síðan hava Føroya Sparikassi og Kaupthing hf. í felag stovnað felagið Kaupthing Føroyar. Kaupthing Føroyar bjóðar fram tænastur innan handil og ráðgeving á virðisbrævamarknaðunum. Ætlanin er eisini at luttaka í uppbyggingini av einum føroyskum virðisbrævamarknaði og við tíðini luttaka í eini væntaðari privatiseringstilgongd í Føroyum. Øll størvini verða sett skjótast gjørligt. Fyri størvini verður lønin ásett eftir avtalu. Umsókn við prógvum, CV og hartilhoyr- andi skjølum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 27. mai 2000. Umsóknirnar, sum verða viðgjørdar í trúnaði, skulu sendast til: Kaupthing Føroyar Postboks 3090 110 Tórshan ella á e-mail: peter@kaupthing.com Nærri upplýsingar fáast um størvini við at venda sær til Peter Holm á telefon 351500. Tað er einki at siga til at fólk eru eitt sindur ill ÁKI BERTHOLDSEN –Yvirhøvur hevur tað ging- ið hampiligt. Stjórin á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall, sigur, at tað fyribils hevur tað ikki verið tann ruðuleikin í suðuroy- arsiglingini, sum nógv høvdu frykta fyri, nú enda ferjan, Claymore, er sett at søkja rutuna ímeðan Smyril er á beding. –Men sjálvandi hevur mangt og hvat verið, sum ikki er gingið eftir vild, men yvirhøvur hava tær fyrstu royndirnar gingið hampi- liga. At hann hevur rætt í, at alt ikki hevur gingið eftir vild, skilst eisini av tí, at í gjár var at kalla telefon- stormur á Strandferðsluni, so tað var sera trupult at sleppa ígjøgnum í telefon- ini. –Tað er Claymore, sum fólk ringja um, segði ein telefondama í eini stuttari viðmerking. Hon segði, at summi ringdi at spyrja, onnur kærdi seg um, at tey kendi eg illa viðfarnan, tí tey vóru ikki sloppin við og uppaftur onnur ringdi beinleiðis at skeldast. Reidar Nónfjall sigur, at tað var ikki annað enn vænt- andi, at ymsar óhepnar støð- ur fóru at taka seg upp, tá ið bæði ferðafólk og vinnu- lív so brádliga skulu venja seg við eitt skip, sum bara hevur helvtina av tí kapa- siteti, sum Smyril hevði. – Tað er onki at siga til, at fólk verða ill, tá ið tað Longu fyrsta túrin um til Suðuroyar týskvøldið, var Claymore ov lítil, tí nakrir bilar stóðu eftir. Ímillum teirra var mjólkarbilurin, so suðuroyingar fingu onga mjólk fyrrenn í gjárkvøldið. Men á Strandferðsluni vænta tey, at proppur kemur í um vikuskiftið, tá í ferðslan økist munandi. ikki gongur eftir vild og tey ikki sleppa aftur og fram, sum tey vilja. Tað er ein púra natúrlig reaktión, Men Strandferðslustjórin sigur, at tey flestu, sum ringja, hava onkrar spurn- ingar, sum tey so fáa svar- aðar. – Og yvirhøvur eru fólk stak hampilig at hava við at gera, hóast støðan er for- argilig. Og tey, sum eru eitt sindur heit, sissast eisini sum allaroftast, tá ið vit hava greitt teimum frá, hví støðan bleiv sum hon er blivin. Tað er nevniliga tí, at vit fingu ikki pening játt- aðan frá løgtinginum í nóg góðari tíð til at vit kundu útvega eitt meiri hóskandi avloysaraskip fyri Smyril, sigur Reidar Nónfjall. Hann leggur afturat, at støðan er ikki bara óheppin hjá ferðafólki og vinnulívi. – Hetta er eisini stak ó- heppið hjá Strandferðsluni, tí tann óvissan, sum hevur tikið seg upp, krevur rætti- liga stóra eyka arbeiðs- byrðu, fyri at fáa pussli- spælið at ganga upp sum frægast Royna sum frægast Og Strandferðslan roynir alla tíðina at finna loysnir fyri at fáa tað at ganga sum frægast. Eitt nú hevur verið funn- ist at, at suðuroyingar ikki sleppa við flogfarinum fýra dagar um vikuna, tí Clay- more er so seint á Havnini. –Hendan trupulleikan hava vit loyst við at seta ein lítlan buss í rutu til suð- uroyingar burturav, sum skulu við flogfarinum. Hesin bussurin kemur væl skjótari fram enn tann stóri, so tað gongur, um Claymore ikki er ov nógv seinkað. Hendan loysnin varð roynd longu í gjár við góð- um úrsliti. Nakrir bilar eftir Tá ið hesar reglur verða skrivaðar, hevur Claymore siglt tríggjar túrar ímillum Havnina og Suðuroynna. – Fyrsta túrin, týskvøldið, var biladekkið fult og nakrir bilar stóðu eftir. Millum teirra var mjólk- arbilurin, so suðruoyingar fingu onga mjólk í gjár. Men hann slapp so suður á miðdegi í gjár, so mjólkin kom í handlarnar út ímóti kvøldinum. Tá skal eisini havast í huga, at hetta var einasti túrur suður týsdagin, so farmurin var serliga nógvur. –Á túrinum av Drelnesi til Havnar var hinvegin pláss fyri einum trimum bil- um afturat umborð og á túr- inum suðuraftur á miðdegi í gjár, var pláss fyri átta bil- um afturat. Ferðafólkatalið hevur verið lítið, ímillum 27 og 84 ferðafólk við hvønn túr. Reidar Nónfjall sigur, at ein frágreiðing er uttan iva tað, at fólk setast aftur, tí tey vænta ikki at sleppa við, og í hvussu so er, lata tey bilin standa. –Fólk laga seg til umstøð- urnar og tað ger, at tað Telefonstormur á Strandferðsluni í gjár bendir á, at nógv ivamál eru, nú Claymore er farin at røkja suðuroyarsiglingina ístaðin fyri Smyril. Men yvir- høvur hevur tað gingið hampiligt, sigur stjórin á Strandferðsluni gongur so frægt, sum tað ger. Annars stendur vikuskift- ið fyri stavni nú og strand- ferðslustjórin er spentur upp á, hvussu tað fer at gangast, tí tað er ongin ivi um, at tað verður ein fløskuhálsur, ikki minst, tá ið hugsað verður um, at eisini fríggjadagurin er heilidagur. Annars ber til hjá teimum at, sum hava serligan tørv, at bíleggja pláss við Clay- more. – Talan kann vera um fólk, sum skulu við Norrønu við bili. Talan kann eisini vera um vinnulívsfólk, har tað fær avleiðingar, um tey ikki sleppa við, ella tað kunnu vera onnur dømi. – So fer tíðin at vísa, um tað er skilagott at víðka hesa tænastuna til eisini at um- fata persónbilar og farm yvirhøvur. Reidar Nónfjall sigur, at er tað nakar, sum hevur ser- ligan tørv, eru tey vælkomin at ringja. – So royna vit at loysa trupulleikan, um tað ber til. Vita, hvussu leikur fer Annars er reidar Nónfjall ikki uttan víðari sinnaður til at lata Claymore sigla ein túr afturat, so at hon siglur ein farmatúr um náttina. – Lat okkum nú fyrst síggja, hvussu tað gongur, áðrenn vit leypa framav. – Men verður tað heilt galið, eru vit sinnaðir at hyggja uppá tann møguleik- an við positivum eygum eis- ini, sum hann málber seg. EDVARD JOENSEN Samkoman í Ebenezer í havn hevur fingið tilboðið frá býráðsformanninum til umhugsunar. Býráðsformaðurin hev- ur skotið upp, at Tórs- havnar Kommuna og Brøðrasamkoman í Havn gera gerabýti soleiðis, at býráðið fær Ebenezer í miðbýnum, í móti at sam- koman fær annað stað í kommununi at byggja samkomuhús á. Osvald Kjærbo, sum er við í leiðsluni í Ebenezer, sigur, at tilboðið er latið samkomuni til umhugs- unar, men enn er als einki avgjørt, hvussu verður. Hann sigur, at fleiri mein- ingar eru um, hvørt tað er rætt at fara úr samkomu- Umhugsa tilboðið frá býráðnum Leiðslan í Ebenezer hevur fingið tilboðið frá býráðnum um at keypa bygningin. Í løtuni verður tilboðið umhugsað húsinum, sum fólk eru vorðin góð við. Hinvegin hevur tað ver- ið upp á tal í samkomuni at flyta aðrastaðni fyri lík- asum at koma nærri teim- um støðunum, har fólk býr. Tí ein sannroynd er, at so at siga øll skulu ferð- ast, skulu tey á møti í Eb- enezer. Nevnd hava verið øki í útjaðaranum sum til dømis í Hoyvík. Men Osvald Kjærbo leggur tó dent á, at als einki er avgjørt, um tikið verður av tilboðnum frá býráðnum, ella kanska okkurt heilt annað verður gjørt. »Tað má tað yngra ætt- arliðið fara at gera av«, sigur Osvald Kjærbo. »Tað verða tey, sum skulu føra samkomuna víðari.« EDVARD JOENSEN Hóast fiskanøgdirnar eru minkandi, heldur stjórin á Fiskavirkinum í Gøtu ikki, at vit eiga at óttast alt ov nógv, at prísirnir eisini lækka. Páll Gregersen metir, at prísirnir eiga at fara at halda sær. Stutt og greitt tí føroyingar eru vorðnir so dugnaligir at arbeiða og selja góðan fisk, at keyparin vil gjalda fyri hann. Páll Gregersen sigur, at áðrenn føroyingar fingu marknaðarbúskap í fisk- aútflutningin, lógu prísir- nir hjá okkum á eini bein- ari linju, meðan prísirnir á marknaðunum úti í heimi svingaðu. Viðhvørt yvir og viðhvørt undir okkara. Men varð tann svingandi strikan trekt bein, vísti tað seg, at hon kom at liggja oman fyri okkara. Men nú er øðrvísi. Nú eru føroysku prísirnir knappliga støðugt hægri enn prísirnir á europeisku marknaðunum. Og tað er tí, at vit duga tað, vit gera. Bæði at hagreiða og selja fisk, sigur Páll Gregersen. Ein sera týdningarmik- Útlitini eru hampilig Hóast útflutningurin fer at minka í nøgd, eru útlitini fyri, at virðið fer at standa við hampilig, heldur føroyskur fiskaseljari il hending fyri føroyska fiskasølu er, sigur Páll Gregersen, at vit duga so mikið væl at selja, at vit eru komnir heilt út til brúkaran. Soleiðis eru vit slopnir av við teir mongu millumhandlararnar, sum fóru við stórum parti av vinninginum. Hann nevni nakrar so- leiðis í eini handavend- ing, sum eru farnir av knóranum. Og hann letur líkasum skilja, at tað er tí, at teir fáa ikki ta til- føring, sum millum ann- að føroysk virki góvu teimum fyrr. Um verandi fiskaprísir- nar, sum fleiri siga vera óvanligar, sigur Páll Gregersen, at tað eru teir eisini. Í mun til tað, vit vóru von við fyrr. Men nú hava vit sjálvir arbeitt hesar prísirnar upp, og mugu fyri alt í verðini ikki slaka við góðsku og ágangandi sølutiltøkum. Vit mugu altíð syrgja fyri at hava bestu vøruna og duga at sleppa av við hana á rætta stað. So fara prísirnir nokk at halda, metir Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu.