hósdagur 18. mai 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 95 - 18. mai 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 95 - 18. mai 2000
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
Mat-
seðilin
Hósdagin 18. mai:
Paprikagrýta
Leygardagin 20. mai:
Kulottesteik
Mánadagin 22. mai:
Kjøtfrikadellir
Týsdagin 23. mai:
Fiskur í fati
Mikudagin 24. mai:
Minuttbúffar
Kostnaður 30,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
NÁTT-
BUSSURIN
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Streymoy
SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING
v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta
13. B, FO–100 Tórshavn
TAXA
MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI
288888
FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD
Opið er:
Mán.– Hós.
kl. 19.
00 – 23.
30
Fríggjadag
kl. 17.
00 – 03.
30
Leygardag
kl. 19.
00 – 03.
30
Sunnudag
kl. 17.
00 – 23.
30
Long drinks
Café
Við gongugøtuna
Norðoyggjar
Vilja tygum vi› í
Í b‡in - hvønn hósdag
Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so
fylli› út henda lepan og sendi› hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 320,-/ rsfj.
Haldarar Europa: 490,-/ rsfj.
Onnur lond: Ymiskir pr sir
Internet: 240,-/ rsfj.
* * *
Staðið
har vit
hittast
* * *
Kaggin
Mr. Jolly
Mr. Jolly
Fluffy Toys
Fluffy Toys
Fríggjakvøldið
verður
stongt
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
spælir til dans
Leygarkvøldið
Sosialurin - 311820
Klaksvíkar
Klubbi
Klubbin hevur:
POOLBORÐ
BILLARDBORÐ
ENSKAN FÓTBÓLT
Á SKY
Leygarkvøldið
20. mai
verður dansur
"KRISS"
vendir plátum
Fríggjadagin
19. mai
verður opið sum
sunnudag
Dagligi leiðarin á Ísandssgarði býður bed&breakfast á gamla hotellini á Sandi, sum
er snollað upp, nú ferðamannatíðin er byrjað aftur
Mynd:Jens Kr. Vang
Kærkomin summargestur
Eins og hjá okkum eru ferðamannaskipini ein fráboðan um summarið í
Hetlandi. Í tíðindaskrivi frá hetlendska ferðaráðnum verður sagt, at
hetlendska summarið kemur við Norrønu
Summarið byrjar í Hetlandi,
tá Norrøna er komin, sigur
Maurice Mullay, stjóri í he-
tlendska
ferðaráðnum,
Shetland Islands Tourism.
Hetlendska
ferðaráðið
sigur í tíðindaskrivi, at tey
heilsa Norrønu sum einum
vælkomnum bindiliði mill-
um Hetland, Føroyar og
Noreg.
Norrøna var fyrstu ferð í
summar í Hetlandi mána-
dagin á veg til Bergen.
Summarferðaætlanin er í ár
frá 15. mai til 9. september.
Hetlendska
ferðaráðið
sigur, at umframt at vera
portur úr Norðanlondum til
Skotlands, hevur Hetland
eina rúgvu av tilboðum til
summargestirnar.
Ein serligur summarpakki
er í ár gjørdur í samband
við túsundáraskiftið. Í pakk-
anum er millum annað tey
væl umtóktu hetlendsku
kvøldini, har møguleiki er
at royna hetlendskan mat og
tónleik. Eisini er ein rúgva
av øðrum tiltøkum sum til
dømis
festivalar
ymsa
staðni í landinum, »motor
show«, »Shetland Pony
show« og búnaðarsýning.
»Vit vóna, at gestir okk-
ara í summar fara at dáma
líka væl, sum gestirnir í fjør
heilt greitt gjørdu,« sigur
Maurice Mullay í tíðinda-
skrivinum frá Shetland Is-
lands Tourism og leggur
aftrat:
»Tað hevur ongantíð ver-
ið ein betri løta at vitja Het-
land.«
ej
Sláturneytini hjá Arne Jensen, bónda í Skúvoy verða hivaði umborð á Rituna.
Mynd: Jens Kr. Vang
DÁNJAL HØJGAARD
Bed&Breakfast.
Onglendingar hava gjørt
hugtakið heimsgitið. Nú fáa
føroyingar eisini eitt stað,
har møguleiki verður hjá
ferðandi, at gista og fáa sær
eina morgunmatargita.
Týsdagin var Ritan við
farmi í Skúoynni. Við sær
aftur til Havnar hevði hon
trý sláturneyt, sum skuldu
drepast á sláturvirkinum hjá
MBM í Hósvík.
Arne Jensen, bóndi á Úti-
stovugarðinum í Skúgvi
hevur vanliga millum 30 og
40 sláturneyt á garðinum og
Sláturneytini fóru úr oynni
eini10-15 verða dripin um
árið. Hendan dagin vóru tað
tveir tarvar og ein kúgv, sum
fóru úr oynni.
Meginparturin av tí, sum
dripið verður á Útistovu-
garðinum slakta teir sjálvir,
og sostatt er tað tann minni
parturin sum fer livandi av
oynni.
Ból og biti á Sandi
Gamla Hotel Ísandsgarður letur upp aftur undir navni-
num Ísandsgarður Bed&Breakfast
Gamla Hotel Ísandsgarð-
ur er umvælt og málað inn-
an, og í dag letur tað dyrnar
upp fyri føroyingum og út-
lendskum ferðafólki undir
nýggjum navni.
Ísandsgarður hevur staðið
tómur í eini átta ár. Navnar-
nir Torfin Hentze og Torfin
Hentze Eriksen, sum báðir
búgva í Danmark, hava
keypt gamla hotellið, sum
teir hava valt at gera til gist-
ingarhús við bóli og bita.
Norska Vivian Pettersen
er sett sum dagligur leiðari
fyri nýggja gistingarstaðið
heima á Sandi.
Tað loysir seg betri at
slakta sjálvur, sigur Arne
Jensen. Fyri neytini, ið
verða slaktaði í Hósvík fær
hann 22 kr. kilo, meðan
hann kanska fær 25 kr. kilo
fyri tey neyt, hann sjálvur
drepir, sigur hann.
Nú tað stundar móti sumri,
byrja stevnurnar aftur. Sein-
astu árini hava skálamenn
verið teir fyrstu í røðini og
tað verða teir aftur í ár.
Nógv ítróttartiltøk verða á
skránni, sum eisini rúmar
vitjan av Trølla-Pæturi og
Sámali Ravnsfjall. Og leyg-
arkvøldið endar við rimm-
ardansi í høllini og í bygd-
asalinum, har X-Rays og
All that rain spæla
Seinastu nógvu árini hava
skálamenn átt heiðurin av,
at skjóta stevnuárið í gongd.
Bygdastevnan á Skála hevur
verið tann fyrsta í røðini í
fleiri ár, og árið í ár er einki
undantak í so máta. Við
bygdastevnunum byrjar eis-
ini kappróðurin, og nú fáa
manningarnar møguleika at
síggja, hvussu langt tær eru
ávegis í venjingunum, sam-
mett við hinar bátarnar.
Trølla-Pætur vitjar
Ì ár hava skálamenn verið
so hepnir, at fáa fatur á
Trølla-Pæturi, sum annars
er nokkso nýggjur á undir-
haldspallinum. Hann var
við á fløguni hjá Kularótum
í fjør, men framførdi fyrstu
ferð á palli á Kambsdali fyri
einum mánaði síðani ella
so. Tá segði hann børnu-
num, at hann var fluttur í
Eysturpynna at búgva, men
um tað er tí tað hevur eydn-
ast at fáa hann út á Skála at
framføra skal vera ósagt.
súkklukappingar. Bæði ung
og eldri fara at royna seg á
teimum tveyhjólaðu, og
súkklukappingarnar
eru
vornar afturvendandi táttur
á bygdastevnuni á Skála.
Stórdansur í høllini
Sum vera mann verður eis-
ini skipað fyri dansi. Sein-
astu árini hevur verið van-
ligt, at dansurin hevur verið
í bygdarhúsinum á Strond-
um, men so verður ikki í ár.
Ítróttarfelagið á Skála
roynir seg í ár við stórdansi,
og tað merkir, at tveir bólkar
skulu spæla til dans. Annar
fyri teimum yngru, sum
spælir í høllini, og hin fyri
teimum, sum ikki eru yngri
meir og hann verður í bygd-
arsalinum.
Hetta er fyrstu ferð, at
dansurin verður skipaður á
henda hátt, og nevndin í
ítróttarfelagnum á Skála
vónar, at undirtøkan verður
góð.
Bólkarnir, sum spæla,
verða All that rain og X-
Rays.
Tey, sum ikki hava hug at
fara í dans, hava kortini
okkurt at fara til. Allar dag-
arnar vera møtir og sunnu-
dagin verður eisini kirkju-
gongd, har Jógvan Fríðriks-
son, prestur, fer at prædika.
Annars verður tað Súni
Kristiansen,
skúlastjóri,
sum setir stevnuna klokkan
16 leygardagin.
Bygdastevna á Skála:
Trølla-Pætur fer
á Skálastevnu
Trølla-Pætur verður at
síggja í høllini í tveimum
umførum
leygardagin.
Fyrru
ferðina
klokkan
16.30.
Klokkan níggju leygar-
kvøldið fer Sámal Ravns-
fjall á pallin at undirhalda.
Sámal er einastandandi
góður tónleikari og yrkjari,
sum við sínum framúrskar-
andi beinraknu yrkingum,
fær áhoyrararnar at liva við.
Nógvur ítróttur
Sum vera mann er nógvu
ítróttur á skránni til eina
bygdastevnu. Á Skála verð-
ur fótbóltur í øgiligt mát og
á øllum stigum. Dýra Biði-
dag spæla tey vaksnu sínar
dystir, og tíðliga leygar-
morgunin leggja teir ungu
til brots. Klokkan níggju
byrja teir, so hildið verður
fram til umleið klokkan fýra
seinnapartin.
Seinni leygardagin verður
skemtidystur á skránni. Ar-
beiðsfólki á Skála Skipa-
smiðju hevur bjóðað starvs-
feløgunum í Havn av, og
steyp eru sett upp á spæl til
dystin eisini.
Sunnudagin verður so
kappróðurin. Nógvir bátar
plaga at vera við og tað vera
tað væntandi eisini hesa-
ferð. Aftaná róðurin verða
steyp og heiðursmerki latin
vinnandi bátunum.
Undan og aftaná kapp-
róðrinum
verður
eisini