Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 95 - 18. mai 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 95 - 18. mai 2000 JAN MÜLLER Millum oljufeløgini, sum gjáramorgunin lótu inn umsókn til Oljumálastýrið til at vera við í 1. útbjóðing, var norski oljurisin Statoil. Felagið hevur verið eitt av teimum virknastu feløg- unum á Føroyaøkinum, síðani menn av álvara fóru at tosa um møguleikan at finna olju á landgrunninum. Og tað eru skjótt trý ár síð- ani, at Statoil og partnarar tess í AMG (Atlantic Mar- gin Group) søgdu seg vera tilreiðar at fara undir at bora um okkara leiðir. Men Stat- oil hevur eins og onnur olju- feløg verið noytt til at búgva seg út við toli orsakað av marknatrætuni. Í gjár var so seinasti dagur at lata inn umsókn til at fáa lut í teigunum á landgrunn- inum. Statoil er framvegis operatørur í AMG-bólkin- um, sum í dag tó er nakað broyttur. Stóra amerikanska oljufelagið Mobil, sum er lagt saman við Exxon, var leingi við í bólkinum. Eisini oljufelagið Enterprise hevur verið við frá byrjan, og tað er framvegis í bólkinum. Herfyri komu so Phillips og Veba Oil uppí bólkin. John Inderhaug er kann- ingarstjóri hjá Statoil og myndar tí bólkin, tá umsókn verður latin Oljumálastýrin- um. Hann váttar, at Føroyar eru eitt av kjarnuøkjunum hjá Statoil uttan fyri norska landgrunnin. Onnur kjarnu- øki eru Aserbadjan, Ven- zuela og Vesturafrika. Stat- oil sær stórar møguleikar á Atlantsmótinum og ætlar sær tí at vera virkið bæði í Írlandi, Bretlandi og Før- oyum. Sjálvur heldur hann, at AMG-bólkurin hevur latið inn eina góða umsókn, sum avgjørt er kappingarfør. Hvat viðvíkur føroyskari luttøku í oljuvinnuni, so váttar John Inderhaug, at teir eru farnir rættiliga langt hesum viðvíkjandi í um- sóknini. Teir vilja halda fram við at stuðla og vera við til at menna føroyska undirvísingarpartin í eini komandi oljuvinnu. Eisini vilja teir gera sítt til, at før- oyskt vinnulív verður tikið við í menningina av hesi nýggju vinnu. Nú útbjóðingin er av heldur norski leitingarstjór- in, at føroyingar eiga at vera fegnir um undirtøkuna, tí nógv góð oljufeløg eru við. Føroyar kjarnuøki hjá norska Statoil Jan Müller Á middegi í gjár var freistin at handa umsóknir um loyvi í fyrsta útbjóðingarumfari- num á føroyska landgrunn- inum úti. Tá hevði Olju- málastýrið móttið 23 um- sóknir frá 17 feløgum. Talan er bæði um umsóknir til loyvi við 6 ára og 9 ára leiti- skeiðum. -Eg eri væl nøgdur við talið av umsóknum. Sjálvt um oljufeløgini hava víst føroyska økinum stóran ans tey seinastu árini, er tað al- tíð ringt at meta um, hvussu nógv feløg fara at søkja, tá talan er um eitt heilt nýtt øki. Tað er ein spennandi tíð, sum nú liggur fyri framman, og mín vón er, at leitivirksemið fer at føra til oljuframleiðslu á føroyska landgrunninum, soleiðis at vit í framtíðini fáa eina nýggja og sterka vinnu øll- um samfelagnum at gagni sigur Eyðun Elttør, lands- stýrismaður í oljumálum. Hetta fyrsta loyvisumfar- ið varð latið upp 17. februar í ár. Økið, sum er boðið út, liggur eystan fyri og í ein landssynning úr Føroyum og er um 14.000 ferkilo- metrar til støddar. Økið er býtt upp í 56 heilar teigar og 26 partteigar. Umsókn- irnar, ið eru komnar inn í hesum umfarinum, fevna um umleið eina helvt av út- bjóðaða økinum. Oljufeløgini, sum hava søkt um leitiloyvi á før- oyska landgrunninum, eru: Agip, Amerada Hess, Ana- darko, Atlants Kolvetni, BP Amoco, British Gas, Co- noco, Dong, Enterprise, Føroya Kolvetni, Marathon, Murphey, Norsk Hydro, Phillips, Statoil, Texaco og Veba. Oljumálastýrið sigur í tíðindaskrivi, at tað miðar móti at veita loyvini í september í ár. Sum gitt í seinastuni er heimsins størsta oljufelag Exxon Mobil ikki við. Ann- ars hava bæði Esso og Mo- bil, tá tey vóru tvey feløg, verið við í kanningunum á føroyska landgrunninum. Onnur oljufeløg, sum hava verið við í kanningunum her seinastu árini, men sum tóku seg aftur, tá latið varð upp fyri økinum, eru Mærsk Olie og Gass, Total Fina Elf og Shell. Harvið er ikki sagt, at tey vilja vera við einaferð í framtíðini. Eitt oljufund á føroyskum øki rættiliga skjótt kann fáa hesi feløg til at umhugsa støðu sína skilur blaðið. Tað er komið eitt sindur óvantað á okkara myndugleikar, at heimsins størsa oljufelag Exxon Mobil ikki er við. Millum feløgini, sum hava verið við í forkann- Stórur áhugi fyri útbjóðingini Umboð fyri AMG-bólkin við umsóknini, sum eisini fylti nógv. Mynd jan ingunum á Føroyaøkinum, men ikki hava latið umsókn inn, er sum sagt franska oljufelagið Total Fina Elf, sum vegna ósemju um útbjóðingarøkini í Saga- bólkinum tók seg úr Før- oyaøkinum. Mary Dwyer frá Total sigur, at orsøkin til, at tey hava tikið seg aftur er m.a. tað stóra arbeiði, ið liggur fyri framman fyri at fáa framt samanleggingina av Total Fina við ELF. -Vit hava stórar arbeiðsskráir í hinum pørtunum av Atlants- mótinum. Føroyaøkið er bara ikki so upplagt á hes- um sinni. Men vit ynskja føroyingum góða eydnu við hesi fyrstu útbjóðingini sig- ur Total-kvinnan. L eitingarstjórin hjá Texaco, Donal Driscoll handar Eyðun Elttør umsókn frá Texaco, Conoco og Murphey. Mynd Jan Føroyski stjórin hjá BP Amoco í Føroyum, Hjarn- ar Djurhuus her saman við trimum umboðum frá bretska oljurisanum, sum kom við trimum stórum køssum JAN MÜLLER -Hetta er ein stórur dagur fyri Føroyar og fyri Atlants Kolvetni. Tað kenst væl at vera við í hesi fyrstu útbjóð- ingini. Hetta sigur Kjartan Hoydal, nevndarformaður í Atlants Kolvetni, nú The Faroes Partnership-bólkurin lat Oljumálastýrinum um- sókn sína til oljuleiting á landgrunninum tíðliga gjáramorgunin. Kjartan Hoydal vísir á, at Atlants Kolvetni varð stovn- að í 1997 við tí miðvísu ætlan at koma sær upp í oljuvinnuna, uttan at man sparlaði burtur allan parta- peningin beinanvegin. -Eg haldi tað hevur verið næstan eftir klokkuni higartil. Hetta er so krúnan á einum verki, sum hevur gingið júst sum ætlað. Og hann heldur fram: - Vit eru í einum sera góðum samtaki og eru vit serliga fegnir um tann partin av umsóknini, sum snýr seg um føroyska luttøku í virk- seminum. Har ivist eg ikki í, at vit hava tí sterkastu umsóknina, hóast eg ikki veit, hvat stendur í hinum. Hetta er í hvussu er ein ógvuliga væl umhugsaður partur av umsóknini, so eg Kjartan Hoydal, nevndarformaður í Atlants Kolvetni: Umsóknin er krúnan á verki -Eg loyvi mær at siga, at samtakið Atlants Kolvetni er í, fer at hava eitt tað besta føroyska innihaldið í umsóknini, og vónandi fer hetta at telja tá avgerð um loyvi skal tak- ast sigur Kjartan Hoydal, nevndarformaður. Hann heldur tó ikki, at eitt samtak skal hava fyrimun, bara tí at eitt føroyskt felag er við. eri sera spentur um, hvat myndugleikarnir fara at leggja dent á. Uppá fyrispurning um oljumyndugleikarnir eiga at favorisera eitt samtak, sum hevur eitt føroyskt felag við sigur Kjartan Hoydal, at tað hevði verið vandamikið, um myndugleikarnir gjørdu tað. Tí talan má vera um eina javnbjóðis kapping. -Men tað vit vóna er, at okkara umsókn hevur eitt føroyskt innihald, sum aðrar ikki hava, og at hetta verður virðismett av myndugleik- unum. Kjartan Hoydal heldur sjálvur, at tað er ein styrki hjá einum oljusamtaki at hava eitt føroyskt felag, sum kann vísa á møguleikar og gongdar leiðir í føroyska samfelagnum, við. Nevndarformaðurin í At- lants Kolvetni er annars nøgdur um gongdina í øll- um oljumálinum. -Føroy- ingar hava borið seg rætt at við ikki at stara seg blindar uppá oljuna upp á forhond og siga, at hon er til, og at hon skal vera okkara bjarg- ing osfr. Men kanningarnar hava so víst, at tað eru reali- tetir aftanfyri nógva tosið um oljuna. Nevnd og stjórn í Atlants Kolvetni við umsóknini til fyrstu oljuleiting við á føroyska landgrunninum nakrantíð. Fv. Mortan Johannesen, Poul Mohr, Vilhelm Petersen, stjóri, Peter Even Djurhuus, ÓLi Hammer og Kjartanm Hoydal, nevndarformaður. Mynd Jan Müller Tveir av oddamonnunum hjá Amerada Hess, Nick Fairbanks, stjóri fyri Bretland og Atlantsmótið og Richard Hardmann, stjóri fyri altjóða leiting. Aftnan fyri Ben Arabo, føroyski stjórin hjá felagnum. Vit síggja elektronisku útgávuna av umsóknini hjá Amerada Hess, British Gas, Dong og Atlants Kolvetni. Mynd Jan Nevnd og stjórn í hinum føroyska oljufelagnum, Føroya Kolvetni við umsóknini. Her saman við umkboð fyri Oljumálastýrið. Frá v. Teitur Poulsen, Eyðun Elttør, oljumálaráðharri, Graham Stewart, nevndarformaður, Nils Sørensen, stjori og Herálvur Joensen, aðalstóri. Mynd Jens K. Vang