Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 95 - 18. mai 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 95 - 18. mai 2000 Viðmerking: Ørkymlast um gongdina Fleiri ymisk viðurskifti gera, at Felagið Rækjuskip er ørkymlað um gongdina hjá rækjuskipunum í ár. Tað er serliga minkandi fiski- skapur, lækkandi rækjuprís- ir og methøgu oljuprísirnir, sum ørkymla rækjuflotan. Fiskiskapurin, serliga á Flemish Cap, er slakari enn undanfarnu árini, og hartil eru rækjurnar sera smáar, og geva tí lítlan prís. Í løtuni eru bert 2 føroysk skip á Flemish Cap – Ocean Castle og Høgifossur. Síðstu viku fingu bátarnir millum 40 og 50 tons hvør. Eitt skip afturat – Artic Viking – væntast at fara á Flemish Cap seinni í hesi vikuni, eftir at hava ligið á Tórshavnar Skipasmiðju í eina tíð, har teir hava gjørt fleiri størri umvælingar og annað. Afturat slaka fiskiskapin- um er prísurin á serliga smærru kókaðu rækjunum fallin munandi. Hesa tíðina í fjør og í 1998 lá miðal- prísurin á rækjum á Flem- ish Cap um kr. 15,00 pr. kilo, meðan hann í dag ligg- ur um 17% lægri – t.v.s. niðri á kr. 12,5 í miðal pr. kilo. Mótvegis toski og øðr- um rundum fiski, sum er hækkaður nógv í prísi sein- astu árini, hava rækjuprís- irnir verið støðugt fallandi seinastu nógvu árini. Seinastu uml. 4 árini hevur Kina keypt fitt av smáum kókaðum rækjum, men teir hava nú lagt so stórt innflutningsavgjald á rækjurnar, at tað er nærum ógjørligt at selja nakað tann vegin sum er. Tað ljóðar, at hetta verður gjørt sum partur av eini roynd hjá Kina at leggja trýst á í sam- bandi við umsókn teirra um limaskap í WTO. Føroysk- ir myndugleikar hava, gjøgnum danska uttanríkis- málaráðið, tikið málið upp við Kina vegna Føroyar og Grønland, men eisin onnur lond við stórari rækjuveiðu – t.d. Canada – arbeiðir við at fáa eina semju við Kina um at lækkað tollin aftur. Umframt at veiðan higar- til í ár hevur svíkt, og at prísir og marknaðir svíkja, er rækjuflotin sera hart rakt- ur av methøgu oljuprísun- um. Samanborið við miðal- oljuprísin hjá skipunum í 1999, liggja oljuprísirnir í løtuni uml. 57% hægri enn í 1999. Um ongin broyting hendir við oljuprísunum heilt skjótt, kann hetta koma at geva smærru rækjuskip- unum eina meirútreiðslu fyri olju uppá uml. kr. 1,4 mill. og hjá størstu skipun- um uml. kr. 2,2 mill. meira í 2000. Rækjuskipini brúka hvørt millum uml. 2,2 og 3,5 mill. litrar av olju um árið. Oljuútreiðsurnar hjá skipunum hava vanliga ligið um 10-15% av sølu- virðinum á lastini fyri hvønn túrin, men sum nú er koma oljuútreiðslurnar at verða 17–22% av søluvirð- inum. Rækjuveiðan við Sval- bard hevur heldur ikki verið av tí besta seinastu tíðina, meðan okkurt skip gjørdi onkran góðan túr fyrr í ár. Í løtuni royna 2 skip – South Island og Borgin – við Sval- bard. Seinastu viku fingu bátarnir millum 25 og 30 tons hvør. Eitt annað skip, sum hevur rækjuloyvi – Sjúrðarberg – hevur enn ikki verið til fiskiskap, men hevur veitt rundan fisk í Barentshavinum. Bert eitt føroyskt skip – Kappin – er í løtuni við Eysturgrønland. Veiðan hevur ikki verið av tí besta, men teir hava roynt at fiska kvotuna upp áðrenn teir rýma haðani. Prísurin fyri Eysturgrønlandsrækjurnar – sum fyri ein stóran part verður framleitt sum ráar rækjur til Japan, er fram- vegis vánaligur, hóast at kursurin á yenninum er nógv hækkaður seinastu mánaðirnar. Annars hava fleiri av hinum rækjuskip- unum longu veitt sína kvotu við Eysturgrønland fyrst í árinum. Rækjukvotan hjá føroysku skipunum við Eysturgrønland er einans 115 tons í part, og Felagið Rækjuskip hevur fyri lang- ari tíð síðani heitt á Fiski- málastýrið um at royna at útvega størri rækjukvotu antin frá ES nú, ið Grønland og ES samráðast um nýggja 6 ára fiskiveiðiavtalu, ella beinleiðis frá Grønlandi. Sólborg er í løtuni undir grønlendskum flaggi, og nýggja skipið hjá P/F Hvilt- enni kemur ikki fyrr enn í okt. í ár. Tvey stór ivamál um veiðirættindini hjá rækju- flotanum á Flemish Cap og við Svalbard eru eisini or- søk til, at Felagið Rækju- skip metir framtíðarútlitini hjá rækjuflotanum óviss. Innan NAFO verður av øll- um alvi arbeitt fyri eini kvotuskipan fyri rækjur á Flemish Cap, í staðin fyri verandi fiskidagaskipan. Ein fundur var um hetta í Washington seinast í síðsta mánaði. Nógv bendir á, at tað antin verður samtykt ein kvotuskipan á NAFO-árs- fundinum í september, men um semja ikki fæst um hetta, verður fiskidagatalið helst skert heilt munandi í mun til verandi fiskidagatal. Hin stóri ivaspurningurin er, nær ella um tað fer at eydn- ast at fáa eina semju við Noreg um føroyska fiski- dagatalið við Svalbard, sum teir av sínum eintingum lækkaðu í 1997, við nærum eini helvt, úr 2555 til 1317 fiskidagar. Eisini metir Fe- lagið Rækjuskip, at vandi er fyri at Noreg setir eina kvotuskipan fyri rækjur í verk við Svalbard, so skjótt sum ein kvotuskipan er komin á Flemish Cap. Samanumtikið metir Fe- lagið Rækjuskip, at um ong- in broyting hendir við minkandi veiðuni, lækkandi søluprísunum og høgu olju- prísunum er ongin ivi um, at hetta at ávirka úrslitini hjá rækjuflotanum í ár so mikið, at trupult verður at sleppa undan reyðum tølum í roknskapunum. Felagsins vegna Jákup Egholm Hansen Landsstýrisflokkarnir hava enn einaferð framt valds- misnýtslu við at brúka al- mennan pening til einsíðuga propaganda fyri fullveldi. Nú um dagarnar kom snotiligur faldari inn um dyrnar í hvørjum húsi í Før- oyum við heitinum Frá heimastýri til fullveldi. Út- gevari er Føroya Landsstýri, og endamálið sigst vera at kunna føroyingar um ætlan landsstýrisins og at bøta førleikan hjá fólki at kjakast um og taka støðu til málið um framtíðarstøðu Føroya. Einsíðug propaganda Hvussu landsstýrisflokkar- nir ímynda sær, at førleikin til at kjakast og taka støðu til framtíðarstøðu Føroya grundað á einsíðuga propa- gandaherferð í formi av hvítum og svørtum bókum (longu á forsíðunum byrjar propagandaherferðin), heimasíðum, valdtøku av almennum fjølmiðlum og nú við bóklingi, ið bert lýsir landsstýrisflokkana sjónar- mið, er ilt at síggja. Alt hetta er fíggjað við óavmarkaðum almennum skatta- og avgjaldskrónum, og upplýsingarherferðin lýsir bert ta einu síðuna, ta hjá fullveldisflokkunum. Andstøðan sleppur ikki framat og fær ikki klovið oyra at siga sína hugsan um málið. Vorðið sum bøttur førleiki! Ódemokratiskur háttur Partapolitisk villleiðing fyri tínar og mínar skatta- og avgjaldskrónur! Vóru landsstýrisflokkarnir tað allarminsta vetið at sær komnir, lótu teir andstøðuna eisini hava sína ávirkan á upplýsingarherferðina og siga sína hugsan um full- veldismálið. Sambært teimum upplýs- ingum, sum fram eru komn- ir í seinastuni frá landsstýr- inum, hava landsstýris- flokkarnir nýtt 10 mió. al- mennar krónur til fullveld- ismálið, tá ið hetta árið er farið, um somu tíð, sum andstøðuflokkarnir sjálvir hava verið noyddir at goldið fyri sínar kunningar til Før- oya fólk. Hetta kann ikki annað enn geva eina himmalrópandi slagsíðu, sum ikki er einum framkomnum landi sum Føroyum verdugt. Villleiðandi upplýsingar Samstundis sum bóklingur- in skal verða við til at menna kjakið um framtíð- arstøðu Føroya, er hann ikki bara einsíðugur, nei hann er beinleiðis villleiðandi. Tær nýtist ikki at lesa meira enn fyrstu síðu í bóklinginum fyri at staðfesta villeiðing oman á villleiðing. Tak bert orðingina ”og í ár verður bert umleið ein triðingur av danska studn- inginum brúktur í samfel- agnum”. At landsstýrið tor- ir! Hví verður bert ein trið- ingur av blokkinum nýttur? Jú, tí at heilsuverkið, skúla- verkið, sosial mál o.s.fr. o. s. fr. verða niðurpínd, so at Sunnudagin 16. Apríl 2000 samtyktu bý-og bygdaráðs- formenn í Suðuroy saman við vinnulívsmonnum úr oynni at senda landstýrinum skriv, har tey siga, at tey undir ongum umstøðum góðkenna, at Dúgvan verð- ur sett at røkja siglingina til Suðuroy meðan Smyril er í dok. Nú ljóðar at strandfara- skip landsins hevur leiga eitt skip "Claymore" sum eftir útsøgnum í bløðunum er á sama støði sum Dúgvan, munurin er at tað tekur nakrar traylarar meira men væl minni ferðafólk enn Dúgvan. Tí vil eg spyrji, hvar er logikkurin við hesari sam- tykt. Eitt skip á sama støði sum Dúgvan er leiga til suður- oyarsiglingina og tú hoyrir ikki eitt pipp frá nøkrum bý- og bygdaráðsformanni, vinnulívsmanni og so slet ikki frá løgtingsmonnum sum eru valdir í Suðuroy. • Er samtyktin frá 16. apríl ikki galdandið tí skipið eitur "Claymore" og ikki Dúgvan? • Er samtyktin, í er viðtikin av tjóðveldis og fólkafloks bý-og bygdarásformonnum bert lótir, fyri at fjala yvir óskilið í landstýrinum og samgonguni, viðvíkjandi strandferðsluni? • Skulu fólk í Suðuroy blíva við at siga takk til mol- arnar, sum tey fáa blaka norðanfjørðs frá? Eg spyrji bara. Tvøroyri 11. mai 2000 Finnleif Guttesen borgarin ikki kann hava álit á tí tænastu, hesir stovnar skulu veita. Ringast stendur til við sjúkrahúsverkinum. Tú stúrir fyri at skula koma í ta vanlagnu, at hava tørv á hesi tænastu. — Har manglar ein heil milliard krónur. Og hetta er peningur, vit hava fingið frá dønum til sjúkra- húsverkið, men sum vit ant- in hava brúkt til annað fjas ella ikki nýtt fyri at kunna siga, _at í ár nýta vit bert ein triðing av danska studn- inginum“, hvør skal siga, at vit nu næstan megna at fíggja fullveldið! Villleið- ing! Vanvirða demokratisku spælireglurnar At Tjóðveldisflokkurin van- virðir demokratisku spæli- reglurnar, hava vit nógv dømi um, men at bæði Fólk- aflokkurin og Sjálvstýris- flokkurin eisini eru farnir at gera tað sama, er skelkandi. Johan Petersen Suðuroyarsiglingin og samtyktir - Hvar er logikkurin? Odense er ein eitt sindur løgin býur, tí ikki alt sær út, sum tað er. Hann verð- ur skýrdur ævintýrbýurin, og citrónin verður eisini pressað meir enn gott er við H. C. Andersen nøvn- um bæði her og har. Æv- intýrfigurarnir hjá honum eru eisini so at siga á hvørjum plássi. Men undir skræðuni er ikki nógv æv- intýr nógvastaðni, tí býur- in hevur met í kriminaliteti og av fólki, sum doyggja av narko. Her verður nógv spælt um pening ólógliga og nógvar okkultar og ný- religiøsar rørslur hava havt og hava sína gongd her. Í søguni hava nakrar vekingar verið í nánd her av Óðinsstaði; men eingin er komin heilt framat. Tað kann vera, at heiðna navn- ið fjøtrar býin. Tað er ikki tann stóri túsundtals skarin, sum játtar trúgv á Harran Jesus Kristus; men nøkur hundr- að hava hvørki boygt knæ fyri Óðini ella Baal, og tað er gleðiligt, at so gott sam- felag er ímillum fólk úr fólka- og fríkirkjum. Í góð 17 ár hava vit havt føroyskt evangeliskt virki her í Óðinsstaði, Skýlið kallað. Vit vilja gjarna vera eitt skjól fyri fólk, sum koma hendavegin at út- búgva seg. Ein vernd ímóti ágangi frá hesum og has- um undir skræðuni. Vit hava hesi ár havt bíbliutímar og kristiligar fundir – mest í Odense men eisini aðrastaðni á Fjóni. Hóskvøldið 18. mai kl. 19 hava vit aftur fund – hesaferð við Poul Færø. Øll eru hjartaliga vælkom- in – eisini til drekkamunn- in aftaná. Fundurin verður í missiónshúsunum hjá Luthersk Mission, Vester- bro 9 B, mitt í Odense. Poul Færø talar í Århus Landsstýrismaðurin í mentamálum, Høgni Hoydal, gjørdi herfyri av at lata Carl Jóhan Jensen ársins starvsløn. Starvs- lønin er fyri 6 mánaðar og verður latin eftir umsókn til Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Nevnd, ið umboðar listafólk, ger tilmæli til landsstýris- mannin um, hvør eigur at fáa starvslønina. Hetta er aðru ferð, at starvsløn verður latin sambært játt- an á fíggjarløgtingslógini “Heiðursgávur til menta- fólk.” Í 1999 fekk Pauli í Sandagerði starvslønina. Lýst varð eftir umsókn- um 11. mars 2000 við umsóknarfreistin 3. apríl 2000. Á fundi 9. apríl við- gjørdi nevndin tær 12 inn- komnu umsóknirnar. Fleiri teirra vóru sera á- hugaverdar, umframt at verða vælegnað evni til starvslønarmóttakarar. Eftir at allar umsóknir- nar vóru viðgjørdar, samdist nevndin um at mæla landsstýrismanni- num til at lata 6 mánaðar starvslønina til Carl Jóhan Jensen, og staðfesti lands- stýrismaðurin tilmæli 19. apríl 2000. Carl Jóhan Jensen er føddur í 1957 og upp- vaksin við Tinghúsvegin í Havn. Hann er cand.phil. í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bók- mentum og er rithøvund- ur. Fyrsta yrkingasavnið gav hann út sjálvur í 1977. Síðani hevur Carl Jóhan Jensen skrivað fimm yrkingasøvn, tvær skaldsøgur og í fjør kom bókin Mentan og menta- skapur. Tvær ferðir hava bøkur hjá honum verið í uppskoti til norður- lendsku bókmentavirðis- lønina, og hann fekk M. A. Jacobsens bókmenta- virðisløn í 1990. Nevndin mælti til, at Carl Jóhan Jensen fekk starvslønina út frá teirri áskoðan, at umsøkjarin lýkur tey krøv, sum sett eru í reglugerðini fyri veiting av heiðursgávum til mentafólk v.m. Harum- framt var verkætlanin hjá Carl Jóhan Jensen sera á- hugaverd. Carl Jóhan Jen- sen er í ferð við at skriva eina skaldsøgu, sum tyk- ist at verða bæði spenn- andi og nýskapandi í før- oyskum skaldskapi. Nevndin metti, at starvs- lønin kann gerast eitt gott amboð hjá rithøvundum at leggja alla orku í ar- beiði at skapa og skriva eina nýggja føroyska skaldsøgu. Carl Jóhan Jensen fær starvsløn ÓLAVUR Í BEITI Tað var Lisbeth L. Peter- sen, løgtingsmaður, sum í fyrispurningi spurdi, hví ikki allar landsstýriskunn- gerðir eru avgreiddar í sam- bandi við nýggju kirkjulóg- irnar? Og Høgni Hoydal svarar, at allar neyðugar kunngerðir eru lýstar og settar í gildi. Í svarinum hjá Høgna Hoydal verður upplýst, at Føroya Løgting samtykti 20. januar 1998 at viðmæla, at nakrar danskar kirkju- lógir vórðu settar í gildi í Føroyum við kongligari fyr- iskipan og ávísum broyting- um. Løgmaður hevur, 28. januar 1998, staðfest hesi Allar neyðugar kunngerðir lýstar og settar í gildi Kongligu fyriskipanirnar eru settar í gildi við virkningi frá 1. januar ár 2000, og kunngerðirnar eru dagfestar 11. februar ár 2000 og lýstar í kunngerða- savninum, sigur Høgni Hoydal, mentamálaráðharri ríkislógartilmæli, og lands- stýrismaðurin í undirvísing- ar- og mentamálum hevur, 4. februar 1998, avgreitt hesi mál víðari til Kirkju- málaráðið. Mett neyðugt Lógirnar, sum talan er um, eru: Lov om folkekirkens økonomi, Lov om ansæt- telse i stillinger i folkekirk- en m.v., Lov om folkekirk- ens kirkebygninger, Lov om bestyrelse og brug af folke- kirkens kirker,Lov om be- gravelse og ligbrænding, Lov om udnævnelse af bis- kopper og stiftsbåndsløsn- ing og Lov om medlemskab af folkekirken, kirkelig be- tjening og stiftsbåndsløsn- ing. – Kongligu fyriskipanir- nar eru settar í gildi við virkningi frá 1. januar ár 2000, og kunngerðirnar eru dagfestar 11. februar ár 2000 og lýstar í kunngerð- asavninum sum: Kunngerð um Próstadømisráð, Kunn- gerð um kirkjugrunnin, Kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar og Kunngerð um kirkjukassar. – Sostatt eru allar kunn- gerðir gjørdar, sum vórðu mettar neyðugar, fyri at nýggju lógirnar kundu set- ast í gildi í Føroyum, sigur Høgni Hoydal. Góð fyribilsloysn Og víðari sigur mentamál- aráðharrin í svarinum, at tá funnist verður at, at lands- stýrismaðurin letur ávísar heimildir til Stiftsstjórnina, skal verða sagt, at landsstýr- ismaðurin heldur, at heimild er fyri hesum. Landsstýris- maðurin ætlar at áseta regl- ur, sum samsvara við tær reglur, sum landsstýrið í lógini um roknskaparhald landsins skal gera. Hesar reglur eru ikki tøkar enn. Landsstýrismaðurin hev- ur hildið, at tað, at lata á- vísar uppgávur til Stifts- stjórnina, var ein góð fyri- bilsloysn, við tað at Stifts- stjórnin framman undan tók sær av hesum, sigur Høgni Hoydal. ÓLAVUR Í BEITI Edmund Joensen, løgtings- maður, setti løgmanni tveir spurningar, har spurt verður, um landsstýrið hevur ætla- nir um av nýggjum at kunna føroyingar um avleiðingar- nar av einum møguligum fullveldi, nú fortreytirnar eru munandi broyttar? Og um landsstýrið ikki sjálvt ætlar at kunna føroyingar av nýggjum um avleiðingarnar av einum møguligum full- veldi, eru so nakrar ætlanir um at lata andstøðuna fáa burtur av játtanini til sjálv- stýrismál, so at andstøðan kann útvega føroyingum upplýsingar, sum samsvara við nýggju støðuna? Eins góða atgongd til almennan pening – men tað er ikki galdandi fyrr enn sáttmálin millum Føroyar og Danmark er undirskrivaður, sigur Anfinn Kallsberg í svari til Edmund Joensen, sum hevur spurt um kunning um fullveldi Í svarinum, sigur løgmað- ur m.a., at landsstýrið fer sjálvsagt ikki at broyta kunningina grundleggjandi orsakað av at danska stjórn- in nú hevur almannakunn- gjørt sítt samráðingarút- spæl. Vit eru í eini samráð- ingarstøðu. Vit vita ikki hvussu tann endaligi sátt- málin fer at síggja út, fyrr enn hann er liðugur. Tað ber heldur ikki til at siga nakað neyvt um avleiðingarnar, fyrr enn samráðingarnar eru førdar á mál, sigur Anfinn Kallsberg. Kunningarherferð Viðvíkjandi seinna spurn- inginum, sigur løgmaður, at landsstýrið hevur heldur ongar ætlanir um at lata andstøðuni á tingi almennan pening til eina kunningar- herferð. – Tað er landsstýrið sum stendur fyri fullveldisætlan- ini og samráðingunum við donsku stjórnina, og vit kunna um hetta so nógv sum gjørligt. At latið polit- iskum flokkum – tað verið seg andstøðuflokkum ella samgonguflokkum – pening til at kunna um arbeiðið hjá landsstýrinum, hevði verið brot á allar siðvenjur. – Men tá sáttmálin er undirskrivaður, er kortini ætlanin, at vit í sambandi við lógaruppskotið um fólk- aatkvøðuna eisini fara at leggja fram eitt uppskot um eykajáttan til stuðul til flokkar og fylkingar, sum ynskja at kunna upp til fólk- aatkvøðuna. – Orsøkin til hetta er, at tá sáttmálin er liðugur, er arbeiðið hjá landsstýrinum liðugt, og løgtingið og Før- oya fólk skal taka støðu. Hendan avgerð fer at byggja á politiska støðutakan, og kunningin upp undir fólka- atkvøðuna verður tí meira politisk enn faklig. Tí eiga tey, sum eru fyri, og tey, sum eru ímóti, at hava eins góða atgongd til almennan pening, sigur Anfinn Kalls- berg í svarinum til spurn- ingarnar hjá Edmundi Joen- sen. ÓLAVUR Í BEITI Heðin Mortensen setti Høgna Hoydal tríggjar spurningar viðvíkjandi støðu teirra lesandi í Dan- mark, og spyr í teim fyrru spurningunum um útbúgv- ingarmøguleikar hjá føroy- ingum í Danmark, um so er, at Føroyar verða skip- aðar sum fullveldisríki, og danskan lestrarstuðul, um Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki, og før- oyingar mistu sín ríkis- borgararætt í Danmark. Í svarinum til hesar spurningar, sigur Høgni Hoydal m.a., at um danska stjórnin og Fólkatingið góðtaka at geva føroying- um somu skipan sum ís- lendingar, verður støðan hjá teimum lesandi óbroytt í mun til í dag. – Hartil er at siga, at norðurlendskur sáttmáli er gjørdur, sum tryggjar at fólk úr Danmark, Finn- landi, Íslandi, Noregi og Svøríki hava javnbjóðis at- gongd til hægri lestur við lærustovnarnar hjá hvørj- um øðrum. Í sáttmálanum binda partarnir seg til at tryggja øllum, sum ynskja at fara undir hægri lestur, og búgva í einum øðrum norðurlandi, javnbjóðis at- gongd til hægi lærustovn- arnar í teimum 5 londu- num. – Tá ríkisrættarligu við- urskiftini verða broytt, er landsstýrisins ætlan, at ger- ast sjálvstøðugur sáttmála- partur í øllum norður- lendskum sáttmálum, eins og at fáa sjálvstøðuga um- boðan í norðurlendskum samstarvi annars. Sambært teimum upplýsingum landsstýrið hevur, er ongin forðing fyri hesum — hin- vegin er tað júst fortreytin fyri at gerast javnbjóðis partur í norðurlendskum samstarvi og sáttmálum, at landið hevur fullveldi. – Landsstýrið miðar eftir, at føroyskur lestrarstuðul verður veittur til tey, sum lesa í hinum norðurlondu- num eins og uttanfyri norð- urlond, og at hesin stuðul verður fult so nøktandi sum í dag, sigur Høgni Hoydal. Ikki beinleiðis avtalur Viðvíkjandi triðja spurn- inginum, um hvussu langt landsstýrið er komið við at gera avtalur við onnur lond um samstarv á útbúgving- arøkinum, svarar Høgni Hoydal, at Landsstýrið kann ikki gera beinleiðis útbúgvingaravtalur fyri før- oyskar ríkisborgarar fyrr enn fullveldi er staðfest. – Tó er sjálvsagt nógv samstarv um útbúgvingar- og granskingarspurningar — serstakliga við hini norðurlondini. Í flestum førum er talan um ítøkiligar samstarvsavtalur millum einstøku stovnarnar, eitt nú millum Fróðskaparsetur Føroya og ymsar lærdar há- skúlar í Onglandi og hinum norðurlondunum. – Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur annars gjørt eina sam- starvsyvirlýsing við ís- lendska undirvísingar- og mentamálastýrið. Henda avtala fevnir m.a. um sam- starv á útbúgvingar- og granskingarøkinum. Eitt á- víst samstarv er við Ísland frammanundan, men ar- beitt verður í løtuni við at fylla út karmarnar fyri sam- starvinum, sigur Høgni Hoydal m.a. í svarinum. Føroyar fáa somu støðu sum Ísland Um danska stjórnin og Fólkatingið góðtaka at geva føroyingum somu skipan sum íslendingar, verður støðan hjá teimum lesandi óbroytt í mun til í dag, sigur Høgni Hoydal í svari til Heðin Mortensen