mikudagur 10. september 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 170 - 10. september 2003
Nr. 170 - 10. september 2003
5
Eyðun Lauritsen av
Skipanesi hevur í
fleiri ár arbeitt at fáa
sólhitaskipanir til
Føroya, og hevur
hann nýtt tølini hjá
omanfyri nevnda
Jógvani Thomsen
sum grundarlag.
Sambært honum eru
kommunur og
almennir stovnar
áhugað at royna
umhvørvisvinarliga
og bíliga orku-
framleiðsluháttin
ORKUFRAMLEIÐSLA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Tær sonevndu Batec sól-
hitaskipanirnar, sum verða
framleiddar í Danmark,
verða møguliga at síggja
ymsastaðni í Føroyum í
framtíðini.
- Við sera góðum úrslit-
um verða hesar sólhitaskip-
anir nýttar í londum við so
ymsum veðurlagi sum t.d.
Uganda og Grønlandi, og
tískil eru tær avgjørt hósk-
andi til føroyskt brúk, sigur
Eyðun Lauritsen av Skipa-
nesi, sum hevur arbeitt við
sólorkuframleiðslu í fleiri
ár, og hevur hann eisini ætl-
anir at fáa sólhitaskipanir
framleiddar í Føroyum í
nærmastu framtíð.
Úrslitini, Jógvan Thom-
sen er komin fram til, eru
nýtt sum grundarlag í kann-
ingunum hjá Eyðuni, og er
hann bjartskygdur fyri økt-
ari sólorku í Føroyum.
Hann hevur fundast við
landsstýrismannin í orku-
málum, Eyðun Elttør, Før-
oya Náttúruverndarfelag og
aðrar viðkomandi deplar.
Bíligari og minni
dálkandi
Hesar sólhitaskipanir eru
sambært Eyðuni Lauritsen
bæði bíligari og umhvørv-
isvinarligari.
- Útlátið av CO2, NOx og
SO2 verður minkað mun-
andi, og um sólmóttakar-
arnir fáa gróðrarlíkindi í
Føroyum, nærkast vit al-
samt krøvunun í Kyoto-
sáttmálanum, Geneve-av-
taluna og Brundtland-sátt-
málanum,
vísir
Eyðun
Lauritsen á.
Sambært honum er talan
um eina útreiðsluneutrala
íløgu. Kostnaðurin á eini
slíkari hitaskipan til vanlig
sethús við familju er mill-
um 27.000 og 55.000 krón-
ur, men skattafría sparingin
er longu frá fyrsta ári størri
enn rentur og avdráttur av
einum møguligum láni til
eina Batec sólhitaskipan.
- Ein greining gjørd av
Teknologisk Institut vísir,
at afturgjaldingartíðin til
ein sólmóttakara er vanliga
8-9 mánaðir, sigur Eyðun
Lauritsen.
Grannalondini stuðla
Víðari verður víst á, at í
grannalondum
okkara
verður stuðul latin upp til
30% av kostnaðinum í hesi
skipan, og fáa fyritøkur og
privatpersónar í Føroyum
sama stuðul frá landsins
myndugleikum í royndun-
um at lúka altjóða um-
hvørviskrøvunum, kunnu
sólhitaskipanir saktans ger-
ast ein vinningur fyri før-
oyska samfelagið.
Enn er einki partafelag
stovnað, og Eyðun Laurit-
sen hevur av egnum ein-
tingum arbeitt við verk-
ætlanini og bjóðað sólhita-
skipanir til fleiri kommunur
og stovnar, sum hava víst
stóran áhuga, hóast eingin
enn hevur tikið sólhita-
skipanina í nýtslu.
Tað er ikki bara við
vindmyllunum í
Vestmanna, at øðrvísi
og alternativ orka í
hesum døgum verður
framleidd. Borgar-
stjórin í Nólsoy,
Jógvan Thomsen,
hevur síðani mars
2001 framleitt sól-
orku til egið húsar-
hald, og higartil eru
úrslitini sambært
Jógvani Thomsen
frálík. - Hesin fram-
leiðsluháttur er meiri
støðugur enn vanliga
skipanin, og um 10 ár
skuldi tað eisini loyst
seg fíggjarliga, sigur
borgarstjórin
ORKUFRAMLEIÐSLA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Nógv hevur verið sagt og
skrivað um sp/f Røkt og
verkætlan teirra við vind-
myllunum í Vestmanna.
Alternativi
orkufram-
leiðsluhátturin er á mangan
hátt eitt nýtt kapitull á
hesum øki, hóast SEV hev-
ur havt eina vindmyllu
standandi á Toftum í 10 ár
og fyrsta vindmyllan í Før-
oyum kom upp at standa
fyri heili 25 árum síðani, tá
Birgir Enni á Tvøroyri tók
stig til hetta.
Men tað er ikki bara í
Vestmanna, at øðrvísi hætt-
ir verða royndir at fram-
leiða orku, tí borgarstjórin í
Nólsoy og stjórin á Fjar-
skiftiseftirlitinum, Jógvan
Thomsen, tók fyri tveimum
árum síðani stig til egna
framleiðsla við sólfangar-
um í privathúsum sínum.
Rindaði 18.000
krónur
- Eg skuldi útvega einum
kenningi nakrar sólsellur,
og sat eg tískil á alnótini og
leitaði. Tilvildarliga datt eg
fram á nakrar sólfangarar,
og hetta helt eg vera áhuga-
vert, greiðir Jógvan Thom-
sen frá. Hann fekk so sól-
fangararnar til Føroya fyri
18.000 krónur og byrjaði
sjálvur at framleiða orku til
egið húsarhald.
Jógvan Thomsen setti
sjálvur sólfangararnar í,
men hevði hann tó brúk fyri
einum elektrikara at fremja
eina íbinding, so á henda
hátt tykist tørvur vera lítil
fyri hjálp uttanífrá, um ein
ætlar at royna tað sama.
- Við hesi skipan fái eg
heitt vatn í kranarnar, og
um eini 10 ári skuldi tað
eisini loyst seg fíggjarliga,
umframt at talan er um
støðugari orkuframleiðslu,
sigur Jógvan Thomsen.
Hann vísir á, at hugskotið
eisini kom av, at ein granni
í Nólsoy hevði roynt tað
sama við primitivari am-
boðum, har hann við einum
radiatori og thermorúti fekk
hitað vatnið í húsarhaldin-
um, tá sólin var frammi.
Jógvan Thomsen greiðir
víðari frá, at hesir sólfang-
arar ikki eru annað enn
isoleraðir radiatorar. Av
hita frá sólarljósi fer ein
pumpa í gongd, sum flytir
heita vatnið úr sólfangar-
anum og inn í ein tanga á
250 litrar, sum so sendir
heita vatnið víðari kring
húsið.
- Automatiska sirkulatió-
nin riggar avbera væl, og
satt at siga hugsa vit ikki
um, at talan er um eina øðr-
vísi skipan í húsarhaldin-
um, vísir Jógvan Thomsen
vælnøgdur á.
Eingin trupulleiki um
veturin
Stóri spurningurin er so,
hvussu húsarhaldið megnar
ein kaldan og myrkan vetur,
um heitt vatn bert fæst
gjøgnum sólarljós, men
sambært borgarstjóranum í
Nólsoy er hetta eingin
trupulleiki.
- Tað er als ikki neyðugt
við beinleiðis sólskini. Tað
einasta, sum krevst, er van-
ligt dagsljós fyri at fáa hita,
sigur Jógvan Thomsen. Í
desember og januar minkar
nøgdin av heitum vatni úr
sólfangarum í tangan, men
tá hevur húsarhaldið sjálv-
sagt eina oljufýring eins og
onnur.
- Henda skipan við sól-
orku er støðugari, tí tangin
tekur sum sagt 250 litrar av
vatni, sum heldur sær heitt,
meðan ein vanlig oljufýring
bert tekur 100 litrar og skal
regulerast, tá hon er tóm og
kalt vatn kemur í, slær
Jógvan Thomsen fast.
Sostatt er fyrimunurin
við hesum hátti, at nøgdin
av heitum vatni fyrst og
fremst er størri enn áður, og
at tað tískil ikki er neyðugt
at regulera og hava eyguni
við skipanini, sum neyðugt
er við vanligari oljufýring.
- Eg havi stórt sæð ikki
gjørt nakað við tangan ella
sólfangararnar, síðani eg
setti teir upp í mars 2001,
og um 10 ár skuldi hesin
háttur eisini loyst seg fíggj-
arliga. Tað er bert á hávetri,
at skipanin ikki hevur tann
stóra vinningin, sigur borg-
arstjórin í Nólsoy at enda.
Kommunurnar áhugaðar í sólhitaskipanum
Borgarstjórin í Nólsoy:
Framleiðir sólorku til egið húsarhald
- Tað var meiri ella minni av tilvildarligum orsøkum, at eg kom
fram á nakrar sólfangarar á alnótini, og eftir at hava rindað
18.000 krónur fyri teir, fær húsarhaldið í dag hita gjøgnum
sólorku, sum bæði er bíligari og betri, sigur Jógvan Thomsen,
borgarstjóri í Nólsoy
Hesir eru sólfangararnir á húsunum hjá borgarstjóranum í
Nólsoy, Jógvan Thomsen. - Við sólfangarunum fái eg heitt vatn
í kranarnar, og um eini 10 ári skuldi tað eisini loyst seg
fíggjarliga, umframt at talan er um støðugari orkuframleiðslu,
sigur Jógvan Thomsen
Innrás av sendiharrum
Í hesum døgum vitja
ikki færri enn 25
sendiharrar úr lond-
um kring allan heim-
in. Hetta er helst
fyrstu ferð, at flestu
ráðharrarnir vitja í
Føroyum. Á ferðini er
mangt og hvat á
skránni, og leygar-
dagin gongur so
leiðin úr aftur
Føroyum
SENDIHARRAVITJAN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Teir 25 sendiharrarnir, sum
nú eru komnir til Føroya,
koma úr øllum herðashorn-
um
í
heiminum.
Úr
Swazilandi,
Noregi,
Kekkia, Hollandi, Make-
donina, Portugal, Kroatia,
Finnlandi, Litavia, Japan,
Póllandi,
Suður-Afrika,
Lesotho, Estlandi, Franka-
ríki, Korea, Írlandi, Sveits,
Kina, Ungarn, India, Eyst-
urríki, Kuba, Libya og
Avstralia.
Út frá hesum yvirlitinum
at døma er valla nakar ivi
um, at her er talan um eitt
sera
breitt
lið
av
sendiharrum, sum røkka
yvir so gott sum allan
heimin.
Millum aðrir er eisini
litaviski
sendiharrin
í
Føroyum. Og Føroyar skulu
jú spæla landsdyst móti júst
Litavia
mikukvøldið
á
Svangaskarði.
Skráin fyri vitjanina hjá
sendiharrunum býður upp á
mangt áhugavert. Og hóast
vit eru komin út í septem-
ber, so kann ikki sigast ann-
að, enn at tey higartil hava
verið heppin í veðrinum.
Tøtt skrá
Týsdagin vitjaðu tey Tinga-
nes, har tey fingu søguliga
partin frágreiddan, síðani
vitjaðu tey Løgtingið og
løgmann, Anfinn Kalls-
berg, Tórshavnar Býráð og
Listaskálan. Alt hetta varð
gjørt fyrrapartin, so skráin
má sigast at vera tøtt hjá
teimum.
Landsbankin
bjóðaði
teimum síðani døgurða, har
Sigurd
Poulsen,
lands-
bankastjóri, síðani helt ein
fyrilestur um búskap, hand-
il og ídnaðin her á landi.
Seinnapartin
týsdagin
gekk leiðin fyrst á Fróð-
skaparsetrið,
síðani
til
Náttúrugripasavnið
og
Fiskirannsóknarstovuna.
Um kvøldið var Anfinn
Kallsberg vertur við ein
døgurða á Platform.
Í dag er ferðaliðið í
Klaksvík, har tey millum
annað vitja Christianskirkj-
una, nýggja kryvjivirkið og
býráði. Klaksvíkar býráð
bjóðar eisini til ábit á Hotel
Norð á Viðareiði. Leiðin
gongur úr aftur Klaksvík
seinnapartin klokkan trý.
Tá fara tey til Gøtu at vitja
Tøting.
Komin aftur til høvuðs-
staðin gongur leiðin til
Fornminnissavnið, áðrenn
tey at eta saman við ríkis-
umboðskvinnuni,
Birgit
Kleis.
Morgindagurin fer mill-
um annað við eini vitjan til
Kirkjubøar og á Fiska-
søluni.
Seinnapartin fáa sendi-
ráðharrarnir høvi til at fara
runt sjálvi. Tá er skráin
liðug, og tað allarseinasta á
skránni hjá teimum er ein
døgurði á hotel Føroyum
um kvøldið.
Ferðalagið fer av aftur
landinum leygarmorgunin.
Nógv týðir uppá, at
teknisku trupulleik-
arnir hjá Sjónvarpi
Føroya nú hava fingið
fylgjur fyri tekniska
stjóran, Dávur Isfeldt
STARV
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Sosialurin hevur frætt frá
sera álítandi keldum, at
tekniski stjórin í Sjónvarpi
Føroya, Dávur Isfeldt, er
farin úr starvinum. Hetta
vildi
sjónvarpsstjórin,
Mikkjal Helmsdal, tó ikki
váttað.
– Eg havi onga viðmerk-
ing til hatta beint nú, var
einasta
svar
Sosialurin
fekk, tá roynt varð at fáa
tíðindini váttað ella av-
sannað. Sjónvarpsstjórin
vildi ikki gera nakra við-
merking til nakað sum helst
hesum viðvíkjandi.
Um so er, at tíðindini eru
sonn, so kann gangast út
frá, at hetta er ein beinleið-
is avleiðing av brølaranum
hjá Sjónvarpi Føroya í sam-
bandi við dystin leygar-
dagin í millum Skotlandi
og Føroyar. Tá føroyingar
bert sóu brot av dystinum í
sjónvarpinum.
Men sum sagt so eru hesi
tíðindi ikki váttað enn, men
nógv bendir á, at tey eru
sonn.
Ikki færri enn 25 sendiharra vitja í hesum døgum í Føroyum. Her eru tey avmyndað, tá tey stukku inn á gólvið hjá Tórshavnar Býráð
Mynd: Jens Kr. Vang
Svartur skermur kostar starvið
C
M
Y
K
5
4