Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 170 - 10. september 2003 Nr. 170 - 10. september 2003 7 Almannastovan hevur nú gjørt eitt sosialt Føroyakort, har tað sæst, hvussu útreiðslurnar hjá almannaverkinum eru býttar sundur ímillum tey ymsu økini í landinum SOSIALT FØROYA- KORT Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Almannastovan hevur nú gjørt eitt sosialt føroyakort. Hetta er eitt føroyakort, sum vísir, hvussu útreiðsl- urnar hjá almannaverkinum býta seg sundur ímillum tey ymsu økini í landinum. Í talvunum sæst eisini, hvussu útreiðslurnar eru eftir fólkatalinum í teimum ymsu økjunum. Almannastovan hevur gjørt hetta kortið sum eitt lið í royndunum at lýsa virksemið hjá Almanna- stovuni. Men hon hevur ikki gjørt kanningar sum vísa, hvussu tað ber til, at útreiðslurnar býta seg soleiðis sundur ímillum tey ymsu økini, sum tær gera. Sum tað sæst, er tað yvir- Arbeiðsgongdin á Almannastovuni verður nú kollvelt fyri at gera tænastuna betri ALMANNASTOVAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Almannastovan skal nærri borgaranum. Hetta er herrópið, nú Al- mannastovan er farin undir at kollvelta arbeiðsgongd- ina. Er tað nakar almennur stovnur, sum hevur borið orð fyri at virka illa, er tað júst Almannastovan og endamálið við at leggja arbeiðsgongdina um, er júst fyri at kunna veita eina betri tænastu. Og leiðslan á Almanna- stovuni hevur vónir um, at tá ið bygnaðarbroytingar- nar eru lidnar, fer borgarin eisini at føla tað soleiðis, at tænastan á Almannastovuni er nógv batnað. Seinastu tíðina hevur Almannastovan ferðast kring landið, har hon hevur greitt barnaverndarlimum, pedagokum, lærarum, kommunustýrislimum og annars øllum, sum reglu- liga samskifta við stovnin, frá teimum broytingum, sum eru í ferð við at verða settar í verk. Men tað er eisini eitt stórt tiltak at umskipa arbeiðs- gongdina á Almanna- stovuni, tí virksemið er so umfatandi. Portrið til Almannastovuna verður víðari Í 2002 hevði Almannastovan 10.696 viðskiftafólk.Talvan vísir, at í Streymoy eru 4.608 viðskiftafólk og tað er 43% av teimum viðskiftafólkum, sum Almannastovan hevur. Sostatt eru streymoyingar eitt sindur undirumboðaðir, tí teir hava 45% av fólkatalinum. Hinvegin hevur Almannastovan 1.428 viðskiftafólk og tað er meiri enn tað "átti" at verið eftir fólkatalinum, tí tað búgva bara 11% av føroyingum í Suðuroy. Talvan vísir, at úti um landið hevur Almannastovan lutfalsliga nógv viðskiftafólk, men inni á meginøkinum eru tey lutfalsliga færri Tað sosiala Føroyakortið høvur soleiðis, at í mið- staðarøkinum eru útreiðsl- urnar hjá almannaverkinum lutfalsliga minni eftir fólkatalinum, men úti um landið eru útreiðslurnar lutfalsliga størri. Umframt talvurnar á hesum síðunum kann upp- lýsast, at Almannastovan hevur 47 fólk í vardum størvum. Av teimum eru 57% menn og 43% kvinn- ur. Men tað sæst eisini, at heilir 64% av teimum, sum hava fólk í vardum størvum eru almenn arbeiðspláss og bara 36% eru privatir arbeiðsgevarar. Greiningarnar hjá Al- mannstovuni vísa eisini, at tilsamans eru 94 fólk í endurbúgving og har er nógv tann størsti parturin í Suðurstreymoy. 75 kvinnur fáa fyribils- hjálp vegna barnsburð og 114 fólk fáa samsýning fyri at ansa óhjálpnum heima. Eisini her ger tað seg gald- andi, at eftir fólkatalinum eru tað lutfalsliga fá í Suðurorstreymoy, sum fáa hesa veitingina, men úti um landið eru tey fleiri. – Almannastovan umsitur meiri enn ein triðing av landsins fíggjarlóg. Hon betalir 800 milliónir um árið í ymsum veitingum og hon hevur ikki færri enn eini 10.000 viðskiftafólk, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almanna- stovuni. Sostatt eru tað ógvuliga fá húski, sum Almanna- stovan ikki hevur samband við onkusvegna, ella sum í misnta lagi kenna okkurt viðskiftafólk hjá Almanna- stovuni. Vit hava fingið hana at greiða okkum frá í stuttum um tær broytingar, sum verða gjørdar á Almanna- stovuni í hesum døgum. Portrið til Almanna- stovuna víðari Hon sigur, at Almanna- stovan hevur fýra økis- deildir kring landið. Ein deild er í Norðoyggjum, har fýra størv eru, ein deild er í Eysturoy við átta størvum, ein deild er í Streymoy við 11 fólkum og ein deild er í Suðuroy við fýra fólkum. Sostatt arbeiða 27 fólk á økisdeildunum hjá Al- mannastovuni. Tó skal leggjast afturat, at allar deildirnar eru ikki heilt fullmannaðar í løtuni. Men afturat hesum koma so sjálvsagt tey, sum arbeiða á høvuðssætinum hjá Almannastovuni, ið er í sama húsið sum økisdeildin fyri Streymoy. Higartil hevur arbeiðið verið skipað soleiðis, at økisdeildirnar hava havt avmarkaðar heimildir, men tað er nú broytt. – Tær ymsu økisdeildir- nar hava fingið øktar heimildir til at avgreiða mál, sigur Petra Johnsdóttir Joensen. – Higartil hevur tað verið so, at næstan øll mál, sum verða send Almannastov- uni, hava verið avgreidd í Havn. Men hereftir verður tað so, at tey allarflestu málini verða avgreitt úti á økisdeildunum. Sostatt vera tað bara teir størstu og mest samansettu trupul- leikarnir, sum økisdeildin ikki kann avgreiða – Hereftir skulu við- skiftafólk okkara sostatt altíð venda sær til sína egnu økisdeild, tá ið tey hava ørindi til Almannastovuna. – Antin avgreiðir økis- deildin so sjálv málið, ella hon beinir tað víðari, tá ið talan um størri mál. Higartil hevur tað verið so, at hvørt einstakt starvs- fólk á Almannastovuni hev- ur havt eitt ávíst tal av p- tølum undir sær at umsita. – Hetta verður nú broytt, so at starvsfólkini arbeiða í smáum toymum, sum um- sita heil øki. Almannastov- an hevur skipað trý toymi, eitt barnaforsorgartoymi, eitt brektoymi og eitt arbeiðsmarknaðartoymi. – Hvørt toymi umsitur sostatt eitt heilt økið. Tað merkir so fyri brúkaran, at hann eigur altíð at fáa svar uppá teir spurningar, hann hevur. Men er talan um ein truplan spurning er sjálv- sagt ikki altíð, at svarið kann gevast uppá standandi fót. Tænastan til tann ein- staka brúkaran er sostatt ikki longur tengt at, um eitt ávíst starvsfólk er til arbeiðis ella ikki. – At tað verða fleiri fólk á Almannastovuni, sum ar- beiða við sama málið, átti at ført við sær, at tað skuldi borið til at givið skjótari svar, enn tað oftani ber til at gera nú. – Men hetta merkir so eisini, at tann einstaki brúkarin kann so heldur ikki spyrja eftir ávísum starvsfólkum, sigur stjórin á Almannastovuni. Hesi toymini eru eisini landsumfatandi og í teim- um er servitanin innan tey ymsu økini savnað. Mál, sum eru so trupul og umfatandi, at økisdeildin ikki sjálv kann taka støðu til tey, verða so send víðari til heis toymini at viðgera. Men viðgerðin skal fara fram úti á økisdeildunum . Petra Johnsdóttir Joensen sigur, at ætlanin er at hesi trý toymini regluliga skulu fara út á økisdeildirnar at halda fundir og at avgreiða tey mál, sum liggja. Hvussu ofta tað verður, veldst um, hvussu ofta tað ber til við teirri manning, Almanna- stovan hevur. – Okkurt toymið hevur verið úti á hvørjari deild einaferð, tvær ferðir um vikuna, men í onkrum før- um kann tað verða aðru- hvørja viku. Hon leggur afturat, at í sambandi við bygnaðar- broytingarnar, hava øll starvsfólkini á almanna- stovuni verið til eftirút- búgvingar fyri at kunna átaka sær nýggju avbjóð- ingina. Tað hevur oftani verið víst á, at almannastovan er so illa mannað og at tað er ein orsøk til, at avgreiðslu- tíðin hevur verið nakað long. Fer hetta at bøta um støðuna? – Tað er eyðsæð, at manningin er ikki stór afturímóti tí sera stóra og umfatandi arbeiðsøkið, vit hava. Men Tað, sum vit gjørt, er at umskipa okkum sum best við teirri mann- ing, vit hava, er tað einasta, stjórin vil siga um mann- ingarspurningin. Sum eitt lið í at bøta um tænastuna, er Almanna- stovan eisini frá 1. sep- tember farin at svara telefonini hvønn dag frá klokkan 9-15 og tað er væl longri enn higartil. Talva 2 er yvir fólka- pensjónina. 5926 fólk fingu fólka- pensjón í fjør. Úti um landið eru lutfalsliga nógvir pensjónistar Hendan talvan vísir, at 2132 fingu fyritíðarpensj ón í fjør. Eisini her er sæst, at tað er lutfalsliga nógvir pensjonistar summa staðni úti um landið Eftir tølunum frá Almannastovuni fingu 261 kvinnur fyribilshjálp vegna væntandi barnaansing. Nógv tær flestu eru í Suðurstreymoy Í fjør fingu 252 fólk fyribilshjálp vegna sjúku. Her er talan um lutfalsliga nógv fólk í Suðuroy og í Sandoy Í fjør fingu 395 fyribils- hjálp vegna arbeiðsloysi. Her eru lutfalsliga nógv í Suðuroy og í Suður- streymoy Í fjør fingu 501 fólk veitingar vgna brekað barn. C M Y K 7 6