mikudagur 10. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 170 - 10. september 2003
Nr. 170 - 10. september 2003
9
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í dag sneiðir ein kendur
havnarborgari,
mynda-
høggarin Janus Kamban,
um sína nítiáranøv. Janus er
føddur og uppvaksin í
Havn, men ættartræðrir
bera við bygdamentanina,
einamest í Skúgvi og
Sandoynni. Pápi hansara,
Hanus Kamban, var borin
til garðin Úti í Stovu í
Skúgvi. Men hann fekk sær
læraraútbúgving, læt festið
frá sær og virkaði sum
lærari í Havn í næstan
fjøruti ár. Mamma Janusar
var Maria Ziska, ættað úr
húsunum í Dali yviri á Kák
í Havn.
Ein av okkara rithøvund-
um, Oddvør Johansen, hev-
ur sagt um Havnina, at hon
er ein morgunbýur. Oddvør
hevur vissuliga rætt, men
Havnin er - og var - so
mangt annað, ein ævintýr-
býur, ein staður, ið kveikir
útlongsul, eitt paradís fyri
reikandi
óvitar.
Janus
mundi tíðliga nema hetta
býarins hugrák, ið bæði var
heimligt og horvdi úteftir.
Tey hjá Kamban fluttu ofta
og búðu í hansara barndómi
m.a. Úti í Grønlandi, í
Arnes Minde á Kirkjuvegi,
úti á Sjómannsskúlanum og
í ættarhúsunum heima í
Dali. Janus gjørdist mein-
kunnugur við Havnina,
staðin og fólkið. Men hans-
ara barnaheim var eisini
tilhald hjá kenningum og
skyldfólki, einamest úr
Skúgvi og Húsavík, sum
bóru við sær eina øðrvísi og
eldri mentan, ramligan
málburð, ovfara- og innan-
kæti,
vitan
um
seyð,
streym, kvøðing og pá-
trúgv.
Tað sást tíðliga, at Janus
hevði gávur at tekna og ans
fyri perspektivi. Ein av
hansara lærarum í real-
skúlanum, Rikard Long,
gav hansara evnum gætur
og helt honum til. Uppaftur
størri týdning fekk tað, at
Gudmund Hentze, kendur
listamaður og bókprenta-
skrýðari, ávirkaður av m.a.
Jugendstíli, kom til Føroya
í 1930. Gudmund, ið var
ættaður úr Uttarstovu á
Sandi og kendur við tey hjá
Kamban, eggjaði Janusi til
at fara tann listarliga vegin.
Úrslitið var, at Janus, á
sínum seytjan ára føðingar-
degi, sigldi til Keypmanna-
havnar. Janus ætlaði upp-
runaliga at gerast lista-
málari. Men í 1932 legði
hann á annan bógv, søkti
inn á myndhøggaraskúlan
hjá Listarakademinum og
varð tikin inn sum næm-
ingur hjá Einari Utzon-
Frank, professara. Eftir fýra
ára læru byrjaði Janus sum
yrkislistamaður. Hansara
fyrsta verk varð sýnt fram á
Charlottenborg í 1936, og
hann sýndi fyrstu ferð fram
í Føroyum í 1937.
Janus Kamban kom heim
til Føroya stutt eftir kríggið,
fyrst í august 1945, við
ferðamannaskipinum "Aar-
hus" hjá DFDS. Hann búði
fyrst í heiminum í Jónas
Broncksgøtu
og
hevði
atelier í einari av her-
mannabarakkunum
við
Bókbindaragøtu.
Seinni
helt hann til í teimum
gomlu húsunum í Dali (á
Kák), og eitt skifti á
Mýruni (í Kielarkanalini),
til hann í 1970 flutti inn í
húsini á Dalatrønni, har
hann síðani hevur búð og
virkað.
Janus hoyrir til ættarliðið
av føroyskum andsmenn-
um, sum fór til verka beint
eftir kríggið. Grundsjón-
armiðið hjá hesum fólkum
var, at Føroyar - sum sjálv-
støðug tjóð - hevði brúk
fyri gransking, vísindum og
list á altjóða støði. Tey
bygdu samsvarandi hesi
hugsan upp stovnar, sum í
dag eru týðandi partar av
okkara andligu yvirtrom -
eitt nú jarðfrøði- og forn-
frøðistovnin, Listaskálan,
Fróðskaparsetrið. Mong í
hesum ættarliði, og ikki
minst Janus, virkaðu heil-
hugað fyri, at Føroyar
gjørdust sjálvstøðugt ríki.
Um Janus er haraftrat at
siga, at hann hugmynda-
frøðiliga var, og er, sosial-
istur.
Hugsar ein um tey verk,
sum Janus hevur lagt eftir
seg, er kanska vert at minna
á, at dygg listarlig skapan
ikki bara veitir gleði, men
eisini - fyri mong - er eitt
slag av uppaling, ið veksur
um førleikan at síggja og
sum frá líður hækkar
hyggjarans krøv. Havnin er
broytt, síðan Janusar høgg-
mynd Móðurmálið varð sett
upp á Debesartrøð í 1948,
og borgarans fagurfrøði
ivaleyst hvest. Tann, sum í
dag spákar eftir Áarveg-
num, steðgar við tað nýggja
Vertshúsið og hyggur yvir
móti Gamla Kommunu-
skúla, følir sum eitt lop av
frøi, so stílrein og fyndug
relieffmyndin av Søgu-
manninum dagar á tí gula
flatanum. Sama gleðihvøkk
vekja onnur av Janusar
verkum - Hann blakar upp,
Tróndur gamli, Maður við
fiskateggjum
og - ikki
minst - Stígum fast, ið er
sum ein føroysk heilsan til
ta
griksku
songdísina
Terpsichore, og har exstasis
- lekjandi sjálvgloymska í
frásøgn, dramatiskum leiki
og dansi - vellir sigursæl,
sprækin og núkveikin úr tí
deyða leirinum.
Ein táttur í Janusar list, ið
sum heild er lítið eftirgá-
aður, er hansara áhugi fyri
okkara ferføttu, floygdu
ella svimjandi medskapn-
ingum. Menniskjans roynd
at lýsa dýrini er fyrndar-
gomul - hugsa bara um
oksarnar í Lasceaux, ross-
ini á Alexandermosaikkin-
um, hundarnar hjá Verone-
se, ketturnar hjá Manet,
verk eftir Tizian, Velas-
quez, Hogarth ella Henry
Moore.
Janus
Kamban
smæðir seg ikki burtur í
hesum liði. Hann hevur í
prentum,
skurðum
og
høggmyndum
avmyndað
hval, fisk, seyð, neyt, hund,
stara, lomviga, æðu, súlu,
likku. Merkisverdast eru
hansara myndir av seyði.
Ein sær seyð kroka aftur
undir klettum, kennir ein
merkiligan samhuga við
teirra tigandi hugna og spyr
kanska seg sjálvan, í hvønn
mun menniskjan megnar at
nærkast, ella fata, henda
talandi og orðleysa fremm-
andleika. Ein sær tvílembu,
ið beint hevur lembt, annað
lambið er komið á føtur,
hitt er ikki enn støðuført,
eftirburðurin er ikki loysn-
aður, og ravnurin sveimar
forvitin, og grammur, yvir
tindunum.
Um
Janusar
høggmyndir av seyði - t.d.
Tvílemba, Ær, Drongur
tekur seyð - er at siga, at tær
bera boð um bæði neyva
eygleiðing og stóran eym-
leika og eru kanska millum
tað besta, hann hevur skapt.
Hesin partur av hansara
verki eigur at tryggja hon-
um sess á tí listarliga
heimskortinum.
Hendur og nev eru ym-
isk. Hvørt listafólk skapar
eftir egnum fyritreytum.
Hjá mongum er alt lív ein
ferð - fram ímóti einum
stavnhaldi, sum bara dul-
vitið hómar. Thomas Mann,
William Heinesen, Karen
Blixen vóru orðarík, Kafka
og Borges orðfáir. Um
Janusar list skrivar Broby-
Johansen, at hon minnir um
"tann fáorðaða, evnistætta
frásøguháttin í fornsøg-
unum".
Kanska
hevur
henda stevna - einfeldi,
fynd, stílførd elegansa - búð
djúpt í Janusar huga. Í
nøkrum verkum, kanska
serliga frá seinni tíðum,
nærkast Janus hesum máli.
Eitt dømi er tekning av ær
við lambi. Fimm einfaldar
strikur mynda alla søguna:
móður umsorgan, lambið,
ið sýgur, ein ringur av eym-
leika, kanska ein ternu-
snertur. Hetta er, sum ein av
Janusar starvsbrøðrum tók
til, eitt haiku í myndlist.
Mangt annað kundi ein
trivið í á hesum merkisdegi.
Men tað fer at bíða. Um
Janusar list hava m.a. Bárð-
ur Jákupsson og áður-
nevndi Broby skrivað. Tað
drúgvastu og bestu við-
gerðina finna vit í bókini
JANUS
KAMBAN
eftir
Gunnar Hoydal, sum Lista-
savn Føroya gav út í 1995.
Hjartaliga tillukku við
degnum.
Hanus
JANUS KAMBAN NÍTI ÁR
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Anfinn Nielsen 50
ár
Í dag, mikudagin 10. sep-
tember, fyllir Anfinn Niel-
sen, kanska betur kendur
sum Anfinn & Co., 50 ár.
Anfinn Nielsen er føddur
og uppvaksin í Klaksvík og
fór sum so mangur annar til
skips longu sum 13 ára
gamal. Tað var eisini um-
borð á fiskiskipum, at hann
gjørdist kendur so at siga, tí
tað var nevniliga umborð,
at flestu av sangum hansara
sóu dagsins ljós. Longu í
1972 yrkti hann sín fyrsta
sang, "Sundaberg", um
skipið, ið gekk burtur. Sum
kunnugt
bjargaðist
øll
manningin,
men
sjálv
hendingin setti seg fasta í
huganum
hjá
Anfinni.
Seinni kom so sangurin "Í
skúri" (1985), sum Science
Fiction innspældi. Og í
1988 gav Anfinn so sítt
fyrsta
band
út.
Hetta
nevndist "Hví". Tað er á
hesum bandinum at fram-
úrskarandi
landaplágan
"Lítli fuglur" er at finna.
Bandið seldi meiri enn
5.000 eintøk. Tá tú sigur A,
mást tú eisini siga B, so tá
Anfinn hevði sagt Hví, var
tað heilt náttúrligt eisini at
siga "Tí". Og soleiðis
nevndist
eisini
seinna
bandið, sum hann gav út.
Anfinn Nielsen hevur
verið sjómaður alt sítt lív.
Sum nevnt fór hann til
skips longu sum 13 ára
gamal, og hann siglir fram-
vegis. Í 1985 fór hann niður
í Eystursjógvin at sigla, og
trý ár seinni, í 1988, flutti
hann til Bornholm at
búgva. Har sigldi hann
heilt fram til í fjør, tá hann
vendi nøsini heim aftur til
Føroya. Anfinn er nú kokk-
ur umborð á Hallarkletti.
Á eini av ferðum sínum
at vitja heima aftur hitti
hann Evy Toftegaard úr
Fuglafirði, og tað rann
saman teirra millum. Tey
blivu gift í 1990, og brúd-
leypið gjørdist landakent,
tá tey blivu "burturflutt" at
sigla í seingini hjá Jóannes
Andreasen. Hendingin varð
umrødd á forsíðunum í
føroysku bløðunum.
1. august í fjør fluttu
Anfinn og Evy sum nevnt
aftur til Føroya og valdu tey
at búseta seg í Nólsoy, har
tey trívast ógvuliga væl.
Tey eiga tvey børn, Jákup,
7 og Bjørg, 5. Anfinn eigur
annars vaksnan son, Bogi.
Dagurin verður hildin í
Royndarhúsinum í Nólsoy
leygardagin 13. september.
Frá 31. august til 25. sep-
tember 2003 hevur Fanny
Karbech Mouritsen máln-
ingaframsýning í Føroya-
húsinum í Keypmanna-
havn.
Fanny er úr Havn, dóttir
Marin, f. Jacobsen, og
Gunnar Karbech Mourit-
sen, Gunnar í Snikkara-
stovu, málarameistara, í
Havn.
Fanny flutti til Dan-
markar fyri sjey árum síð-
an. Hon býr í Sindal í
Norðurjútlandi. Tað eru
fýra ár, síðan hon byrjaði at
mála, og hevur hon fyrr
havt framsýningar í Sindal
og Hirtshals. Fanny sigur,
at møguliga liggur tað til
familjuna
at
mála,
tí
mamma hennara var systk-
inabarn til bæði William
Heinesen og Bent Restorff,
sum báðir vóru kendir
listamenn. Pápi hennara
dugdi eisini væl at mála
málningar, men var ikki við
á nakrari framsýning.
Fanny hevur 14 máln-
ingar á framsýningini í Før-
oyahúsinum, myndaevnini
eru sera ymisk, sum t.d.
blómur, lomvigar og Risin
og Kellingin, sum henni
sjálvari dámar best. Sam-
stundis hevur amerikan-
arin, Henry Fr. M. Meise-
les, lærari á universitet-
inum í Keypmannahavn,
sum býr á Amager, eisini
eina málningaframsýning í
Føroyahúsinum.
Henry
hevur verið í Føroyum og
fleiri av myndaevnunum
eru føroysk. Tilsamans eru
umleið 28 málningar á
framsýningini.
Opið er hvønn gerand-
isdag millum kl. 14 og 19.
Fanny Karbech Mouritsen
framsýning í Føroyahúsinum
Fanny Karbech Mouritsen
hevur málningaframsýning í
Føroyahúsinum í Keyp-
mannahavn frá 31. august til
25. september 2003
Dagurin
10. september. Burchhardt, deyður í umleið 754. Munkur úr Wessex í Onglandi. Fór seinni sum trúboði til Galliu
og endaði sum biskupur í Würtzburg í Týsklandi.
Studentsprógv
David Arge Klevang Pedersen hevur í summar 2003
lokið studentsprógv á Avedøre Gymnasium. David
er sonur Gunnleyg Mariu Arge og Børge Klevang
Pedersen. Komandi ár fer David á musikkskúla og
møguliga seinni á konservatorium.
Tríggir av málningunum, sum Fanny sýnir fram í
Føroyahúsinum, ovast: Blómtyssi, í miðjuni:
Lomvigar, niðast: Risin og Kellingin
C
M
Y
K
9
8