mikudagur 10. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 170 - 10. september 2003
Nr. 170 - 10. september 2003
11
Ein av okkara størstu listamonnum, Janus Kamban,
myndahøggari, fyllir 90 ár í dag. Janus Kamban er í
mangar mátar ein ímynd av føroyskari list. Hann er
millum teir fyrstu føroyingarnar, sum fáa sær útbúgving
sum listaamaður. Hann var í mong ár við til at fyrireika og
heingja upp ólavsøkuframsýningarnar, sum tá var stóra
árliga hendingin innan føroyska list. Í eitt langt áramál var
Janus eisini fyristøðumaður í Listaskálanum, eftir at tað
var eydnast Listafelagnum at reisa skálan í Gundadali í
1970.
Samstundis sum hann samskipaði, fyrireikaði og líkasum
var umboðsmaður fyri føroyska list, skapti hann listar-
verk, stór listarverk, sum prýða veggir, skjøldrar, garðar
og fríøki. Nøkur eru stór og monumental verk, og onnur
fella friðarliga inn í vegg ella tað umhvørvi, tey eru sett í.
Men alt eru stór listaverk í skapi og rúmd. Summi hava
nakað klassiskt og stórbart yvir sær. Tey sýna heildir og
fara ikki í smálutir, eru meistarlig og fullfíggjað í formi og
skapi og sýna kanska ikki tær nógvu kenslurnar. Onnur
eru meira lítillátin og eru ofta tikin úr dagliga lívi
føroyingsins. Tey árini, Janus var í Danmark í 30-árunum,
vóru byltingarár, og hann er ávirkaður av tí sosial-
realistiska rákinum, sum tá var.
Høvuðsverkið hjá Janusi er óivað minnisvarðin, Móður-
málið, reistur til minnis um faðirin at føroyska skrift-
málinum, W.U. Hammersheimb, undir gamla Landsbóka-
savninum um tað mundið, tá skriftmálið var 100 ár. Varðin
varð avdúkaður í 1948 og røðuna helt Janus Djurhuus.
Eftir mynd frá hátíðarhaldinum at døma hevur hetta verið
stórhending, sum kanska ikki er so løgið, tí tá vóru
føroysku listaverkini, sum prýddu veggir og fríøki fá ella
eingi. Eitt annað stórverk er Søgumaðurin á eystur-
skjøldrinum á Kommunuskúlanum í Havn. Eitt triðja er
minnisvarðin yvir skaldið Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík.
Men umframt mongu verkini úr gróti, gipsi og øðrum
evnunum, stoypt í bronsu, hevur Janus gjørt mong smærri
grafisk verk. Hann hevur skorið nógv úr linoleum. Og
hesi prentini, sum sýna krokandi seyðir, bátar og fólk á
støðni, útróðrarbatin á ferð oman gjøgnum fjørðin, skip og
bátar við bryggju, fuglar og skiftandi skýrák, eru kanska
tey mest fólkakæru í list Janusar. Tað eru tey, sum eru at
síggja í føroysku heimunum.
Ídag eru eisini 73 ár síðani, at tann 17 ára gamli havnar-
drongurin fór til Keypmannahavnar á listaskúla, har hann
skuldi læra at tekna og mála, áðrenn hann søkti inn á
myndhøggaraskúlan á Kunstakademinum. Ì Keypmanna-
havn var hann - eitt ár undantikið - til eftir krígslok, tá
hann kom heim aftur og gjørdist partur í tí listarliga um-
hvørvinum, sum tá tók seg upp.
Janus hevur ikki bara talað gjøgnum verk síni. Hann hevur
sagt sína hugsan í skrivt um bæði æstetisk og politisk
viðurskifti. Hann hevur talað at, tá virði eru farin fyri
skeyti, og mælt til aðrar loysnir á sínum vælstoypta og
vitborna máli. Politiskt hevur hann verið á vinstraveingi,
og hann hevur frá fyrsta degi talað ímóti útlendska
hervaldinum her á landi. Sum listarmaður hevur hann
høgt seg inn í føroyska listaheimin, og verkini kring
landið fara at minna fólkið, sum her býr, um ein góðan
listarmann og fyrsta veruliga myndhøggaran her á landi.
Listarverk, sum vit takka honum fyri. Hjartaliga tillukku
og alt tað besta!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Listarmaður níti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Listafelag Føroya
Listasavn Føroya
Janus Kamban er miðdepil-
in í føroyskari myndandi
list eftir seinna seinna
heimsbardaga. Hann skip-
aði fyri framsýningum,
eggjaði øðrum til, var veg-
leiðarin og álitið hjá heilum
ættarliði av listafólki í
Føroyum, í nógv ár fyri-
støðumaður fyri Listaskál-
an. Har hann var uppií,
kundi tú vera tryggur, har
var alt í góðum hondum.
Hann setti stór krøv og var
tað kritiska eygað í øllum
arbeiði. Við hann bar ikki
til at káva útyvir og tingast
um listaliga dygd. Hann
segði altíð sína hugsan
klárt og beinrakið, men
samstundis høviskliga.
Í øllum verkum sínum
hevur Janus leitað eftir
skapi, sum er sterkt og
einfalt í senn. Hansara
myndevni fram um annað
er tað vanliga fólkið og
gerandislív tess, lítillátað
og uttan nakran háva, kort-
ini við duldari megi og
stórari fynd. Hansara verk
er úrslit av drúgvum og
áhaldandi vilja at finna inn
til tað, sum er føroysk
roynd og kensla og at bera
tað fram í myndum loystum
úr tíð.
Á hansara 90 ára degi
takka vit Janusi fyri hans-
ara stóra og áhaldandi ar-
beiði føroyskari list at
frama.
Rúni Hentze
Eftir at nakað av skriving
hevur verið í bløðunum um
læknaviðurskiftini í Sand-
oynni, hevur Bill Justinus-
sen tikið samanum og latið
okkum vita, hvørjar ætlanir
hann hevur um at loysa
trupulleikan. Nú eru hans-
ara ætlanir ikki ókendar,
tær komu til sjóndar í løg-
mansrøðuni. Hóast víst var
á, at fólkið her suðuri ikki
fór at góðtaka hesa ætlan,
tykist ikki sum landsstýris-
maðurin ætlar at broyta
kós.
Samfelagið er útbygt á
øllum økjum hesi seinastu
árini. Heilsuverkið er nógv
útbygt, og ætlanir eru um
støðugar útbyggingar kom-
andi árini. Men á einum øki
ætlar landsstýrismaðurin at
fara hinvegin og um ikki
niðurleggja, so í hvussu so
er skerja tænastuna mun-
andi. Í 80 ár hevur lækni
verið tøkur í oynni døgnið
runt hvønn dag í árinum,
men nú heldur landsstýris-
maðurin, at ongin lækni
nýtist at vera tøkur í økin-
um frá kl16 til kl 8 morg-
unin eftir og ei heldur í
vikuskiftinum.
Tað er ringt at taka
landsstýrismannin í álvara,
tá hann heldur at hetta
skulu fólk í Sandoynni lata
sær lynda, tí á smáu oyggj-
unum og um borð í skipi
eru heldur ongir læknar.
Hann kundi skoytt uppí, at
læknar eru heldur ikki við,
tá menn fara burtur í haga
og eru allan dagin frá hús-
um.
Nú eri eg ikki óvitandi
um, at trupulleikar hava
verið at uppihalda lækna-
tænastuna
í
Sandoynni
seinastu árini. Tvey lækna-
størv eru normerað til øki,
og trupult hevur verið at
manna hesi størv. Men fyri
tað mugu vit ikki sleppa
endanum og geva upp. Fyri
tað um støðan í løtuni er
trupul, kunnu viðurskiftini
broytast. Tað tykist eisini,
sum um man hevur læst seg
fastan í ávísar loysnir og er
bangin fyri at ganga nýggj-
ar leiðir, tí uppskotini um
loysn av málinum tróta
ikki. Á evnisfundinum hjá
útnorðurráðnum í Grøn-
landi í summar, har Bill
Justinussen eisini var til
staðar, var t.d. upplýst
hvussu íslendingar hava
loyst
trupulleikan
við
læknavaktum uttan fyri
viðtalutíð. Teir hava nevni-
liga boðið vaktina út í al-
menna lisitatión.
Loysnin
sum
Bill
Justinussen skjýtur upp (
men sum kanska ikki er
hansara egna) er ein háðan
móti fólkinum í Sandoynni.
Hevði tað kanska verið
hugsandi, at læknavaktin
hjá havnarfólki sat á Sandi?
At læknavakt er í Sand-
oynni er ikki nakað krav, so
sum Bill Justinussen førir
fram. Hetta er ein rættur
sum fólkið her suðuri hevur
havt í eini 80 ár. Og henda
rætt vilja vit sjálvandi ikki
missa,líka lítið sum vit
høvdu góðtikið at "Borð-
oyarnes" aftur varð settur í
rutu millum Skopun og
Tórshavn! Sandoyggin er
so afturútsigld á so at siga
øllum økjum, at vit hava
skyldu til at byggja upp,
heldur enn at bróta niður.
Sandoyggin og Bill Justinussen
Heilsan til
Janus
Símun Absalonsen
Í Dimmalætting frá 27. aug.
skrivar Høgni av Heiði
áhugaverdar hugleiðingar
um ævintýrið "Kejserens
nye klæder" eftir H.C.
Andersen. Hann samanber
gudstrúnna hjá menniskj-
um við nakna keisaran, har
tað góðvarna barnið sigur
teimum vaksnu sannleikan:
"Keisarin er nakin", ella í
breiðari merking "tað er
eingin Gud".
Líka síðani hetta ævin-
týrið varð skrivað í 1837
hevur bæði leikur og lærdur
roynt at tikið ævintýrið til
inntøku fyri bæði líkt og
ólíkt. Men tá eg las grein-
ina í blaðnum rann mær til
hugs, at ateisma ella gud-
loysi er eisini eitt slag av
trúgv. Henda religión hevur
eisini sínar halgidómar og
sínar heilagu lutir, ið eingin
má seta spurnartekin við, tí
so er atsóknin vís. Ein av
gudleysu trúarjáttanum er
at alheimurin er vorðin til
av sær sjálvum, at lívið av
fyrstan upprann av sær
sjálvum úr ikki lívrunnum
evnum, at kunning (in-
formatión) á gátuføran hátt
bleiv lagt inn á allar livandi
kyknur (av sær sjálvum), at
menning (evolutión) fór
fram ígjøgnum milliónir av
árum (av sær sjálvum) at alt
design í náttúrini er komið
av sær sjálvum, uttan form-
geva ella verkstjóra - alt
samalt er av reinari tilvild.
Evangeliið hjá gudloysin-
um kann kanska lýsast í
hesum orðum: -Í upphavi
var einki, síðani sprongdist
tað heila og á gátuføran hátt
upprann kosmos, og menn-
iskjað varð til av kosmisk-
ari tilvild.
Tað stendur menniskjum
frítt at seta sítt álit á ein
slíkan "keisara", men her
skal ikki so lítið av trúgv
til, og hesin "keisari" er í
eygunum á mongum hugs-
andi menniskjum bæði
hattleysur og klútaleysur.
Náttúruvísund ella
filosofi??
Í 1837, sama ár sum H.C.
Andersen skrivaði ævintýr-
ið um nakna keisaran, var
bretin Charles Darwin á
rannsóknarferð á Galapa-
gosoyggjunum
í
Kyrra
Havinum. Henda ferð gav
íblásturin til bókina "The
Origin of Species" sum
kom út í 1859 og varð út-
seld beinan vegin. Her
gevur Darwin sítt boð uppá
hvussu hann metti, at lívið
á jørðini hevur ment seg.
Hetta var eitt ástøði (teori),
sum vísindini seinni skuldu
granska. Men teoriin varð
stórliga
fagnað
beinan
vegin. Hetta var ikki fyrst
og fremst av vísundaligum
ávum, men heldur vegna
filosofiska rákið í Vestur-
heiminum. Týski filosoff-
urin Friedrich Nietzsche
(1844-1900)
leitaði
til
apurnar, tá gátan um eksi-
stentialismu skuldi loysast.
Samanuntikið kann sigast,
at heimurin var búgvin at
taka ímóti Darwin, tí tankar
hansara vóru als ikki
ókendir frammanundan. Og
darwinisma bleiv ikki fyrst
og fremst ein partur av
náttúruvísindini, men held-
ur ein partur av filosofiini.
Tann
gransking
sum
seinni fór fram var ein-
vegis. Úrslitið var fastlagt
frammanundan, nú skuldu
prógvini finnast. Ikki minst
í "svarta kassanum" skuldi
útviklingslæran prógvast.
(Alt organiskt lív er bygt
upp av kyknum, og Darwin
nevndi kyknuna "the black
box" av tí at menniskjað í
1859 hevði sera avmarkaða
vitan um hvat var í svarta
kassanum.) Darwin metti,
at tíðin fór at svara mong-
um spurningum og rætt
hevði hann. Tað er ikki
smávegis sum er komið
fram í ljósið úr svarta kass-
anum.
Uppruni til lívið - ein
herskin biti hjá
darwinismuni!
Í dag vita vit, at sjálvt "ein-
faldar" kyknur eru so fjøl-
táttaðar, skipaðar og sam-
ansettar at lívið rópar eftir
einum desingara. Alt lív
(kyknur) er bygt upp av
proteinum, sum aftur er
bygt upp av ymiskum
aminosýrum. Ein "einføld
recept uppá einfalt lív" er
henda: Í minsta lagi 400
aminosðrur skulu koblast í
eina heilt ávísa raðfylgju -
her hjálpir eingin tilvild -
fyri at skapa eitt protein. At
enda skulu í minsta lagi
124 proteinir til fyri at
mynda tað minst hugsandi
einfaldu organismuna. Men
trupuleikin er størri enn so.
Aminosðrur mynda ikki
proteinir uttan víðari. Tað
finnast
tvey
sløg
av
amonosýrum - livandi ella
deyðar. Skal ein organisma
vera livandi, eigur hon bert
at innihalda livandi "byggi-
steinar"
(L-aminosýrur).
Tað er sum at kasta krónu
og mynt 400 ferðir og fáa
krónu hvørja ferð. Hetta
skal endurtakast 124 ferðir.
Hagfrøðin
kann
rokna
møguleikan út. Møguleikin
ella lutfallið er 1 í mun til
eitt 1tal við 14.000 nullum
aftanfyri. Hesi tøl eru so
astronomisk,
at
sjálvt
garvaðir
matematikarar
missa vitið. Kendi vísunda-
maðurin Lee Spetner, ið er
professari í matematikk og
fysik frá lærda háskúlanum
í Mitchigan, og sum síðani
1964 nærum burturav hev-
ur granskað lívfrøði, sigur í
bók síni "Shattering the
Modern Theory of Evolu-
tion", at tankin um at lív er
upprunnið av sær sjálvum
er matematiskt møsn.
Men
trupuleikin
hjá
frumlívinum er størri enn
bert fysiskt design. Henda
frumkyknan hevur ongan
møguleika at menna seg
uttan kunning (DNA-in-
formatión). Og sambært
informatiónsvísindini hev-
ur øll informatión ein av-
sendara. Og hvør man hava
skrivað fyrsta forritið???
Myndir úr
telduheiminum
Í telduheiminum skilja vit
ímillum hard-ware og soft-
ware. Tú kanst hava framúr
nðmótast hard-ware (teldu-
skýggja, knappaborð, print-
ara osfr.) Men uttan soft-
ware (data-information) er
printarin ikki førur fyri at
skriva so mikið sum eitt
komma. Sama kann sigast
um alt organiskt lív á jørð-
ini.
Uttan eina vitandi kotu
ella "heila" eru allar kyknur
óvirknar.
Tá vísundini fyri 50 árum
síðani varnaðist og fór at
granska bio-informatión,
fekk darwinisman ein stór-
an forkláringstrupulleika
afturat, sum hon líka síðani
hevur runnið undan, og
dylur sum mansmorð fyri
sínum studentum (pisur eta
jú alt rátt). Darwin hevði
eina materialistiska fatan tá
talan var um upprunan til
lívið,
men
av
góðum
grundum vitsti hann einki
um
informatiónstrupul-
leikan, sum sjálvsagt ikki
letur seg forklára útfrá
materialistiskari tilvild, tí
informatión er ikki materi-
ell og samband informa-
tiónsvísindini er tað ein
náttúrulóg, at øll informa-
tión - eisini bio-informa-
tión - skal hava ein av-
sendara.
Náttúrulógir mugu lúta
fyri filosofiskari teori
Vanliga verður ein teori
vrakað, tá hon stríður ímóti
vídundaligum lógum. Hetta
er eisini logiskt. Men
evolutiónslæran
stríðir
beinleiðis ímóti fleiri vís-
indaligum lógum. Men hví
yvirlivir hon so??
Svarið er einfalt. Evo-
lutión hevur sum so einki
við vísund at gera, men er
ein filosofisk trúarjáttan.
Sum dømi um náttúru-
lógir ið beinleiðis stríða
ímóti evolutiónini kann
nevndast:
Lívfrøðin: Tað er ein
grundlóg í lívfrøðini, at
bert lívrunnin evni kunnu
umbroyta ólívrunnið evni
til lívrunnið evni. Spurn-
ingurin er tí: Hvussu er
tann fyrsta lívrunna kyknan
vorðin til???????
Alisfrøðin:
Onnur
termodynamiska lóg sigur,
at alt tilfar søkir ímóti kaos.
Men evolutiónsteoriin sigur
tað mótsatta. Munurin er
tann, at øðrumegin hevur tú
eina lóg og hinumegin
hevur tú eina teori. Men
lógin má lúta, tí teoriin er
friðhalgað í templi ateism-
unar.
Informatiónsvísund: Vís-
indini um hvussu informa-
tión verður móttikin, skrá-
sett, goymd og send víðari
byggir m.a. á lógina um, at
informatión altíð hevur ein
avsendara. Men alt organ-
iskt lív er fult av informa-
tión, sum smb. evolutións-
teoriina ikki hevur nakran
upprunaligan avsendara.
Um granskarar einaferð í
framtíðini finna útav, at
evolutión
eisini
stríðir
ímóti tyngdulógini, sum
Newton formuleraði fyri
400 árum síðani, so skuldi
tað ikki undra, um tyngdu-
lógin eisini hevði verið
noydd at givið skarvin yvir
í knæfalli fyri evolutións-
teoriini.
Hví trúgva granskarar
menningarlæruna?
Ein ørgrynna av granskar-
um hava vent menningar-
læruni bakið av vísundalig-
um orsøkum. Men kortini
er menningarlæran einaráð-
andi innan undirvísing í
stórum parti av heiminum,
og alt tað rúgvusmikla vís-
undaliga tilfar, ið mótsigur
menningarlæruni, og sum
serliga seinastu 40 árini er
komið í ljósmála verður
hildin burtur frá undir-
vísing, av eini akadem-
iskari mafiu, ið hevur tikið
definitiónsrættin uppá vís-
indini.
Men hetta hevur jú sína
orsøk. Orsøkin er eitt filo-
sofiskt hugrák "paradigm",
har øll vísundalig "prógv"
skulu
tillagast
einum
frammanundan bíløgdum
úrsliti. Tað sigur seg sjálvt,
at tá ein veik teori hevur
fingið status sum "vísunda-
liga prógvað", so fær onkur
trupuleikar,
tá
nðggjar
vísundaligar kanningar sáa
iva um teoriina. Søgan veit
um mong dømi at siga.
Um ár 500 "staðfesti"
vísundamaðurin Ptolemeus
at jørðin var fløt. Hetta var
eisini góðkend "vísund" í
1000 ár, tá Kopernikus og
Galileo ikki bert settu
spurnartekin
við
hesa
gomlu heimsmynd, men
enntá prógvaði at jørðin var
rund. Men myndin av tí
fløtu jørðini hevði skapt eitt
"paradigm", ið var vorðið
til eina filosofiska og ikki
vísundaliga
heimsmynd.
Nðggj vísundalig avrik
høvdu tí einki at siga.
Galileo og Kopernikus
fingu forboð fyri at út-
breiða sína læru, og læri-
sveinurin hjá Kopernikus,
G. Bruno varð brendur á
báli í Róm fyri sína trúgv á
tað rundu jørðina. Bæði
Galileo og Kopernikus
fingu trupuleikar við mið-
aldarkirkjuna, men sum
kristnir menn høvdu teir als
ongan teologiskan trupul-
leika av sínum vísundaligu
kanningum.
Evolutiónslæran í dag er
eisini umgyrd av einum
filosofiskum
paradigm,
sum ger, at hon er óatkomi-
lig hjá sakligari vísunda-
ligari mótstøðu. Hetta er
eisini galdandi í føroyska
fólkaskúlanum og mið-
námsskúlunum, har næm-
ingar, fyri almennar pengar
verða heilavaskaðir í apu-
teoriini, uttan at teir so
mikið sum verða kunnaðir
um tað ørgrynnu av vís-
undaligum
tilfari,
sum
beinleiðis
stríðir
ímóti
darwinismuni.
Stundum
verður sagt, at vísund bygg-
ir hesi stig:
• Observatión
• Hypotesir
• Test av hypotesum
• Niðurstøða
Viðv.
spurninginum
til
uppruna og menning av lívi
er bert ein hypotesa loyvd -
nevniliga evolutión. Alt
sum stríðir ímóti hypotes-
uni verður sáldað frá í
lærubókum, og so er niður-
støðan greið. Og hetta rópa
summi vísund.
Hugsa vit okkum sama
framferðarhátt
í
eini
humanistiskari lærugrein
sum t.d. søgu so høvdu vit
øll somul uttan at himprast
skýrt hetta sum manipula-
tión og heilavask.
Apan sum tveitti pelsin
Sambært menningarlæruna
var ein ættargrein av ap-
unum so "býtt" at hon
tveitti pelsin og vit gjørdust
eftirkomarar. Hetta var
vánalig "menning" tí ein
ílatin apa er óivað meira
"fit for survival", (fyri at
nýta orð Darwins) enn apan
uttan pels og uttan kunning
um, hvussu ein tekstil-
ídnaður kann fáast á føtur.
Uttan av fara longur út í
ættargransking kunnu vit
kortini taka samanum og
siga, at vit hava jú tveir
naknar keisarar frá 1837.
Annar er úr ævintðrinum
hjá H.C. Andersen og hin er
"skyldfólk" okkara - tær
pelsleysu
apurnar
frá
Galapagosoyggjunum - ið
er ein karikaturur av filo-
sofiska ævintýrinum um
evolutiónsteoriina.
Nei álvaratos! Trúgvin á
ein skapara hevur munandi
størri vísundaligt kjølfesti
enn trúgvin á tilvildina,
eksistensiellan tómleika og
gudloysi. Bíblian royndir
ongantíð at prógva, at ein
Gud er, men setur heldur
ongantíð spurnartekin við
hin almáttuga. Hon sigur
bert: Dárin sigur í hjart-
anum: "Eingin Gud er!"
Sl. 14,1.
VIÐMERKINGAR
Piff Paff Puff
(til vit(n)andi
handilmannin)
"Ein blandaðan pakka av ímorgin, takk!"
"Tað verður 66 kr. takk!"
"Jamen er hetta ikki blandað bomm?"
"Jú men prísurin er dýrka?ur!"
"Nei takk! Tú fært hann fyri hálvan prís!"
"Okey!"
chr.fróði
Gudstrúgvin og nakni keisarin
C
M
Y
K
11
10