Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-03-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 1996síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sø md á TTT | | Nr. 53 — 15. MARS 1996 Føroyskur dansur, Louis Pasteur ávirkanin og nýggja fólkaskúlalógin! Umframt at føroyskur dans ur og Louis Pasteur báðir hava sínar røtur í Franka ríki, eru teir eisini felags um onnur áhugamál, eitt nú at finna fram til rætta saman hangið um hví nøkur fyri brigdi taka seg út sum tey gera og um orsøk og ávirk an Undan Louis Pasteur'sa tíð var vanlig uppfatan mill im manna, at um tú legði eitt franskbreyð ella líkn andi í em skymligan krók og læt tað liggja nóg leingi, so uppkyknaðu bæði mýs og onnur óhumska av sær sjálvum í hesum gamla franskbreyði. Henda niður stødan bygdi á ein sera ein faldan logik uttan nakra nøktandi efurkanning. Fólk trúðu, at:har var eitt bein leiðis ættarsamband millum músina og franskbreyðið, Lv.s. at músin var íbúgvandi ella immanent í fransk- breyðinum, tey vistu jú ikki betur. Hetta fyribrigdið er enn at finna á søvnum sum eitt kunosum Ikki fyrrenn tað eydnaðist franska granskaranum, Louis Pasteur (1822-95), kemikari og bakteriologur, at finna fram til rætta sam anhangið, kundi hann greiða umheiminum frá, at músin als ikki var í familju við franskbreyðið, og at hennara hjávera í gamla franskbreyðnum-var tilvild arlig, og at tað sum so als ongi bond vóru millum músina og franskbreyðið, sjálvt um tey sóust saman Henda gamla hugmyndin lýsir væl ta fatan, sum onkur hevði av tí féroyska dans inum fyrr í tíðini. Tað kom meir enn so fyri, at mis nýtsla og annar óleynaður sást saman við dansinum, og eins og við franskbreyð num og músini, so trúðu fleiri fólk tá, at misnýtsla og Olevnadur uppkyknaðu í dansinum. Tíverri fyri okk um føroyingåar, so áttu vit ongan Pasteur, sum kundi útgreina rætta samanhangið fyri okkum tá. so fyri brigdið førdi tí við sær, at nøkur tóku avstand frá dansinum ella gjørdust erk visin fyri dansinum, tí tey mettu hann vera eitt útklek ingarstað fyri óleynað og misnýtslu Tíðin hevur tó síðani víst okkum, at Olevnadur og misnýtsla als ikki er í fa milju við dansin, líka so lítið sum franskbreyðið við músina. Dansurin er glaður og mennandi og stimbrar ta positivu sosialu tilvitanina í menniskjanum, meðan 6 levnadur og misnýtsla mid urbróta. Olevnadur og mis nýtsla hava ongantíð verið partur av føroyska dansin um, men fyrr í tíðini var ikki so nógv at velja ímillum, og tí kundi Olevnadur og mis nýtsla tíðum síggjast at blanda seg upp í føroyska dansin, men hesi óhepnu fyribrigdi gjørdust ongantíð fastir partar av dansinum Vit kunnu hóskandi spyrja um erkvisnið móti tjóðar- eyðkenni okkara, hinum føroyska dansinum, er aktuelt í dag, nú talan er um at veita føroyska dansinum somu sømdir, sum móður málið fekk fyri hálvar: eld síðan, nevniliga at gerast fastur táttur innan skúla gátt? Í hesum upplýstu tíð um hvar fólk smílast við tankan um, at:tað veruliga funnust føroyingar, sum ar beiddu ímóti at okkara móðurmál skuldi inn um skúlagátt í 1937-38. Munnu vit ikki eisini fara at smírast um hálvthundrað ár, tá ið vit fara at minnast afturá fólkaskúlalógina frá 1996, sum á fyrsta sinni tók okk ara tjóðareyðkenni, beraran av føroyska móðurmálin um, hin føroyska dansin og kvæðini inn um skúlagátt sum tastan tått í uppalingini av okkara ngdómu, meir enn hálva eld eftir at okkara móðurmál fekk fast inni vist har. Hetta sum fyri langari tíð síðan skuldi verið ein sjålvfylgja Hevur ongin hugsað um at fåa føroyska dansinum innivist innan skúlans gátt áður? Jú, longu í 1924 nevndi Jóannes Patursson á tingi, at føroyskur dansur átti at verða tikin upp innan skúlans gátt. Arið eftir mæl ir Johan Kallsoy, lærari, til at taka hugskotið hjá Jó annesi Patursson í álvara Her eiga vit at minnast til, at hóast føroyska móður málið ikki var góðtikið inn an skúlans gátt, so sóu hesir mentamenn longu tá, hvønn tydning hin føroyski dans urin hevå og kom at hava tíðindablaðið sum mentanarkjølfesti og tjóðareyðkenni og ikki minst hjá ti føroyska ung dóminum Samleikaeyðkenni, sum føroyski dansurin gav og gevur føroyingum, ger okk- um til heimsborgarar, vit eru einaumboð í allari verð ini. Tað er ein viðurkend sannroynd, at tann heimliga mentanin er tað besta mótsteðuférið — (immuni tetur) nakað fólk kann hava, tå tað snýr seg um fólksins psykiska livføri Alit um dans og kv Í 1988 heitti táverandi landsstýrismaður í skúla málum, Jógvan Durhuus, á Henzar Ellingsgaard, lands skúlastjóra, um at seta eina neynd til at skriva >Alitið um dans og kvøding í føroyska skulaverkinum« Aliud kom í november 1994 og er eitt valaverk, sum nágreiniliga lýsir, hvussu okkara kvæðament an kann gerast fastur táttur innan skúlagátt. Nevndin mælir staðiliga til, at føroyskur dansur og kveð ing fær fast innivist í fólka skúlanum sum kravd læru grein, tó ikki sum sjálv- støðug lærugrein, men sum partur av øðrum hóskandi fakum. Í nevndini sótu Eyðun Andreassen, fólka- livsfrødingur, form., Ei- vind Weihe, målfrødingur, Hensar Ellingsgaard, lands skúlastjóri, Asa Magnussen, skrivari, og Heðin M. Klein, lærari Nýggja Ráðleggingarneyndin fyri fólkaskúlan hevur gjørt uppskot til nýggja fólka skúlalóg fyri Føroyar. Upp skotið kom út nakað fyri árslok, og møguligar við merkingar/broytingar skuldu vera nevndini í hendi fyrst í februar 1996 Í rådleggingarnevndini fyri fólkaskúlan sita Petur Jacob Sigvardsen, deild- ari. form., Arnold Abra hamsen, undirvísl., Asa Ell efsen, leiðari av serundir vís., Olaus Jespersen, undir vísl., Arni Ludvig, skúla stjóri, Pauli Nielse, rektari, og Andras L. Samuelsen, yvirlærari Eftir at omanfyri nevnda „álit um dans og kvøding í føroyska skulaverkinum« kom út, vóru fólk spent eftir at síggja, hvussu tað varð tillagað í nýggju lógini Men tú finnur onki spor av okkara kvæðamentan, ikki eitt einasta orð — hvørki kristið ella heiðið! Har eru tó umframt øll tey vanligu fakini annars nokk av evn um sum teir nevna: sangur, tónleikur, ítróttur, tilevning, handarbeiði, smíð, heima kunnleiki, filmskunnleiki, drama, ljósmyndalæra vm Amnars verður í enda málsorðingini millum ann að sagt, at fólkaskúlin skal við stæði í heimligari ment an menna kunnleika næm inganna um føroyska ment an. Hvussu hongur hetta saman? Jú, smbr. Rógva Thomsen, cand. pæd., so fylgir bróðurparturin (2/3) av uppskotinum stórt sæð tí donsku lógini, og danir hava sum kunnugt íkki nakra kvæðamentan við í síni lóg, og teir klára seg væl uttan, hví so ikki vit eisini? Ein annar møguleiki er at ráðleggingarneyndin tilætlad ynskir at forkoma ella gera av við okkara gamla mentanarkjølfesti, føroyska dansin, men tað samsvarar ikki við, at skúlin skal vera ein mentanardepil, sum tey so fínt kalla tað Tað er ikki so lítið 6 smæðið og átaluvert av for manninum í ráðleggingar nevndini, Petur Jacob Sig vardsen, at hann í uppskot inum ikki so mikið sum nevnir ella vísir til álitið um dans og kvøding í før oyska skulaverkinum« Vanligt er at eitt uppskot, sum verður sent til hoyr ingar, hevur eitt so breitt grundarlag sum gjørligt og ikki verður sensurerað frammanundan. Alitið gekk sum kunnugt inn fyri at gera kvæðamentan okkara til fastan tátt í skúlanum, men hetta hava ikki verið bollari súpanina hjá formanninum, ti føroyskur dansur er ikki »longur« formansins >koppur av te«. Spurning urin er nú, um vit førovingar skulu góðtaka at okkara tjóðareyðkenni, føroyskur dansur og kvøding. tilætlað verður skúgvað til viks, áðr enn fókl fáa høvi til at gera viðmerkingar til uppskotið Sum uppskotið liggur í dag, er tað so lítið føroyskt, at tað eins væl kundi verið fyri danska fólkaskúlan. Um vit ikki fáa nakað av føroyskari sermentan við í uppskotin um, kunnu vit eins væl taka tann síðsta tridingin av ti donsku lógini við og harvið loysa habilitetsspurningin hjá formanninum Piet Hein sigur, at enkel er loven for antipati, hvad man ikke forstår man ikke kan li". Gråt mitt elskaða land! Ella er tad kanska eg, sum ikki fylgi vid í hesum nýggju »oljudansitidum«, nú vit skjótt skulu gerast spælidukkur hjá ameri- kanskum oljuborimonnum, er kanska meiri brúk fyri Hollywood eginleikum sum filmskunnleika, drama og ljósmyndalæru, enn okkara kvæðamentan? Nú er tað tibetur Føroya Løgting, sum endaliga av 15 ger innihaldið í nýggju fólkaskúlalógini, og tað er min von, at okk ra løgting limir sýna okkara tjóðar eyðkenni stórri virðing og sum mælir dansur og fylgja ålitinum til at føroyskur kvøding verður fastur tåttur innan folkaskulagått í Før oyum. Um vit førovingar ynskja at rokna okkun eitt fólk við egnum máli og egnar mentan, se brúk fyri emum indi tjóðareyðkenni og eis im einum viðkomandi san leikaeyðkenni fyri tann ein miðsavr staka. Føroyski dansurir hevur tænt okkum í 6-700 ár og skal hann framhal andi gera tað, må hann lær ast á grundstød í skúlar ti annars testir hann ikk røtur í kapping við lætt soppametanma ur tc óteljandi loftmid sum senda nátt sum dag Sambært landsskúlastjór anum, Henzari Ellings gaard, so hava 35 ut av 40 skulum valt at undirvisa i føroyskum dansi og kvød ing, vid ødrum orðum so eru 87,5% av skúlunum fyri at hava føroyskan dans og kvøding. Tá havt verður í huga, at landið ofta verður stýrt við 17 út av 32 leg tingshimum, ella 53%, er eingin undanfersla fyri ikki at innføra føroyskan dans og kvøding sum kravt undirvisningsevni, alt ann að vildi verið ódemokrat iskt. Lærarar, sum undirvísa í føroyskum dansi og kvød- ing, koma alt meira at verða teir, sum koma at leggja grundsteðið í førovsku kvæðamentanini framyvir Roykstovufrálæran er fokin og føroyskur dansur og kvøding er ti sjålvsagdur táttur í skúlanum framyvir, tí eitt er enn óbroytt, ungur nemur, gamal fremur. Foreldur, sum — ikki ynskja, at teirra børn skulu taka lut í okkara tjóðareyð kenni, dansi og kvøding, skulu sjálvandi eins og í kristni sleppa frá at luttaka Her skal leggjast afturat, at mong børn, sum lítla og onga gleði hava av at syngja, kunnu gerast av bestu kvødarum, og har finna teirra mentanarkjøl festi, sum gevur teimum stoltleika og støduføri rest ina av lívinum Tá ið føroyskur dansur og kvøding verður fastur tåttur í fólkaskúlalógini, verður hópin lættari at umsita og livandigera okkara kvæða- mentan, tí tá ber til at sam skipa og at gera tað meira spennandi INT unu Skulum vær niga Olavi kongi skulum vær honum lúta? Skulum vær krúpa so í krógv, tá man mangur súta Regin Eikhólm