Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 10. september 2003 23 FSF hevur bjóðað øllum teimum, sum hava spælt fleiri enn 25 altjóða skrásettar landsdystir, at koma á Svangaskarð í kvøld at fáa handaða minnisnálir LANDSLIÐSJUBILEUM Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Spælararnir hava longst eftir tí, og nú hevur Fót- bóltssambandið gjørt upp við seg sjálvt, hvussu tað skal ganga fyri seg. Spælar- arnir hava spurt og bíðað eftir, hvussu FSF ætlar at markera tað, tá ið spælarar hava spælt 25 og 50 lands- dystir. Í góðmeintari prov- okatión hevur elsti maður á garði, Jens Martin Knud- sen, tær seinastu ferðirnar, tá ið spælarar hava hildið rundan dag á landsliðnum, hildið røðu fyri teimum og síðani handað teimum eina skeið, tá ið teir hava spælt 25 landsdystir og ein gaffil, tá ið teir hava spælt 50 landsdystir. Knívin hava landsliðsspælararnir skemt- að við, at ætlanin hevur verið, at teir skulu fáa, sum røkka heilt upp á 75 lands- dystir. Men nú verður ikki neyð- ugt við hesum skemtinum longur. Í FSF er avgjørt, at allir spælarar, sum umboða Føroyar, fáa bronsunál. Teir, sum røkka 25 lands- dystum, fáa silvurnál, og teir, sum røkka hálvt hundr- að landsdystum, fáa gull- nál. Skapið á nálini er FSF búmerkið við rundingi kring seg. Á ferðini í Skotlandi fingu teir átjan, sum vóru har niðri, bronsunálina. Í kvøld er ætlanin, at teir og so nógvir aðrir skulu fáa sínar nálir. – Vit eru sera fegnir um, at hetta nú er komið upp á pláss. Nú fyrsta stigið er tikið, fer hetta í framtíðini at vera ein partur av tí, tá ið landsliðið fer at spæla, sigur Ísak Mikladal, aðal- skrivari í Fótbóltssamband- inum. Seks gull og fimtan silvur Nógvir núverandi og fyrr- verandi landsliðsspælarar hava fingið innbjóðing um at koma á Svangaskarð í kvøld. Ætlanin er, at nál- irnar skulu handast í steðg- inum í landsdystinum. Í hvussu so er teir, sum hava spælt 25 landsdystir og fleiri enn so, fara at fáa nál- irnar handaðar persónliga. Gullnálina fara umframt Óla Johannesen, Jens Mart- in Knudsen, Julian S. Johnsson og John Petersen, sum eru á liðnum í kvøld, eisini Allan Mørkøre og Øssur Hansen at fáa. Teir eru ikki longur landsliðs- spælarar, men teir eru bodnir til handanina av gullnálini. Umframt teir omanfyri nevndu eru tað fimtan spælarar, sum hava rokkið 25 landsdystum og harvið fáa silvurnálina. Teir eru Jens Kristian Hansen (44), Todi Jónsson (43), Jan C. Dam (39), Kurt Mørkøre (37), Uni Arge (37), Henn- ing Jarnskor (35), Jan Allan Müller (34), Jákup Mikkel- sen (32), Pól Thorsteinsson (30), Jákup á Borg (29), Kári Reynheim (27), Tummas Eli Hansen (27), Magni Jarnskor (27), Jó- annes Jakobsen (25) og Jens Erik Rasmussen (25). Tveir hava fingið fastatøkur Í alt hava 86 spælarar um- boðað Føroyar í altjóða skrásettum landsdysti. Tjúgu teirra hava bara eina ferð verið á vøllinum sum landsliðsspælarar. Allir teir, sum ikki vera á Svanga- skarði í kvøld, fara at fáa nálir sendandi næstu dag- arnar. Teir báðir síðstu á altjóða listanum eru Tór–Ingar Akselsen og Christian Lamhauge Holst, sum vóru fyrstu ferð á landsliðnum í Skotlandi leygardagin. Teir vóru ávikavíst nummar 85 og 86. Sjey spælarar hava í ár verið á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Føroyar hava spælt tveir vinardystir ímóti Kasakstan, og dysturin í kvøld verður fimti EM undankappingardysturin í ár. Eingin spælari er mill- um teir nítjan, sum eru við í fyrireikingunum til upp- gerðina í kvøld, og sum ikki hevur verið á vøllinum áður. Teir sjey spælararnir, sum fyri fyrstu ferð hava fingið møguleikan í ár, eru – umframt Tór–Ingar Aks- elsen og Christian Lam- hauge Holst – Jann Ingi Petersen, Símun Samuel- sen, Ingi Højsted, Atli Danielsen og Jónhard Fred- eriksberg. Um Tór–Ingar og Christian fara at býta seg fastar á liðnum er tað ov tíðliga at vita nakað um enn. Av hinum fimm er tað fyrst og fremst Jann Ingi Petersen, sum rættuliga eru komin í hitan. Atli Daniel- sen tykist eisini at hava gott tak í landsliðshópinum. John í felag við fimm øðrum limum Skotlands dysturin í fjør og tann í Jugo- slavia fyri sjey árum síðani eru millum dystirnar, sum standa fremst í huganum hjá toppskjúttanum mill- um teirra, sum nú manna landsliðið 50 LANDSDYSTIR Jóannes Hansen Í kvøld fer John Petersen, sum er 31 ára gamal, at spæla fyri 50. ferðina á landsliðnum. Harvið verður hann sætti føroyingurin, sum hevur spælt fimmti ferðir á fótbóltslandsliðn- um. Hinir eru Óli Johanne- sen, sum undan dystinum í kvøld hevur verið við í 63 landsdystum, Jens Martin Knudsen (58), Allan Mørk- øre (54), Julian S. Johnsson (53) og Øssur Hansen, sum hevur spælt 51 landsdystir. Tað eru átta ár síðani, at John Petersen fyrstu ferð var á landsliðnum. Tað var 11. oktober í 1995, tá ið Føroyar vunnu EM undan- kappingardyst í San Marino 3–1. Todi Jónsson, sum hevði skorað øll trý málini, var eitt sindur skaddur, og John Petersen loysti hann av, tá ið tað restaðu sekstan minuttir. Síðani tá hevur John bara verið burtur frá landsliðnum í seks dystum. John Petersen hevur skor- að seks mál á landsliðnum. Tað fyrsta var í Beograd 24. apríl í 1996, tá ið John fyri fyrstu ferð var á liðnum frá fyrsta bríksli. Ta ferðina heilfluktaði hann eitt sera vakurt mál í 3–1 tapinum. Hann hevur skorað eina ferð ímóti Sveis, eina ferð ímóti Kasakstan, og so hevur hann skorað trý mál ímóti Skotlandi. Fyri einum ári síðani skoraði hann tvey á Svangaskarði, og í 1998 umsetti hann brotsspark til mál í Aberdeen. Tað eru bara Todi Jónsson (9) og Uni Arge (8), ið hava skor- að fleiri mál fyri Føroyar í altjóða skrásettum lands- dystum, enn John Petersen hevur gjørt. Fremst í huganum John Petersen dylir ikki, at hann altíð hevur kent tað sum stóran heiður og eisini góða avbjóðing at umboða Føroyar. Síðani hann fyrstu ferð varð úttikin, hevur hann bara seks ferðir verið burturfrá. Hann var ikki við á venjingarleguni á Kypros í 1996, tá ið Føroyar spældu ímóti Estlandi og Aserbadjan, hann var skaddur, tá ið Føroyar spældu ímóti Andorra í 1999, hann var ikki við á venjingarleguni í Spania í 2000, tá ið Føroyar spældu ímóti Íslandi og Finnlandi, og tá ið mótstøðuliðið í kvøld, Litava, var í Føroyum 8. september í 1999, var John leikbannaður. Hvønn dyst minnist tú best av øllum? – Tað hevur altíð verið hugaligt at spæla á landsliðnum, og tað hava verið nógvar spennandi avbjóðingar. Ikki minst tá ið vit hava spælt ímóti teimum størstu í Europa. Tað ferðina tá ið eg fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu í Beograd í 1996 stóð leingi fremstur í huganum. Ta ferðina var eg so heppin at skora fyri fyrstu ferð. Heimadysturin ímóti Skot- landi í fjør var sjálvandi minnisríkur fyri meg. Tað var hugaligt at skjóta tvey mál, men tá ið eg hugsi aftur á ta uppgerðina, so rennur støðan ofta fram fyri meg, tá ið eg hevði møgu- leikan at økja til 3–0. Um tað hevði eydnast, so høvdu vit ivaleyst vunnið ta ferð- ina, heldur John Petersen, sum metir møguleikan fyri sigri í kvøld at vera stóran: – Í hesi EM undankapp- ingini hava vit ongantíð havt betri møguleika at vinna, enn vit hava í kvøld. Leikluturin hjá Litava er liðugur. Teir eru vónbrotnir, tí teir høvdu vónað at hava møguleika at sleppa upp í part í Portugal. Tað eigur at ávirka teir skeiva vegin. Hjá okkum eigur tað at vera heilt øðrvísi.Vit hava longst eftir at vinna, og vit fara heilt víst eftir sigrinum hesa ferð. Tað skylda vit føroyskum fótbólti, áskoð- arunum og eisini okkum sjálvum, sigur ein bjart- skygdur John Petersen. Nógvar nálir á Svangaskarði í kvøld Dysturin móti Skotlandi í fjør er sjálvandi ein av teimum, sum John Petersen minnist best 23 Nr. 170 • mikudagur • 10. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Møguleikin at vinna er størri enn nakrantíð Landsliðsvenjarin ásannar, at tað iva- leyst verður meiri pláss at spæla á í kvøld, enn tað so ofta áður hevur verið, men hann umhugsar ikki at seta Jón Róa Jacobsen longri fram á vøllin fyri at geva álopspartinum størri tyngd FØROYAR–LITAVA Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í kvøld verður punktum sett fyri leiklutin hjá Føroyum í fjórðu EM undankapping- ini, síðani minniliga miku- kvøldið í Landskrona í ovurmorgin fyri trettan árum síðani. Vónin hevur alla tíðina verið, at tað skuldu eydnast at vinna ein sigur. Tað var tætt við í fyrstu royndini, sum var 6. september í fjør á heimavølli ímóti Skot- landi. Síðani hevur tað fleiri ferðir verið tætt við, men mótstøðuliðini hava síðstu løtuna verið ov boys- in, og nú er síðsti møgu- leikin. Fyritreytirnar ímóti Lit- ava áttu at verið toluligar. Leikluturin hjá Litava er liðugur. Teir eru vónbrotnir, fleiri spælarar, sum hava verið við til at manna liðið, eru ikki við í Føroyum, og litavar hava longu fest eyguni ímóti HM undan- kappingini, sum tað verður farið undir næsta heyst. Litava er nuimmar 93 á FIFA listanum, og Føroyar eru nummar 118. Harvið er Litava í útgangsstøðinum favorittur, men teir eru minsti favoritturin, um tað ber til at siga tað soleiðis, sum hevur verið í Føroyum í hesi EM undankappingini. Sama konseptið Fyrrapartin í gjár legði landsliðið í fagrasta summ- arveðrið á Svangaskarði síðstu hondina á fyrireik- ingarnar til síðstu uppgáv- una í hesi EM undankapp- ingini. Hýrurin var framúr góður, men á venjingini sást ikki, hvussu liðið fer at síggja út í kvøld. Henrik Larsen ásannar, at møguleikin fyri at vinna kann tykjast størri hesa ferð, enn hann hevur gjørt undanfarnu ferðirnar, men hann hevur ongar ætlanir um at leypa við báðum beinum í álopsgrøvina. – Vit halda okkum til sama konseptið, sum vit hava gjørt higartil. Vit sóu fyri einum ári síðani á útivølli, at teir eiga eitt gott fótbóltslið. Sum eg havi skilt tað, so eru teir farnir undir fyrireikingarnar til næstu undankappingina. Nýggir spælarar fara iva- leyst at fáa møguleikan, og teir verða uppsettir at vísa, at tað eru júst teir, sum tað skal satsast uppá. Tú roknar við at fáa meiri pláss at spæla á? – Teir spæla heilt øðrvísi á heimavølli og útivølli, so tað kann væl vera, at teir verða meiri verjukendir, enn t. d. Týskland var, tá ið teir vóru her. Vit fáa altíð møguleikar at gera mál. Tað ræður um at taka av, og so at halda tætt í verjuni. Hevur tú umhugsað at flyta Jón Róa Jacobsen longri fram á vøllin? – Tað kemur ikki upp á tal. Miðverjan er trygg, og hon verður, sum hon hevur verið. Jón Rói plagar at fara onkran túrin fram eftir vøll- inum, og tað fer hann iva- leyst eisini at gera í kvøld. Umhugsar tú broytingar í álopinum? – Vit vilja fegnir hava meiri skjótleika í álops- spælið. Christian Høgni Jacobsen er komin aftur eftir leikbannið, og tað er væl hugsandi, at hann verður í álopinum hesa ferð, sigur Henrik Larsen, sum leggur afturat, at tað er væl hugsandi, at onkrar aðrar broytingar fara at verða gjørdar. Súni Olsesn er tøkur aftur eftir skaðan, sum helt honum burtur leygardagin. Hann verður vinstri vong- verji, og so er spurningurin, hvørjar aðrar broytingar fara at verða gjørdar. Venj- ararnir báðir vóru sera væl nøgdir við avrikið hjá Jann Inga Petersen á høgra vongverja. Tí er ikki púra upplagt, at Pól Thorsteins- son soleiðis uttan víðari verður fluttur úr vinstru og yvir aftur í høgra borð. Ikki spenna ov høgt Venjararnir og spælararnir vilja ógvuliga fegnir geva áskoðarunum eitt gott fótbóltsupplivilsi. Teir eru greiðir yvir, at besta upp- livilsi verður sigur á Litava. Men teir fara at vísa tol og ikki leypa framav. Tað ræð- ur um at hava ta virðingina fyri mótstøðumonnunum, sum skal til. At satsa meiri álopskent, enn tað hevur verið vanligt, hevur onkra ferðina kostað nógv á heimavølli. Besta dømið um hetta er tíggju ára gamalt. Tá lá í luftini, at Føroyar skuldu vinna á Svangaskarði ímóti Kyp- ros, sum var umleið eins nógv høgri á styrkislist- anum, sum Litava nú er frammanfyri Føroyar. Álopsbogin varð spentur, og hann brast. Nógv vatn er runnið í ánna seinastu tíggju árini. Leikliga er føroyska liðið nógv betri fyri nú. Tað hevði verið ógvuliga huga- ligt, um tað í kvøld hevði eydnast at fingið fulla úrtøku ímóti Litava og harvið sagt virðiligt farvæl við hesa EM undankapp- ingina og at sæð við spenn- ingi fram ímóti næstu HM undankappingini. Liðformaðurin, sum ikki luttók í venjing- ini í gjár, roknar við torførari avbjóðing, sum hann vónar, at nógvir áskoðarar fara at hjálpa før- oyska liðnum at taka sær av FØROYAR–LITAVA Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Liðformaðurin og roynd- asti spælarin á føroyska landsliðnum, Óli Johanne- sen, spenti frá, meðan lið- felagarnir tuskaðu í góð- veðrinum á Svangaskarði fyrrapartin í gjár. Ein lítil vøddaskaði í lærinum arg- ar, men tað verður roknað við, at Álvur Hansen og Fanny Petersen fara at fáa pjøssa lyklaspælaran í miðverjuni so mikið, at hann verður førur fyri at spæla í morgin. Hvussu eru vónirnar? – Vit eiga kanska at hava betri møguleikar, enn vit hava havt ímóti teimum stóru. Men Litava eigur eitt gott fótbóltslið. Tað hava vit fleiri ferðir sjálvir kent. Eg minnist serliga aftur á dystin á útivølli ímóti teimum fyri fimm árum síðani. Dysturin endaði málleysur, men eg haldi ikki, at eg nakrantið fyri ella síðani havi kent meg undir sovornum trýsti sum ta ferðina og havi kent meg so móðan, sum eg var eftir ta uppgerðina. Óli Johannesen sigur seg vera spentan uppá, hvussu nógvir áskoðarar fara at møta upp í kvøld og sum fara at taka undir við føroyska liðnum. – At áskoðararnir eru við okkum hevur alstóran týdning. So stóran týdning sum nevyan nakar, ið er uttanfyri vøllin, kann ímynda sær, at tað hevur fyri okkum á vøllinum, sigur liðformaðurin Óli Johannesen. Óli hvílir seg – Vit vilja fegnir hava meiri skjótleika í álopsspælið. Christian Høgni Jacobsen er komin aftur eftir leikbannið, og tað er væl hugsandi, at hann verður í álopinum hesa ferð, sigur Henrik Larsen C M Y K 22