Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 10. september 2003 25 Millum tey í litaviska ferðalagnum í Før- oyum er fyrrverandi málverjin hjá FS Vágum, sum eigur uppgávuna at fáa so nógv at vita um før- oyska liðið, sum tað á nakran hátt ber til LITAVA Á FØROYAFERÐ Ivan Eginsson Inntil síðsta leygardagin høvdu fótbóltsáhugaðir litavar vónað, at føroyingar og týskarar fóru at hjálpa liðnum hjá teimum í hvør sínum dysti - ímóti Skot- landi og Íslandi, soleiðis, at litaviska landsliðið varð- veitti møguleikan at røkka næstfremsta plássið í bólk- inum og harvið at hava møguleika at halda fram í kappingini. Ynskini hjá litavum vórðu ikki til veruleika. Skotar vunnu sín dyst, meðan íslendingar fingu eitt stig ímóti varaheims- meistarunum. Úrslitini leygardagin merktu fyri Litava, at síðsti teoretiski møguleikin at enda ovari enn á triðja plássinum í bólkinum var endaliga horvin. Tað ber ikki Litava til undir nøkrum umstøðum at enda frammanfyri, í hvussu so er Ísland og antin Týskland ella Skotland, sum hittast í kvøld. Tá ið føroyingar vitjaðu yviri í Kaunas fyri ellivu mánaðum síðani, stóð tann í Litava nógv virdi Benja- minas Zelkievicius við róðri á landsliðnum. Seinni tók hann av tilboðnum frá russiska grannabýnum Kal- iningrad og gjørdist venjari hjá lokala 1. deildarfelagn- um Baltika. Algimantas Liubinskas, ið tók yvir eftir Zelkie- vicius í vár, er hinvegin ikki so kent navn uttanfyri Lit- ava, hóast hann longu vandi landsliðið í tíðarskeiðnum millum 1992 og 1995. Hesin 51-ára gamli venjar- in, ið eisini hevur starvast í umsitingini hjá fótbólts- sambandinum, sigst at vera ógvuliga arbeiðssamur og íðin í sínum yrki. Hjálparmaðurin hjá Liubinskas er kanska kendasti litaviski leikarin nakrantíð. Tann 37-ára gamli Valdas Ivanauskas er bara annar litavin, ið nakr- antíð kom á sovjetiska landsliðið - tað var síðst í áttatiárunum. Seinni leikti Ivanauskas í nógv ár í Týsklandi við Hamburger SV, og í nøkrum feløgum í Eysturríki. Nú er hann heimafturkomin og roynir at hjálpa til at menna fót- bóltin í einum landi, har ein onnur ítróttargrein, nevni- liga kurvabóltur, hevur størsta áhugan millum fólk. Í kurvabólti eru litavar millum tær allar sterkastu tjóðirnar í heiminum. Seint í sovjettíðini hevði Litava eitt felag í bestu deildini í Sovjetsamveld- inum. Tað høvdu Lettland og Estland ikki. Men sein- astu árini hava granna- tjóðirnar fyri norðan yvir- hálað litavar í fótbólti. Hetta endurspeglast eisini á altjóða FIFA-styrkislistan- um, har Litava á 93. pláss- inum er aftast av teimum trimum baltalondunum. Litavar komu til Føroya í gjár við einum hópi, ið ikki kann roknast at vera tann sterkasti hjá teimum. Av ymsum orsøkum vanta fleiri royndir menn á liðn- um. Teirra millum er tann best kendi á okkara leiðum Aurelijus Skarbalius. Lið- felagin hjá Jón Róa Jacob- sen í Brøndby er plágaður av álvarsligum skaða, ið fer at halda Auri burtur frá fótbólti í fleiri vikur. Málverjin og liðformað- urin, Gintaras Stauce, eigur litaviskt met í landsdystum - 58, ella eins nógv, sum okkara egni Jens Martin Knudsen og fimm færri, enn føroyski metmaðurin, Óli Johannesen. Gintaras hevur royndir frá Spartak Moskva og Duisburg í týsku bundesliguni, men í seinastuni hevur hann vunnið sína løn í grikksk- um fótbólti. Hetta er eisini galdandi fyri miðvallaran Tomas Razanauskas, ið hevur skorað trý mál í kappingini higartil – teirra millum uppá brotsspark í fyrra dystinum ímóti Før- oyum. Hann gjørdi eisini málið í litaviska 1-1 javn- leikinum í Týsklandi í mars. Razanauskas er ann- ars tann í núverandi hópin- um, ið skorað hevur flestar ferðir fyri land sítt, nevni- liga sjey ferðir í 33 landsdystum. Framherjin Edgaras Jan- kauskas umboðar eitt kent felag. Hesin stóri og eleg- anti leikarin er fastur fúsur á evropeiska stórliðnum Benfica. Jankauskas er sera væl umtóktur í Portugal, eins og hann er tað heima í Litava. Kortini skorar hann ikki so ofta fyri landsliðið - bert 5 mál eru komin á kontona hjá Edgaras í 33 landsdystum. Men føroyska verjan eigur at ansa væl eftir hesum litavanum, ið ikki bara er sterkur í luftini, men eisini hevur góðan bóltførleika. Jankauskas var ikki við í dystinum ímóti føroyingum í Kaunas. Men tað var vanligi makkari hansara í álopinum, Robertas Posk- us. Hesin økti tá til 2-0 við einum glæsiligum skoti framvið Jákupi Mikkelsen. Poskus er lyklaleikari á liðnum úr Samara, ið liggur væl fyri í bestu russisku deildini. Eitt fyri føroyingar kent andlit á litaviska landsliðn- um man vera Donatas Ven- cevicius, ið einaferð spældi saman við Toda Jónsson fyri FCK. Tann tíðin er langt síðani farin. Donatas, ið fyri stuttum skrivaði undir sáttmala við eitt maltesiskt felag, er kortini aftur í landsliðshitanum. Hetta kom óvart á nógv - hildið varð, at dagar hansara í altjóða høpi vóru taldir. Annars er ein annar gamal kenningur í litaviska ferðalagnum. Arturas Ra- mou_ka vardi í trý ár málið hjá FS Vágum. Nú er Arturas, ið sjálvur leikti fýra landsdystir, komin til Føroya fyri at hjálpa venj- arunum at útvega ymiskar upplýsingar um heimaliðið. Samanumtikið kunnu litav- ar neyvan vera nøgdir við hesa EM-undankappingina, hóast teir vunnu 1-0 heima á Skotlandi og fingu eitt púra óvænað stig í Týsk- landi. Avrikini hjá liðnum hava ikki verið støðug, og litavar vóru avsmurdir av Íslandi - 3-0 bæði úti og heima. Málið, ið varð sett liðnum undan undankapp- ingarbyrjan - eitt annað pláss og play-off dystir - er ikki røkkið. Nú hugsa venj- ararnir Liubinskas og Ivanauskas meira um HM- undankapping, ið byrjar komandi heyst. Í Føroyum ætla teir sær, eftir øllum at døma, at royna okkurt nýtt á liðnum, nú møguleikin at sleppa upp í part í Portugal er burtur. Litavar komu saman á venjingarlegu í Kaunas longu seinasta hósdag, tó uttan at teir hava spælt nakran dyst í viku- skiftinum. So talan er um sera drúgvar fyrireikingar til føroyaferðina. Annars endaði seinasti vinardystur- in hjá Litava - í Bulgaria fyri trimum vikum síðani - við einum 0-3 tapi. Føroyingar hava einki mál fingið í teimum trim- um dystunum, sum teir hig- artil hava leikt ímóti Litava. Eisini tí kunnu Føroyar á ongan hátt vera mettir sum favorittar undan uppgerðini í kvøld. Men hinvegin, er tað júst á heimavølli ímóti Litava, at størsti møguleik- in í hesi undankappingini fyri einum góðum úrsliti, ja, kanska sigri - skuldi verið til staðar. Litavar hugsa nú um HM kappingina Í litava fyri knøppum ári síðani kom føroyska landsliðið í satt ódnarveður, og sum støðan er í bólkinum, eru tað aftur trý stig, sum litavar fara eftir 25 24 Nr. 170 - 10. september 2003 Trý umfør eru leikt í Norðurlandameistara skapinum, sum verð- ur leikt í Århus, og enn hevur umboð okkara ikki fingið stig. Øll trý talvini hava verið móti stórmeistarum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Ikki óvæntað hevur havnar- maðurin Flóvin Tór Næs havt trupulleikar ímóti sterku norðurlendsku mót- støðuni. At verða lægst styrkismettur í tílíkum høpi er avbjóðandi og mennandi, og ein kann nærum bert yvirraska. Flóvin er kendur sum ein sannur stríðsmaður, ið neyvan fer at lata trý tap í byrjanini av kappingini ávirka gongdina nakað ser- ligt næstu átta umførini, sum eftir eru at telva. Sjálv- andi setur tað nøkur nátúr- lig spor, so sum eyka nerv- ar, og at hinir telvararnir fyri einhvønn prís vilja vinna á tær. Men sjálvsálit Flóvins er við vissu ikki knekkað. Og enn eru bert trý umfør leikt, og kapping- in tí illa nokk farin av bakkastokki. 3 x stórmeistarar Flóvin legði út við svarta fólkinum móti íslendska stórmeistaranum Hannes Stefansson (2560). Í opna frábrigdinum í sponsku byrjanini, leikti Flóvin eitt petti óneyvt, og skjótt fekk íslendarin avgerandi fyri- mun. Flóvin stríddist manniliga í eyðkendum stíli, men mátti lúta í enda- talvinum við tveimum finn- um minni. Sunnudagin hevði havn- armaðurin hvíta fólkið móti GM Heikki Kallio (2471), sum yvirtók plássið hjá landsmanninum IM Tomy Nybäck (avboð vegna sjúku). Hetta varð eitt spennandi og opið talv, hóast Flóvin valdi tí heldur stillu byrjanina, lukkaða frábrigdið í sisilionskum. Á heimasíðuni hjá kapping- ini, www.skak-nm.dk, stendur: "Flóvin havde mu- ligvis overtaget en over- gang, men gik i begynd- ende tidnød galt i byen og tabte materiale, og i træk 40 overskred han". Flóvin tapti sostatt uppá tíð í taptari støðu, men tendensurin var góður í talvinum og boðar tað frá góðum komandi umførini. Í triðja umfarinum sat enn ein íslendskur stór- meistari yvir av Flóvini. 47 ára gamli Helgi Olafsson hevur seinastu tíggju árini ikki verið serliga aktivur, men valdi at broyta um hetta í fjør. Hann hevur seinasta árið fingið mong góð úrslit, og er tí í veru- leikanum helst nakað sterk- ari enn hansara ratingtal á 2498 sigur okkum. Flóvin kom tíðliga undir stórt trýst við svarta fólkinum, og hevði tapta støðu í mið- spælinum. Støðan eftir 3. umfar: GM Hector (2538) Svøríki 3,0 GM Olafsson (2498) Íslandi 2,5 GM Stefensson (2560) Ísland 2,0 GM C. Hansen (2618) Danmark 2,0 GM Agrest (2605) Svøríki 2,0 GM Kallio (2471) Finnland1,5 IM Palo, (2510) Danmark 1,5 GM Gausel (2533) Noreg 1,0 FM Lehtinen (2362) Finnland1,0 GM Schandorff (2525) Danmark 1,0 IM Lie (2440) Noreg 0,5 FM Flóvin Tór Næs (2330) Føroayr 0,0 Flóvin hitti eftir evstamark týsdagin størsta danska talentið í løtuni, 17 ára gamli IM Davor Palo. Kappingina endar 17. septembur. GM Hannes Stefansson (2560) - Flóvin Tór Næs (2330) NM 2003 1. umfar, 06.09.2003 1.e4 e5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5 a6 4.Ba4 Rif6 5.0—0 Rixe4 (Eitt frábrigd, sum Flóvin mangan hevur fingið góð úrslit við) 6.d4 b5 7.Bb3 d5 8.dxe5 Be6 9.Ribd2 Ric5 10.c3 Be7 11.Bc2 Bg4 12.Re1 0—0 13.Rif1 Rie6 14.Rig3 Fd7 15.h3 Bxf3 16.Fxf3 (Hví- tur hevur lítlan fyrimun við frúgv, riddara og bispum peikandi ímóti konginum 16...g6 (Viknar meir um støðuna, men hvat vóru alternativini?) 17.Bh6 Rfe8 18.Rad1 Rad8 19.Bb3 d4 20.Rih5! d3 (Verri er: 20...gxh5? 21.Fg3+ Kh8 22.Bxe6) 21.Re3 (Rig7 er helst ein betri leikur) 21...d2 22.Re2 Fd3 23.Fxd3 Rxd3 24.Bxe6 fxe6 25.Rif4 Rd7 26.Rixe6 Ba3! (Besti og einasti kjansur at halda lív í støðuni) 27.bxa3 Rxe6 28.f4 Rid8 29.Bg5 Rc6 30.Rexd2 Rxd2 31.Rxd2 Rie6 32.Bh6 Rxc3 33.Rd7 (Íslendski stórmeistarin vísur nú hvussu endaspælið skjótast kann vinnast) 33...Rc4 34.Re7 Rc6 35.g4 g5 36.f5 Rif4 37.e6 Rc1+ 38.Kf2 Rc2+ 39.Ke3 Rid5+ 40.Kd3 Rc3+ 41.Kd2 Rixe7 42.Kxc3 c5 43.Bxg5 Rid5+ 44.Kd3 Kf8 45.f6 svartur gavst 1— 0 Litaviskir leikarar, ið vórðu bodnir á venjingarlegu undan dystinum ímóti Føroyum: málmenn — Gintaras Stauce („Kallithea", Grikkaland) 24.12.1969 58 / 0 Gytis Padimanskas („FBK Kaunas") 01.08.1972 7 / 0 Eduardas Kurskis („FBK Kaunas") 17.10.1976 5 / 0 verjuleikarar – Tomas Zvirgzdauskas („Halmstads BK", Svøríki) 18.05.1975 28 / 0 Ignas Dedura („Skonto" Riga, Lettland) 01.06.1978 22 / 1 Nerijus Radzius („Tjernomorets" Novorossijsk, Russland) 11 / 0 Nerijus Barasa („Alania" Vladikavkas, Russland) 06.01.1978 10 / 1 Darius Regelskis („FBK Kaunas") 15.04.1976 8 / 0 Vidas Alunderis („Vetra", Rudiskés) 27.03.1979 4 / 0 Rolandas Dziaukstas („Torpedo-Metallurg" Moskva, Russland) 01.04.1978 0 / 0 miðvallaleikarar – Tomas Razanauskas („Akratitos" Aten, Grikkaland) 07.01.1976 33 / 7 Igor Morin („SSV Jahn 2000" Regensburg, Týskland) 21.02.1975 28 / 3 Donatas Vencevicius („FC Marsaxlokk", Valletta, Malta) 28.11.1973 23 / 0 Deividas Cesnauskis („Dinamo" Moskva, Russland) 30.06.1981 10 / 2 Vadim Petrenko („FBK Kaunas") 26.05.1974 7 / 0 Aurimas Kucys („Ekranas" Panevezis) 22.02.1981 4 / 0 Edgaras Cesnauskis („Ekranas" Panevezis) 05.02.1984 3 / 1 Tomas Tamosauskas („Dinamo" Moskva, Russland) 22.05.1983 3 / 1 Andrius Gedgaudas („FBK Kaunas") 18.09.1978 0 / 0 álopsleikarar – Edgaras Jankauskas („FC Porto", Portugal) 12.03.1975 33 / 5 Eimantas Poderis („FBK Kaunas") 13.09.1973 19 / 5 Robertas Poskus („Krylja Sovetov" Samara, Russland) 05.05.1979 18 / 4 Dmitrij Guscin („VfL Osnabrück", Týskland) 12.12.1975 3 / 0 venjari – Algimantas Ljubinskas 04.11.1951 36 Talvið hesa vikuna Flóvin í hørðum streymi Flóvin dystaðist sunnudagin móti finska GM Heikki Kallio, men heldur ikki her eydnaðist at fáa stig Støðan eftir 19...d4 C M Y K 24