hósdagur 11. september 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 171 - 11. september 2003
Nr. 171 - 11. september 2003
3
Kendi danski sjón-
leikarin, Zlatko
Buric, verður
leygarkvøldið
gestabarrvørur á
Platform í Havn.
Showið hjá honum
kallast »Ud af mit
diskotek«
Zlatko Buric telist mill-
um kendastu donsku
sjónleikararnar í dag.
Hann er tilflytari til Dan-
markar og spælir til
fulnar sínar leiklutir, sum
oftast eru í nánd av hans-
ara egnu støðu sum til-
flytari til Danmarkar.
Zlatko hevur havt týð-
andi leiklutir í filmum
sum Pusher og Bleeder,
hann spældi við í Taxa,
og hann er eisini kendur
frá lýsingum hjá Tuborg:
»Ud af min kiosk«.
Leygarkvøldið 13. sep-
tember verður Zlatko at
finna á Platform í Havn.
Hesa vikuna er
Guðrun Sólja
Jacobsen dottin fýra
pláss niður á almenna
hitlistanum fyri
fløguútgávur, men
hon kann fegnast um,
at hon nú er komin
inn á Tjeklistan hjá
Danmarks Radio
Guðrun S. Jacobsen hevur
nú verið tríggjar vikur á
danska hitlistanum fyri
fløguútgávur, men hesa
vikun er hon farin fýra
pláss aftur.
Guðrun kom beinleiðis
inn sum nummar 2 á listan-
um, og spenningur var um,
hvørt hon kundi enda ovast
á listanum. Men eftir tvær
vikur sum nummar 2 er hon
nú nummar 6 á listanum.
Tað er framvegis Big Fat
Snake, sum liggur ovast.
Guðrun er nú komin inn
á Tjeklistan hjá Danmarks
Radio P3, sum er kendasti
danski hitlistin fyri sangir.
Her kom Guðrun leygar-
dagin inn sum nummar 18
við sanginum You're Mine.
Føroyski tónleikarin,
sum er búsitandi í
Danmark, hevur lagt
trý nýggj løg á
heimasíðuna hjá sær.
Øll, sum hava
atgongd til internetið,
kunnu taka sangirnar
niður ókeypis
Nýggju
sangirnir
frá
Messell eru Missing You,
Sing and Play Guitar og
Wasted Time.
Terji Messell hevur spælt
sangirnar inn saman við
sínum føstu tónleikarum.
Teir eru Kristian Djernes
(Trummur
og
Martin
Pedersen (bass)
Heimasíðan er at finna á
adressuni:
www.terjimessell.dk
Leygarkvøldið 13.
september verður
karoke-kapping í
Badmintonhøllini í
Havn. Tveir av
reportarunum úr
Barometrinum fara
at stíla fyri kapp-
ingini, har vinn-
ingurin er ein
flogferðaseðil
Tey flestu munnu kenna
til at syngja karoke, og
torir tú at halda teg fram
at, so er møguleiki at
vinna ein flogferðaseðil
frá Maersk um viku-
skiftið.
Dansur verður í Bad-
mintonhøllini, og ein
partur
av
kvøldinum
verður nýttur til eina
karoke-kapping.
Heri
Jacobsen
og
Elin
í
Stórustovu fara at standa
fyri kappingini.
Bussar koyra úr Vág-
um, Vestmanna og Eyst-
uroynni í sambandi við
tiltakið, sum byrjar kl.
23.30 leygarkvøldið.
Heri og Elin standa
fyri karoke-kapping
Trý nýggj løg frá Messell
Guðrun Sólja misti á fløguhitlistanum, men kom inn á
Tjeklistan um vikuskiftið
Guðrun misti
fýra pláss
Zlatko blakar øll út
Tað verða tveir før-
oyingar við í sang-
kappingini Stjerne for
en aften. Jens Marni
Hansen og Jákup
Lind Dam, sum er
púra ókendur sum
sangari, skulu royna
seg í kappingini, sum
føroyingur vann
seinast
Dagur og Vika visti mána-
kvøldið at siga, at umframt
Jens Marna Hansen, skal
eisini ein annar føroyingur
verða við í sangkappingini
»Stjørna í eitt kvøld«. Tað
er Jákup Lind Dam, sum
fyri kortum flutti til Dan-
markar at búgva.
Hann segði við Sjónvarp-
ið, at vinfólk og familja
høvdu eggjað honum til at
royna seg í kappingini, og
sigurin hjá Guðrun S. Ja-
cobsen hevði eisini skund-
að undir avgerðina.
Jens Marni og Jákup
skulu báðir verða við í
sama umfari, og tað verður
10. oktober.
Jens Marni og Jákup
við í »Stjørna í eitt kvøld«
Nú verður vatnmálið loyst
Formansskapurin í
Miðvágs Kommunu
hevur á fundi við
Føroya Fiskavirking
lagt fram ein ætlan,
sum endaliga fer at
loysa trupulleikan við
vatninum hjá
kommununi
VATNMÁLIÐ
Edvard Joensen
Miðvági:
Miðvágs Kommuna tekur
nú stig til at loysa vatntrup-
ulleikan, sum verið hevur,
endaliga. Í framtíðini fer
als ikki at verða tikið vatn
aðrastaðni enn úr Leitis-
vatni.
Varaborgarstjórin í Mið-
vágs Kommunu, Johannes
Ellefsen, sigur, at forman-
skapurin í Miðvágs Komm-
unu var á fundi við leiðsl-
una í Føroya Fiskavirking
týsdagin.
Á tí fundinum varð greitt
frá, at Miðvágs Kommuna í
framtíðini ikki fer at taka
vatn aðrastaðni enn úr
Leitisvatni. Tað vil siga, at
tað kemur ikki upp á tal at
taka úr áunum, sum onkun-
tíð hevur verið gjørt, og
sum hesin seinasti trupul-
leikin stóðst av.
Fyri at tryggja sær fult og
heilt, at einki órudd fylgir
við inntakinum úr Vatnin-
um, fer kommunan at
leingja leiðingina einar átta
metrar longur út í vatnið,
sigur Johannes Ellefsen.
Kannað er eftir, hvussu
botnviðurskiftini eru, og
tað sær gott út, sigur hann.
Sostatt
verður
altíð
pumpað úr Vatninum niðan
í brunnarnar. Tað verður
nakað dýrari í orkunýtlsu,
men er eftir øllum at døma
neyðugt.
Johannes Elelfsen sigur,
at hendan loysnin er ikki
formliga góðkend av bygd-
arráðnum í Miðvági enn,
men væntandi er ikki, at
nakar fer at vera í móti tí,
heldur hann.
Stóru
trupulleikarnir,
sum verið hava, stóðust av,
at vatnleiðingin úr Vatnin-
um niðan í brunnarnar var
brotin, og tí var neyðugt at
taka vatn aðrastaðni.
Heilt greiðar manna-
gongdar fyri, hvussu farast
skal fram, eru gjørdar, og
tað skal so eisini vera við til
at tryggja, at slíkt ongantíð
hendir aftur, sigur hann.
Seinastu vatnroyndirnar,
sum tiknar eru í Miðvági,
vísa, at nú er vatnið heilt
reint, og ongar bakteriur
eru í vatninum meira.
Enn er einki arbeiði byrj-
að aftur á flakavirkinum, og
tað verður so upp til Føroya
Fiskavirking at gera av, nær
tað verður.
Steindeytt er framman fyri
virkinum hjá Føroya Fiska-
virking í Miðvági. Vatnið er
nú reint aftur, og tað er upp
til leiðsluna í Føroya Fiska-
virking, nær byrjað verður at
arbeiða aftur
Mynd: Edvard Joensen
Danska flogfelagið
Maersk Air skal skifta
stjóra. Á nýggjárinum
tekur stórin í Air
Greenland, Finn
Øelund, við sum
stjóri í Maersk Air
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Danska flogfelagið Maersk
Air fer at skifta stjóra á
nýggjárinum.
Flemming
Ipsen, sum hevur verið
stjóri seinastu tíðina, fer í
annað starv, og nýggjur
stjóri verður Finn Øelund,
sum í dag er stjóri í Grøn-
lendska flogfelagnum, Air
Greenland.
Per Brinch, sum er kunn-
ingarleiðari hjá Maersk Air,
sigur, at talan er um fyri-
reikað stjóraskifti í felagn-
um.
Nakað
herfyri
løgdu
nevndarformaðurin, Bjarne
Hansen, og stjórin, Ole
Dietz, frá sær og eru farnir
úr felagnum. Tá varð nýggj
leiðsla sett, og skuldi hon
so finna fram til eina var-
andi loysn.
Nýggi nevndarformað-
urin, Troels Dilling, fekk til
uppgávu at finna ein stjóra,
sum hevði tilknýti og kunn-
leika til flogferðslu. Hann
metir felagið seg hava
funnið, nú stjórin í Air
Greenland tekur við á
nýggjárinum, sigur Per
Brinch.
Flemming Ipsen, sum
hevur verið stjóri í Maersk
Air hesa tíðina, síðan
leiðsluskiftið, hevur bara
verið ein fyribilsloysn, so-
leiðis sum ætlað var frá
byrjan. Hann fer nú í annað
starv á høvuðsskrivstovuni
hjá A.P. Møller fyritøkuni.
Hann verður eisini nevnd-
arlimur í Maersk Air.
Maersk Air fær nýggjan
stjóra
C
M
Y
K
3
2