Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 171 - 11. september 2003 Nr. 171 - 11. september 2003 5 - Vit eru púrasta ov- farin av vakra landin- um og stóra blíðskap- inum. Upplivilsini, vit høvdu í Føroyum, vóru út yvir tað van- liga, sigur Gudrun Jensen, formaðurin í danska pensjónista- felagnum, sum herfyri vitjaði eldrafelagið Nón VITJAN Vilmund Jacobsen Skálafjørðurin: Donsku pensjónistarnir, sum vitj- aðu eldrafelagið Nón á Skálafjørðinum, eru farnir avstað aftur. Formaðurin í danska fe- lagnum, Gudrun Jensen, sigur, at upplivilsini, tey høvdu í Føroyum, vóru út yvir tað vanliga. - Eldrafelagið Nón við Amy Djurhuus í oddinum hevur virkuliga gjørt eitt gott arbeiði, bæði av hjarta og sál. Hon sigur, at hennara limir høvdu nakrar serstak- liga góðar dagar í Føroyum, og tey vilja fegin fortelja frá sínum upplivilsum í Danmark. - Vit eru púrasta ovfarin av vakra landinum og tí blíðskapi, sum okkara vert- ir sýndu. Á vitjanini í Føroyum búðu donsku pensjónist- arnir hjá privatfólki við Skálafjørðin og í Elduvík, og øll siga seg vera fegin um hetta. Báðar vegir Men áhugin hevur verið báðar vegir. - Vertirnir hava eisini sýnt okkum og tí húsi, vit hava, stóran áhuga. Vit eru eitt felag, sum eigur eitt niðurlagt "brúk", har vit hava nógvar aktivitetir. Hetta er eitt stað, har pensjónistar og onnur, sum hava hug og stundir, kunnu dyrka mong áhugamál. Tað eru limirnir, sum syrgja fyri viðlíkahaldinum og fíggjar- liga rakstrinum av húsin- um. Gudrun Jensen sigur, at eldrafelagið Nón droymir eisini um at hava síni egnu hølir. - Vit hava brúkt nakað av tíð at skift orð um hesi viðurskifti. Hon sigur, at felagið hjá teimum hevur havt húsini í eini 8 ár, og hesi árini hava tey lært nógv. Stór vælvild - Í práti við býráðsfor- mannin í Runavíkar komm- unu, Rodmund Nielsen og býráðslimin, Kára P. Høj- gaard, havi eg skilt, at vælvildin mótvegis pen- sjónistunum í økinum er stór, og tað gleðir okkum øll. Gudrun Jensen ivast ikki í, at eldrafelagið Nón er ført fyri at gera nakað við hesi viðurskifti, og ynskir felagið "råd og dåd", sum hon tekur til, er felag henn- ara, Strammelse Bruger- laug, altíð til reiðar. At enda ynskir hon at takka eldrafelagnum Nón fyri nakrar ógloymandi dagar í Føroyum. Ovfarnir danskir pensjónistar Tað eru ikki bara tey yngru, sum knýta vinarbond tvørtur um lond; tað gera tey tilkomnu og gomlu eisini. Her vitja danskir pensjónistar saman við vertunum við Skálafjørðin og í Elduvík Nes kirkju. Mynd: Vilmund Jacobsen Tann stóri toskurin fór fyri góðar 20 kr. fyri kilo týsdagin og tann stóra hýsan fyri 12,60. - Vit vænta upp- aftur betri prís næstu dagarnar, siga tey á Fiska- marknaði Føroya í Klaksvík FISKAPRÍSIR Vilmund Jacobsen Prísirnir á toski og hýsu hava verið rímiliga góðir í seinastuni. Á Fiskamarknaði Før- oya í Klaksvík siga tey, at toskur 1 fór fyri 20-22 kr. fyri kilo týsdagin, toskur 2 fyri 20,40, toskur 3 fyri 15,50 og toskur 4 fyri 11,20 kr. kilo. Eisini prísirnir á hýsu hava verið á góðari leið seinastu dagarnar. - Týsdagin fór hýsa 1 fyri 12,60 kr. fyri kilo, hýsa 2 fyri 8,70 og hýsa 3 fyri 6,10. Sagt verður á Fiska- marknaðinum, at megin- parturin av tí, sum selt hevur verið á gólvinum hesa vikuna, er útróðrar- fiskur. - Bátarnir fáa væl av fiski, og ein stórur partur av veiðini er hýsa. Hýsan er tó misjøvn til støddar. Mikudagin vóru 55 tons av útróðrarfiski á gólvinum, men tá ið vit frættu, høvdu sølurnar ikki verið. - Vit vænta, at prísirnir verða uppaftur betri í morgin, siga tey á Fiska- marknaðinum. Tríggir trolbátar Hósdagin og fríggjadag- in fara tríggir trolbátar at selja á gólvinum í Klaks- vík. - Gáshøvdið og Varðin selja hósdagin, og fríggjadagin selir Sjó- borg. Teir báðir fyrr- nevndu hava einar 300- 400 kassar hvør, og Sjóborg hevur einar 600 kassar. Í Klaksvík siga tey, at línubátarnir eru til fiski- skap, men í síðstu viku seldi onkur um Fiska- marknaðin. Upsi fer lítil og eingin um Fiskamarknaðin í løt- uni. Hann keypa fiska- virkini í støstan mun beinleiðis frá skipunum. Prísirnir á toski og hýsu kvinka uppeftir Prísirnir á toski og hýsu eru á veg uppeftir - Upsaprísurin liggur um góðar 3 kr. fyri kilo. Hetta er ikki nógv, men nøgdirnar, sum skipini fáa, eru stórar, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Saltangará: Tað er ikki prísunum, teir "liva" av, men nøgdunum. Mikudagin landaðu Jasp- is og Ametyst 240.000 pund til Fiskavirking í Saltangará. Teir høvdu bert verið úti í fýra dagar, og nú skipini komu inn, vóru tey full undir lúkurnar. Mánadagin landaðu eis- ini Safir og Vesturtúgvan í Saltangará. Teir høvdu eisini fisk undir lúkurnar, eini 200.000 pund tilsam- ans. Landa beinleiðis Jason Johannesen sigur, at flestu skipini, sum fiska upsa, landa beinleiðis til virkini. Spurdur, hví skipini ikki selja um Fiskamarknaðin, sigur hann. - Prísurin á upsa er rættiliga lágur í løtuni, og tí er hugsandi, at skipini halda seg missa ov stóran part av kiloprísinum í søluútreiðslum. Jason vísir á, at í vikuni seldi Fiskamarknaðurin nakað av upsa, og honum kunnugt var prísurin lítið omanfyri 2 kr. fyri kilo. - Tað er so umleið ein króna minni, enn tey fáa beinleiðis frá virkjunum, leggur hann aftrat Virkisleiðarin á Fiska- virking í Saltangará ásann- ar, at tað er ikki prísinum, partrolararnir "liva" av í løtuni, men nøgdunum, sum eru rættiliga stórar. - Skipini fáa so nógvan fisk, at nakað fæst burtur úr, tá ið saman um kemur. Høvdu tey fingið eina krónu meira fyri kilo, høvdu skipini gjørt tað gott, sigur hann. Upsin frægari Jason sigur, at upsin fram- vegis er smáur, men stødd- in hevur verið frægari í heyst enn í summar. - Í síðstu viku fingu vit hampiliga góðan upsa, men hesa vikuna er fiskurin aftur smærri. Spurdur, hvønn veg prísurin ber, sigur Jason Johannesen at enda: - Tað er ógjørligt at siga í løtuni, tí marknaðurin er so vánaligur, og vit duga ikki at síggja, at útlit fyri betri marknaði eru beint hinumegin sýnuna. Partrolararnir: Fáa lítlan prís, men stórar nøgdir Tá menn- ingartarnað flyta heimanífrá Undir heitinum »Lívið sum vaksin« fer Lone Hertz leyg- ardagin at leggja upp til kjak um tey viðurskifti, sum gera seg galdandi, tá ið fólk við menn- ingartarni gerast vaksin og umhugsa at flyta heimanífrá FYRILESTUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Menningartarnað gerast eisini vaksin. Tá renna tey seg í somu spurning- ar, sum øll onnur ung. At seta føtur undir egið borð og samlív liggja ofta fremst í huganum. Danska sjónleika- kvinnan Lone Hertz kemur til Føroya um vikuskifti, og tá fer hon eisini at tosa um tað, sum liggur menningar- tarnaðum á hjarta, tá tey gerast vaksin. Tiltakið verður leygar- dagin í Norðurlandahús- inum, og er ognað Javna, ið áður hevur verið vertur, tá hon hev- ur vitjað. Lone Hertz er kend frá nógvum ymiskum leik- lutum, og í løtuni fæst hon við at framføra ein- mansleikin »Opin- beringina«, sum føroy- ingar eisini fáa høvi at uppliva um vikuskiftið. Lone Hertz hevur ein menningartarnaðan son, sum eitur Thomas. Í 1984 gekk Lone nýggjar leiðir, tá hon tók stig til at lýsa lívið hjá Thomas á filmi. Filmurin nevnd- ist »Thomas – et barn du ikke kan nå«. Hann lýsir eina viku, har móðir og sonur halda frí í Skagen. Filmurin fekk frálík um- mæli allastaðni, har hann varð vístur. Serliga tí hann virðiliga lýsti eitt evni, sum sjáldan var viðgjørt. Thomas, sum er føddur í 1966, er vorðin vaksin, og tí veit Lone Hertz, hvat hon tosar um. Fyri- lesturin »Lívið sum vaksin« er íkastið hjá Lonu Hertz til eitt al- ment orðaskifti um bú- staðir og fólk við menn- ingartarni. Fyrilesturin er almennur og ókeypis og høvi verður at seta spurningar. Fyrilesturin verður leygardagin klokkan 15- 18 í Norðurlandahúsin- um. Málstýring størri týdning Avirkslønin er bara eitt krydd í royndini hjá einum stovni at røkka nøkrum mál- um. Tað sigur Kristi- an Davidsen, strand- ferðslustjóri, sum heldur kjakið um avrikslønina vanta ein avgerandi tátt. Tað mest umráðandi er, at til ber at seta sær nøkur ítøkilig mál, sum kunnu mátast og starvsfólk- ini kunnu ávirka. Annars kann avriks- lønin gerast ein fiasko AVRIKSLØN Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Avriksløn er onki verd í sær sjálvari. Tað sigur Kristian David- sen, stjóri á Strandfara- skipum Landsins, sum í síni tíð í risafyritøkuni Ericsson sjálvur hevur roynt at seta avriksløn í verk á eini deild við verkfrøðingum. – Mær dámar væl tankan, og eg havi góðar royndir sjálvur, sigur hann. Men hann saknar ein avgerandi tátt í tí kjakinum, sum hev- ur stungið seg upp, síðan Búskapar- og løgfrøðinga- felagið setti hol á av- rikslønina. Greið mál Um ein skipan við avriks- løn verður sett í verk, er av- gerandi, at ein greið mál- stýring av stovninum ella fyritøkuni liggur undir. Tí endamálið er at røkka einum betri úrsliti. Annars gevur avriksløn onga mein- ing. – Skal ein skipan við av- riksløn setast í verk innan fyri tað almenna í Føroy- um, so er málstýringin millum politiska myndug- leikan og leiðsluna á einum stovni avgerandi. Tað kann eisini nevnast kontraktstýr- ing. Setast skal púra greitt upp, hvørji virði, stovnurin hevur, og hvørji mál hann skal røkka fyri at tæna sín- um viðskiftafólkum betur, sigur Kristian Davidsen. Sostatt er avriksløn ikki ein skipan, sum kann setast í verk fyri seg. Tað at stevna ímóti einum máli er sjálvt grundarlagið, og avriksløn- in er bert eitt krydd í roynd- ini at røkka málunum. Mál- stýringin kann saktans klára seg uttan avriksløn. Men ikki øvugt. – Rætta raðfylgjan er at byrja við málunum. Tað kann geva trupulleikar, tí tú mást hava fleiri mál, heilt frá eigaranum, sum er pol- itiski myndugleikin, gjøgn- um leiðsluna og til starvs- fólkini. Hvør einstakur skal hava greið mál at arbeiða eftir, leiðslan og starvsfólk- ini skulu seta málini í felag, og tey skulu lata seg máta, um eyka løn skal gevast aft- urfyri. Annars gevur tað onga meining at tosa um avriksløn, sigur Kristian Davidsen. Trupult at máta Tað gevur heldur onga meining at kroysta eina avriksløn niður yvir fólk. Tað skal gerast spakuliga og sáttliga, so fólk venja seg við at hugsa øðrvísi, heldur strandferðslustjórin. Í hesum sambandi hevur tað stóran týdning, at mál- ini kunnu mátast objektivt. – Um tú ikki kanst máta trúverdugt, um málini eru nádd, so kann tað skapa stóra ónøgd og øvund mill- um starvsfólkini, og so er tað ein fiasko. So er tað betri ógjørt, sigur Kristian Davidsen. Netupp hetta við at máta, hevur verið ein atfinning ímóti avrikslønini. Hvussu skalt tú máta, um ein sjúkrasystir, ein pedagogur ella ein lærari hevur avrik- að nakað serligt? Miðal- próvtalið ella ársmetið sigur t.d. ikki alt. Kristian Davidsen sigur seg snøgt sagt ikki vita, um tað ber til at máta slíkt, og tí er ikki vist, at tað ber til at seta eina skipan við avriksløn í verk allastaðni. – Ein máti er, at tú kannar nøgdsemi við tað, sum ein stovnur ger. Eru foreldrini og næmingarnir nøgd við tað, sum tey fáa í skúlan- um? Kundanøgdsemis- kanningar eru vanligar í privatum fyritøkum, og tað kann kobblast upp á tær avtalur, sum verða gjørdar við starvsfólkini. Men um tað ber til í eitt nú undirvís- ingarverkinum, veit eg ikki, sigur Kristian Davidsen. Øktur lønarkarmur Ivi hevur stungið seg upp um, hvørt samlaði lønar- karmurin, ella útreiðslur- nar, hjá einum stovni skulu hækka, tá ið ein skipan við avriksløn verður sett í verk. – Persónliga havi eg trup- ult við at síggja, at tað skal bera til at fara til avriksløn, uttan at samlaða lønarjátt- anin økist. Hinvegin má samlaða úrslitið gerast betri. Um vit tóku Strand- ferðsluna, og tað einasta politikararnir upplivdu var, at karmurin øktist, so hevði avrikslønin einki virði. Onkursvegna má skipanin føra til, at tað verður effekt- ivari, og har eru fleiri mál at seta sær – eitt nú nøgdari kundar, fleiri kundar, fleiri inntøkur og minkandi út- reiðslur. Um tað ikki hend- ir, so hevur avrikslønin ikki tænt sínum endamáli. Og tí er málstýringin so sentral, sigur Kristian Davidsen. Vandin við avrikslønini er, at hon verður brúkt, hóast úrslitini ikki batna. – Talan er ikki um ein gávukekk. Peningurin skal bara útgjaldast, um nøkur mál eru nádd, heldur hann, og ikki tí onkur er so raskur ella fittur. Leiðslan avgerandi Tað kann ljóða, sum at starvsfólkini skulu renna skjótari fyri at tjena tað sama, um avriksløn verður sett í verk. Men í veruleik- anum setir skipanin ógvu- liga hørð krøv til leiðsluna, heldur stjórin á Strand- ferðsluni. – Avriksløn setir strong krøv til leiðsluna. Ein leið- ari skal hava størri meining um, hvat hann væntar av tí einstaka starvsfólkinum. Hann noyðist at seta sær sjálvum og fyritøkuni greið mál, og hann noyðist at syrgja fyri, at starvsfólkini fáa tann neyðuga førleikan at røkka teimum málum, sum hann setir. Tað snýr seg eisini um starvsfólka- røkt, sigur Kristian David- sen. Minst tvey ár Drúgva forarbeiðið ger, at tað er óveruligt at hugsa sær, at ein skipan við av- riksløn kann setast í verk eftir einum ári. Skilabest er at byrja við pilotprojektum. Skuldi ein skipan við av- riksløn verið sett í verk fyri Strandferðsluna, væntar stjórin, at tað hevði tikið í minsta lagi tvey ár, áðrenn partar av fyritøkuni kundu tikið hana í nýtslu. – Tað er ikki løtuverk at seta eina slíka skipan í verk. Eitt stórt arbeiði skal gerast við at lýsa fyritøkuna nágreiniliga og seta mál upp, sum kunnu mátast. Nógv orka skal setast av, og fólk, sum frammanundan hava ovmikið at gera, skulu seta tíð av. Tað eiga vit at gera okkum greitt, sigur Kristian Davidsen. Ein skipan við avriksløn setir strong krøv til leiðsluna, sigur Kristian Davidsen, strandferðslustjóri Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4