Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 171 - 11. september 2003 Nr. 171 - 11. september 2003 7 Ongar drinks á Gallarí Jinx Herfyri lat ein hugna- lig kafé upp á Áarv- egnum, har blómu- handilin hjá Trónd Hansen var. Jinx er ein heldur øðrvísi kafé við sera fjøl- broyttari matarskrá. Kaféin hevur ikki fingið skeinkiloyvið enn, og tað merkist serliga um kvøldini, sigur eigarin Flor- entze á Skipagøtu KAFÉ Orð: Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Gallarí Jinx er ein avbera hugnalig kafé, sum ber brá av útlendskum stíli við eini ørgrynnu av sløgum av kaffi og eini heldur øðrvísi matarskrá, enn føroyingar vanliga kenna frá einari kafé. Inni er ljóst og gott pláss. Og um ein ynskir borð við vindeygað, so er Gallarí Jinx so sanniliga staðið at fara, har so gott sum øll plássini eru við vindeygað. Meðan ein etur ella bara fær sær ein kaffimunn og sig- arett, kann ein sita og eyg- leiða lívið á Áarvegnum. Florentze á Skipagøtu eigur og rekur Gallarí Jinx. Hon sigur, at hugskotið eigur hon sjálv. – Hetta er júst so, sum eg hevði hugsað mær tað, sigur hon. Hon stúrdi tó eitt sindur fyri, meðan um- byggingin fór fram, at tað ikki fór at verða heilt, sum hon ynskti, men tað endaði tað so kortini við. Og tað fegnast hon um. So at siga tað einasta av upprunaliga hugskotinum hjá henni, sum ikki er eydnast henni enn, er ætlanin um at fáa skeinkiloyvið. Tað arbeiðir hon framvegis við, men hon veit ikki so nógv at siga um, nær hon kann vænta at fáa tað. – Tað merkist sera væl um kvøldarnar, at her ikki er skeinkiloyvið. Tí tá er tað so at siga tómt her. Og tað eri eg vís í kemur av, at vit ikki hava skeinkiloyvi, sigur Florentze. Annars letur hon sera væl at undirtøkuni, sum henn- ara spildurnýggja kafé hev- ur fingið millum fólk. – Um dagarnar kemur nógv fólk. Summi til at eta eina máltíð, onnur til kaffi. Og summi sita og lesa bløð- ini ella skriva postkort, meðan tey eta, sigur Florentze. Leygardagsbrunch Millum matskráirnar er eitt, sum kallast leygardags- brunch. Og tað er serstak- liga vældámt. Tá sita nógvar barnafamiljur og hugna sær við einum góð- um bita. Barnavognar standa uttanfyri og inni er fult av fólki. – Tað taka fólk serliga væl undir við, sigur Flor- entze. Stílurin í Gallarí Jinx er vælkendur uttanlanda. Florentze sigur, at hetta er púra vanligt uttanlanda og vældámt. Umframt eina spennandi og fjølbroytta matarskrá við øðrvísum máltíðum, so selur hon nógv ymisk sløg av kaffi. Espresso, Cappucino, Laté og so framvegis. Og tað taka fólk avbera væl undir við. Ein kann næstan siga, at tað er harmiligt fyri kafé- ina, at hon ikki hevur skeinkiloyvið, tí ein kann væl ímynda sær, at tað kundi verið sera hugnaligt hjá fólki at dottið inn á gólvið til eitt glas av víni ella eina øl um kvøldið. Florentze, sum framman- undan rak Café Natúr, er fullgreið yvir, hvat eitt skeinkiloyvi kann føra við sær. Men hon sigur, at hon við vilja hevur eitt sindur hægri prísir á teir sterkaru løgirnar, tí hon ynskir, at kaféin skal hava eitt ávíst klientel. – Men so skal eisini líka sigast, at kundaskarin, sum hevur verið inni á gólvinum higartil, hevur verið sera fjølbroyttur, sigur hon og leggur afturat, at tað var tað, hon ynskti. – Øll skulu kunna koma inn her, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Florenzte á Skipagøtu, sum eigur Gallarí Jinx, sum tó enn ikki kann bjóða gestum sín- um nakrar sterkar drinks. Gallarí Jinx býður millum annað gestum sínum ein leygardagsbrunch, sum er sera vælumtókt Mynd: Jens Kr. Vang Fólk hava tikið væl undir við nýggju kaféini í høvuðsstaðnum, men tað merkist væl um kvøldini, at hon ikki hevur skeinkiloyvið enn Mynd: Jens Kr. Vang Í Jinx er tað næstan torført ikki at fáa eitt pláss við vindeygað heldur enn tað øvugta Mynd: Jens Kr. Vang Tíðindaskriv frá Javna, nú Lone Hertz aftur vitjar í Føroyum: Í samband við at kenda danska sjónleikarkvinnan Lone Hertz vitjar í Føroy- um í døgunum 12. 13. og 14. september, bjóðar Javni til almennan fund í Klingr- uni í Norðurlandahúsinum. Fundurin verður leygar- dagin 13. sept. frá kl. 15.00 - 18.00 Har kemur Lone Hertz at hava fyrilestur, sum hon nevnir »Voksenlivet«. Í fyrilestrinum Voksen- livet ætlar Lone at nema við ymiskt sum tað ber í sær hjá einum við menningar- tarni at blíva vaksin. So sum at flyta heimanífrá, at fáa og hava eitt arbeiði, hvussu við útbúgving og eftirútbúgving, hvussu skal frítíðin brúkast, hvussu finni eg mær ein lívsmaka. Hvat við trygd, rættartrygd. Aftaná fyrilesturin ynskir Lone Hertz at fáa ein dialog við lurtararnar, eisini vil hon fegin svara spurning- um eftir førimuni. Í einum stuttum steðgi verður møguleiki at keypa sær ein drekkamunn. Javni ynskir at nógv fólk koma til fyrilesturin. Fyrst og fremst vænta vit at fólk við menningartarni og teirra avvarðandi vera har. Síðani vænta vit eisini at tey koma, ið arbeiða saman og við teimum. Men ásannandi tað, at umstøðurnar í Føroyum hjá teim við menningartarni ikki eru tær somu hjá teim- um sum hjá fjøldini. So vóna og vænta vit at teir ráðandi og stýrandi - kom- munal- og landspolitikkarar eisini koma við til fundin. Hetta fyri at fáa størri innlit í støðuna, so lættari verður at broyta hana. Soleiðis, at tey við menn- ingartarni eisini kunnu: Gleða seg til lívið, sum vaksin í Føroyum. Øll eru hjartaliga væl- komin! Malena Arnholdsdóttir, formaður Stóra Pakkhús í Vági hevur millum tiltøk síni havt fleiri væleydnað mat- kvøld, ið hava havt ymsar skráir. Nú verður aftur lagt til brots og borðreitt verður við stór- hvalatvøsti leygar- kvøldið MENTAN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Í september er matkvold í Stóra Pakkhúsi aftur á skránni. Hesaferð verður tað við stórhvalatvøsti á matarskránni og við Thildu Joensen sum kokki. Umframt at borðreiða við stórhvalakjoti, so verður borðreitt við laksamoussé sum for- rætti og við summar- rabarbufromagu omaná. Matkvøldið verður leygarkvoldið 13. sep- tember. Húsið eru opið frá kl. 19.00 til 23.00 og atgongumerki kunnu keypast ella bíleggjast á Kunningarstovuni í Vági á tlf: 374342 áðrenn 13. sept. Avmarkað atgongd. Kostnaður kr. 175,- (fyri baði matkvold og har- monikudans). Aftaná matkvoldið verður harmonikudansur, har Poul Hammer og Co. spæla. Dansurin byrjar kl. 23.00. Tekningarlisti til dansin liggur á van- ligum stoðum. 18 ára aldursmark. Smoke On The Water kallast danski bólkurin, sum leygarkvøldið 20. september fer á pall í VB húsinum at undirhalda við løgum hjá kenda bólkinum Deep Purple MENTAN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo »Smoke on the water« er millum kendastu løgini hjá Deep Purple og donsku jamararnir hava tikið sær navn eftir sangium. Smoke On The Water spæla løg hjá Deep Purple og talan er um sonevnt Deep Purple Jam. Deep Purple gjørdust kendir fyrst í sjeytiárunum og náddu hæddirnar hesi árini, men enn eru teir virknir og bólkurin hevur júst givið fløgu út. Í londunum kring okkum er vanligt við bólkum, ið leggja seg eftir at spæla løg hjá ávísum bólkum ella ein- staklingum. Nevnast kann til samanberingar, at fyri fáum vikum síðani vitjaði bólkur í Føroyum, ið nevndi seg Robbie Williams Jam. Men nú fáa vágbingar rockvitjan og við orku- miklu løgunum hjá Deep Purple megna Smoke On The Water kanska at fáa royk yvir VB húsið og Vatnið, ið liggur næst hús- inum. Tað eru Stóra Pakkhús og VB, ið skipa fyri tiltakin- um. Deep Purple Jam í VB húsinum Við orkumiklu løgunum hjá Deep Purple megna Smoke On The Water kanska at fáa royk yvir VB húsið og vakra Vatnið, ið liggur næst húsinum At verða vaksin og hava menningartarn Stórhvalatvøst í Stóra Pakkhúsi C M Y K 7 6