Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 171 - 11. september 2003 Nr. 171 - 11. september 2003 9 – Eg kann undir ong- um umstøðum liva við tí, sum fer fram í Fiskimálaráðnum í løtuni sigur Heini O, Heinesen formaður í Landsstýrismálanevn dini. FISKIMÁLARÁÐIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hesum kann eg undir ongum umstøðum liva við Heini O. Heinesen er ómetaliga misnøgdur við mátan, sum fiskimálaráðið umsitir fiskivinnupolitikk- in uppá. Heini O. Heinesen er for- maður í størsta samgongu- flokkinum á tingi, tjóðveld- isflokkinum, og hann hevur leingi verið ein hin fremsti talsmaðurin hjá samgong- uni í fiskivinnumálum. Men hann er eisini for- maður í Landsstýrismála- nevndini. Og nú er hann so mis- nøgdir inn á umsitingina í Fiskimálaráðnum, at hann sigur, at hann kann yvir- høvur ikki góðtaka hetta longri. Tað, sum hann er mis- nøgdur við, er, at Fiski- málaráðið hevur lagt allar umsóknir um fiski- og veiðiloyvi á ís og vil ikki avgreiða nakrar tær. Hetta hevur Fiskimála- ráðið gjørt av tí, at Lands- stýrismálanevndin er kom- in til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt at geva Jógvan S, veiðiloyvi. Síðani gjørdi Jacob Vest- ergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, av at taka veiðiloyvi hjá Jógvan S, aftur. Samstundis hevur hann gjørt púra greitt, at fleiri umsóknir av hesum slagi veriða ikki avgreiddar, fyrr- enn málið er lagt fyri Løg- tingið aftur, so at full greiða kann fáast á, hvat hvat er loyvt og hvat er ikki loyvt. Ímeðan sita so menn, ið hava umsóknir liggjandi og bíða til fánýtis og sleppa ikki til verka. Eru gjørd til syndabukk Men hesum kann Heini O. Heinesen ikki liva við. – Eg kann yvirhøvur ikki liva við, at umsóknirnar verða blokeraðar, sigur Heini O. Heinesen. Kann kann heldur ikki liva við, at tað er Lands- stýrismálanevndin, sum verður gjørd til syndabukk í hesum føri. Hann vísir á, at eftir eina beinleiðis klagu frá felagn- um Línuskipum, kom landsstýrismálanevndin til ta niðurstøðu, at veiðiloyv- ið hjá Jógvan S var ólóg- ligt. Men málið snúði seg ikki um Jógvan S sum so. Málið snúði seg um tað ólógliga sum fer fram, at útróðrar- bátar verða gjørdir til línu- skip og tað var hetta óskil- ið, sum landsstýrismála- nevndin vildi steðga í fram- tíðini. – Men tað er ikki lands- stýrismálanevndin, sum hevur tikið avgerð um, at veiðiloyvið hjá Jógvan S skuldi takast aftur ella ikki. – Tað er ein landsstýris- maður hjá fólkaflokkinum, sum gav Jógvan S. veiði- loyvi og tað er ein lands- stýrismaður hjá fólkating- inum, sum hevur tikið tað aftur. Hetta hevur als onki við landsstýrismálanevnd- ina at gera og tað er ikki landsstýrismálanevndin, sum hevur mælt til, at taka veiðiloyvi aftur. Hann leggur afturat, at tað er ikki vanligt, at skeiv- ar avgerðir hjá einum landsstýrismanni verða tiknar aftur og soleiðis raka borgaran beinleiðis. Tað er ikki vant at seta tiltøk í verk við afturvirkandi kraft. – Og spurningurin um, antin veiðiloyvið hjá Jógv- an S skuldi takast aftur, ella ikki, er ein avgerð, sum landsstýrismaðurin hevur tikið einsmallur. Men fomaðurin vísir á, at nú hevur fiskimálaráðið brúkt niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini til at steðga øllum málum, sum altíð hava verið púra natúrlig at avgreiða. – Sostatt er Landsstýris- málanevndin gjørd til syndabukk í hesum máli tað kann eg als ikki liva við sum partur í samgonguni, sigur Heini O. Heinesen. Hann heldur, at hetta er ein roynd at leggja trýst á Landsstýrismálanevndini og at máa støðið undir hennara myndugleika og tað finnur hann seg ikki í. Hann sigur, at var okkurt, sum landsstýrismaðurin ivaðist í hesum máli, kundi hann lagt málið fyri Løg- tingið á Ólavsøku, men tað gjørdi hann ikki. – Eg kann ikki liva við hesum og hetta kann enda við tveimum. Antin leggi eg sjálvur uppskot fyri Løg- tingið um at fáa greiði á málinum um, hvussu loyvi kunnu leggjast saman. Men Heini O. Heinesen er so misnøgdur við Fiski- málaráðið, at hann sigur, at tað kann rætt og slætt eisini enda við einum misálitið á landsstýrismannin, sigur Heini Heinesen. Jacob Vestergaard má taka annað skinn um bak Jacob Vestergaard skilir ikki Heina O. Heinesen, tí hann hevur ikki gjørt ann- að enn fylgt boðunum frá landsstýrismála- nevndini. FISKIMÁLARÁÐIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg skilji ikki misnøgdina hjá Heina O. Heinesen. Jacob Vestergaard, lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum sigur, at hann hevur ikki gjørt annað enn at fylgja boðunum frá lands- stýrismálanevndini. – Landsstýrismálanevnd- in er komin til eina niður- støðu í málinum um Jógvan S og tað sigur seg sjálvt, at tað forðar fyri at fleiri mál verða avgreidd, sigur lands- stýrismaðurin. Hann sigur, at tað verða ikki fleiri slík mál avgreidd, fyrrenn hann veit nágreini- liga, hvør løgtingsins vilji er í hesum máli. Og tað fáa vit at vita heilt skjótt, tí Jacob Vestergaard sigur, at í hesi vikuni verð- ur eitt uppskot liðugt, sum so skal sendast flokkunum til politiska viðgerð. – Síðani verður tað lagt fyri Løgtingið og so fáa vit at vita, hvat tingið heldur. Tá ið vit hava fingið greiði á tí, kunnu vit avgreiða tey mál, sum eru, sigur Jacob Vestergaard. Hann sigur at landsstýris- málanevndin segði í niður- støðuni um Jògvan S, at tað var sera ivasamt um tað var lógligt at loyva Jógvan S inn aftur í flotan aftur, eftir at ein ræðisavmarking varð skrásett í skipinum. – Tá ið fiskiloyvið verða flutt av einum skipi yvir á eitt annað skip, verður ein ræðisavmarking skrásett í skipinum, sum fiskiloyvini verða flutt av og sum fer úr flotanum. Tað merkir stutt, at tað missur loyvið at fiska. Jacob Vestergaard sigur, at tað er sjálvsagt, at hetta forðar fyri, at fleiri um- sóknir verða avgreiddar. – Tí skilji eg ikki Heina Heinesen. Landsstýris- málanevndin má standa við tær avgerðir, hon tekur, sig- ur hann. Men tað er ikki so, at Fiskimálaráðið hevur blok- era fyri allari viðgerð av slíkum málum. – Vit hava avgreitt tær umsóknir, sum vit høvdu fingið, áðrenn málið um Jògvan S. Men tær um- sóknir, sum eru komnar aft- aná, verða at bíða, til vit hava fingið greitt at vita, hvør tingsins vilji er. Jacob Vestergaard sigur, at eitt annað mál, sum líkist hesum er, var málið um Rasmus Effersøe. Rasmus Effersøe er Snoddið, sum fór úr flotan- um og summi hildu, at so kundi hann ongantíð koma aftur í flotan. Men tá hendi tað, at hann varð keyptur aftur og fekk navnið Ras- mus Effersøe. – Niðurstøðan var, at tað var líka mikið um Snoddið varð keyptur ella okkurt annað skip, sum líktist hon- um, bara reiðarin hevði fiskiloyvi, sum skipið kundi fáa. Landstýrismaðurin sigur, at hann tí fer at skjóta upp fyri tinginum, at geva loyvi til, at skip, sum hava mist fiskiloyvi, tvs, at tey eru ræðisavmarkað, kunnu koma aftur í flotan. – Alt annað er heilt órímiligt, tí tað, sum um- ræður, er, at fiskiloyvi eru til taks til skipið, sigur JacobVestergaard. – Men vit mugu fylgja boðunum frá Landsstýris- málanevndini og fyri at forða fyri fleiri skeivum av- gerðum, verða ikki fleiri slík mál avgreidd, fyrrenn Løgtingið hevur sagt sína hugsan, sigur Jacob Vester- gaard. Heini O. Heinesen sigur, at tekur Jacob Vestergaard ikki annað skinn um bak, kann hetta enda við tveimum. Tað kann enda við at hann fer í sjálvdrátti í samgonguni, men tað kann eisini enda við misálitið á landsstýrismannin Mugu standa við sínar avgerðir – Vit mugu fylgja boðunum frá Landsstýrismálanevndini, sigur JacobVestergaard NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 11. september. Hildibjartur. Føroyskt navn fyri Hillebert, sum var biskupur í Tours í Fraklandi og doyði í 1134. Upprunaliga týkst navn, sum merkir stríð og bjartur. Poul Andrias Joensen 50 ár Mikudagin 10. september 2003 fylti stjórin hjá IRF í Leirvík, Poul Andrias Joen- sen, 50 ár. Poul Andrias er leirvíkingur, sonur Kristinu, f. Øregaard, og Helga Joensen. Hann lærdi til skips- byggjara á Skála Skipa- smiðju, gekk á maskin- meistaraskúla í Havn og tók víðkað maskinmeist- araprógv í Danmark. Síðan sigldi hann sum maskin- meistari, til hann fekk starv sum maskinmaður hjá SEV á Sundi. Hann hevur arbeitt á brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík frá byrjan í 1989, fyrst sum tekniskur leiðari og sum stjóri frá 1992. Poul Andrias er giftur við Ásu Hanusson úr Havn. Hann eigur fýra børn. Hann er limur í bygda- ráðnum í Leirvík og for- maður í teknisku nevnd. Eisini er hann nevndar- limur í Føroya Kommunu- felag. Standandi frá vinstru: Jón Gærdbo Vágur, Eileen Mørkøre Eiði, Eileen Winther Skopun, Beinta Solmunde Trongisvágur, Marita Petersen Norðdepli, Maria Lindberg Klaksvík, Malan Olsen Gøta, Kirsten Danielsen Trongisvágur, Diana Augustinussen Vágur, Laura Hentze Norðagøta, Jacobina Heinesen Vágur. Sitandi frá vinstru: Anna Jensen Sørvágur, Jórun Johansen Klaksvík, Birgit Sørensen Tvøroyri, Gunnleyg Jacobsen Klaksvík, Kathrina Hammer Strendur, Jonna Thomsen Trongisvágur, Karin Louisa Nicodemussen Argir, Marit Skaalum Hvalba Heilsuhjálparar 2003 28. august 2003 fingu 19 heilsuhjálparar prógv á Heilsuskúlanum á Tvøroyri. Skúlaárið byrjaði 1. september 2002 og endaði við próvtøkuni 28. august í ár Pauli Vang 70 ár 11. septembur fyllir Pauli Vang í Havn 70 ár. Pauli er sonur Jacobinu Vang, fødd Nicolajsen í Vestmanna, og Jóan Paula "Palli" Vang, Froðba. Tá Pauli var 11 mánaðar gamal doyði mamman og bleiv Pauli uppfostraður hjá Ebbu og Poul Viberg í Vági. Pauli fór til skips 14 ára gamal. Hann fór í málara- læru sum 15 ára gamal. Liðugur at læra fór hann aftur til skips, og tá hann var heima, arbeiddi hann sum málari. Lagstur upp á land var hann málari á Landssjúkrahúsinum í 18 ár til hann bleiv pensjóner- aður. Pauli hevur heilt frá ung- um árum havt málningalist sum ítriv saman við lyst- fiskarí. Og ikki minst kenna vit hann sum ein avbera góðan kokk, har hann hevur fylt mangan búkin til veitslur, bæði úti og heima. Pauli er giftur við Eileen, f. Poulsen, úr Havn, og eiga tey tvær døtur. Frá fyrru giftu fekk Pauli 2 synir, har annar doyði eitt ára gamal. Hann eigur 5 abbabørn. Nøvn í vikuni Kennir tú onkran … Kennir tú onkran í familjuni, á arbeiðsplássinum, í grannalagnum ella hvar tað skal vera, ið hevur ein merkisdag sum t.d. rundan føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv ella annað, so sig okkum frá. Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd. Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur. Navn:..................................................................................................................... Bústaður:............................................................................................................. Bygd/býur:..............................................................Tel:..................................... Evt. arbeiðspláss:.............................................................................................. Merkisdagurin er: ............................................................................................ Innsendari: ....................................................................Tel:............................... Sendið lepan, í brævbjálva, til: • Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni" Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir okkara kring alt landið: Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo C M Y K 9 8