Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 171 - 11. september 2003 Nr. 171 - 11. september 2003 11 Orðaskiftið hevur tikið seg upp um avriksløn. Avriksløn kann rigga væl á einari privatari bilverksmiðju, har avrikið er sera lætt at máta, sum til dømis tal av framleiddum bilum, prosentvísur marknaðarpartur í Frankaríki, yvir- skot í fyritøkuni ella deildini, tal av skaðum o.s.fr. Tá man tosar um almenna umsiting verður alt straks verri. Tað kann verða sera vandamikið at innføra avriksløn í eini skipan, har avrikið ikki altíð er tengt at tingum, ið eru løtt at máta. Eisini fæst almenn umsiting mangan við ting, har avrikið, ella í summum førum skaðin, ikki verður sjónligt fyrr enn ár aftaná, arbeiðið er gjørt. Hvussu skuldi til dømis ein illa skrivað kunngerð verið mett, tá Landstýrið tapir eitt rættarmál ella fær eina ábreiðslu frá Løgtingsins Umboðsmanni tvey ár aftaná arbeiðið er gjørt? Skulu fólk tá trekkjast í løn? Hvør skuldi mett um avrik? Vit vita, hvussu avrikini fara at verða mett, um umsitingin sjálv skal meta um sínar dygdir. At viðganga egnar feilir hevur ikki verið sterka síðan hjá okkara umsiting, og ikki kann hugsast, at hetta verður frægari, um fimtan prosent av árslønini hjá starvsfólkunum avhongur av, um tey hava rætt ella skeivt. Hvussu nógva avriksløn, man skattgjaldarin halda, at málið um Jógvan S rættvísgerð í Fiskimálaráðnum, ella til dømis navnakunngerðin hjá Løgmálaráðnum? Vit hoyrdu fyrr í vikuni ein yvirlækna fortelja okkum, hvussu yvir- bureaukratisering tarnar arbeiðnum á Landssjúkra- húsinum. Man hetta verða eindømi í okkara bygnaði? Tað tykist verða breið semja nærum allastaðni uttan fyri almennu umsitingina, at tann núverandi bygnaðurin er ov stórur, dýrur og fungerar ikki nóg væl, hóast einstak- lingarnir, ið starvast har, kunnu verða bæði dugnaligir og nærlagdir. Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum hevur til seinastu fíggjarlógarviðgerðirnar havt hetta á lofti, men einki tykist henda. Skattgjaldarin kann vurdera, hvussu væl almenni bygn- aðurin riggar út frá tveimum tingum: Hvat hann kostar, og hvørjar tænastur, skattgjaldarin fær afturfyri. Í løtuni sær út til, at goldið verður meira fyri minni. Hetta ber heilt einfalt ikki til, og hava Løgmaður og ikki minst Fíggjar- málaráðharrin sovið í tímanum í 5 ár. Føroya land hevur ikki ráð til at gjalda nærum tvifalt so nógv fyri tann almenna sektorin í dag, sum fyri fáum árum síðani. Tí er umráðandi fyri allar góðar kreftir, ið vilja varðveita eitt vælferðarsamfelag eftir norður- lendskum mynstri, at seta seg niður og hyggja at tænast- unum og stovnunum, ið venda út móti borgarunum. Hesar tænastur mugu fáa bestu sømdir og eiga at verða desen- traliseraðar mest møguligt, og umsiting má so tilpassast ráðini og ikki øvugt. Borgarans tørvur má aftur í fremstu røð. Avriksløn er ikki ein spurningur um at kunna varðveita núverandi bygnað hóast yvirtøkur. Núverandi bygnaður má endurskoðast og gerast bíligari, hóast yvirtøkur. Avriksløn kann realistiskt sæð kanska innførast fyri tær almennu tænasturnar, ið hava við beinleiðis drift at gera, sum til dømis Strandferðslu, Landsverkfrøðing, Postverk o.s.fr., um hetta verður mett at verða ynskiligt. Almenn umsiting kann neyvan foreinklast so nógv, at ein slík skipan kann innførast har. Tí hevur Starvsmannafelagið helst grein í sínum máli. DAGSINS MEINING Sosialurin Avriksløn? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. TÍÐINDASKRIV Leygarkvøldið tann 13.sep. verður eitt øðrvísi slag av dansi í Badmintonhøllini í Havn. Tað er nevniliga talan um eitt sokallað "KARAOKEKVØLD". Tað fer fram á tann hátt, at hevur tú hug at syngja eitt gott lag, so kanst tú koma upp á pallin og syngja tað. Og um tú ikki dugir lagið til fulnar, ber til at fylgja við á stórskíggja. Áskoðar- arnir kunnu á sama hátt síggja tekstin á stórskíggj- anum, og sostatt ber eisini til hjá teimum at tralla við. Tað er hetta ,sum ger til- takið øðrvísi og sera skemtiligt. Mong vóru tey, sum lurtaðu, tá ið tey sungu KARAOKE í "Barometri- num", ein sending sum ÚF skipaði fyri í summar. Nú ber so til at uppliva hetta framúr stuttliga tiltakið "LIVE". Sjálvt um hetta bert er til gaman, fær besti KARAOKE sangari tó ein vinning, nevniliga ein flog- seðil aftur og fram til Dan- markar frá Maersk-air. Frásøgufólkini verða tey bæði úr "Barometrinum" Heri Jacobsen og Elin í Stórustovu. Bussar koyra til Badmintonhøllina. Tiltakið byrjar kl.23:30 og dyrnar lata aftur kl. 04:00. TÍÐINDASKRIV Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) Leygardagin 13. septembur skipar Meginfelag Før- oyskra Studenta fyri pisu- degi í Keypmannahavn. Dagurin er ætlaður teim- um, ið júst eru flutt til Dan- markar at lesa, og er hetta eitt gott høvi hjá teimum nýggju lesandi at hitta hvønn annan. Eisini verður møguleiki at seta spurn- ingar, ið hava eitthvørt við lestrarbyrjan at gera. Við á tiltakinum verður, umframt MFS, Ráðgeving- in fyri Føroyingar í Dan- mark. Tiltakið verður hildið á loftinum í Føroyahúsinum kl. 17:00 á Vesterbrogade 17A. Vónandi verða nógv nýggj andlit at síggja til ein kunnandi og samstundis hugnaligan dag! Jonhild Hermansen Nú nærkast dagurin, tá hós- víkingar enn einaferð skulu til vegleiðandi atkvøðu- greiðslu um kommunu- samanlegging við restina av Sundalagnum. Við seinastu atkvøðu- greiðslu, var sum kunnugt tepur meiriluti ímóti sam- anlegging. Onkur varð eyð- sæð kløkkur av tí úrslit- inum, tí ein stórur partur av veljarunum heittu fylgjandi við undirskriftum á komm- unustýrið, um at taka stig til at fara inn í samarbeiði (97 ímóti 71 sum nýttu høvið til at siga ja valdag- in). Bygdaráðið hevði eisini kunnað gjørt av at farið upp í samanløgdu kommununa uttan nýggja atkvøðu- greiðslu, men valdi tað bleytaru loysnina, við ráð- um frá m.ø. fólki úr Løg- málaráðnum, at fyriskipa nýggja atkvøðugreiðslu, tí tað skuldi vera mest demo- kratiska loysnin. Ikki undarligt, at fleiri av tykkum, sum høvdu ómak- að tykkum at koma til bygdaráðið við áheitanini um at fara upp í saman- løgdu kommununa, eru spyrjandi um hvar demo- kratiið mótvegis tykkara áheitan er, og geva ilt av tykkum, at tit ikki tíma á val einaferð afturat. Tykk- um, vil eg heita á um væl- signaði at gera tykkum sjálvum tann beina, at fara á val og stemma fyri sam- anlegging. Við at hyggja aftur á tað sum ført hevur verið fram á fundi, sum prát ímillum fólk og í lesarabrøvum ímóti samanlegging, síggi eg fleiri negativar kenslur heldur enn góð argument, og eina øði ímóti sitandi bygdaráð í Hósvík, ella pørtum av tí. Nógv hevur verið ført fram, t.d. at betur er at bíða við at fara uppí saman- løgdu kommununa, vit skulu vera ein lítil eksklu- siv forstaðarkommuna til Havnina, samstarv heldur enn samanlegging, óttin fyri fremmandum bátum í bátahylinum o.s.v. Eitt, sum ferð eftir ferð hevur stungið seg upp, er óttin fyri at blíva burtur og onga ávirkan fáa í samanløgdu kommununi. Veruleikin er tó, at tá allar kommunurnar í Sundalagnum leggja sam- an, og um vit verða við, verður Hósvík størsta ein- staka bygdin í økinum. Standa vit tá, sum bygd, saman um persón/ar, ið vit hava álit á, er góður møgu- leiki fyri at fáa góða um- boðan í nýggja samanlagda kommunustýrinum. Og tað, at umsitingin og politiska valdi verður flutt út um bygdarmarkið, átti at verið ein fyrimunur, tí tá verður ikki talan um at skapa split í bygdini, men heldur samanhald við ein- um felags fronti úteftir. Vælsignaði tit, bæði ja`arar og noya´arar, takið tykkum ikki av hvussu sitandi bygdarráð hevur arbeitt — framyvir kunnu tit avgera hvør skal veljast í nýggja samanlagda bygda- ráðið. Tað er ikki lagnan hjá sitandi bygdaráð, sum skal avgerast í spurningin- um um samanlegging, men tykkara framtíð! Karaokekvøld Pisudagur í Keypmannahavn! Onnur vegleiðandi atkvøðugreiðsla um kommunusamanlegging í Sundalagnum, tann 13. sept. ÚTLANDIÐ Kim Simonsen "Deyði Allende forseta. Sjálvmorðið 11. september 1973 í presidentborgini La Mondena, var hvørki framt av einum manni, ið var frá sær sjálvum ella av romantiskum ávum, ið skuldi gera hann kendan sum hetjan í søgubókum. Henda gerð var ein partur av lívinum hjá einum realisti, einum veruliga stórum politikara". Tomas Mulián sosiologur við Universidad ARCIS í Santiago, 2003. Torført er at tulka lívið hjá Salvador Allende og politisku meiningarnar hjá honum, tí ikki er gjørligt at siga annað, enn at tað var ein syndarlig lagna honum var fyri. Sum fólkavaldur í Unidad Popular í Chile í 1970 kom hann at umboða eina sosialistiska endurnýggj- an í Suður- og Mið- amerika, sum kommun- istar í Europa tóku til sín. 11. september fyri 30 árum síðani tók Allende lívið av sær. Eftirmaðurin generalurin Augusto Pinochet varð stuðlaður av CIA. Og skuldi vísa seg sum ein despotiskur og fasistiskur mordari. Allende – Eitt nýtt slag av politikara Allende stóð á odda fyri chilenska vinstravongin, ið leingi hevði tosað um marxismu. Sosialistiski flokkurin broyttist gjøgnum sekstiárini. Sum kollvelt- ingarhugaður varð Salva- dor Allende fyri fólkaræði. Hann trúði á atkvøðu- greiðslur, og at gjørligt var at umskipa samfelagið inn- anífrá. Sum politikari var All- ende ikki nakar stórur talari, sum eitt nú Martin Luther King ella faðir at orðatøkum sum Mathatma Gandi, meiri var hann ein stillur realistur, ið vildi vinna bardagar um vanliga lívið og um dagligdagin í Chile. Hann vildi skapa rúm fyri einum fólksligum politikki í einum samfelag, ið var demokratiskt, men har samgongur á vinstra- veinginum ikki vóru gjør- ligar, meiri demokratiskt var landið ikki. Allende var ikki bert ein realistur, men eisini kapitalismukritiskur, ið CIA sjálvandi høvdu frætt. Royndin at sameina flokkarnar Longu meðan hann var heilsumálaráðharri, í 1952, vildi hann sameina Sosial- istiska Flokkin og Komm- unistiska Flokkin, ið bard- ust um valdið. Hann vildi savna hesar flokkar, og kom í hesum arbeiði at niðurleggja sín egna flokk, eftir fyrimynd úr Peru, har Victor Raúl Haya de la Torre savnaði indiansku fólkini og peruiansk in- tellektuel við eini national- istiskari og marxistiskari stevnisskrá longu í 1924. Henda "triðja veg" helt Allende, at Perón í Ar- gentina ikki fylgdi, ið hann metti sum populismu. Stutt áðrenn 20-anda flokksfundin í USSR í 1956, har Nikita Khrustjov hevði kendu uppgerðina við Stalin, ið var deyður 3 ár innan, fóru Allende og felagar til verka. Teir vildu vinna valdið við fólkaræði og gjøgnum eina sosial- istiska og kollveltingarfúsa samgongu. Ein ætlan, ið serfrøðingar hava mett sum hættisliga og ástøðiliga ikki heilt gjøgnumhugsaða – ið kom at vera byrjanin til endan. Í hesum politikki varð eitt ekkó frá nógvum Latínamerikanskum lond- um og frá tjóðskaparligum frælsisstríði, ið kommun- istiskir flokkar í øllum Suðuramerika stuðlaðu. Allende stuðlaði t.d. Fidel Castro, men ikki eini ódemokratiska chilenska stjórn, leidd av sosialistum. Í hesum var hann nærum einsamallur millum hinar sosialistarnar í Chile, men tað var løgið at stuðla ein- ræði, men sjálvur vilja fremja fólkaræði. Í hesi tíðini var kalda kríggið av tí kaldasta. Terrorbalansin speglaðist í hvørjum hyli frá Reykjavík til Cape Town. Amerika hevði onga fatan av øðrvísi hugsandi, og sosialisma og kommun- isma var fyri teir tað sama, kommunistajagstranin var 30 ár síðani hernaðarkvettið í Chili Salvador Allende – Bardagin um søguna heldur fram Úr Sosialinum 11. sept. 1973 Framhald á síðu 29 C M Y K 11 10