hósdagur 11. september 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 171 - 11. september 2003
Nr. 171 - 11. september 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Estlendingar atkvøða
Sunnudagin verður fólkaatkvøða í Estlandi um
limaskap í ES, og hóast estlendingar bera orð fyri at
vera sera varnir, tykist eingin ivi vera um, at teir
longu hava gjørt av, hvat úrslitið verður sunnudagin.
Sambært teimum seinastu meiningakanningunum
fara góð 70 prosent at taka undir við limaskapi í ES,
og tann avgjørda mótstøðan er at kalla eingin, tí tá
høvdu umleið 20 prosent ikki tikið støðu. Úrslitið í
Estlandi kann tí fara at líkjast tí í Litava, har heili 91
prosent atkvøddu fyri ES-limaskapi.
Bæði fakfeløgini og arbeiðsgevararnir hava mælt
estlendingum til at taka undir við limaskapinum. Tey
siga, at limaskapur í ES fer at tryggja framhaldandi
búskaparliga framgongd. Tey flestu, sum eru ímóti at
fara upp í ES, vísa á, at Estland fekk sjálvsstýri frá
Sovjetsamveldinum fyri fáum árum síðani og eigur
ikki at fara inn í eitt annað samveldið ístaðin fyri.
Rindar endurgjald
Tað rómverskkatólska erkabiskupadømið í Boston í
USA hevur gjørt av at rinda fleiri hundrað fólkum
endurgjald fyri kynsliga misnýtslu.
Seinastu tíðina hava samráðingar verið millum
kirkjuna og umboð fyri tey mongu, sum vórðu fyri
kynsligum ágangi innan kirkjugátt, og nú eru
partarnir vorðnir samdir um, at kirkjan skal rinda 85
milliónir dollarar í endurgjaldi. Sambært umboð-un-
um hjá teimum, sum vórðu kynsliga misnýtt, skal
endurgjaldið býtast millum tey umleið 540 fólkini,
sum hava lagt endurgjaldskrav ímóti kirkjuni.
Erkabiskupurin í Boston, Sean O'Malley, hevur
staðið á odda fyri samráðingunum vegna kirkjuna.
Hann tók við embætinum fyri einum mánað síðani, tá
Bernard Law, kardinalur, noyddist frá orsakað av
gøluni um kynsligu misnýtsluna. Tað kom eisini fram,
at kardinalurin hevði verið vitandi um, at prestar
hansara høvdu misnýtt børn og ung, men at hann
hevði dult tað.
Baskar krevja rættindi
Myndugleikarnir í spanska Baskaralandinum hava
gjørt av at draga landsmyndugleikarnar í Madrid fyri
evropeiska mannarættindadómstólin í Strasbourg, tí
teir vilja vera við, at landsmyndugleikarnir hava
brotið lógina við at banna baskiska tjóðskaparflokk-
inum.
Ein talsmaður hjá baskiska stýrinum sigur, at
avgerðin hjá myndugleikunum í Madrid er brot á
mannarættindasamtyktina um frælsi hjá fólki at skipa
seg í felagsskapir, og at hon er eisini brot á regluna
um, at øll eru líka fyri lógini.
Spanski hægstirættur setti í mars baskiska
tjóðskaparflokkinum Batasuna forboð fyri at virka, tí
flokkurin sambært rættinum hevur tætt tilknýti til
tann víðgongda baskiska felagsskapin ETA. Leiðslan
í Batasuna vísir aftur, at flokkurin er tann politiski
vongurin á ETA, men tað er ein sannroynd, at flokk-
urin hevur ongantíð fordømt tær nógvu yvirgangs-
atsóknirnar hjá baskiska felagsskapinum.
Bilrisar hóttir
Í mong ár hava amerikanarar keypt sínar bilar frá
General Motors, Ford og Chrysler, men nú vísa tey
seinastu sølutølini, at japanska Toyota hevur kroyst
seg inn ímillum teir tríggjar risarnar og hevur
skúgvað Chrysler niður á fjórða pláss.
Samstundis vísa hagtølini, at 57,9 prosent av
teimum bilunum, sum amerikanarar keypa, eru frá
teimum trimum stóru verksmiðjunum í Detroit, og so
lítil hevur teirra partur av marknaðinum ongantíð
verið fyrr.
Tey, sum fylgja við amerikanska bilmarknaðinum,
siga, at tær amerikonsku verksmiðjurnar hava lagt alt
ov stóran dent á at gera stórar bilar. Japanar hava
harafturímóti hildið seg til teir smáu bilarnar, sum
hava fingið størri og størri áhuga í USA. Nú verður
hildið, at innan 2010 fer ein av teimum trimum stóru
á húsagang ella á japanskar hendur.
Ísraelsmenn royndu
at myrða andaliga
leiðaran í Hamas.
Svarið kom
ÍSRAEL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
- Vit fara at hevna royndina
hjá Ísrael at beina fyri
Sheikh Ahmed Yassin, svór
felagsskapurin Hamas, tá
ísraelsmenn fyri nøkrum
døgum síðani royndu at
beina fyri andaliga leiðar-
anum í tí víðgongda fe-
lagsskapinum.
Og hevndin kom. Fyrra-
kvøldið
kravdu
tvær
sjálvmorðsbumbuspreingin
gar í Tel Aviv og Jerusalem
ellivu mannalív.
Hamas
átók
sær
á-
byrgdina av báðum og
segði
atsóknirnar
vera
hevnd
fyri
ísraelskan
ágang. Ísraelska stjórnin
gav Yasser Arafat skyldina,
tí hann hevði forðað pale-
stinsku myndugleikunum at
taka vápnini frá Hamas og
øðrum víðgongdum felags-
skapum.
Í gjár vórðu tríggir
palestinar, teirra millum ein
13 ára gamal drongur,
jarðaðir. Teir doyðu í einum
ísraelskum álopi í Hebron.
Teir báðir menninir vóru
limir í Hamas, siga ísraels-
menn. Um somu tíð søktu
ísraelsmenn at einum hús-
um í Gaza, har ein leiðari í
Hamas var staddur, men
hann slapp við lívinum.
Hamas
hevur
lovað
hevnd. Blóðbaðið heldur
fram.
Fleiri avvarðandi
hjá teimum, sum
doyðu í World
Trade Center fyri
tveimum árum
síðani, leggja
politikararnar
undir at misnýta
dagin
11. SEPTEMBER
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Myndugleikarnir í New
York skipa fyri almennum
minningarhaldi í dag til
minnis um tey, sum doyðu á
atsóknini 11. september í
2001.
Men øll tey avvarandi
verða ikki har. Fleiri teirra
hava gjørt av at skipa sítt
egna
minningarhald
á
Broadway.
- Tað harmar okkum, at
Ground Zero, har leivdir av
fleiri av okkara kæru
framvegis eru, ofta verður
nýtt sum ein politiskur pall-
ur. Tað besta hevði verið,
um øll valevni hjá øllum
flokkum hildu seg burtur
haðani, sigur Andrew Rice,
sum misti bróðurin í World
Trade Center.
Um
mánaðar-skiftið
august-september næsta ár
fer republikanski flokkurin
at halda sítt endaliga upp-
stillingarfund til forseta-
valið. Andrew Rice sigur
seg vóna, at politikararnir
ikki fara at nýta sorgar-
dagin fyri tveimum árum
síðani til egið gagn.
- Staðurin, har tey bæði
tornini stóðu, er heilagur,
og hendan vikan er heilag
fyri okkum, sigur hann.
Blóðbaðið heldur fram
Politikararnir misnýta
11. september
Ground Zero, har tey bæði WTC-tornini stóðu, er heilagur staður, men verður misnýttur
til politisk áhugamál, siga avvarandi hjá fleiri, sum doyðu har fyri tveimum árum síðani
Mynd: Reuters
Í dag eru tvey ár síð-
ani yvirgangsatsókn-
ina at New York og
Pentagon, og ameri-
kanarar óttast fyri
einum ógvusligum
álopi á tvey ára
degnum
11. SEPTEMBER
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri fýra mánaðum síðani
var fundur einastaðni í
fjøllunum nærhendis mark-
inum millum Afghanistan
og Pakistan. Har hittust
fleiri av teimum ringastu
yvirgangsmonnunum
í
heiminum at leggja ætlanir
um komandi atsóknir. Mill-
um fundarluttakararnar var
sjálvur leiðarin í felags-
skapinum al-Qaeda, Osama
bin Laden.
Hesar upplýsingarnar eru
úr einari grein í ameri-
kanska tíðarritinum News-
week. Greinina hava teir
báðir tíðindamenninir Ben
Yousafzi og Ron Moreau
skrivað, og hon hevur vakt
stóran ans í USA. So stóran
ans, at samveldisløgreglan
FBI hevur sent øllum
amerikanarum bæði í USA
og uttanlands eina ávaring
um at ansa sær.
Ein ónevnd kelda í FBI
sigur við tíðindastovuna
AP, at tað er ikki óhugs-
andi, at al-Qaeda fer at
royna seg hesaferð við
einum eiturálopi á drekki-
vatnið í einum ella fleiri
amerikonskum stórbýum.
Talan kann eisini verða um
at koyra eitur í matvørur.
Amerikanarar bera serliga
ótta fyri, at yvirgangs-
menninir kunnu fara at nýta
eiturevni sum solanin ella
nikotin. Fólk kunnu gerast
ógvuliga sjúk av hesum
evnum, og tað er komið
fram,
at
amerikanskir
agentar í Afghanistan hava
funnið skjøl, har hesi bæði
evnini verða umrødd sum
møgulig vápn í einum
eiturálopi á USA.
Flogfør og bumbur
Sambært Newsweek halda
amerikonsku myndugleik-
arnir, at al-Qaeda hevur
ikki slept ætlanini um at
fremja eina atsókn at USA,
og at hendan atsóknin verð-
ur uppaftur ógvusligari enn
tann fyri tveimum árum
síðani.
FBI og tað serliga ráðið
fyri landsins trygd ávara
eisini um, at yvirgangs-
menninir kunnu fara at nýta
bilbumbur - ikki persón-
bilar, men lastbilar. Teir
halda seg eisini vita, at
hóast trygdartiltøkini í flest
øllum floghavnum eru herd
munandi, hevur al-Qaeda
ikki slept ætlanum um at
ræna flogfør og at nýta tey
sum rakettir ímóti stórum
bygningum ella orkuverk-
um.
Sjálvmorðsbumbu-
menn ella -kvinnur eru
eisini ein møguleiki, sigur
FBI.
Al-Qaeda hevur eftir
øllum at døma eisini givið
ljóð frá sær og ávarað
amerikanararnar. Á einum
ljóðbandi, sum arabiska
sjónvarpsstøðin Al-Arabiy-
ya spældi seinasta sunnu-
dag, og sum eftir øllum at
døma var komið frá al-
Qaeda, varð ávarað um eina
yvirgangsatsókn,
sum
verður nógv verri enn tann
fyri tveimum árum síðani.
- Vit kunngera hervið, at
tað koma nýggjar atsóknir í
og uttan fyri USA, og at tær
fara at fáa amerikanarar at
gloyma álopini tann 11.
september í 2001, varð sagt
á bandinum.
Bin Laden á lívi
Men greinin í Newsweek
hevur eftir øllum at døma
elvt til størri ótta í USA enn
ljóðbandið hjá al-Arabiyya,
tí sambært greinini er
Osama bin Laden fram-
vegis á lívi og saman við
sínum næstu monnum.
Teir báðir tíðindamenn-
inir hjá Newsweek hava
verið í fjallalendinum í
Afghanistan, har teir hava
tosað við fleiri Taliban-
leiðarar. Allastaðni fingu
teir at vita, at bin Laden er
á lívi, og at hann heldur til í
fjøllunum.
Tað var ein av Taliban-
leiðarunum, sum visti at
siga frá fundinum í apríl, og
ein annar Taliban-leiðari
visti at siga, hvat tosað varð
um.
- Hann ætlar sær at nýta
lívfrøðilig vápn hesafsrð.
Tað
næsta
álopið
hjá
Osama verður ógvusligari,
enn ein kann ímynda sær,
segði Taliban-leiðarin teim-
um báðum tíðindamonnun-
um.
Ei undur í, at ameri-
kanarar óttast.
UTTAN ÚR HEIMI
Óttast ógvusliga atsókn
á tvey ára degnum í dag
C
M
Y
K
13
12