Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 11. september 2003 15 spennandi, og at vit mugu so eisini gera okkum út við toli. Potentialið er stórt, um olja og gass eru her. Boraðir eru fýra brunnar og mær vitandi er tað ikki óvanligt, at tað verða boraðir 10-15 og kanska 20 brunnar, áðrenn tú veit nokk um eitt øki og kann siga, hvat hetta goymir. Hon dylur ikki fyri, at hon kundi hugsað sær at arbeittDiana her saman við tveimum av kvinnunum, sum mannaðu føroyska básin á oljumessunií Aberdeen, Maluni frá Vinnuhúsinum og Súsonnu frá Oljumálaráðnum. í eini føroyskari oljuvinnu, tá hon gerst veruleiki. Og hon útilokar heldur ikki, at pallstjórin á fyrsta oljupallinum, sum fer undir framleiðslu við Føroyar, verður ein kvinna. Føroyingar betala framvegis 5% í rentu av láninum, sum varð tikið í sambandi við bankasemjuna. Á Fólkatingi hevur Tórbjørn Jacobsen nú heitt á donsku stjørnina um taka upp samráðingar við føroyingar um at lækka rentuna UTTANLANDSLÁN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Rentan av láninum, sum Føroyski landskassin hevur frá danska landskassanum eigur at verða lækkað. Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður. Í eini røðu hann helt í Fólkatinginum týskvøldið, heitti hann tí á donsku stjórnina um at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at lækka rent- una av tí láni, sum føroy- ingar fingu úr danska landskassanum í sambandi við bankasemjuna í 1998. Hann vísir á, at talan er um eitt lán, sum gongur yvir 20 ár við eini rentu upp á 5% um árið. – Sìðani hevur gongdini á alheims rentumarknaðinum verið tann, at rentan er lækkað næstan heilt niður á 0%. Og nú Fólkatingið hevði fyrstu viðgerð av donsku fíggjarlógini fyri komandi ár, brúkti Tórbjørn Jacob- sen hetta høvið til at heita á donsku stjórnini um at lækka rentuna. Í røðu síni vísti hann á, at komandi ár skulu føroying- ar betala 175 milliónir í rentu til danska landskass- an, umframt avdráttirnar uppá 148 milliónir. Samstundis er blokkstuð- ulin lækkaður. – Tað er prógvað, at Føroy- ar gera Danmark ríkari við tað, at Danmark hevur yvir- skot av samhandlinum við Føroyar. Danmark hevur eisini vinning av okursrent- uni, sum vit betala av lánin- um í sambandi við banka- semjuni. Men vit gera eis- ini Danmark ríkari av tí at blokkstuðulin er lækkaður góðar 366 milliónir og tí at hernaðarstøðirnar í Føroy- um føra við sær, at danska stjørnin sparir játtan til hernaðarlig endamál. Nýggjar samráðingar Tórbjørn Jacobsen segði, at føroyingarvóru ikki vanir at leypa frá gjørdum avtalum. Og hann vissaði Fólkating- ið um, at tað fóru vit heldur ikki at gera í hesum føri. – Men hevði tað ikki ver- ið hóskandi at tikið samráð- ingar upp um at lækka rent- una av láninum, sum føroy- ingar hava í danska stats- kassanum, nú rentan í vest- urheiminum er lækkað næstan niður á 0%. Hann vísti á, at hesi 5% eru ein útreiðsla hjá før- oyska landskassanum upp á 175 milliónir næsta ár. Fólkatingsmaðurin boð- aði eisini frá, at tá ið føroy- ingar bóðu um at fáa blokk- stuðulin lækkaðan, var tað heilt greitt við tí fyri eyga at lækka hann enn meiri í næstu framtíð. – Tí hevði tað ikki verið heilt óhóskandi, at danska stjørnin vísti føroyingum tær sømdir, at hon bjóðaði føroyingum samráðingar um rentuna, sum mest er at samanbera við okursrentu, segði føroyski fólkatings- maðurin. Aðalorðaskiftið um ríkisveitingina Í røðu síni helt Tórbjørn Jacobsen, at tað hevði næs- tan verið hóskandi at havt eitt aðalorðaskiftið í Fólka- tinginum um ríkisveiting- ina og um, hvat tann djúp- ara meiningin við henni er. Sjálvur ivaðist hann ikki í, at endamálið við honum er at keypa sær politiskt vald í Føroyum og í Grøn- landi. – Men uttan iva eru mong ósamd við mær um hetta, legði Tórbjørn Jacobsen afturat. Hann vísti eisini á, at summi hildu, at ríkisveit- ingin í veruleikanum var føroysk ogn, tí hernaðar- støðirnar í Føroyum gera, at NATO loyvir dønum at hava lægri játtanir til her- naðarendamál enn hini NATO londini hava. Onnur hava skotið upp at ríkisveitingin verður lækk- að, samstundis sum før- oyska skuldina til danska landskassan verður lækka samsvarandi. Tað var eisini eitt upp- skot at einskilja føroyskar fyritøkur og at brúka pen- ingin at betala skuldina við, segði Tórbjørn Jacobsen. Samráðingar ímillum Føroyar og Danmark um rentulækking Framleiðlsupallurin Nelson úti í Norðsjónum, har Diana Leo skal hava høvuðsábyrgdina um eitt ár. Pallurin var upprunaliga rikin av Enterprise, sum nú er lagt saman við Shell Nelson liggur miðskeiðis úti í Norðsjónum Danir fáa okursrentu av láninum, sum føroyingar hava fingið úr danska landskassanum, heldur Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður. Hann hevur nú heitt á donsku stjørnina um at samráðast við Landsstýrið um at lækka rentuna. Næsta ár skulu føroyingar betala 175 milliónir í rentu 15 14 Nr. 171 - 11. september 2003 Vágskvinnan Diana Leo fer um stutta tíð at teljast millum nakrar heilt fáar kvinnur í øllum heiminum, sum standa við evstu ábyrgd umborð á oljupalli. Hon skal vera stjóri á risastóra oljupallinum Nelson í Norðsjónum OLJUVINNA Orð og myndir: Jan Müller jan@sosialurin.fo Diana Leo er úr Vági og hevur virkað í altjóða olju- vinnuni seinastu tíggju árini, fyrst í seks ár hjá danska oljufelagnum DONG og seinastu tvey árini hevur arbeitt hjá Shell í Aberdeen. Nú stendur henni í boði eitt spennandi og avbjóðandi starv. Arbeiðsgevarin Shell man halda tað vera so gott tilfar í tí 37 ára gomlu vágs- kvinnuni, at oljufelagið hevur heitt á hana um at royna dygdir og evni síni úti til havs – á einum av tess oljupallum. Diana heldur tilboðið vera so mikið áhugavert og spennandi, at hon hevur tik- ið av og longu í næsta mán- aða fer hon undir fyrireik- ingarnar. Tað fer at taka 9 til 12 mánaðir at venja til OIM (Offshore Installation Manager) á einum oljupalli hjá Shell. Tá fer hon at hava høvuðsábyrgdina á bori- pallinum Nelson í Norð- sjónum við umleið 100 fólkum. Uppgávan verður m.a. at hava ábyrgdina av trygdini hjá fólkinum umborð. Nú hon hevur verið í oljuvinnu á landi í skjótt 10 ár heldur hon hetta nýggja starvið vera eina náttúrliga avbjóðing. Tá hon fer til arbeiðis umborð hevur hon so tvær vikur umborð og tvær vikur í landi og hevur so frí tvær ferðir seks vikur um árið eisini. Tað eru bert fáir føroy- ingar, sum hava røkt slíka uppgávu umborð á olju- pallum, og Diana er so fyrsta føroyska kvinnan, sum fær litið slíka álitis- uppgávu í hendi. Tað eru eisini bara heilt fáar kvinn- ur, sum eru stjórar á olju- pallum í øllum heiminum. Diana er tó ikki ókend við lívið umborð á oljupall- um. Hon hevur arbeitt sum framleiðsluverkfrøðingur fyri Shell og hevur so eisini arbeitt fyri DONG. - Tað er eitt heilt annað umhvørvi at arbeiða á ein- um oljupalli enn at vera í landi. Tað er eisini ein stór og spennandi ábyrgd at skula arbeiða saman við og hava ábydrgdina av øllum fólkunum umborð. Diana hevur lært til verk- frøðing í Danmark. Síðani las hon víðari í Edinburg til kolvetnisverkfrøðing. Hon arbeiddi hjá Dong í Dan- mark í seks ár, áðrenn, áðr- enn hon fór at arbeiða hjá Shell í Aberdeen. Diana, sum vitjaði før- oyska básin á oljumessuni í Aberdeen herfyri, sigur, at skal tú arbeiða í altjóða oljuvinnu í Europa so eru møguleikarnir avmarkaðir til nøkur fá lond eitt nú Danmark, Noreg, Skotland og Háland. Og her er Aber- deen ein av miðdeplunum. Henni dámar sera væl at búgva í Aberdeen. Hon er ikki samd við tey, sum sig- ur, at Aberdeen er bara ein gráur og keðiligur býur. –Tú skal bara læra teg at hyggja rætt uppá býin. Tað er eisini hugtakandi við teimum gráu bygningun- um. Hvat heldur Diana so um fyrireikingarnar til eina føroyska oljuvinnu! -Eg haldi tað er Diana úr Vági evstu ábyrgd á oljupalli Diana Leo úr Vági, sum nú fer undir venjing fyri at kunna taka við stjórastarvinum umborð á risastórum oljupalli í Norðsjónum. Her er hon stødd á oljumessuni í Aberdeen Diana her saman við tveimum av kvinnunum, sum mannaðu føroyska básin á oljumessunií Aberdeen, Maluni frá Vinnuhúsinum og Súsonnu frá Oljumálaráðnum C M Y K 14