Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 171 - 11. september 2003 Mazda MPV er ein MPV og eitur MPV. Bilurin livir eisini upp til navnið, tí hann er ein stórur og rúmligur 7 persóna- bilur. Tað sum er vorðið er áhugavert við bilinum, er, at hann nú eisini fæst sum diesel BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tá nýggi Mazda MPV kom á marknaðin fyri umleið tveimum árum síðan, var bilurin ikki so áhugaverdur, sum hann annars hevði uppiborið. Orsøkin var, at hann ikki fekst sum diesel, men tað ger hann nú. Mazda MPV er á leið somu stødd sum Kia Carneval og tann styttri Chrysler Voyager. Talan er um ein stóran rúmligan 7 persónabil. Sum á flestu MPV eru nógvir møgu- leikar við setrunum, har til ber at brúka stólaryggin til borð, ella taka setrini heilt úr um brúk er fyri meira plássi. Dragihurðarnar í síðun- um hava el-drivnar rútar, tó eru trygdarskipanir, sum gera, at vandi ikki er fyri, at høvdið kemur í klemmu millum hurðina og stólpan. Gott pláss er allar vegir í bilinum, og nógv pláss er til at legga lutir frá sær á, bæði framman, í síðunum og undir loftinum. Tey sum sita á aftastu rekkju hava møguleika at stilla hitan sjálvstøðugt. Umframt 2,3 litur bensin- motorin við 142 hk, fæst Mazda MPV nú við einum 2,0 litur turbodiesel motori við common-rail innspræn- ing og 136 hk. Motorurin hóskar væl til bilin, larmar lítið og trekkjur væl. Um ein bilur í hesum klassan- um skal gera seg galdandi á marknaðinum, skal hann helst fáast við einum kvik- um og orkusparandi diesel- motori. Bilurin er væl útgjørdur við t.d. aircondition, fjar- stýrdum sentrallási, el- síðurútum, el-síðuspeglum, 16" alu-felgum. Mazda MPV fæst eisini sum vøru- vognur. Mazda MPV 2,0 diesel Motorurin: 2,0 litur 4 syl. diesel við 136 hk v. turbo og common-rail innspræning 0-100 km/t: 13,2 sek. Oljunýtsla: 14,8 km/l Dekkstødd: 215/60-16 Stødd og vekt Longd: 475,0 cm Breidd: 183,0 cm Hædd: 178,0 cm Eginvekt: 1550 kg Viðførisrúm: 294 litrar v. 7 setrum 866 litrar v. 5 setrum Prísur: kr. 318.700,- ( 7 persóna ) kr. 226.700,- ( vørubilur ) Søluumboð: Berg Motors Staravegur 1-3 FO-100 Tórshavn Tel. 313535 Mazda MPV – nú sum diesel Sølumaðurin hjá Berg Motors, Axel Ljósheim, við Mazda MPV diesel Sjey siti- pláss og dragihurðar á síðunum Japanarar best Týska bil magasinið "Auto Motor und Sport" spurdi herfyri sínar 65.000 lesarar, hvussu teir vóru nøgdir við sínar egnu bilar. Úrslitið vísti, at tey sum høvdu japanskar bilar sum heild vóru best nøgd. Í meðalklassanum lá Lexus IS 200 á odda Kelda: Politikken Navn í Frankfurt Ein nýggjur lítil Kia, sum enn ikki hevur fingið eftirnavn, verð- ur á bilaframsýningini í Frankfurt. Bilurin, ið verður avloysari hjá Kia Pride, er gjørdur í samstarvi við Ford og Mazda. Hvussu bilur- in kemur at eita, verð- ur avdúkað á fram- sýningini Kelda: MotorMagasinet C2 í september Nýggi Citroën C2 sum bleiv frumsýndur á bilaframsýningini í Geneve í vár, verður í Føroyum um miðjan september. Bilurin er bygdur yvir sama plattform sum Citroën C3, tó er hann nakað minni Kelda: Ivan Johansen Bilar Axel sýnir her 2,0 litur turbo dieselmotorin við 136 hk Nr. 171 • hósdagur • 11. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Annað umfarið í ár- ligu Daewoo Mara- thon Cup kappingini verður í Klaksvík leygardagin RENNING tíðindaskriv Leygardagin 13. september skipar Ítróttafelagið Treysti fyri 2. umfari av Daewoo Marathon Cup 2003 í Klaksvík. Í fjør luttóku 65 rennarir í hesi kappingini. Teinurin hjá teimum vaksnu verður aftur hesa- ferð 5 km, á einum strekki sum skal rennast fýra ferð- ir. Kappingin byrjar og endar heilt har úti á Stoks- oyravegnum. Runnið verð- ur frá endanum av Stoks- oyravegi niðan á Bums- hamarsveg og heimeftir til Kelduskákið, har verður snara til vinstru omanaftur á Stoksoyravegin. Børnini renna eftir Torvgøtu og Stoksoyravegi. Børn -7 og - 10 renna 700 metrar, með- an børn -13 og -17 renna 870 metrar. Skrá : Kl. 11.30 Avheinting av startnr. hjá Pit-Stop Kl. 12.00 5 km vaksin (1985 ella fyrr) Kl. 12.30 Børn -7 ár (1996 ella seinni) Kl. 12.40 Børn -10 ár (1993-1995) Kl. 12.50 Børn -13 ár (1992-1992) Kl. 13.00 Børn -17 ár (1986-1989) Aftaná verður heiðurs- merkni handaði á staðnum. Støðan eftir fyrsta umfar, sum var í Havn fyri tveim- um vikum síðani er tann, at hjá monnunum er Guttorm Sørensen fremstur, meðan Jonhard Larsen úr Treyst- inum nummar tvey og Sigurð Justinussen úr Bragdinum er nummar trý. Íalt 22 menn eru framvegis við í kappingini, meðan ongin kvinna luttók í Havn. Hjá veteranunum er Ólavur H. Olsen fremstur, meðan Henning C. Poulsen og Krisjan Christiansen eru ávikavist nummar tvey og trý. Teir eru allir úr Bragd- inum. Kappingin hjá børnum er eins og hjá teimum vaksnu samansett av fýra renni- kappingum, men verða hes- ar tilsamans 4.219 metrar (ella 1/10 marathon) til longdar hjá børnum -13 og -17 og 2.109 metrar (ella 1/20 marathon) hjá børnum -7 og -10 verður samlaði teinurin). Vinnari av Dae- woo Mini Marathon Cup verður so tann rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minst tíð til at gjøgnumføra tann samlaða teinin. Fyri hvørt umfar verða latin heiðursmerkir til nr. 1, 2 og 3. Eisini hjá børnunum verða steyp latin til nr. 1, 2 og 3 samanlagt, tvs. bert børn, sum hava gjøgnum- ført øll fýra umførini, telja við í samlaða úrslitinum av Daewoo Mini Marathon Cup. Fyrireikararnir úr Treystinum leggja dent á, at rennikappingin leygardagin er fyri øll, og vóna teir, at luttøkan verður góð. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroyar, sum er: www.athletics.fo. Tilmeldingarfreistin á heimasíðuni er fríggja- kvøldið á miðnátt. Annað umfar í marathon- kappingini Næsta umfarið í Daewoo Marathon kapprenningini verður í Klaksvík leygardagin Umframt tey vaksnu sleppa børnini eisini at royna seg, og tað plagar ikki at vera minni áhugavert C M Y K 19 18