hósdagur 11. september 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 171 - 11. september 2003
Nr. 171 - 11. september 2003
21
Danland í Danmark
hevur 21 feriustøð
um alt landið, men
Blokhus er tað mest
vitjaði og best
umtøkta. Í summar
hava einir 6000
føroyingar vitjað
Danland og
Norðurjylland er
populerast. Og
føroyingurin er ein
vældámdur gestur
Orð & myndir
Ólavur í Beiti
Nær eg fyrstu ferð havi
hoyrt um Blokhus við
Jammerbuktina í Norður-
jyllandi, veit eg ikki, men
tað er langt síðani. Kanska
hevur tað verið longu í 70-
unum, tá týskarar høvdu so
at siga yvirtikið Jammer-
buktina og danir grenjaðu
um tað, sum teir so ikki
gera meir, men týskarar
koma framvegis í stórum
tali hendavegin at halda
summarfrí. Ella havi eg
bara lisið um hetta gamla
frítíðarstað sum danir hava
vitjað í frítíiðini í meiri enn
100 ár. Ella er tað síðan
Smyril Line og Danland
fóru at samstarva, ja kanska
alt tilsamans.
Tú kanst siga at ongantíð
áður hevur Smyril Line
skipað fyri so nógvum ferð-
um til Danland sum í
summar.
Og
orsøkina
kenna vit. Longu fyrsta
túrin hjá nýggju Norrønu í
apríl vóru yvir 100 familjur
við at halda páskafrí á Dan-
landi, og soleiðis hevur
gongdin eisini verið alla
summarhálvuna sum til-
boðini hjá Smyril Line hava
verið.
Og aftrat góða tilboðn-
um, ja so hevur veðrið ver-
ið av tí besta í Danmark í
summar. Smyril Line hevur
havt hesi góðu tilboð í
mong ár, men við nýggju
Norrønu
kom
rættiligi
vøksturin so fleiri føroysk-
ar familjur fingu henda
møguleikan
at
halda
summarfrí saman og undir
frálíkum umstøðum. Og
Blokhus liggur ovast á list-
anum sambært tølunum hjá
Smyril Line, og hevur fing-
ið umdømi at vera ein
»føroysk koloni«.
Tað er ikki yvir at dylja at
føroyingurin er ein annar
ferðamaður enn so mangir
aðrir. Føroyingurin er ikki
pírin og skúmar runt eftir
tilboðum, og føroyingurin
er heldur ikki ófólkaligur
og krevjandi. Hetta er nak-
að av tí sum eg havi skilt
sum eg havi vitjað á Dan-
landi í Blokhus. Føroying-
urin er ein fryntligur og
smílandi og sjarmerandi
ferðamaður her um leiðir,
havi eg skilt, so eg verið
væl móttikin nú eg skal
síggja og skriva eitt sindur
frá hesum túrinum í Blok-
hus. Føroyingurin kjakast
og keglast ikki um smálutir,
men hann kennir sín rætt og
virðir hann. Og føroying-
urin fær eisini tær bestu
íbúðirnar í Danland í Blok-
hus, so er tað sagt!
Summarið er farið at
halla og skúlarnir væl og
virðiliga byrjaðir aftur, so
føroyingar koma ikki í
stórum tali til Danland nú,
men týskarar koma higar
framvegis. Og Blokhus ella
rættari hotelstjórin á frítíð-
arstaðnum Nordsøen er
longu farin undir at fyri-
reika seg til komandi
summar. Í apríl 2004 verð-
ur nýggj motiónshøll klár at
taka í brúk í Blokhus.
Hugleiðingar
leygarmorgun
Havi sett meg út á altanina
her í bygningi A. Hesin
íbúðarbygningurin liggur út
til strondina, út til Jammer-
buktina. Hinir íbúðarbygn-
ingarnir liggja so aftanfyri
inn móti Blokhus.
Hoyri aldu og dun frá
sjónum. Minnir spæla fram
sum eg hoyri hesi ljóð aftur.
Eri á ovastu hædd, so eg
síggi út á sjógv, út í havs-
brúnna. Ein heyggjur er
millum íbúðarbygningin og
sjálva sandstrondina og
hesin heyggjur ella ryggur
skal verja móti sjógvi og
vindi og sandi. Men her
uppi á altanini er nakað av
sandi fokin upp, ikki nógv,
men nakað - so nógv tó, at
eg tímdi ikki at brúka stól-
arnar her standa, men fái
mær ein polstraðan stól út
at sita á og skriva okkurt
niður.
Klokkan er nakað yvir 7.
Sólin sær og skíggini
standa so klár og blonk og
snjóhvít á himni í morgun-
sólini.
Óivað verður tað ein góð-
ur dagur, men hann lovar
ikki besta veður nú. Tað er
vorðið nakað væl kaldari
og summarið er farið at
halla. Ikki so nógvir gestir
her á Danland í Blokhus
sum tað hava verið. Onkrir
einstakir føroyingar, týsk-
arar, norðmenn, sviar og
danir.
Tað er friðarligt, men
duni frá sjónum støðgar
ikki. Og hugur mín reikar
eisini skjótt. Onkuntíð í
Sørvági, onkuntíð í Hjør-
ring, onkuntíð í Havn, ja
hugurin ferðast við miklari
ferð.
Íbúðin vit hava fingið er
bara heilt góð. Allir hent-
leikar inni - kaffimaskina,
kuldaskáp,
steintoy
og
sjónvarp. Og termokannir.
Blokhus - ein føroysk koloni
Borð við 6 stólum, ein
djúpur stólur, og her úti á
altanini træborð við plast-
stólum og frálíkt útsýni
yvir Jammerbuktina. Havi
hoyrt um hesa bukt fyrr -
Jammerbuktina
-
men
ongantíð sitið soleiðis og
hugt út yvir hana.
Og heilt har úti síggi eg
eina skýpumpu sum eg
hyggi meg íkring. Úr skýn-
um gongur ein klár strika
heilt niður á sjógv har
pumpan so øsir havið upp.
Taki eina digitala mynd av
henni tóat hon er heilt har
úti.
So hava vit sovikamar
við tveimum songum, og
eitt fitt baðirúm. Her er alt
sum vit hava brúk fyri inni.
Í gjár tá vit komu - eg og
dóttirin - fingu vit ein plast-
posa við seingjaklæðum og
handklæðum og lyklar.
Men tá høvdu vit ikki
stundir at gera tað stóra í
íbúðini, tí dóttirin vildi
sleppa at svimja í snotuliga
Vatnlandinum, sum tað
eitur. Og eg sat á Cafeteria
og fylgdi við og tók myndir.
Hetta er frálíkt at foreldrini
kunnu hava eyguni við
børnunum tóat tey ikki fara
útí sjálvi. Og so hoyrdi eg
ein mann tosa føroyskt við
eitt barn, og tá var tað Jon-
hard Joensen, 1. stýrimaður
á evangeliuskipinum Anas-
tasis, sum eg fekk góðar
stundir at tosa við.
Ótrúligt, hugsaði eg, at
tað skuldi háttað seg soleið-
is, at eg skuldi renna meg í
ein mann sum saman við
familjuni nú hevði halgað
lív sítt soleiðis. Hann kundi
verið stýrimaður ella skip-
ari á rækjutrolara ella ís-
fiskatrolara ella nótabáti
ella krabbaskipi - sigi eg
við hann, men hann smílist
bara at mær, nei, hetta lá
ikki frammarlaga í hansara
lívi! Og eg merkti eisini á
manninum at hetta var ein
álvarsom avgerð hann eina-
ferð hevði tikið.
Har
fer
ein
maður
morguntúr út á strondina.
Hann hevur hundin við sær.
Kanska er tað ein blokhús-
búgvi ella ein ferðamaður?
Og óivað skal hundurin á
wc, tí gongur hesin maður-
in so trúliga móti strondini.
Klokkan 9 skal eg tosa
við Frank Pedersen, hotel-
stjóra á Danland hotellin-
um og frá tí lítla sindrinum
vit hava samskift, skilji eg
at hetta er ein sera dámligur
maður, so eg eri spentur at
fáa eitt prát við hann.
Danland - Blokhus
Uppi í sjálvari bygdini
Blokhus er eisini nógv at
síggja. Ein stór bowlinghøll
- Beach Bowl - við stórum
torgi, og handlar av ymisk-
um slagi og barrir og disko-
tek í einum trunka. Sjálv
bygdin er ikki stór, eini 200
fólk búgva í Blokhus, men
um summarið koma gest-
irnir til Frítíðarhotellið
Nordsøen og í summarhús-
ini og tá kemur talið lætt-
liga upp á 60.000.
Í Pandrup kommunu sum
Blokhus liggur í eru flest
summarhús í øllum Dan-
mark. Og Blokhus liggur
eisini sera tætt við tað víða-
gitna Faarup Sommerland -
bert 4 kilometrar.
Hugsa sær at einaferð í
summar vóru 150 føroyskar
familjur her í Danland í
Blokhus - einir 600 føroy-
ingar. Tá hevur verið lív í
býnum og á hotellinum og
við strondina.
Blokhus er eitt av støðun-
um hjá Danland og eg havi
latið mær fortalt at Blokhus
er best dámt og mest vitjað
av øllum, ikki bara føroy-
ingum. Men á vesturstrond
Jyllands eru eisini onnur
støð, t.d. Hirtshals, Sønder-
vig og Bork Havn sum
eisini hava verið væl vitjað
av føroyingum í summar.
Av teimum 21 støðunum
hjá Danland eru heili 8 á
vesturstrond Jyllands. Síggi
á einum korti at frítíðar-
hotel hjá Danland eru um
alt landið - heilt úr Skagen
til Bornholm.
Samanumtikið
Ikki havi eg vitjað øll støð-
ini hjá Danland um alt Dan-
mark, so eg dugi ikki rætti-
liga at samanbera Blokhus
við onnur, men eg fái tó
sagt at enda, at tóat eg bert
havi verið her eitt døgn
havi eg einki at fílast á. Her
er alt sum ein føroyingur
tørvar - ikki minst strondin.
Og uttan um Blokhus eru
fleiri sera kend støð, sum
eitt nú Farrup Sommerland
og Tivoli í Aalborg, so
Blokhus liggur sera væl
fyri í mangar mátar.
Og íbúðirnar eru góðar
og í fleiri støddum. Og
starvsfólkini á hotellinum
Nordsøen eru vinarlig og
smílandi og fyrikomandi og
hjálpsom, sum tey eisini
eiga at vera. Ikki minst
sjálvur stjórin Frank og
dóttirin Inge eru sera vinar-
lig og fyrikomandi og seta
sín positiva dám á trivnaðin
á hotellinum.
Men tóat eg ikki havi
verið á øllum frítíðarhotell-
unum hjá Danland, so veit
eg frá tølunum, at Blokhus
liggur nummar eitt, og tað
skilji eg so væl.
C
M
Y
K
21
20