fríggjadagur 12. september 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 172 - 12. september 2003
Nr. 172 - 12. september 2003
3
- Eg ivist ikki í, at vit
leggja saman. Men
hvørjum lagt verður
saman við, kemur
bygdarfólkið sjálvt at
taka støðu til, sigur
bygdarráðsformaðuri
n í Oyndarfirði, Árni
Joensen
FÓLKAATKVØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Dagurin er ikki endaliga
ásettur enn, men einaferð
seint í november fer bygd-
arfólkið í Oyndarfjarðar
kommunu, sum hevur verið
sjálvstøðug kommuna síðan
1918, at taka støðu til tveir
ella tríggjar spurningar.
-
Møguleikarnir
eru
trinnir, sigur bygdarráðs-
formaðurin, Árni Joensen,
sum í sínum dagliga starvi
selir fisk fyri P/F Vesturvón
í einum húsum, sum standa
í gomlu bygdini í Oyndar-
firði.
Týðandi mál
Hósmorgunin, tá ið Sosi-
alurin hugdi fram við,
hevði Árni sitið á skriv-
stovu síni síðan kl. 07.
Árni sigur, at bæði hann
sum formaður í komm-
ununi, hinir fýra bygdar-
ráðslimirnir og fólk í
Oyndarfirði annars, taka
hesa vegleiðandi fólkaat-
kvøðuna ógvuliga avslapp-
að, sum hann tekur til.
- Ikki tí; hetta er eitt
ógvuliga týðandi mál fyri
kommununa. Uttan saman-
legging, verður torført hjá
Oyndarfjarðar kommunu at
røkja tær uppgávur, sum
longu eru lagdar og verða
lagdar út til kommunurnar
at umsita.
Bygdarráðsformaðurin
vísir á, at Oyndarfjørður er
á einum vegamóti, og
møguleikarnir eru trinnir.
- Vit kunnu velja at leggja
saman
við
Fuglafjarða
kommunu ella Runavíkar
kommunu. Hin triðji møgu-
leikin er, at Oyndarfjørður
verður verandi ein sjálv-
støðug kommuna.
Fólkið avger
Árni vil ikki alment geva til
kennar, hvørja samanlegg-
ing hann mælir til, tí hetta
er ein spurningur, sum
bygdarfólkið sjálvt skal
taka støðu til.
- Eg fari ikki at siga, hvat
eg haldi vera ta bestu
loysnina fyri kommununa,
tí tað kann kanska ávirka
tey fólk, sum skulu taka
støðu til spurningin.
Enn veit hann ikki fyri
vist, um tveir ella tríggir
møguleikar verða at taka
støðu til á atkvøðuseðlin-
um, men í øllum førum fáa
veljararnir høvi at taka
støðu til samanlegging við
Fuglafjarða kommunu og
Runavíkar kommunu.
- Um triðji møguleikin, at
Oyndarfjarðar kommuna
framhaldandi verður ein
sjálvstøðug kommuna, eis-
ini verður við, er ein spurn-
ingur, sum myndugleikar-
nir í Havn verða við til at
avgera.
Árni sigur, at ein slík
fólkaatkvøða
altíð
er
vegleiðandi.
- Sambært kommunulóg-
ini kann bygdarráðið sjálvt
avgera, um lagt verður
saman ella ikki, men hann
heldur, at tað hevði verið
púrasta burtur við at lagt
kommununa saman við
aðrari kommunu ímóti vilja
fólksins. So, tað verður ikki
gjørt, leggur hann aftrat.
Borgarafundur
Fyrst í oktober verður al-
mennur borgarafundur í
Oyndarfirði, har ymiskt
tilfar verður lagt fram um
fyrimunir og vansar við
samanlegging.
- Á hesum fundi verður
kunnað um, hvussu vit
ímynda okkum, at eitt slíkt
samstarv verður. Tá verður
so eisini høvi hjá borgarun-
um at bera fram sína hugs-
an um hesi viðurskifti.
Árni sigur, at nógv tilfar
fyriliggur í málinum, sum
nú verður borið borgarun-
um til kunningar.
- Tilfarið
byggir
á,
hvussu mett verður, at
samstarvið verður, antin
lagt verður saman við
Fuglafjarðar kommunu ella
Runavíkar kommunu.
Hann sigur, at báðar hes-
ar stóru kommunurnar hava
nógv at bjóða og ivast ikki
í, at antin samanleggingin
verður við hesa ella hina,
kemur eitt slíkt samstarv at
tæna borgarunum í báðum
kommununum.
- Vit hava gott samstarv,
bæði
við
Fuglafjarðar
kommunu og Runavíkar
kommunu, og sjálvur ivist
eg onga løtu í, at vit í eini
samanlegging kundu bygt
upp eitt gott og gevandi
samstarv.
Árni sigur, at hann dugir
ikki at meta um, hvørja
støðu borgararnir í Oyndar-
fjarðar kommunu fara at
taka í desember, men hann
er rættiliga sannførdur um,
at meiriluti verður fyri
samanlegging.
- Sum bygdarráðsfor-
maður kann eg liva við báð-
um møguleikunum, leggur
hann aftrat.
Nógvir møguleikar
Prátið fellir eisini á teir
møguleikar, sum Oyndar-
fjørður hevur saman við
Fuglafjarðar kommunu og
Runavíkar kommunu.
- Sum er, hava vit sama
skrivara sum Fuglafjarðar
kommuna, og vit samstarva
um tað tekniska, men tekn-
iski parturin byggir á
konsulentbasis.
Árni vísir á, at Oyndar-
fjarðar kommuna og Fugla-
fjarðar kommuna liggja
uppat hvørji aðrari, og tá ið
tunnilin
kemur,
verður
eingin teinur úr Oyndar-
firði til Fuglafjarðar – og
stuttur teinur til Klaksvíkar,
har vit hava sjúkrahús og
stovnar.
Hann sigur, at Runavíkar
kommuna eisini hevur sínar
fyrimunir, hóast teinurin út
hagar er longri.
- Runavíkar kommuna er
ein størri kommuna, og har
hava vit eitt nú heilsumið-
støð,
apotek
og
fleiri
stovnar, sigur Árni.
Dýrt at reka
Árni vísir á, at tað er tungt at
reka tær smáu kommunur-
nar, nú so nógv økir eru og
verða løgd út til komm-
unurnar at umsita. Haraftrat
kemur so, at Oyndarfjarðar
kommuna
hevur
stórar
rentuútreiðslur at dragast
við, serliga av havnalagnum,
sum í sínari tíð varð bygt.
- Av skattainntøkuni í
kommununi, sum liggur
um 4 milj. krónur um árið,
rinda vit 1,5 milj. krónur í
rentum og avdráttum. Hetta
er heili 38% av inntøku-
grundarlagnum. Aðrir post-
ar, sum kommunan hevur,
eru tilsamans eisini tungir
at bera, tá ið fólkagrundar-
lagið er so lítið, sigur Árni
Joensen at enda.
Oyndarfjørður verður altíð Oyndarfjørður
- Vit hava gott samstarv, bæði við Fuglafjarðar kommunu og Runavíkar kommunu, og sjálvur ivist eg onga løtu í, at vit í eini
samanlegging kundu bygt upp eitt gott og gevandi samstarv, sigur Árni Joensen, bygdarráðsformaður í Oyndarfirði.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Síðan 1918 hevur Oyndar-
fjørður verið sjálvstøðug
kommuna. - Hóast vit leggja
saman, fara bygdin og navn-
ið, Oyndarfjørður, ongan
veg, sigur Árni Joensen.
Mynd: Árni Joensen
– Orsøkin til at eg sigi
upp er ikki tann, at
nakrir yvirlæknar
hava klagað um
leiðsluna á Lands-
sjúkrahúsinum.
Orsøkin er, at Lands-
stýrismaðurin hevur
mist álitið á mær,
sigur Anne Grete
Mikkelsen
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Einaferð enn mugu vit
ásanna, at tað er heitt at sita
á ovastu rók á Landssjúkra-
húsinum.
Leiðararnir á okkara høv-
uðssjúkrahúsi skifta líka
skjótt sum landsstýrisfólk-
ini í mentamálaráðnum og
tað sigur ikki so lítið.
Og nú hevur aftur ein
leiðari á Landssjúkrahúsin-
um sagt upp.
Læknastjórin,
Anne
Grete Mikkelsen, hevur
sagt upp og hon fer úr
starvi longu 1. oktober.
Hon segði seg annars úr
starvið frá 1. desember at
rokna, men partarnir eru
samdir um, at hon kann
fara 30. september.
Í
Útvarpinum
miku-
kvøldið varð sagt, at tað
helst var ein klaga frá yvir-
læknunum á Landssjúkra-
húsinum, sum hevði fingið
bikarið at flóta yvir.
Men
hetta
avsannar
læknastjórin!
Orsøkin til hon segði
upp, er ikki tann, at nakrir
yvirlæknar skurðdeildini
hava klagað um sjúkrahús-
leiðsluna.
Orsøkin til, at hon hevur
sagt upp, er at Bill Justin-
ussen, landsstýrismaður í
heilsumálum, hevur mist
álitið á hana.
Tað sigur hon í eini stutt-
ari viðmerking til uppsøgn-
ina.
Og hon leggur afturat, at
hon heldur ikki, at hon
kann sita í einum slíkum
starvi sum læknastjóri á
Landssjúkrahúsinum, tá ið
ráðharrin hevur mist álitið á
henni .
Annars hevur hon ongar
viðmerkingar til uppsagn-
ina yvirhøvur.
Loysti ikki
trupulleikan
Sostatt má ásannast, at tað
ikki hevur loyst samstarvs-
trupulleikarnar á Lands-
sjúkrahúsinum,
at
ein
nýggjur
leiðslubygnaður
varð gjørdur.
Samstarvstrupulleikar av
ymsum slagi hava gjøgn-
umsúrgað arbeiðið á okkara
høvuðssjúkrahúsið í fleiri
ár, men vónirnar vórðu sett-
ar til, at tann nýggi leiðslu-
bygnaðurin, sum varð sett-
ur í verk fyri nøkrum fáum
árum síðani, fór at loysa
trupulleikan.
Tað nýggja við hesum
leiðslubygnaðinum, er, at
talan er um eina trýbýtta
leiðslu við einum lækna-
stjóra og einum sjúkrarøkt-
arfrøðiligum stjóra á jøvn-
um føti, men við einum
sjúkrahúsleiðara yvir sær.
Men hetta bleiv heldur
ikki lukkan. Fyrst segði ein
leiðandi yvirlækni, Jóan
Petur Davidsen, seg úr
starvi og nú er læknastjórin
so farin sama veg.
Samd um at hon skal
fara
Bill Justinussen, landsstýr-
ismaður, sigur, at Anne
Grete Mikkelsen vildi sjálv
sleppa frá.
Men hann hevur ongar
viðmerkingar til uppsøgn-
ina.
– Av tí at talan er um eitt
persónsmál, geri eg ikki
viðmerkingar til smálutir í
málinum, sigur landsstýris-
maðurin.
Vit spurdu eisini lands-
stýrismannin um hann hev-
ur havt varhugan av, at sam-
starvstrupulleikar hava ver-
ið, men eg havi ongar við-
merkingar.
Hann heldur tó fyri, at
tað vísir seg, at vera eitt
rættiliga ómøguligt starv at
vera í leiðsluni á Landss-
júkrahúsinum.
Fyribils verður tað Petur
Ellefsen, sum fer at røkja
starvið sum læknastjóri.
Bill Justinussen sigur, at
hann verður sitandi ímeðan
tey umhugsa støðuna og
finna út av, hvat skal gerast.
Læknastjórin á Landssjúkrahúsinum:
Bill Justinussen hevur mist álitið á mær
– Landsstýrismaðurin hevur
mist álitið á mær og so kann
eg ikki verða sitandi í
starvinum, sigur Anne Grete
Mikkelsen, læknastjóri á
Landssjúkrahúsinum
C
M
Y
K
3
2