Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 172 - 12. september 2003 Nr. 172 - 12. september 2003 5 Stóra ferðalagið við ikki færri enn 25 sendiharrum við makum, sum er í Før- oyum hesa vikuna, var í Klaksvík týs- dagin SENDIHARRAVITJAN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Í toku og sirmi kom tað stóra ferðalagið við Brimli á Klaksvík. Leiðin gekk har frá út á nýggja kryvjivirkið hjá p/f Kryvjing, har tey vórðu kunnað um smolt og alivinnuna í Føroyum. Síðani fóru tey heim í Christianskirkjuna, har Alex Sólstein greiddi teim- um frá. Frá kirkjuni gekk leiðin til býráðshúsið, har Stein- bjørn Jacobsen beyð teim- um at vera hjartaliga væl- komnum til Klaksvíkar. Í sjálvari býráðshøllini sótu hesi fólk og fingu eina stutta vælkomu, har ferða- leiðarin hjá teimum, Trygvi Johansen, presenteraði nakrar stjórar í vinnu- og handilslívinum í Klaksvík. Har vóru Jákup Sólstein, formaður í reiðarafelag- num, Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, Hanus Heine- sen, stjóri í Føroya Banka í Klaksvíkog Heini Greger- sen, stjóri í partafelagnum Kryvjing. So varð bjóðað til kaffi, te og pinnamat frá Jákup Ziskason. Og ímeðan gingu fólk aftur og fram og prátaðu og spurdu um ymiskt. Serliga vísti tað seg, at tey høvdu áhuga fyri serligu plakatini, sum varð gjørd í samband við Nord- vesten mentanarstevnuna, sum var hildin í Klaksvík og Fuglafirði fyrr í summ- ar. Tá tey vóru liðug at eta, sessaðust tey aftur. Ólavur Waag Høgnesen og greiddi frá søguni um Klaksvík. Og hann greiddi eisini frá, hvussu Klaksvík er voksin seinastu úti við 100 árini. Millum annað kom hann eisini stutt inn á Klaksvíksstríðið. Tá frágreiðingin hjá Ólavi var liðug, gekk leiðin norður til Viðareiðis, har vitjað var heilt stutt í Viðar- eiðis kirkju. Enn einaferð var tað Alex Sólstein, sum greiddi frá. Síðani gekk leiðin niðan á hotel Norð, har Klaksvíkar Býráð bjóð- aði døgurða. Vitjanin hjá sendiharrun- um endaði seinnapartin um trítíðina, tá Brimil fór av- stað aftur við øllum ferða- lagnum. Mikudagin hevði Sosialurin eina óváttaða søgu um, at tøknileiðarin í Sjónvarpi Føroya var farin úr starvinum. Nú hevur stjórin í Sjónvarpi Føroya, Mikkjal Helmsdal, váttað, at Dávur Isfeldt ikki longur er tøknileiðari á stovninum STARV Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Tøknileiðarin á Sjón- varpi Føroya hevur tikið avleiðingarnar av á- byrgdini av sínum starvi og hevur biðið um at verða loystur úr sínum verandi starvi, sum tøknileiðari, sigur Mikkjal Helmsdal, stjóri í Sjónvarpi Føroya. Hann vil ikki inn á nakrar smálutir hesum viðvíkjandi, men sigur tó, at Dávur Isfeldt fær tillutaðar aðrar uppgáv- ur á stovninum í fram- tíðini. Sostatt kann staðfest- ast, at fyrrverandi tøkni- leiðarin í Sjónvarpi Før- oya, Dávur Isfeldt, hev- ur tikið avleiðingarnar fyri, at føroyingar ikki sluppu at síggja meira enn helmingin av dyst- inum millum Skotland og Føroyar leygardagin og sagt seg úr starvin- um. Tøknileiðarin í SvF: Farin úr starvinum Sendi- harrar í Klaksvík Ikki færri enn 25 sendiharrar við makum taldi ferðalagið, sum vitjaði í Klaksvík og á Viðareiði týsdagin Jákup Ziskason og hansara harkalið borðreiddi við kaffi, te og pinnamati Áhugin fyri plakatini, sum varð gjørd til Nordvesten mentanarstevnuna, var stórur, og John Færø greiddi frá Alex Sólstein var sera tíðindafróur. Hann greiddi frá, tá ferðalagið vitjaði Christians- kirkjuna og Viðareiðis kirkju Bíblian á pallinum Fríggjakvøldið fram- førir Lone Hertz Jó- hannesar Opinbering á palli í Mentanar- húsinum. Talan er um eina villa og blóðuga søgu, sum er ein ávar- ing hjá einum og hvørjum heimsborg- ara í dag. Prestur kall- ar leikin fyri bestu listarligu endurgev- ing av Bíbliuni SJÓNLEIKUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Opinberingin er tann tekst- urin í Nýggja testamenti, sum einamest hevur verið kjakast um. Fríggjakvøldið 12. sep- tember klokkan 19.30 fáa føroyingar høvi at uppliva Opinberingina sum ein- mansleik í Mentanar- húsinum í Fuglafirði. Við einum slagi av dogme-sjón- leiki verður hendan villa og blóðuga søgan søgd sum ein ávaring ímóti óndskapi, har vónin og gleðin standa sum mótvekt. Talan er um ein einmans- leik, sum Lone Hertz stendur fyri. Føroyingar fáa sostatt høvi at uppliva leiklist á allar hægsta stigi, nú hon vitjar. So nógv hava eisini longu keypt sær atgongumerki, at Mentanarhúsið hevur tikið stóra salin í nýtslu, so fleiri sleppa inn. Pláss verður fyri 450 fólkum. Góð ummæli Leikurin hevur fingið fram- úr góð ummæli í Danmark. Politiken skrivaði millum annað um avrikið, at mátt- mikla listin hjá Lone Hertz aftur hevur fingið ein gloymdan og dustfongdan tekst at liva sum einastand- andi heimsbókmentir. »Im- ponerende monolog, scen- isk og artikulatorisk stadig varieret«, skrivaði Politiken. Og Jyllands-posten var í somu vendingum: »For- jættelsens teater! Stemmen er sagte hviskende fuld av mildhed, ansigtet af smil- ende længsel og forventn- ingsfuld sødme. En helt lille forjættelse i sig selv.« Eisini danskir prestar hava givið leikinum sítt viðmæli. Teirra millum er Thorkild Græsholt, bisk- uppur, sum kallar leikin fyri ta bestu listarligu end- urgevingina av Bíbliuni, sum hann hevur hoyrt gjøgnum mong ár. – Ávegis inn í eitt nýtt ártúsund og við støðuni í heiminum í dag í huga er viðkomandi at fáast við Opinberingina, sum bæði er ein áminning og ein troyst, sigur Thorkild Græsholt. Ringanna harri Leikurin ýður í óhugnalig- um dýrum, náttúruvanlukk- um, deyða og undirgangi. Eins og filmar hjá Spiel- berg. »Ringanna harri« hevur somuleiðis fingið íblástur úr Opinberingini. Í uppsetingini hjá leik- stjóranum Henrik Sartou er tað ein kvinna, sum fær op- inberingina hjá Jóhannes. Hon líkist einari ungari kvinnu, men kundi eins væl verið 100 ella 2000 ár. Hon hevur fingið eina opinber- ing, sum hon er fylt við. Hon ynskir ein nýggjan himmal og eina nýggja verð. – Moralurin er heilt ein- falt, at heimurin er ikki størri, og tú ert ikki minni í heiminum, enn at tú hevur eina ábyrgd fyri, hvussu heimurin hevur tað, sigur Henrik Sartou, leikstjóri. Hóast leikurin er dapur, so er tað ljósið, hann vil vísa. Um tú vilt siga frá ljósinum, so skal tað helst gerast í myrkri. Tí annars er eingin mótsøgn á pallinum. Vaksin barnastjørna Burtursæð frá einum stór- skíggja er Lone Hertz einsamøll á palli, og tað er krevjandi í einum slíkum leiki. Men hon hevur eisini roynt at sindur av hvørjum, síðan hon varð sonevnt ballettbarn í Kongliga Leikhúsinum. Barnastjørna gjørdist hon í filminum »Hold fingrene fra mor« og »Vores fjerde far«. Seinni gjørdist hon kend í sjónvarpi, og á sín- um 25 ára degi fekk hon virðisløn Claru Pontoppi- dans sum evnaríkasti danski sjónleikarin. Ser- merktur var filmurin, hon gjørdi um sín menningar- tarnaða son Thomas. Árini 1984 til 1990 var Lone Hertz rektari á Stat- ens Teaterskole. Hon er fødd í 1939 og er útbúgvin á Privatteatrets skole. Í Sosialinum í morgin verður ein longri samrøða við Lone Hertz. Í einum rørandi, hug- vekjandi og ótolandi fyrilestri fer Lone Hertz at tosa um fólk í sorg, pínu og vón. Hon greiðir frá sínari seinasta ferð fyri Danmission, sum var til Kambodja – tár- anna land FYRILESTUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Lone Hertz er ein fjølbroytt kvinna. Umframt einman- sleikin Opinberingina, sum hon framførir í Mentanar- húsinum fríggjakvøldið, og fyrilesturin í Norðurlanda- húsinum leygrdagin um menningartarnað, fer hon at halda ein fyrilestur í Missisónhúsinum á Toftum sunnudagin 14. september kl. 18.00. Fyrilesturin snýr seg um eina ferð, sum Lone Hertz hevur gjørt til Kambodja fyri Danmission. Í Kam- bodja tosaði hon við yvir- livandi frá ræðslustýrinum hjá Pól Pot. Og hon upp- livdi pínuna hjá teimum út- stoyttu aids-sjúklingunum, sum lógu til at doyggja í fá- tækrabýlinginum í høvuð- staðnum. Men hon møtti eisini fólkum, sum bóru vónina og høvdu eina kær- leiksmissjón. Upplivingarnar í Kam- bodja eru grundarlagið í fyrilestrinum, har hon for- telur um eydnuna við at hava eina lívsuppgávu, eina missjón, sum skapar og gevur meining. Hon viðger tað skirvisliga menniskja og tess val, og hvussu lætt ein missjón fer av sporin- um. Hon umrøður eisini, hvør megi tað er, sum leiðir menniskjað. Myrkursins ella ljósins kreftir. Og hun umhugsar eisini, hvat ein missjón í Jesu navni er í dag. – Kambodja er eitt sorg- arinnar land. Her sást týði- liga, hvat kristni boðskap- urin við kærleika og fyri- geving merkir. Eg møtti menniskjum, sum livdu teirra kristindóm við at tæna øðrum. Á tann hát for- taldu tey við teirra lívi, hvat vegurin, sannleikin og lívið er, sigur Lone Hertz, hvørs fyrilestur tekur hálvan ann- an tíma við kjaki aftaná. Ferðin til táranna land Lone Hertz hevur fingið framúr góð ummæli av sínari framførslu av Opinberingini, sum hon framførir í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið. Mynd: ARTE BOOKING C M Y K 5 4