Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 172 - 12. september 2003 Nr. 172 - 12. september 2003 7 - Hóast tað mangan verður gjørt alt ov nógv av í lýsingunum av Hollandi sum heilt fríum og góðtakandi mótvegis rúsevnum, prostitutión og øðrum, umboðar Holland eitt liberalt rák, og er hetta tekin um eitt framkomið og búgvið samfelag, har løgreglan ikki stendur á hvørjum horni og noyðir fólk at liva á ein ávísan hátt, sigur hollendski sendiharr- in í Keypmannahavn, Hans Førster, sum saman við 25 øðrum sendiharrum vitjar í Føroyum í hesum døgum SAMRØÐA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í hesum døgum vitja heili 25 sendiharrar við maka í Føroyum úr øllum heraðs- hornum í heiminum, og við dyrnar á Hotel Føroyum var eitt ikki sørt multietniskt ferðalag at síggja, tá sendi- harrar úr Europa, Suður- amerika, Asia og Afrika trinu inn á føroyska hotellið uppi í Marknagili. Sosialurin fekk orðið á hollendska sendiharran, Hans Førster, sum hevur nógv ár á baki í hesum starvi í Keypmannahavn, og snúði prát okkara seg í stóran mun um fría hollendska samfelagnum, samstarvsmøguleikarnar landanna millum og hans- ara fatan av Føroyum. Holland liberala flaggskipið Tað er ein sannroynd, at mong í stóran mun seta Holland í samband við eitt sera frítt og opið samfelag. Verða staðarnøvnini Holland og Amsterdam nevnd, verður hetta ofta knýtt at skøkjuvirksemi, fríari rúsevnisnýtslu og rúsevnissølu, aktivari deyðshjálp, høgum tali av samkyndum, Red Light District o.s.fr. Á henda hátt er landið í útlendskum eygum ímynd- in av liberala samfelagnum, har moralsku mørkini og virðini eru flutt og broytt samanborið við fleiri onnur lond. Hollendski sendi- harrin, Hans Førster, hevur tó ikki somu áskoðanir um heimland sítt. - Sum hollendskur sendi- harri fái eg javnan spurn- ingar um Holland, sum hevur legaliserað rúsevnis- nýtslu og líknandi virk- semi, og hóast landið um- boðar eitt liberalt rák, eru hesir pástandir beinleiðis ósannir, vísir Hans Førster á. Munurin á teori og praksis Í afturvísingum hansara av hesum eyðkennum hollend- inga vísir Hans Førster fyrst og fremst á ósannind- unum søgdum um lógirnar í Hollandi. - Tað er einki minni enn ein myta, at hollendsku lógirnar ikki forbjóða rús- evnissølu og rúsevnismis- nýtslu. Vit hava í Hollandi eins lógir og í grannalond- unum, og tískil er tað ikki rætt, at Holland loyvir hes- um, eru avgjørdu áskoðanir sendiharrans. Spurdur, hví ferðafólk javnan vísa á fríu hassj- søluna í Hollandi, hví skøkjulív tykist vera so sjónligt í t.d. Amsterdam, hví fleiri eru opinlýst sam- kynd í Hollandi enn aðra- staðni, og hví Holland sum heild hevur hetta vøru- merkið, ger Hans Førster mun á, hvat er loyvi, og hvat verður tolererað. - Í Hollandi er tað so, at um ein hevur smáar nøgdir av veikaru ella lættaru rús- evnunum, verður tað góð- tikið, uttan at lógin rætt- vísger hetta. Um tú koyrir 122 km/t á motorvegnum í Danmark, meðan hámarkið er 120 km/t, verður tú av praktiskum orsøkum ikki tikin og dømdur av løg- regluni, tí so skulu tey flestu handtakast av eini rúgvu av løgreglumonnum. Á henda hátt er talan um júst tað sama í Hollandi og øllum øðrum londum, tá tað kemur til rúsevni, sigur Hans Førster. Hollendski sendiharrin leggur afturat, at hóast samfelag hansara loyvir fríum atburði, hava nógv leysatíðindi um Holland ikki hald í veruleikanum. - Í praksis verður tað góðtikið av løgregluni, at lítlar mongdir av løttum rúsevnum verða nýttar av privatpersónum, og hetta er galdandi fyri onnur lond eisini, men tað er sanniliga ikki tí, at lógin er so, sigur Hans Førster. - Prostitutión fer avgjørt ikki fram í størri nøgdum í Hollandi enn aðrastaðni, men munurin er, at tað er sjónligari og meiri skipað í felagsskapum í stórbýum, sigur Hans Førster. Í einum tolerantum umhvørvi gerst hetta tískil meiri opinlýst, og dregur hetta eisini fleiri ferðafólk til Hollands, leggur sendiharrin úr Hollandi dent á. Modernisering og búnaskapur Hans Førster viðurkennir sostatt, at Holland umboðar nakrar fríar tendensir, men hetta er sambært honum heldur ein styrki enn ein veikleiki. - Hóast áðurnevnda fría rák í Hollandi av útlending- um mangan er yvirdrivið, gevur hollendska samfelag- ið tó rúm fyri fríum atburði, men er hetta bert eitt tekin um eitt modernað og búgv- ið fólk, har sýnt verður, at vaksin eisini búgva í land- inum, sigur Hans Førster. Tað, at løgreglan ikki stendur á hvørjum horni og lærir fólk, hvussu tey skulu bera seg at, er sambært sendiharranum ein menn- andi og positivur eginleiki hjá einum samfelagi. Spurdur, hvat hann í hesum føri sipar til, tá hann nevnir Holland sum libe- ralt, nevnir hann prostitu- tión og rúsevnisnýtslu sum sjónligari enn aðrastaðni, hóast alt ikki er lógligt. - Men hóast tað er meiri opinlýst millum almenn- ingin, merkir tað ikki, at minni virksemi av hesum slag fer fram aðrastaðni, sigur Hans Førster. Víðari vísir hann á, at hetta rák í stóran mun er tengt at ávís- um plássum í stóru býun- um, og tískil er talan ikki um nakað landsumfevnandi rák. Nýtt og gott gamalt Sum sagt tekur Hans Førster frástøðu frá tí áskoðan, at Holland við opnum ørmum fagnar øll- um nýggjum og liberalum virksemi, sum í stóran mun er tabu í meiri siðbundnum samfeløgum. - Holland er eisini eitt samfelag við siðbundnum virðum og siðum, og søgan hevur stóran týdning fyri fólkið. Í okkara varðveitan av góðu, gomlu virðunum, Hollendskur sendiharri: – Fría Holland er framkomið og búgvið - Hóast áðurnevnda fría rák í Hollandi av útlendingum mangan er yvirdrivið, gevur hollendska samfelagið tó rúm fyri fríum atburði, men er hetta bert eitt tekin um eitt modernað og búgvið fólk, har sýnt verður, at vaksin eisini búgva í landinum, sigur hollendski sendiharrin, Hans Førster, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum modernisera og broyta vit eisini, so talan verður um eina sunna kombinatión á leiðini móti einum betri samfelagi, vísir Hans Førster á. Holland er sambært hon- um á mongum økjum frí- gjørdari enn onnur lond, men ikki so liberalt, sum fólk mangan spyrja hollendska sendiharran um. Fría samfelagið gott fyri ferðavinnu Stóri spurningurin er, hvørjar avleiðingarnar av hesum ráki eru, og í tí sam- bandi vísir Hans Førster fyrst á eina positiva avleið- ing fyri landið. - Áðurnevndi eginleiki í Hollandi, sum í stóran mun er yvirdrivin, dregur fleiri ferðafólk til landið, tí hetta er lokkandi fyri mong, sig- ur Hans Førster. Sambært hollendska sendiharranum hótta tó eisini skaðiligar avleiðingar av hesum, tí við ov fríum og sjónligum virk- semi av hesum slag kann úrslitið gerast skipaður kriminalitetur, og er hetta ein hóttan í øllum fríum samfeløgum, sum stjórnin roynir at fyribyrgja. - Í løtuni er politiskt kjak í Hollandi um veikastu rúsevnini, t.d. hassj, skal legaliserast, so privatper- sónar kunnu hava loyvi at nýta hesi evni, men tað er ikki samtykt enn, sigur Førster. Samanumtikið heldur hollendski sendiharrin, at talan er um eina misskilj- ing, tá borið verður fram, at rúsevnisnýtsla er lóglig í Hollandi, tí tað er hon ikki. Tó viðurkennir hann eitt frítt og opið rák, sum stjórnin tó hevur tamarhald á, og sum er positivt, so leingi tað ikki brýtur lógarinnar karmar í ov stóran mun. Shell, Philips og Kloosterboer Spurdur, á hvønn hátt før- oyska og hollendska sam- felagið í framtíðini kunnu samstarva, vísir sendiharrin á nøkur ítøkilig dømi. - Hóast vit ikki eru vinnuligir høvuðssam- starvsfelagar, eru nøkur felagseyðkenni landanna millum, og fleiri hollendsk- ar fyritøkur eru aktivar her á landi, vísir Hans Førster á. Sum dømi nevnir hann Shell, sum hollendarar eiga 55% í, og umframt hetta er Philips ein fyritøka, sum hevur ein góðan markna í Føroyum. Stóra frysti- goymslan og samstarvs- felagin hjá Kollafjørð Pelagic, Kloosterboer, er eisini eitt dømi um føroyskt og hollendskt samstarv, hóast hetta er ein sera lítil fyritøka samanborið við Shell og Philips. Mennið ferðavinnuna! Hetta er aðru ferð, at hollendski sendiharrin í Keypmannahavn vitjar føroyingar, og á hesum túr- inum hevur mest áhuga- verda upplivingin verið á fiskivinnuøkinum. - Vit hava vitjað ymisk virki og sæð, hvussu føroy- ingar í praksis virka fiskin til lidna vøru at selja, og higartil hava vit fingið fatan av eini sera fram- komnari og modernaðari skipan. Umframt hetta er ein boðskapur hansara til før- oyska vinnulívið teir óendaligu møguleikar, landið hevur á ferðavinnu- økinum. - Hóast tað helst ikki er nøkur nýggj hugsan, eg komi við, eigur hetta landið at leggja dent á at menna ferðavinnuna, tí tit hava sera nógvar møguleikar á hesum øki, sigur Hans Førster. Við stórslignu náttúruni, friðarliga um- hvørvinum og avmarkaða fólkatalinum snýr tað seg sambært sendiharranum bert um at marknaðarføra landið á rættan hátt, so onnur vinnugrein eisini kann supplera einaráðandi fiskiídnaðin. - Stórbýaríbúgvum dáma friðarlig umhvørvi, har ein kann taka sær av løttum, og tað er júst tað, føroyingar kunnu bjóða ferðafólkum sínum, og persónliga dámar mær sera væl á oyggjum tykkara, eru seinastu orðini frá hollendska sendiharran- um á vitjan í Føroyum, Hans Førster. Um vit skulu taka liberala hugburð hollend- inga til okkum fyri at økja um ferðavinnuna her á landi, skal allarhelst ein minni kollvelting til, og tað sigur søgan so einki um... - Prostitutión fer avgjørt ikki fram í størri nøgdum í Hollandi enn aðrastaðni, men munurin er, at tað er sjónligari og meiri skipað í felagsskapum í stórbýum, og í einum tolerantum umhvørvi gerst hetta tískil meiri opinlýst, leggur sendiharrin úr Hollandi dent á C M Y K 7 6