Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 172 - 12. september 2003 Nr. 172 - 12. september 2003 9 At einki nýtt fund er gjørt millum Føroyar og Hetland í mong ár tykist hava við særat Atlantsmótið er park- erað fyri eina tíð. Øk- ið fekk lítla og onga umrøðu á oljumess- uni í Aberedeen nú um dagarnar. Men vónirnar til at finna olju og gass í økinum eru kortini framvegis stórar. OLJUVINNA Orð og myndir:Jan Müller jan@sosialurin.fo Oljumessan í Aberdeen avdúkaði ikki nógv nýtt á Atlantsmótinum. Hóast túsundtals oljufólk úr nógvum longum og nógv- um oljufeløgum høvdu høvi at hittast og vísa fram ymsar tættir í fjølbroyttu oljuvinnuni, so var økið vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar líkasum parkerað. Tað mest snúði seg um, hvussu oljufeløgini í mestan mun kunnu troyta oljukeldurnar í Norðsjón- um. Tað er líkasum, at vón- irnar til at gera nýggj og stór fund, eru ikki so stórar longur, hóast tað verða gjørd einstøk fund av og á. Føroyski básurin hýsti umleið 10 fyritøkum, sum hvør sær royndu at kunna tey vitjandi, men har var lítið gjørt burtur úr at kunna umverðina við myndum og uppsløgum, hvussu langt vit eru komin við leitingini á landgrunn- inum, og hvat stendur fyri framman. Hetta var helst ein stórur mangul á básinum, tí stór kort yvir okkara loyvisøki, hvar brunnarnir eru boraðir og hvar ein møgulig nýggj útbjóðing fer at vera høvdu uttan iva sett størri fokus á Føroyar. Men tað høvdu fyrireikararnir tíverri ikki lagt so stóran dent á. Hartil skal tó sigast, at tað í heila tikið er torført at seta fokus á Atlantsmótið í løtuni, nú einki nýtt rakstr- arverdugt fund er gjørt í nógv ár. Fleiri av føroysku stjór- unum í oljufeløgunum, sum leita við Føroyar, vórðu við á oljumessuni, har høvið var at vitja teir túsundtals framsýningarbásarnar og vera við til mongu fyrilestr- arnar um framtíðar olju- vinnu. Ein teirra var Hjarnar Djurhuus, stjóri í BP. Í samrøðu við Sosialin í farnu viku segði hann m.a., at BP metir um støðuna nú eftir, at fýra brunnar eru boraðir og fer at meta um allar upplýsingar, áðrenn avgerð verður tikin um eitt nú boristað, tá tað skal til at bora sínar írestandi tveir brunnar í føroyskum øki. Hjarnar Djurhuus sigur, at soleiðis sum støðan er í dag, vil tað vera heilt nátt- úrligt, at vit og tað merkir bæði oljufeløg og myndug- leikar seta okkum niður og hyggja avtalurnar ígjøgn- um, og kanna eftir, um hesar møguliga kunnu og skulu broytast, so allir partar vera øðrvísi nøgdir framyvir, og soleiðis at hetta kann vera til gagn fyri føroyska samfelagið og fyri oljufeløgini, sum virka her. Hjarnar Djurhuus leggur stóran dent á at varðveita tann góða dialogin og hann vísir á, at BP hevur altíð hildið síni forpliktilsi, og tað ætlar tað sær eisini at gera í Føroyum. Nettupp á slíkari olju- messu fær ein eisini fatan av, hvussu stór kappingin er millum tey ymsu økini kring heimin at fáa oljufeløg at gera íløgur í leiting og framleiðslu. Føroyska økið er í somu støðu og er tað í kapping við onnur øki kring allan heimin. Og gongur alt ov long tíð, uttan at man finnur nakað, sum veruliga er áhugavert, er tað náttúr- ligt, at áhugin hjá oljufeløg- unum minkar. Tí ræður um at fáa tað skilabesta burtur úr komandi leiting á føroya- økinum. Men hyggja vit søguliga eftir oljuleiting ymsa staðni í verðini, so hevur tað oftani tikið nógva tíð, áðrenn verulig fund verða gjørd. Tí krevst tað eisini tol. Broytingar Annars fara tað helst eisini at henda broytingar í virkseminum á bretskum øki nær markið. Tað ljóðar, at BP arbeiðir við eini ætlan at byggja út Suilven- kelduna, sum varð funnin fyri nøkrum árum síðani, og sum liggur norðan fyri verandi keldur Foinaven og Schiehallion. Tað ljóðar eisini, at ætlanin er at taka framleiðsluskipið á Foina- ven feltinum, Petrojarl Foinaven úr framleiðsluni og brúka tað aðrstaðni. Ístaðin verða lagdar leið- ingar og útbúnaður á hav- botnin frá Foinaven kelduni til ta stóru Schiehallion kelduna, soleiðis at fram- leiðsluskipið har fer at taka ímóti allari oljuni, sum verður framleidd í hesum økinum, eisini oljuni frá komandi Suilvenkelduni. Hetta kann bera í sær týð- andi sparingar. Annars er gongd á at fara undir fyrstu framleiðsluna á risastóra Clairfeltinum. Oljan haðani verður so flutt gjøgnum leiðing til Sullom Voe oljuterminalin í Het- landi, helst longu í 2004. Hóast tað er ilt at fáa eyg- að á tað nú, so kann gongd- in vestan fyri Hetland við menning av infrastrukturin- um í økinum, koma at fáa týdning fyri framtíðar fund á føroyskum øki. Serliga um hesi fund verða við markið. Eisini tað at so nógv verður tosað um at loysa komandi stóra tørvin á gassi í Bretlandi fer at seta størri fokus á møguleikan at finna gasskeldur á At- lantsmótinum og her eisini á føroyska landgrunninum. Fleiri av feløgunum, sum eru áhugað í hesum økin- um, halda, at her finnast stórar goymslur av gassi í undirgrundini. (Meira um hetta í seinni blað). Atlantsmótið avmarkaðan áhuga í løtuni Konsert í Marg- arinfabrikkini TÍÐINDASKRIV Fríggjakvøldið 12. sept. kl 22 verður livandi tón- leikur aftur at hoyra í ung- dóms- og virkishúsinum "Margarinfabrikkin". 4 bólkar og 2 einstak- lingar fara at fýra upp undir anlegginum við rokki og punki. Bólkarnir, ið spæla, eru : Speaker, Monkey Mong- olia, Zinq, Paradox, DJ Switch, Jákup Eli. Margarinfabrikkin hev- ur seinastu árini havt virknan leiklut í at menna ungar tónleikabólkar við at lova teimum upp á pall- in. Flestu bólkar úr Havn hava spælt í Margarin- fabrikkini m.a. Headache Blues Treo, Diatribes, Krit, Happy?, Makrel, Side Effect, Ðið, HTV, Lítla Rúm, Bliz, Phantoms, Tjógv, Para- dox, Toxic. Umframt fleiri onnur nøvn. Margarinfabrikkin er eitt virkishús fyri børn og ung, har øll eru vælkom- in. Hjarnar Djurhuus, stjóri í BP her á stóra og umhvørvis- vinarliga básinum hjá BP á oljumessuni í Aberdeen Føroyski básurin lá sera væl fyri, beint við inngongina og granni til básin hjá Aberdeen býi Petrojarl Foinaven, sum er framleiðsluskip á Foinaven kelduni verður møguliga flutt aðrastaðni um nøkur ár, og verður tá øll olja á Atlantsmótinum flutt til framleiðsluskipið við Schie- hallion feltið Mikudagin 10. september var móttøka á Føroya Handilskúla, tá fyrrverandi stjórin, Ragnar Magnussen, takkaði fyri seg og nýggi stjórin, Reidar Nónfjall, var boðin vælkomin. Nógv fólk komu til mót- tøkuna, har umboð fyri Føroya Handilsskúla og ymiskar stovnar og skúlar hildu røðu. Her eru brot úr nøkrum av røðunum. Fyrstur var Ólavur Greg- ersen, limur í stýrunum fyri Føroya Handilsskúla. Hann takkaði Ragnari fyri gott samstarv, og segði hann, at skúlin var væl fyri, nú Ragnar legði frá sær. Ragn- ar hevði lagt nógva orku í at menna skúlan til tað, hann er í dag, handilsskúli var komin á Kambsdali, og Skeiðsdepilin í Marknagili, sum Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin eru felags um, og politisku myndugleikarnir høvdu ætlanir um ein skúladepil í Marknagili. Alt hetta setti stór krøv til leiðsluna á skúlanum. Ólavur beyð nýggja stjóranum, Reidari Nónfjall, vælkomnum, og segði, at hann ivaðist ikki í, at Reidar var rætti per- sónurin at leiða skúlan víð- ari. Síðan tók Ragnar Magn- ussen orðið, hann byrjaði við at sitera Prædikarin í Gamla Testamenti, har hann sigur, at "alt hevur tíð sína". Ragnar byrjaði at undirvísa í Handilsskúl- anum skúlaárið 1970/71, tá skúlin var kvøldskúli. Hann tók við sum skúlastjóri í 1986, eftir Heðin Sam- uelsen. Hann takkaði øllum starvsfólkunum, og teimum sum høvdu sýnt honum tað álit at seta hann sum skúla- stjóra. Uttan góð starvsfólk og lærarar var eingin skúli, segði hann. Vegna Mentamálaráðið, segði Hans Andreas Dam Joensen, fulltrúi, m.a. at Ragnar hevði verið góður at samstarva við, og hann hevði duga væl at finna fram til hvørjar útbúgv- ingar, Føroya Handilsskúli skuldi bjóða, og at síggja tørvin í samfelagnum. Hann segði eisini at nýggi stjórin, Reidar Nónfjall, hevði prógva, at hann megnaði at stýra einari fyritøku og ynskti honum tillukku við starvinum. Fyrrverandi stjórin, Heð- in Samulesen, ið enn undirvísir á Føroya Hand- ilsskúla, segði nøkur orð vegna starvsfólkini á skúl- anum. Heðin segði, at hann og Ragnar høvdu sam- starvað í góð 30 ár, so teir kendu bæði tær góðu og minni góðu síðurnar hjá hvørjum øðrum. Síðan hugleiddi Heðin um hesi árini og um tær broytingar, sum vóru farnar fram. Hann takkaði vegna starvs- fólkini Ragnari fyri tíðina og ynskti honum tillukku við starvinum sum fyrsti- lærari við skúlan í Kaldbak. Hann segði, at Ragnar var ein framúr góður lærari. Eftir Heðin tók Elsa Maria Holm Olsen, frá Menningardeildini á Før- oya Handilsskúla, orðið. Hon segði m.a. Ragnar hevði verið stjóri á tí mest progressiva skúlanum í landinum, og hann var ein maður, sum setti næmingin í sentrum og dugdi at lurta eftir tí einstaka næming- inum. Síðan tók nýggi stjórin, Reidar Nonfjall, orðið. Hann takkaði fyri øll góðynskir og segði seg vera spentan upp á uppgávuna, tí skúlin var í harðari kapping við aðrar skúlar, og nógvar avbjóðingar liggja fyri framman. Reidar endaði taluna við hesum orðum,"Besti háttur at spáa um framtíðina er sjálvur at skapa hana". Eisini hildu hesir røðu: Mads Winther, stjóri á Før- oya Studentaskúla, Egon Øregaard, stjóri á Tekniska Skúla, Sten Lund Thomsen, frá Handilsháskúlanum í Aarhus, og Klæmint Olsen, lærari og lærararáðsfor- maður á Føroya Handils- skúla. Bæði Ragnar og Reidar fingu gávur frá starvsfólk- um og stovnum. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 12. september. Guido, deyður í 1012. Guð- røkin ungur maður, sum gjørdi fleiri píla- grímsferðir. Heimaft- urkomin doyði hann í Anderlecth í Hálandi av stravnu ferðum sín- um. Fleiri undurverk hendu við grøv hans- ara, og tí varð hann lýstur halgimenni. Hans Jacob Sigvardsen 65 Í dag, 12. september, fyllir Hans Jacob Sigvardsen á Argjum 65 ár. Hann varð føddur við Gjógv, sonur Karl Jacob og Elisabeth Sigvardsen. Hann tók læraraprógv í Havn í 1962, var lærari í Runavík til 1976 og síðani á Argjum, til hann fór frá fyri nøkrum árum síðan. Í 1974-75 var hann á árs- skeiði á Fróðskaparsetrin- um og tók exam. art í Norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bók- mentum. Hann var bóka- vørður 1967-73 og í Líkn- ingarnevndini í Runavík 1970-74. Saman við Per Hansen og øðrum stovnaði hann blaðið Fjarðbúgvan í 1970 og var blaðstjóri fýra tey fyrstu árini. Hans Jacob er giftur við Rigmor, f. Mortensen, av Argjum. Stjóraskifti á Føroya Handilsskúla Nýggi stjórin á Føroya Handilsskúla, Reidar Nónfjall, og fráfarandi stjórin, Ragnar Magnussen, sum nú er fyrstilærari við skúlan í Kaldbak Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8