Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 172 - 12. september 2003 Nr. 172 - 12. september 2003 11 Nú missa tey eldru, ið hava fingið hjálp til reingerð, hesa tænastu. Hetta hendir vegna sparingar í Heimarøktini. Vit vóru fyrr í summar vitni til at tímatalið til heimahjálp hjá teimum minni krevjandi eldru, var skorið niður. Vit frætta eisini, at trupult er at halda nýggju folkaskúlalógina, tí ov lítið av pengum er sett av til hetta. Alt hetta hendir samstundis sum tað almenna setur met í útreiðslum. Hetta hongur heilt einfalt ikki saman. Hvar fara pengarnir? Kann skattgjaldarin góðtaka at gjalda meir fyri umsiting av minni? Kann skattgjaldarin góðtaka, at pengar verða brúktir til klekingardeplar av ymsum slag, samstundis, sum tær grundleggjandi tænasturnar í væl- ferðarsamfelagnum verða niðurprioriteraðar? Okkara fólkavaldu mugu sum skjótast endurskoða allan almenna bygnaðin. Eitt land, ið kallar seg vælferðarsam- felag, kann ikki tilláta sær at niðurprioritera børn og ung við at forsøma skúlan, og tey sjúku og gomlu við at niður- prioritera eitt nú heimahjálp, samstundis, sum útreiðslu- støðið setur met. Vit eru komin hartil, at man má konstatera, at Finn Norman Christensen bygnaðurin er ov dýrur til føroyska samfelagið. Hetta nýtist ikki at merkja eina avmontering av tí almenna. Tað, ið krevst, er ein endurraðfesting. Tær kreftir í føroyskum politikki, ið trúgva uppá eitt vælferð- arsamfelag mugu taka sær um reiggj og venda skeivu gongdini. Politikarar eiga at ásanna, at eitt norðurlendskt vælferðarsamfelag, har røkt og skúlagongd stendur frítt fyri ein og hvønn, ið tørvar tí, ikki er nøkur sjálvfylgja. Um almenni sektorurin verður forsømdur, ella um al- mennar útreiðslur ikki røkka fram til grundleggjandi vælferðartænasturnar, so er vandi á ferð. Okkum tørvar eitt aðalorðaskifti á Tingi, har tinglimir minna seg sjálvar á, hvat hornasteinarnir í vælferðar-sam- felagnum eru. Tá semja er um hesar, so eiga tinglimir at seta pengar av til hesar grundleggjandi tænastur, ið eiga at umfata fría skúlagongd, fría heilsu- og eldrarøkt, sam- skiftisatgongd og flutningsmøguleikar til øll. Tá so hetta er roknað saman, so eigur ein umsiting at verða gjørd eftir tí staðfesta tørvinum. Fyri starvsfólkið í tí almenna, mátti tað eisini verið sæð sum ein frammihjárættur at fáast við at tæna borgaran, so nær við borgaran sum møguligt. Vit eiga at seta okkum høg mál. Málið má verða best fungerandi og best rikni almenni sektorur í heiminum. Vilja politikarar so harafturat spæla sær við farvuríkum, men ikki strengt tikið neyðugum initiativum, so kunnu teir sjálvir meta um ráðini til hetta. Vit mugu ikki verða verandi í einari støðu, har tænastan til borgaran støðugt versnar, tí ráðini ikki eru til tess, samstundis sum um- sitingarútreiðslur støðugt vaksa. Samgongan segði nei til eina millión um dagin í blokkstuðuli. Hetta er komið okkum aftur um brekku, men tíverri sær tað út til, at mytan um, at tað ikki fór at ávirka umsitingina framvegis verður hildin á lívi, millum annað við at spara røkt til tey gomlu. Vend má koma í – ongantíð ov skjótt. DAGSINS MEINING Sosialurin Hvar fara pengarnir? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Um læknaviðurskifti í Sandoynni Sólvit Simonsen Eg trúði tað var skemt, tá ið landsstýrismaðurin Bill Justinussen kom við upp- skoti um læknaviðurskifti í Sandoynni, men tá ið hann kemur við sama tvætli aftur í Dimmalætting 4. sept., føli eg mær trongd til at gera eina viðmerking. Sjálvur meti eg at mað- urin má hava etið eitt lítið kramarhús av bláseymi og eigur hann at fáa skurðvið- gerð, so hann sleppur av við hendan bláseym. Tíverri sær tað út sum læknaviðurskiftini í Sand- oynni eru blivin politisk, tað er beklagiligt, tí poli- tikkin millum politikarar hann kenna vit alt ov væl. Her í Sandoyar sýslu hevur alla mína tíð verið lækni, og nógv longri aftur í tíðini eisini. Landsstýris- maðurin tosar um at røkja okkum frá Havnini av átta tímar um samdøgrið. Hvør lækni vil tað, heldur enn at búgva á plássinum? Ella skal tað vera nevan fyri nøsina tú fer nú, og tú fer tá. Sjálvur havi eg tosað við skilamenn, sum eru læknar fyri at vera læknar, sum siga at her eigur at vera ein høvuðslækni, sum kennir fólkið í sýsluni, og sum kundi fingið skipaðar frí- dagar eftir ynski. Somu- leiðis siga læknarnir, at umstøðurnar her í oynni, altso arbeiðsumstøðurnar, eru sera góðar. Her eru so góð høli sum ikki finnast betri í landinum. Einaferð skrivaði landsstýrismaðurin um at skip høvdu ongan lækna umborð, Sandoyggin er eitt stórt skip, sum hevur eitt hjálparskip hjá sær. Men í mínari siglandi tíð var tað soleiðis, at eitt skip, sum hevði meira enn 50 fólk umborð, átti at hava lækna við. Eg veit ikki hvat lógin sigur nú, tær verða broyttar og brotnar alt í senn, og úrslitið, tað kenna tit. At liggja við ongum lææna frá kl. 16.00 seinna- part og alla náttina fram til kl. 8.00 á morgni ber snøgt sagt ikki til. Vit hava góðar vegir her í Sandoynni og hvat, ið kann henda, og hvat ið er hent, kenna vit tíverri alt ov væl til. Tað er so nógv, nógv annað av akuttum, sum knappliga kann stoyta til, og so skal man ringja til Hospitalið, so at leita eftir skiparanum á Teistanum og síðan skal skiparin fáa fatur á manningini, so skal Teistin suður við læknanum og síðan ein túr afturat norð aftur við læknanum, tí hann býr jú í Havn. Eitt annað, sum undrar meg er, hví landsstýrismað- urin tekur Hestoynna uppí læknaumstøðurnar í Sand- oynni. Vónandi er hann ikki farin skeivur av Føroya- kortinum, soleiðis at tað er Skúvoyggin, hann meinar við, og av góðum grundum veit eg, hvussu gott tað kann vera fyri eina akutta hjálp. Man minnist hesi árini fleiri túrar, hvar ið man er lopin avstað við læknanum og soleiðis kunnað veitt hjálp, og tá veit man eisini, at tað kundi verðið ov seint við lækna úr Havn. Seinastu mánaðirnar hava vit verið sera væl nøgd við læknarnar, og somuleiðis nú hava vit góð- an lækna, so eg fari at heita á Bill Justinussen um at síggja burtur frá hesi, orsakað meg nú, mundi skrivað, tápuligu loysn. Eyðun á Borg Fleiri vilja vera við, at føroyskir fótbóltsspælarar fáa ov lítla dystarvenjing í føroysku landskappingini, sum meir ella minni eru yrkisspælarar. Onkur heldur, at føroyska landskappingin er ov stutt; onkur annar heldur, at vit áttu at havt eina eykakapp- ing millum nøkur av teim- um bestu liðunum. Her er so eitt annað for- kunnugt hugskot: Lat okk- um skipa eina oyggjakapp- ing í fóltbólti afturat núver- andi landskapping! Oyggjaliðini kunnu so eita: Norðoyar, Eyguroy, Streymoy, Vágar, Sandoy, Suðuroy (t.v.s. 6 lið). Teir bestu leikararnir í hvørjari oyggj verða so úttiknir til sítt oyggjalið. Hetta er samstundis at styrkja tilknýti til heimstað spælaranna, tí bygdaspæl- arar, sum t.d. spæla í Havn, fara at spæla fyri sína heimaoyggj. Møguliga skuldi ein spælari, sum er føddur og uppvaksin í Havn, men hvørs foreldur t.d. bæði eru úr Sandoynni, spælt við Sandoy! F.S.F. kundi gjørt eina reglugerð. Kanska kundu útlendsku spælararnir í Føroyum eis- ini mannað eitt lið, um teir eru í Føroyum, tá dystirnir verða spældir. Nær og hvussu long kappingin skal vera, kann Fótbóltssambandið taka støðu til. Við vón um eina sera spennandi mennandi oyggjakapping í fótbólti. Oyggjakapping í fótbólti (Norðoyar, Eysturoy, Streymoy, Vágar, Sandoy, Suðuroy) Sendu uran við postinum Amerikanska sjónvarpsstøðin ABC hevur avdúkað, at amerikanska trygdin er ikki so góð, sum nógvir amerikanarar halda hana vera. Nakrir tíðindamenn hjá sjónvarpsstøðini sendu nú um dagarnar ein pakka við urani við postinum úr útlandinum til ein móttakara í Los Angeles. Tíðindamenninir pakkaðu sjey kilo av urani í eitt stálrørog tað vísti seg, at pakkin fór ígjøgnum postin uttan nakrar trupulleikar. Hetta er aðru ferð, at ABS hevur gjørt eina tílíka roynd. Fyrru ferð var í fjør, og ta ferðina kom pakkin eisini fram í øllum góðum. Tá varð pakkin sendur tann 10. september ella dagin fyri ársdagin fyri yvirgangsatsóknina at New York og Washington. Í ár varð hann sendur nakrar fáar dagar undan tvey ára degnum. Uranið í pakkanum var ikki ríkað og tí ikki vanda- mikið. Ríkað uran er harafturímóti vandamikið evni, sum verður nýtt til at gera kjarnorkubumbur. Niðurstøðan hjá ABC er kortini, at amerikanska trygdarskipanin virkar ikki nóg væl. Úr kappingini Síðani bretin George Robertson boðaði frá, at hann fer at leggja frá sær sum aðalskrivari í NATO á nýggjárinum, hevur dúgliga verið gitt, hvør fer at taka við eftir hann. Eitt av evnunum hevur verið norski verjumála- ráðharrin, Kristin Krohn Devold. Onnur evni, sum hava verið nevnd, eru portugisin Antonio Vitorino og italiumaðurin Antonio Martino. Men nú skrivar bretska blaðið The Guardian, at norski verjumála- ráðharrin og hini bæði evnini eru farin burtur úr kappingini. Ístaðin bendir alt á, at niðurlendski uttanríkisráð- harrin, Jaap de Hopp Scheffer, hevur besta møgu- leikan at taka við eftir George Robertson. Sambært The Guardian skal amerikanski forsetin, George W. Bush, hava fingið sera gott eyga á niðurlending- inum, sum herfyri var í Washington. Jaap de Hopp Schefer var upprunaliga diplomatur, men valdi at fara upp í politikk. Nýnazistar við bumbuætlan Týska løgreglan hevur tikið fimm fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava lagt eina ætlan um bumbuatsóknir í Týsklandi. Sambært týskum fjølmiðlum hava minst tríggir av teimum fimm monnunum tætt samband við víð- gongdar høgrasinnaðar kreftir. Í íbúðini hjá einum av monnunum fann løgreglan 1,7 kilo av spreingi- evninum TNT, og á einari tokstøð í Dresden funnu løgreglumenninir eitt kuffert við einari spreingi- løðing. Løgreglan heldur, at tað eru annaðhvørt víð- gongdir høgrasinnaðir ella muslimar, sum høvdu sett kuffertið á tokstøðina. Seinastu tíggju árini eru umleið hundrað fólk deyð í ágangi, sum víðgongdir høgrasinnaðir felags- skapir hava skipað fyri. Tey flestu, sum doyðu í hes- um álopunum, vóru útlendingar, og í flestu førum var talan um fólk við dimmum húðaliti. Vil hava gullið hjá Mósesi Ein løgfrøðingur í Egyptalandi ætlar sær at leggja sak ímóti heimsins jødum, sum hann leggur undir stuldur. Nabil Hilmi vísir á, at tá Móses leiddi jødarnar úr Egyptalandi á sinni, tóku jødarnir alt gullið og silvurið hjá egyptiska konginum, Farao, við sær. Tað stendur at lesa í Fyrstu Mósebók, 12. kapittul, ørind- ini 35 og 36. Summir jødiskir viðmerkjarar siga, at frásøgnin er ivaleyst sonn, men teir halda ikki, at talan var um vanligan stuldur, tí egyptar nýttu jød- arnar sum trælir í langa tíð. Aðrir jødar halda, at kunnu egyptar krevja at fáa endsurgjald fyri tað stolna gullið, kunnu jødarnir krevja endurgjald fyri 400 ára trælahald í Egypta- landi. Um eitt tílíkt mál verður reist, er tó ikki greitt. UTTAN ÚR HEIMI Anna Lindh var ein avhildin og djarvur politikari, sum meiri enn einaferð setti seg upp ímóti teimum stóru MORÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 46 ára gamla Anna Lindh tók við sum svenskur uttanríkisráðharri í 1998. Hon hevði eina sera greiða áskoðan á mong viðurskifti og smæddist heldur ikki fyri at kunna onnur um hugsjónir sínar. Tí bleiv hon ofta umrødd sum tann, ið skuldi taka við eftir Gøran Persson, bæði sum floksformaður og forsætis- ráðharri. Mannarættindi vóru eitt av hennara stóru áhugamál- um, og sum uttanríkisráð- harri vildi hon hava ES at taka eina greiari støðu til mannarættindi í altjóða høpi. Hon smæddist ikki fyri at gera vart við síni sjónarmið á altjóða politiska pallinum og var í so máta tann norð- urlendska røddin fram um starvsfelagarnar í hinum Norðurlondunum. Í sam- bandi við Irak-kríggið lýsti hon einaferð amerikanska forsetan, George W. Bush, sum "tann einsamalla reið- mannin", og italski for- sætisráðharrin, Silvio Berlusconi, fekk eisini onkra ákoyringina frá henni fyri sín politikk. Nú sviar skulu á fólka- atkvøðu um evruna, gekk hon á odda í stríðnum fyri at fáa teir at siga ja. Morðið á svenska uttanríkisráðharran, Onnu Lindh, er eitt álop á demokratiið og tað opna samfelagið MORÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk - Svøríki hevur mist sítt andlit, segði Gøran Pers- son, forsætisráðharri, tá hann tíðliga gjáramorgunin frætti, at Anna Lindh, uttanríkisráðharri, var deyð av sárunum, sum hon fekk, tá ein maður leyp á hana við knívi í einum handli í Stockholm fyrrakvøldið. Gøran Persson segði, at morðið er skaðar álitið á tað svenska samfelagið. - Tí er tað umráðandi, at drápsmaðurin verður funn- in, og at vita fáa at vita, hvussu hetta kundi henda. Okkara áskoðan er, at øll skulu hava rætt at ferðast frítt í samfelagnum uttan at kenna seg hótt. Vit mugu vísa, at vit eru avgjørd, tá tað snýr seg um okkara virðir, segði ein týðiliga skelkaður forsætisráðharri. Hann segði, at friður og samhaldsfesti vóru høv- uðsmálini hjá Onnu Lindh, og at tað eiga sviar ongan- tíð at gloyma. Hann segði eisini, at svenski javn- aðarflokkurin hevur mist ein av sínum bestu politik- arum, og at hann og hans- ara ráðharrar hava mist ein góðan ráðharra og starvs- felaga. Gøran Persson legði aft- urat, at sum uttanríkisráð- harri varð Anna Lindh nógv avhildin, tí hon gekk upp í síni áhugamál við lív og sál. Svøríki mist sítt andlit Avhildin og djarvur politikari Anna Lindh C M Y K 11 10 Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað?