fríggjadagur 12. september 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 172 - 12. september 2003
Nr. 172 - 12. september 2003
13
Íbúgvaratalið á
Álandi er vaksandi,
og í løtuni er landið í
teirri sjáldsomu
støðu, at heili 25 pro-
sent av íbúgvunum
eru føddir utttan-
lands. Býtið millum
aldursbólkarnar er
nøkunlunda javnt. Tó
eru tey eldru í meiri-
luta á bygd og í sker-
garðinum, og tey
ungu búgva mest í
miðstaðarøkinum
SAMRØÐA
Edvard Joensen
Áland:
Álendingar flyta av landin-
um í útbúgvingar- og øðr-
um ørindum, og onnur fólk
flyta aftur til Álands. Ser-
liga eru tað svenskt talandi
finnar, sum búseta seg á
Álandi, sigur »lantråden« á
Álandi, Roger Nordlund.
Fólkatalið liggur umleið
26.000 tilsamans og er í
løtuni vaksandi. Umleið
helvtin býr í høvuðsstað-
num, Mariehamn, og har í
grannalagnum.
Tá fólk eru liðug við
grundskúlan og hava fingið
miðnámsútbúgvingar, fara
tey, sum ætla sær víðari, eitt
nú undir universitetslesnað,
uttanlands.
Har eru tað mestsum bara
Svøríki og Finland, sum eru
aktuel, sigur Roger Nord-
lund.
Hóast Áland er partur av
finska ríkinum, er málið
svenskt, og tað ger tann
stóra munin, tá útbúgving-
arstað verður valt. Heili 75
prosent velja at fara undir
hægri lestur í Svøríki, og
hini 25 prosentini velja so
vanliga Finland, greiðir
hann frá. Her síggja vit ein
stóran part av teimum, sum
flyta av landinum. Tá tey so
seinni koma aftur, hava tey
møguliga maka og eitt ella
fleiri børn við sær, sum
fødd eru uttanlands, og tað
er so ein partur av tí býti,
sum ger, at so stórur partur
av álendingum eru føddir
uttanlands.
Politiska skipanin
Vit sita á skrivstovuni hjá
»lantråden« í bygninginum
hjá Ålands Landskapsstyr-
else, Självstyrelsegården, í
Mariehamn á Álandi.
»Lantråden« er formaður
í Landskapsstyrelsen, og er
tað, sum svarar til okkara
løgmann. Landskapsstyrel-
sen hevur í løtuni seks
limir, sum eru valdir av
tveimum politiskum flokk-
um. Tingið á Álandi eitur
Lagtinget, eins og okkara
egna Løgting í Føroyum.
Tinglimirnir eru 30 í tali.
Roger Nordlund, »lant-
råd«, greiðir frá, at hann er
formaður í miðflokkinum,
Ålands Centerparti, sum
saman við høgrasinnaða
Liberala skipar landsstýri.
Flokkarnir hava níggju
tinglimir í part av teimum
30 og sostatt greiðan meiri-
luta í Løgtinginum. Stýris-
skipanin loyvir ikki minni-
lutastýri á Álandi.
Í løtuni eru seks flokkar
umboðaðir í Løgtinginum.
Løgtingsval
verður
á
Álandi tann 19. oktober í
ár, greiðir Roger Nordlund
frá.
Hinir fýra flokkarnir,
sum umboðaðir eru í Løg-
tinginum, býta hinar tólv
sessirnar sínámillum. Tveir
hava fýra limir, ein hevur
tríggjar, og ein hevur ein
tinglim.
Væntandi
verður
ein
nýggjur flokkur umboðað-
ur í Løgtinginum eftir kom-
andi val, sigur Roger Nord-
lund. Tað er ein loysingar-
flokkur, sum stillar upp fyri
fyrstu ferð, og veljarakann-
ingar spáa honum ein sess í
tinginum. Hvaðani hann
fær mannin, veit »lant-
råden« ikki at siga fyri vist,
men tað kann væl henda, at
tað verður frá hansara egna
flokki, sigur hann.
Flokkarnir, sum nú sita á
tingi, hava ikki loysing frá
Finlandi á skránni. Teir
hava allir ein hóligan stig
fyri stig politikk á tí økin-
um, og tað tykjast fólk sum
heild at vera nøgd við,
heldur hann.
Áland og Finland
Áland
er
sjálvstýrandi
partur av Finlandi og velur
ein tinglim í finska Ríkis-
dagin.
Men Áland hevur eina
heimastýris- ella sum teir
sjálvir siga - sjálvstýrislóg,
sum sum gevur teimum
rættiliga víðar politiskar
heimildir, greiðir Roger
Nordlund frá.
Á flest øllum økjum hev-
ur løgtingið fullan avgerð-
arrætt. Her tosar hann um
mál sum vinnumál, fíggjar-
mál, heilsu- og almanna-
verk og undirvísing og
mentan. Tó er ein sera um-
ráðandi partur av vinnu-
málunum ikki yvirtikin, og
er tað sjóvinnan, sum er
størsta inntøkukelda álend-
inga, men bara hevur lítlan
samfelagsligan týdning fyri
Finland, greiðir hann frá.
Onnur mál sum uttan-
ríkismál og hernaðarmál
umsitir Finland einsamalt.
Eitt av aðalmálunum í
framtíðini verður at yvir-
taka sjóvinnuna. Men skal
ein slík yvirtøka gerast,
skal lóg um tað samtykkjast
bæði í álendska Løgtingin-
um og í finska Ríkis-
degnum. Og tað skal vera
við trimum fjórðingum í
meiriluta í báðum tingum,
sigur Roger Nordlund.
– Tað kann vera bæði ein
tryggleiki og ein ótrygg-
leiki í tí, sigur hann. Trygg-
leikin er, tá vit eru í móti
onkrum, at vit hava ávísa
tyngd. Og hinvegin er tað
lætt hjá finnum at steðga
onkrum av okkara ynskj-
um, vísir hann á.
Skattaskipanin er nakað
fyri
seg,
sigur
hann.
Álendingar rinda statsskatt
til Finlands. Sambært lóg
eru tað 0,45 prosent av
samlaða skattinum, sum
finski staturin fær. Hetta er
gomul skipan og er helst
einaferð ásett eftir fólkatal-
inum á Álandi, sum so hev-
ur svarað til tey 0,45 pro-
sentini av samlaða finska
Fleiri flyta til Álands
Roger Nordlund er »lantråd« - løgmaður - á Álandi.
Eins og aðrastaðni í Europa tykist búskaparliga uppgongdin, sum verið hevur á Álandi seinnu árini, at minka, og tað fer at sansa at, sigur hann. Tað er serliga
vorðið tyngri at umsita mentan og almanna- og heilsumál
Mynd: Edvard Joensen
fólkatalinum.
Skattapro-
sentið áseta álendingar
sjálvir.
Fer inngjaldið so hinveg-
in upp um 0,50 prosent, fær
finski staturin tey 0,50
prosentini, og Áland fær
flutt aftur tann partin, sum
fer uppum.
Peningurin verður fluttur
aftur til Álands í einum
blokki, og so umsita álend-
ingar
hann
sjálvir.
Álendska fíggjarlógin er í
ár upp á 240 milliónir
evrur. Tað er umleið 1,8
milliard danskar krónur.
Tað eru 16 kommunur á
Álandi, og tær áseta sjálvar
sítt kommunuskattaprosent,
sum vanliga liggur millum
16 og 19.
Álendska
»landskaps-
styrelsen« átekur sær alt
fleiri umsitingarligar upp-
gávur. Kommunurnar eru
ov smáar og veikar at hava
eina vælvirkandi umsiting.
Hana hava vit valt at hava
miðsavnaða í landsfyri-
sitingini, soleiðis at hon
verður betri arbeiðsfør,
sigur álendski løgmaðurin.
Áland og ES
Áland er sum partur av
finska ríkinum eisini limur
í ES. Men álendingar hava
veruliga skotið papageykin,
sum tikið verður til, tá
hugsað verður um ta toll-
fríu skipanina, teir hava
megnað at fingið.
Øll ferðamannaskipini,
sum ferðast millum Svøríki
og Finland, leggja at á
Álandi, og geva harvið
ferðafólkunum møguleika
at keypa tollfrítt umborð, tí
sigling millum Áland og
umheimin, eisini ES lond-
ini Finland og Svøríki, gev-
ur loyvi til tollfrían inn-
flutning.
Hetta lokkar hundað-
túsundtals ferðafólk árliga
til beinleiðis at gera túrin
við bíligum innkeypi fyri
eyga. Umframt øll hini,
sum kortini høvdu ferðast á
leiðini. Tað koma árliga
umleið 1,8 millión ferða-
fólk til Álands, og umleið
300.000 teirra velja so at
gista meira enn eina nátt á
Álandi.
Hendan skipanin gevur
álendska
landskassanum
rættiliga fitt av peningi,
greiðir Roger Nordlund frá.
Fjølbroytt vinna
Álendska vinnulívið hevur
fleiri bein at standa á,
greiðir »lantråden« frá.
Sjóvinnan við ferðafólka-
og farmaflutningi er tann
størsta inntøkukeldan. Síð-
an er tað ferðavinnan ann-
ars, handilsvinna, bankar
og tryggingar eins og
landbúnaður, sum eru tær
stóru vinnurnar.
Fiskivinnu í traditionell-
um líki gera teir lítið við á
Álandi í dag. Kanska eini
tvey prosent av samlaðu
inntøkuni kemur frá van-
ligari fiskivinnu. Alivinnan
er størri, veit Roger Nord-
lund at siga frá.
Landbúnaðurin
hevur
lagt seg eftir serligum
greinum, so sum grønmeti
og eitt nú høsnahaldi. Eisini
er nakað av skógbrúki á
Álandi, men har stendur
einki til soleiðis í løtuni,
sigur hann. Kappingin við
innfluttan russiskan við er
sera hørð, og skógbrúkini
vaða í vatnskorpuni. Timb-
urhandlarnir flyta inn, har
bíligari er, og álendingar
hava ikki møguleika at
áleggja verjutoll.
– Men tað verður ivaleyst
eitt av málunum, vit fara at
taka upp í næstum, sigur
Roger Nordlund.
Serliga eplir og leyk gera
tey nógv av at velta á
Álandi. Og saman við
grønmeti annars verður tað
útflutt í hampiliga stórum
nøgdum. Serliga til Fin-
lands. Eitt sindur av sukuri
hevur eisini verið velt, men
herfyri brann tann lokala
sukurverksmiðjan, so nú
innflyta álendingar danskt
sukur, sum í handlunum er
nakað væl dýrari, enn tað er
eitt nú í Føroyum.
Annars eru matvørur ikki
dýrar, um sammett verður
við føroyskar prísir. Okkurt
hendinga ting er dýrari,
okkurt er á leið tað sama,
men allarflestu matvørur-
nar eru bíligari, enn vit
kenna
til
í
Føroyum.
Summar heilt munandi.
Og møguleikarnir eru
nógvir. Tú fert í handilin og
keypir nýupptikin epli fyri
umleið fýra krónur fyri
kilog.
Men tað er ikki bara at
keypa epli. Nei. Tú hevur
einar fýra ymsar kassar at
velja ímillum, og á hvørjum
teirra stendur, hvør velt
hevur. Soleiðis.
Útlitini
Tað hevur gingið væl á
Álandi seinastu árini. Men
tað tykist, sum nú fer at
sansa
at
onkunstaðni,
greiðir Roger Nordlund frá.
Tað verður helst ikki so
rúmsátt búskaparliga, sum
tað hevur verið, væntar
hann.
Heilsu- og almannamál-
ini tyngja nakað, og útlit
eru í løtuni til, at sjóvinnan
í ávísan mun fer at flyta
heimstað av Álandi til
Svøríkis. Hendir tað, verð-
ur tað ein dyggur smeitur
fyri álendska búskapin,
sigur hann.
Kostnaðarstøði á hesum
økjunum er hækkað, greiðir
hann, frá. Sera drúgt verk-
fall hevur eisini verið í
heilsuverkinum, sum hevur
havt við sær, at álendingar
eru noyddir til Finlands í
sjúkraviðgerð, hóast um-
støðurnar annars eru góðar
í so máta á Álandi.
Eisini á útbúgvingar-
økinum er raksturin vorðin
dýrari,
sigur
álendski
løgmaðurin -»lantråden« -
Roger Nordlund at enda.
Álendska Løgtingið.
Løgtingsval verður á Álandi tann 19. oktober, og tá vænta loysingarmenn sær ein tinglim, sum annar av verandi stjórnarflokkunum helst fer at noyðast at rinda fyri. Útlit eru eisini fyri øðrum
flytingum væntar »lantråden«. Eitt nú at socialdemokratarnir, sum høvdu eitt ringt val seinast, fara at taka onkran tinglim frá teimum óheftu, heldur hann
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
13
12