Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 • fríggjadagur • 12. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Jacob Laursen venur í Vejle Enn er ikki greitt, hvørt fyrrverandi landsliðsleikarin fer at gerast liðfe- lagi við Christian Høgna Jacobsen FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Ein av donsku leikar- unum, sum hevur drúgvar royndir sum yrkisleikari er 31 ára gamli Jacob Laursen. Eftir fleiri ár í Ong- landi vendi fyrrver- andi landsliðsleikarin eitt skfti aftur til danskan fótbólt, men ambitónirnar um at halda fram í útlandin- um vóru kortini ov sterkar. Eftir at hava leikt í bæði týskum og eyst- ur-ríkskum fótbólti síðani, er Jacob Laur- sen tó arbeiðsleysur í løtuni, og fyri at halda venjingina við líka, er hann í hesum døgum í Vejle. Enn er tó ikki greitt, hvørt hann fer at teljast millum leikararnar her, og Steen Thychosen, venjari í Vejle, sigur eisini bart út, at teir ikki hava ráð til at hava hann sum yrkisleikara. Ein roynd verður tó í løtuni gjørd at lata roynda verjuleikaran leika sum áhugaleik- ari, samstundis sum skal hava vanligt starv í Vejle, men enn er so ikki greitt, hvørt hetta verður fuglur ella fiskur. - Tað er kanska ikki í verjuni, at vit størstu trupulleikarnar, men tað er einki at ivast í, at ein leikari sum Jacob Laursen kundi fingið ótrúliga stóran týdning fyri liðið, sigur Steen Thychosen um nýggja møguleikan, sum nú stendur felagnum í boði. Fremad Amager tryggjaði sær hós- morgunin undir- skriftina frá tofta- manninum ÚTISETI Jákup Mørk Jann Ingi Petersen av Toftum fær bert fýra dystir afturat fyri B68 í hesum umfarinum. Tað er nevnliga greitt, at leikarin eftir hetta kappingarárið skiftur til danska Fremad Amager, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Og so kann leggjast afturat, at hetta er fyrsta ferðin, at Fremad Amager beinleiðis hevur keypt ein leikara. Á tíðindafundi hósmorg- unin kundi Jákup í Stóru- stovu, sum umboðar Jann Inga, siga frá, at Fremad Amager, B68 og Jann Ingi sjálvir vóru komnir ásamt um, hvussu ein slíkur sátt- máli skuldi gerast, og so var bara eftir at skriva undir. Hjá Jann Inga sjálvum, er hetta sjálvandi eitt stórt fet á leiðini til at gera enn meira við fótbóltin. Aðra staðni á hesum síðum verð- ur hann endurgivin fyri at siga, at næsta stóra málið hjá honum er at vinna sær fast pláss á landsliðsmið- vøllinum, og tað er einki at ivast í, at fortreytirnar í hesum eru batnaðar, nú hann framyvir fer at nýta enn meira tíð og orku til fótbóltin. Fegnir um fongin Og at teir í Fremad Amager eru fegnir um fongin, er einki at ivast í. Michele Guarini, sum er venjari hjá felagnum, ivaðist í øllum førum ikki um, at teir her hava fingið fatur á einum leikara, sum kann røkka heilt langt. - Fyrst og fremst er Jann Ingi ein leikari, sum sjálvt á einum høgum støði megnar at halda fast í sínum spæli. Tað var eisini sjónligt í gjár, tá hann var ein av teimum, sum nógvir bóltar frameftir vøllinum fóru ígjøgnum. - Men talent er eitt. Nak- að annað er sálarlig styrki, og hana tykist Jann Ingi at hava. Tað er í seinasta enda tað, sum er avgerandi fyri, hvussu langt ein leikari røkkur, og tað er tíverri galdandi fyri fleiri av teim- um evnaríku leikarunum, sum eru í Danmark, at teir ikki eru sinnaðir at arbeiða nóg hart. Tað er Jann Ingi, og í øllum førum er tað okkara vón, at vit við hesum kunnu vera við til at menna Jann Inga til at ger- ast ein av teimum allar- bestu føroysku landsliðs- leikarunum, sigur Guarini at enda. Á Toftum er gleðin um søluna tó ikki so eyðsýnd, sum hon er í Fremad Amager um keypið. - Tað er sjálvandi tungt hjá okkum at missa ein slíkan leikara, og upphædd- in fyri hetta stendur sum so ikki mát við tær dygdir, sum Jann Ingi hevur, eru fyrstu orðini frá formannin- um hjá B68, Niclas David- sen. Hann leggur tó afturat, at teir sjálvandi vóna, at tað fer at gangast Jann Inga væl. - Tað er jú altíð tungt at siga farvæl, men vit vóna tað allarbesta fyri Jann Inga, og gongst alt sum ætlað, so kundi tað jú hent seg, at okkurt afturat verður í okkara part. Sáttmálin hjá Jann Inga er galdandi frá 1. januar 2004 og trý ár fram. Men roknað verður við, at hann fer til Danmarkar, so skjótt sum føroyska kappingin er liðug. Jann Ingi fer til Danmarkar Jann Ingi Petersen setir her undirskriftina á sáttmálan, sum ger hann til komandi Fremad Amager leikara. Maðurin til vinstru á myndini er Michele Guarini, venjari, meðan Jákup í Stórustovu, sum hevur staðið fyri handlinum, er uttast til høgru Mynd: Álvur Haraldsen 15 14 Nr. 172 - 12. september 2003 Leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum er ódugilig í mongum førum og hevur upp- ført seg soleiðis, at yvirlæknar á skurð- deplinum á lands- sjúkrahúsinum hava umhugsað at melda hana til løgregluna fyri misrøkt av sjúk- lingum. Teir rógva fram undir, at leiðslan kann hava viðvirkað til, at fólk hava tikið lívið av sær LÆKNASTRÍÐ Edvard Joensen Tað er ikki lukkuligt, sum yvirlæknar á skurðdeplin- um á Landsjúkrahúsinum fara við sjúkrahúsleiðsluni í skrivi, teir tann 6. mai í ár hava sent landsstýrismann- inum við heilsumálum. Yvirlæknarnir á skurð- deplinum leggja ikki fingrarnar ímillum, tá teir boða frá støðuni á Lands- sjúkrahúsinum, sum teir síggja hann. Og teir lata heldur ongan iva vera um, at teir halda sjukrahús- leiðsluna vera fullkomuliga ónýtiliga. Í summum førum reka teir fram undir, at hon er beinleiðis lívshættislig, og siga enntá, at tað sjúkra- húsleiðslan kann hava verið ein av orsøkunum til, at eitt starvsfólk á Landssjúkra- húsinum tók lívið av sær. Teir skriva soleiðis: »Á hin bógvin noyðast vit tíverri at sanna, at kloss- uta og harðrenda uppsøgnin sum sjúkrahúsleiðslan gav eini jarðamóðir, kann hava verið ein av orsøkunum til, at hon tók lívið av sær.« Hetta er sera ógvusligar ákærur og herskin lestur og vísir, at tað veruliga er brúk fyri, at politiski myndug- leikin við ábyrgd fyri sjúkrahúsverkinum og har- við allari fólkaheilsu før- oyinga, tekur sær um reiggj og fær skil á støðuni. Men tað hava politikar- arnir ikki havt rygg til, staðfesta læknarnir í skrivi sínum. Teir siga soleiðis eftir at hava víst á, hvussu gongdin í Danmark hevur verið seinnu árini »Men her í Føroyum stendur stilt. Ongar broyt- ingar í 7 ár. Politikararnir keyptu sær ein frið í 1996 og 1999, men hesin verður helst dýrkeyptur og hevur longu við sær stagnatión, inneffektivitet, fallandi produktión, maktkamp millum fakbólkar, vaksandi ónøgd, illa viðfarnar yvir- læknar, læknar sum fara av landinum og endar í øllum førum skjótt við, at skipan- in, sum hon er, ferð um koll við øllum tí ruðuleika sum kann standast av tílikum.« Skrivstovuveldi Tað sæst heilt greitt í skriv- inum, sum yvirlæknarnir á skurðdeplinum hava sent landsstýrismanninum, at teir halda, at Landssjúkra- húsið er vorðið ein miðstøð fyri skrivstovuveldi leiðsl- unnar heldur enn ein við- gerðarstovnur fyri sjúk- lingar, sum eit sjúrkahús eigur at vera. Fólk verða frá hond tikin frá uppgávum sínum á sjúkragongini til tess at sita í bólkum og nevndum, sum skulu fundast um, hvussu gerast skal við sjúklingarnar, heldur enn bara at viðgera teir. Og teir leggja beinleiðis leiðsluna undir at vera ódugiliga og ikki hava skil á tí, hon ger. Talan er í mongum førum um, at leiðslan bara skal vísa sína makt, kann lesast úr skrivinum. Og tað kostar eina rúgvu av pengum. Beinleiðis oyðsl lata teir skilja. Sum dømi verður millum annað nevnt skeiðsvirk- semið hjá leiðsluni, ið læknarnir ikki halda kemur sjúklingaviðgerðini til góða. Teir vísa á, at í fjør brúktu fýra fólk í sjúkra- húsleiðsluni 400.000,- krónur til skeiðvirksemi. Ella 100.000,- krónur hvør. Læknarnir hinvegin, ið áttu at verið á skeiðum at fylgt við og kunnað seg um tað, sum hendir í sjúklinga- viðgerð, fáa bert eitt ella tvey skeið árliga, hóast avtalað er, at teir eiga rætt til eini 10. Injuriir Tað er ikki livandi á Lands- sjúkrahúsinum sambært skrivinum hjá hesum lækn- unum. Fakbólkar og starvs- fólk sínámillum stríðast við øllum møguligum og ómøguligum vápnum fyri at tekkjast teimum, sum valdið hava. Og tað fer so bara at ganga út yvir sjúk- lingarnar. Leiðslan liggur ikki aftast, tá talan er um at baktala fólk og annars gera teimum lívið súrt, vísa teir á. Hon leggur seg beinleiðis út í smálutir og er farin so vítt, at læknarnir halda, at tað stríðir í móti sjálvum læknalyftinum, sum fyri teimum annars er heilagt. Teir skriva soleiðis: »Leiðslan er komin við boðum um, at læknar á Landssjúkrahúsinum ikki skulu kanna og viðgerða starvsfólk. Hetta stríðir beinleiðis móti læknalyft- inum og kann verða orsøk til, at starvsfólk, sum fáa álvarsligar skaðar ella brád- ligar álvarsligar sjúkur, meðan tey eru á Lands- sjúkrahúsinum, noyðast fyrst at verða koyrd til kommunulækna og síðani út aftur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Soleiðis er stórur vandi fyri, at tey kunnu fáa álvarsligt mein, tí drálað verður við kanning og tískil eisini viðgerð. Leiðslan hevur fingið hetta at vita, men vil ikki broyta boðini. Leiðslan avgjørdi at koyra ein av portørunum til hús. Hetta varð gjørt, uttan at vanligu konsultatiónir vóru gjørdar, og uttan fyri- lit fyri funktiónini á sjúkra- húsinum. Verkfall tók seg upp og vardi í 3 vikur og tarnaði arbeiðinum á sjúkrahúsinum almikið. Tá avtornaði, varð portørurin settur aftur í starv. Handfar- ingin av málinum varð óprofessionell og fyrilita- leys og skaddi enn einaferð virksemið á sjúkrahúsinum. Tá hinvegin ein bólkur av sjúkrasystrum kom við kollektivari uppsøgn á B6, handfór leiðslan henda trupulleika so óprofessio- nelt, at fakpolitikkur at enda kom uppí, og noyddist leiðslan sostatt at bakka fyri beinleiðis lógarbrotum á Landssjúkrahúsinum.« Og ikki er tað mætari, at sjúkrahúsleiðslan eisini beinleiðis forfylgir starvs- fólki, halda yvirlæknar á skurðdeplinum á Lands- sjúkrahúsinum, sum skriva soleiðis: »Leiðsluni dámar eisini at leggja seg í persónligar smálutir í deplunum. Til tíðir skal ikki meira til enn, at tey hava hoyrt okkurt í býnum um onkran. So verður hetta mál tikið upp í leiðsluni, og niðurstøður, áheitanir og hóttanir verða latnar niður ígjøgnum skip- anina. Eisini eru ákærandi brøv frá starvsfólki móti øðrum starvsfólki kærkom- in í leiðsluni. Hon tekur fegin upp hesi viðurskifti, sum annars í fyrsta umfari hoyra heima í deplunum.« Vanlukkan er hend Teir eru pessimistiskir, læknarnir á skurðdeplinum. Teir staðfesta, at vanlukkan er hend, og enda skrivið við nøkrum ásanningum um, at soleiðis og soleiðis átti tað at verið, men vilja vit ikki hava tað øðrvísi, enn tað er í dag, ja, so er tað soleiðis tað bara má vera. Teir tykj- ast líkasum at hava givið givið seg yvir til fíggindan. Kapitulerað. Soleiðis siga teir: »Skulu vit góðtaka at tað ikki longur verður satsað uppá kanning og viðgerð á høgum støði á Lands- sjúkrahúsinum - so góðtaka vit eitt lægri støði. Men skrædlið er tíverri longu komið. Skriðan er við at loypa. Hendir onki, verða yvirlæknarnir á skurðdeplinum noyddir til at gerast mótspælarar. Men tað vilja vit ikki. Vit vilja verða viðspælarar, og vit vilja saman við einari eintýðugari leiðslu leggja lunnar undir eitt vælfun- gerandi Landssjúkrahús, við innbygdari menning, har tær ómetaligu resursir- nar hjá starvsfólkinum verða sleptar leysar til frama fyri sjúklingarnar.« Lívshættislig sjúkrahúsleiðsla C M Y K 14