Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 12. september 2003 17 Stóran part av dystin- um spældi litavsiska liðið ov skjótt, til at okkara fingu fylgt við. Og hetta gav seg eisini aftur í, at fáir av føroysku monnunum spældu upp til sítt allarbesta, tí flestu kreftirnar vórðu nýttar at renna eftir mótstøðumonnum LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk 1. Jens Martin Knudsen, NSÍ (59 dystir/0 mál) Prógvaði enn einaferð, at føroyska landsliðið hevur tveir málverjar í altjóða flokki. Sjálvt um triðja málið var av tí slagnum, sum helst ikki skulu fara inn, so var sera avmarkað, hvat málverjin fekk gjørt við hetta ella nakað av hinum málunum. Hevði hinvegin fleiri góðar bjarg- ingar, og sýndi eisini framúr reaktiónsevni, tá hann ta einu ferðina fór skeivur av frísparki frá Barasa. Tóktist onkra tíð at gera ov skjótt av í avspæl- inum, men var annars ein av føroyingunum, sum stóð sterkastur í myndini. 2. Hans Fróði Hansen, B68 (26/1) Fekk aftur møguleikan á landsliðnum, nú Óli Jo- hannesen var úti við skaða, men hevði hesaferð trupult við at staðfesta sína støðu í hópinum. Hevði fyri tað mesta stórar trupulleikar, tá kviku litavarnir fluttu bólt- in skjótt úr síðu í síðu, og lat seg eisini lokka til at tøma øki í føroysku verjuni. Høvuðsspælið plagar ofta at viga upp ímóti veikleik- unum á jørðini, og tað gjørdi tað í ávísan mun, tó at litavar eisini høvdu ein stóran og sterkan álops- mann. Ivaleyst hevði talan verið um meira hóskandi spæl til Hans Fróða, um dysturin hevði verið móti skotum ella íslendinguum. 3. Súni Olsen, GÍ (11/1) Við kanska vakrasta málin- um í altjóða fótbóltssøguni hjá Føroyum fekk Súni eina løtu alt Svangaskarð upp at kóka. Í spælinum á vøllin- um var tó í løtum sera trup- ult hjá honum at halda spælinum uppi á sama trýsti. Kanska tí hann sum hin fyrsti fekk at kenna lítla tolið hjá dómaranum. Tókt- ist eins og mótstøðumenn- inir at hava stórar trupul- leikar við at standa á vøllin- um, og lat seg eisini yvir- spæla nakrar ferðir. Men málið verður í øllum førum standandi í minninum í langa tíð. 4. Pól Thorsteinsson, B36 (31/0) Var gjøgnum tað mesta av fyrra hálvleiki ein av stinn- astu føroysku leikarunum. Vardi sum vant væl fyri í sínari síðu, og flestu bólt- arnir frameftir, høvdu eisini ein móttakara. Fekk ein ordans bakkaláara, sum seinni noyddi hann av vøllinum, men hevði fram til tá verið ein av allarbestu føroysku leikarunum. 5. Jón Rói Jacobsen, Brøndby IF (15/0) Framdi kanska sítt fyrsta mistak í allari undankapp- ingini, tá hann av misgáv- um kom at verða partur av uppspælinum til fyrsta litaviska málið, og eina løtu tóktist hetta eisini at kosta stóran part av sjálvsálitin- um. Fekk tó serliga í seinna hálvleiki spælt seg upp, og kom í so máta væl frá dyst- inum. Slapp seinastu løtuna at royna seg í álopinum, men hevði tá millum lítið og einki at arbeiða við. 6. Jann Ingi Petersen, B68 (7/0) Varð tikin framum Rógva Jacobsen á miðvøllinum. Uttan iva vegna góðu fótbóltsevnini, og í fyrra hálvleiki prógvaði hann partvíst, at hetta var rætt disponerað av venjarunum. Noyddist í seinna hálvleiki oman á bakkan, tá skaðin hjá Pól Thorsteinsson við- førdi eina størri rokering, og hetta setti avgjørt sín dám á seinna hálvleik. Er tó helst frægasta alternativið á bakk-plássinum í løtuni, men er samstundis heilt greitt ein spælari, sum skal hava nógva bóltkontakt, skal hann spæla upp til sítt besta. 7. Fróði Benjaminsen, B68 (24/1) Hevði ein RISA møguleiki longu eftir fyrstu fáu minuttunum, men fekk ikki bóltin framvið verjuleikar- anum á málstrikuni, og tóktist eina løtu at missa pippið av hesum. Spældi seg gjøgnum fyrra hálvleik væl uppaftur, og var við í nógvum av tí, sum føroyska liðið skapti. Seinna hálv- leik hevði hann tíverri í alt ov stóran mun lyndi til at glíða heilt burturúr spælin- um. Ivaleyst tí litavar koyrdu bóltin ov skjótt kring føroyska miðvøllin. 8. Julian Johnsson, ÍA Akranes (54/4) Avgjørt ikki ein av bestu landsdystunum hjá Julian. Serliga meðan hann var í vinstra borði tóktist vænt- andi vinstra beinið at vera eitt handicapp, og evni hansara sum bóltvinnari komu heldur ikki nóg væl til sín rætt her. Varð seinni fluttur inn á miðvøllin, men kom her ongantíð heilt fyri seg, og hevði hópin av skeivum sendingum. Fekk tó einstakar ferðir sett ferð á við eyðkenda drive’num, men tíverri ikki í nóg stóran mun. 9. Jákup á Borg, B36 (30/1) Var fyri tað mesta ein av mest eyðsýndu føroysku leikarunum. Ikki minst fyrstu løtuna, tá Føroyar spældu við trimum á topp- inum, men eisini seinni fór stórur partur av føroysku álopunum upp gjøgnum hansara síðu. Hevur eisini neyðuga kvikleikan til at seta menn av á hesum støð- inum, og kann tí sum ein av teimum fáu skapa yvir- talsstøður. Hinvegin hevur hann tíverri framvegis lyndi til at bíða ov leingi við innleggunum, tá bólt- urin helst skal smekkast innfyri alt fyri eitt. 10. John Petersen, B36 (50/6) Hótti fyrstu løtuna við at gera sín 50. landsdyst til ein av sínum allarbestu, tá hann var við í sera nógvum sum ein av trimum før- oyskum álopsmonnum. Er tó ein leikari, sum skal hava nógva bóltkontakt, og tá trýstið síðani varð flutt longur aftur, var John tí ikki eins eyðsýndur seinni í dystinum. Var tó oftani drúgvur, tá langir bóltar vórðu sparkaðir niðan, og var eisini maðurin, sum vann málgevandi fríspark- ið. Týdningur hansara fyri spælið frameftir vøllinum er tó stórur, og tí er bara at vóna, at tað eisini verður til nakrar dystir komandi árini. 11. Christian Høgni Jacobsen, Vejle BK (19/2) Var hesa ferð maðurin, sum fekk plássið við síðuna av John, og tó at hann ikki skoraði, so er í løtuni ilt at finna nakað annað upplagt boð til plássið. Royndi nakrar ferðir at bjóða av, og var eisini um reppið at beina eitt hornaspark í kassan, men hevði sum heild sera truplar arbeiðs- umstøður, og fekk tí ikki í nóg stóran mun sett sín dám á dystin. 12. Rógvi Jacobsen, HB (24/3) Var hesa ferð settur á beinkin, men fekk so sein- astu 40 minuttirnar á vinstra miðvølli. Tóktist brúka sera langa tíð um at finna seg til rættis í spæl- inum, men fekk móti end- anum nakrar ferðir arbeitt seg niðan á vøllin, soleiðis at nøkur vandamikil inn- legg spurdust burturúr. 15. Atli Danielsen, KÍ (3/0) Fekk seinastu fimm minutt- irnar á vøllinum. Ov lítið til at gera nakra ítøkiliga met- ing, men hevði eitt gott driva niðan eftir vøllinum, meðan hann í hinum endan- um – nakað bíliga – fekk seinasta málgevandi frí- sparkið ímóti sær. 17. Tór-Ingar Akselsen, HB (2/0) Fekk seinastu 12 minuttir- nar á vøllinum fyri Jákup á Borg, men grundarlagið til eina meting var ov veikt. Tvær innskiftingar á rað benda tó á álit frá venjarun- um, so uttan iva var talan ikki um seinasta møguleik- an í hesum høpi. Truplar umstøður Føroyski miðvøllurin var oftani spældur tunnur av kviku mótstøðuni, og tí var tað sera trupult hjá okkara monnum at seta seg ígjøgnum í dystinum 17 16 Nr. 172 - 12. september 2003 Verðið eg framvegis úttikin, so er einki at ivast í, at eg eisini verið á liðnum komandi undankappingina, sigur málverjin, sum tó heldur, at tað enn er nakað eftir á mál hjá føroyskum fótbólti LEIKARAPRÁT Jákup Mørk Einki er at ivast í, hvør stóri veteranurin á føroyska fót- bóltslandsliðnum er. Kanska er Jens Martin Knudsen ikki longur tann, sum eigur landsliðsmetið á føroyska landsliðnum, men hann hevur verið við allan vegin. Úr Landskrona um- vegis eina rúgvu av før- oyskum fótbóltsbýum, og mikudagin var hann so aftur á Svangaskarði, har flestu dystirnir sjálvsagt eru komnir á kontina. Hetta merkir so sjálvandi eisini, at leikarin nú er komin nakað upp í árini, men málverjar halda van- liga leingi, og sáttmáli hansara við NSÍ er so galdandi í tvey ár afturat. Og hesi bæði árini ætlar Jens Martin so undir øllum umstøðum at taka afturat. - Eg havi so ongar ætlanir yvir høvur um at gevast. Verið eg úttikin, og kenni eg meg hava neyðuga før- leikan til at halda fram, so kemur tað ikki upp á tal at gevast. Nú hevur tú verið partur av menningini hjá lands- liðnum hesi 13 árini, sum vit hava tikið lut í undan- kappingum. Soleiðis hevur tú helst verið nærmasta vitni til ta menning, sum liðið hevur verið fyri, men hvussu langt heldur tú, at vit kunnu røkka afturat tey bæði næstu árini. - Nú hava vit sum so akkurát lyft okkum upp á eitt nýtt støði. Eitt støði, har tað ikki er talan um hasi tapini við fýra-fimm mál- um, men har vit kortini eru akkurát ov stuttir til veru- liga at gera okkum gald- andi. Vit eru ónøgdir, nú vit tvær ferðir hava tapt 3-1, og tað sigur í øllum førum nakað. - Men hiðani, og so til at fáa neyðugu stigini, er eitt stórt lop. Ikki minst kann skipanin á liðnum ikki vera hin sama, tí vit skulu helst longur fram á vøllin, og her fáa vit ein trupulleika. Vit síggja fleiri ferðir í dag, at tekniska støðið hjá okkum er ikki nóg høgt, og tað er sum so púrasta logiskt, tí vetrarsteðgurin er ov lang- ur. Stutt sagt, so koma vit ikki nógv longur, so leingi sum leikararnir eru í Før- oyum og spæla, ella so leingi sum onkur broyting í heimligu kappingini ikki verður gjørd. Jann Ingi Petersen hevur tikið lut í øll- um landsdystunum í ár, og nú setir hann sær mál at vinna sær fastan sess á miðvøll- inum LEIKARAPRÁT Jákup Mørk Skal tosast um eitt veruligt gjøgnumbrot á landsliðnum í ár, so er tað uttan iva Jann Ingi Petersen úr B68, sum fer avstað við hesum heitin- um. Eitt gjøgnumbrot, sum nú eisini hevur slóðað fyri, at leikarin komandi ár verð- ur partur av hópinum hjá danska Fremad Amager. Men hóast hetta, og hóast hann ofta hevur verið partur av teimum fyrstu ellivu, so hevur hann enn ikki vunnið sær nakað fast pláss á liðnum. Heldur hev- ur tað verið so, at hann er fyrsti maðurin, sum verður settur inn, tá hol skulu fyllast. - Tað er sjálvandi eitt sindur keðiligt, at man verður koyrdur runt ymsa staðni á vøllinum, uttan at hava nakað veruligt fast pláss at seta seg á. Men higartil havi eg bara verið fegin um, at eg eri sloppin upp í part. Tað tykist eisini, sum ert tú ein leikari, sum helst skal hava bóltin ofta, fyri at spæla heilt væl. Trívist tú ikki betur á miðvøllinum. - Jú, tað geri eg heilt sikkurt. Tá hevur tú betri møguleika at spæla fram- eftir vøllinum. Venda tær og vera við til at seta dám á spælið, so tað er í øllum førum næsta málið. Men hinvegin spæli eg sjálvandi har, sum venjarin metir meg gera størstu nyttuna. Og at næsta málið hjá unga toftamanninum er at vinna sær fast pláss, er einki at ivast í. Eitt mál, sum hann fyrst og fremst ætlar at røkka við hørðum arbeiði. - Tað er bara at koyra á. Tað hevur koyrt væl í seinastuni, so um eg haldi fram á sama hátt, so skal tað nokk koma fyrr ella seinni. Tað eri eg sann- førdur um, sigur altso Jan Ingi Petersen at enda. Og at málið verður rokk- ið, man lítil ivi vera um, kann leggjast afturat. Sjáld- an hevur ein nýggjur leikari so skjótt vunnið seg fram i hópinum, sum Jann Ingi gjørdi tað í ár. Og ein framtíð í donskum fótbólti við fleiri dystum og longri kappingarári er uttan iva nakað, sum kann skumpa enn meira undir menning hansara. Næsta málið er fast pláss Jens Martin heldur fram - Mær dámar betur á miðvøllinum, men sjálvandi spæli eg har, sum venjarin metir meg gera størstu nyttuna, heldur Jann Ingi Petersen, sum í ár hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot á landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen - Vit eru ónøgdir, nú vit tvær ferðir hava tapt 3-1, og tað sigur í øllum førum nakað um menningina, heldur Jens Martin Knudsen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16