Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 12. september 2003 21 Jón Rói og Jann Ingi eru nú lyklaspælarar Henrik Larsen stað- festi, at hetta ikki heilt hevði tikið seg upp, sum hann hevði vónað, men hann vildi heldur rósa mót- støðumonnunum enn at seta niður á sínar egnu FØRPOYSKI VENJARIN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Hóast hann ikki hevur verið landsliðsvenjari í meiri enn eitt gott ár, so hevur Henrik Larsen longu ofta sitið á tíðindafundum og iðra seg um, at stigið og eina ferðina stigini í síðstu løtu hvurvu sum døgg fyri sól. Henda leiklutin hevði hann ikki mikukvøldið. Hóast tað í fjórðu royndini ímóti Litava fyri fyrstu ferð eydnaðist at skjóta mál, so var einki ivamál um, at mótstøðuliðið var greitt omaná, og tað ásannaði Henrik Larsen eisini: – Teir kroystu okkum so mikið nógv, at vit í stórum pørtum av tíðini ikki høvdu møguleikar at gerast so mikið leysir, at vit kundu vísa okkara spæl. Vit høvdu valt at leggja rættuliga álopssinnað fyri, og Fróði Benjaminsen hevði risa møguleika at leggja okkum á odda. Tíverri miseydn- aðist tað, og nú kunnu vit altíð meta um, hvussu tað hevði tikið seg upp, um vit vóru komnir framum. Í altjóða fótbólti ræður um at taka av, tá ið møguleikin er har, segði Henrik Larsen, og vísti í tí sambandinum á stóra munin millum før- oyska og litaviska liðið: – Tá ið teir fáa fyrsta málið, kemur tað burturúr ongum. Tveir av okkara eru so óhepnir at teir renna inn í hvønn annan. Tað ber møguleika til teir við sær, og teir eru skjótir at takka fyri. Aftaná tað spældu teir okkum í longum løtum sundur og saman, segði venjarin, sum samstundis ásannaði, at tað var langt frá einum og upp til tey sjey stigini, sum hann miðjaði eftir, tá ið hann gjørdist venjari, og sum ikki tóktust so veruleikafjar, tá ið Før- oyar í fyrstu avbjóðingini megnaðu 2–2 ímóti Skot- landi. Gott treysti Tá ið prátið gjørdist meiri afturlítandi og eisini kom inn á útlitini í HM undan- kappingini, sum stendur fyri framman, var venjarin, sum hann altíð tykist vera tað, bjartskygdur: – Hóast tað ikki sást so nógv til tað í dag, so haldi eg, at fótbóltsspælið hjá okkum er batnað munandi. Tað er eisini gleðiligt at staðfesta, at fleiri av nýggju monnunum, sum hava fingið møguleikan, rættu- liga hava bitið seg fastar. 20 ára gamli Jón Rói Jacobsen hevur í allari kappingini verið millum størstu álitini. Og í ár hevur spælið hjá bara nítjan ára gamla Jann Inga Petersen borið boð um, at tað eru allar orsøkir at rokna við honum sum álitismanni nógvu tey næstu árini. Hevur tú frætt frá nøkr- um spælara, sum ætlar sær at gevast? – Tað hevur eingin grett eitt orð um tað, nei. Hvørjum tjóðum hevði tú helst viljað komið í bólk við í HM undankappingini? – Eg hevði einki havt ímóti, um vit komu í júst sama bólk, sum vit hava verið í hesa ferð. Eg vóni, at lutakastið fer at laga tað soleiðis, at vit sleppa undan ov nógvum ferðum eystur- eftir. Tað hevði verið ógvu- liga keðiligt. Og Danmark? – Eg havi avgjørt einki ímóti at sleppa undan at spæla ímóti Danmark. Henrik Larsen gleðis seg longu til komandi undan- kappingina, og enn tykjast allir mans at vera tøkir til tað tørnið Mynd: Álvur Haraldsen Litaviski venjarin hevði kannað før- oysku spælararnar og spælskipanina út í æsir og helt seg und- an Føroya ferðini vera væl fyri at leggja ætl- anina, hvussu hans- ara lið skuldi fáa øll stigini LITAVISKI VENJARIN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað var ein heilt pøstur og rættuliga fegin litaviskur venjari, sum tók saman um. Hann gjørdi tað á russisk- um, og Ivan Eginsson um- setti til føroyskt. – Tit skilja væl, hví eg eri ógvuliga fegin. Tá ið vit komu higar, mettu vit tað sera týdningarmikið at fáa øll stigini. Okkara leiklutur er liðugur í hesi undan- kappingini. Einir seks ella sjey av royndu spælarun- um eru ikki við. Tað hevur givið møguleikar til einar fimm ella seks – eitt nú málverjan – sum ikki áður hava spælt týdningarmiklar landsdystir. Eg má siga, at teir stóðu royndina, og tað gevur okkum vónir fyri næstu HM undankapping- ini. Hana hugsaðu vit ikki um. Vit hugsaðu um at seta mót í litaviskan landsliðs- fótbólt, nú henda EM und- ankappingin er um at vera liðug, og tað haldi eg av- gjørt eydnaðist, segði Algi- mantas Ljubinskas, sum helt seg vera í so troyttan at svara spurningum, men tað gekk kortini. Tú vart væl fyrireikaður til uppgávuna? – Vit vistu, at Týskland, Íslandi og serliga Skotland hava havt stórar trupulleik- ar í Føroyum. Eg kendi eis- ni tølini, sum siga, at Før- oyar hava staðið seg betri á hesum vøllinum enn í høv- uðsstaðnum. Men eg hevði nágreiniliga kannað før- oyska spælið og spælarar- nar. Eg var í Skotlandi leygardagin, og eg havi hugt eftir upptøkum av hin- um dystunum hjá Føroyum. Tí kom einki óvart á okk- um, og eg má rósa okkara monnum fyri, at teir útinntu sín leiklut til fulnar. Men tit hava ikki staðið tykkum serliga væl í kapp- ingini? – Vit hava gjørt nógv mis- tøk, men í kvøld eri eg fegin um, at tað hesa ferð tóktist sum um, at vit hava lært av mistøkunum ímóti teimum størru tjóðunum, staðfesti sera fegni litaviski venjarin. Á fagnaðinum hjá litavisku leiðarunum og pressuumboðunum kendist, at hetta var ein stór løta. Teirra landslið plagar ikki at skjóta trý mál á útivølli og so ofta at koma til hús aftur við øllum trimum stigunum. Spurningurin er so, um teir fara at megna sama spælið og eisini, um teir fara at fáa loyvi til at bera seg at á sama hátt, tá ið teir skulu til Glasgow. Um tað eydnast teimum at fáa fulla úrtøku í Skotlandi, so fara teir at hjálpa Íslandi til EM ella undir øllum umstøðum í endaumfarið, har íslend- ingar ímóti einari aðrari fótbóltstjóð skulu telva um eitt pláss í endaumfarinum. Tí var øll orsøk hjá føroying- um at ynskja litaviska lands- liðsvenjaranum og hansara monnum alt tað besta. Ljubinskas hevði gjørt heimaarbeiðið til lítar Litaviski landsliðsvenjarin var fegin um, at teirra lið hesaferð hevði skotið trý mál á útivølli Mynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 172 - 12. september 2003 John umhugsar framtíðina Enn hevur álops- maðurin ikki gjørt upp við seg sjálvan, hvørt hann framyvir fer at nýta eins nógva orku til fótbóltin, sum hann hevur gjørt LEIKARAPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo John Petersen leikti miku- kvøldið sín 50. landsdyst. Eftir dystin spurdu vit hann, hvussu hann hevði upplivað dystin. - Vit spæla ikki nóg væl í dag. Í løtum liggja vit alt ov langt frá teimum, og tá verður tað ógvuliga tungt. Vit koma eisini afturum, men hinvegin er tað í øllum førum positivt, at tað hesa- ferð eru vit, sum javna beint eftir steðgin. Men fyrstu løtuna hava tit eitt gott trýst á teimum, meðan tit spæla við trimum monnum á toppinum? - Ja, tað riggaði væl hasa løtuna, og vit hava eisini ein stóran kjans, sum vit tó ikki fáa mál uppá. Kanska var tað spell, at Fróði skuldi standa har, tí annars eri eg vísur í, at eg átti brotsspark. Men sjálvandi skal hann avslutta í hasi støðuni, og tað er bara svartasta óhepni, at hann ikki fær mál. - Men so missa vit trýstið, tá vit skifta aftur til 4-4-2. Tað var tó avrátt frammanundan, tí vit vita av, at vit ikki klára at spæla við slíkum trýsti ein heilan dyst. Men hóast hetta, so vóru nakrir møguleikar til før- oyska liðið. Millum annað átti John sjálvur ein stútara, sum kundi farið inn. - Ja, eg fekk ein framm- aná, akkurát tá eg skallaði, so eg so ikki, hvar hann endaði. Og so vóru eisini onkrar støður, har bóltar detta at kalla deyðir í brots- teiginum, men teir fáa so hvørja ferð sparkað burtur, so tað spurdist einki burt- urúr. Umhugsar støðuna Eitt er, at John við hesum rakk teimum fimti dystun- um. Annað er so, hvørt talan verður um fleiri landsdystir á hesi kontini. - Eg fari at brúka veturin til at umhugsa støðuna. Eg eri ikki heilt ungur longur (31 ár, blðm.), so eg veit ikki, um eg framyvir fari at nýta eins nógva tíð til fót- bóltin. Men um eg framyvir eisini fari at venja við fullari ferð, so ætli eg mær sjálvandi eisini at spvæla fleiri landsdystir, um eg fái loyvi til tess, sigur altso John Petersen at enda. Eg eri ikki heilt ungur longur (31 ár, blðm.), so eg veit ikki, um eg framyvir fari at nýta eins nógva tíð til fótbóltin, sigur John Petersen um framtíðina Mynd: Álvur Haraldsen Súni Olsen tóktist ikki hugsa serliga nógv um, hvussu vakurt mál hansara var. Hann fegnaðist bara um, at bólturin endaði í meskunum LEIKARAPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein sonn frísparksperla, sum hvørki Beckham ella Carlos høvdu gjørt betri. Minni kunnu rósurnar neyvan vera, tá tosast skal um málið, sum Súni Olsen setti í kassan úr 30 metrum mikukvøldið. Men at skjóta beinleiðis á málið úr 30 metrum er nakað óvanligt, og Súni viðgekk eisini eftir dystin, at tað langt ífrá er altíð, at hetta verður roynt. - Tað kann eg ikki siga. Ikki tí, tað hevur eisini riggað onkra aðra tíð, og undir venjingunum hevði gingið væl at skoti, so eg trúi uppá tað. Eg tók eisini bóltin beinanvegin, og so var bara at royna eftir tríkantinum. - Og kendi tú alt fyri eitt, at bólturin var skotin akkurát soleiðis, sum hann skuldi skjótast? - Eg rakti hann sera væl, men eg sá ikki sjálvur, akkkurát hvussu hann fór inn. Múrurin hjá teimum stóð fyri, men tá eg so sá hinar fegnast, so roknaði eg við, at tað var mál. Men um tað var flott ella ikki, tað sá eg ikki. Um vit so siga tær, at bólturin sat heilt uppi í horninum. Var tað so nóg gott. - Bara hann fór inn, so var tað gott. Tað var tað týdningarmesta, segði Súni Olsen at enda. Um hann so segði tað sama, tá hann seinni um kvøldið, sigur søgan tó einki um, men hóast hann ofta hevur skotið góð mál, so munnu fá hava verið av tí slagnum, sum Svanga- skarð var vitni til miku- kvøldið. Tór-Ingar Akselsen fekk hesar báðar seinastu dystirnar eina stóra álitisváttan frá venjarunum hjá føroyska liðnum. Eina váttan, sum hann eisin var sera fegin um LEIKARAPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinasti leikarin, sum varð tikin í landsliðshópin und- an Skotlandsferðini var Tór-Ingar Akselsen úr HB. Hetta kundi kanska bent á, at hann var 16. leikarin í røðini, men hvussu var og ikki, so fekk hann møgu- leikan í báðum dystunum. Og tað var eisini sjónligt, at Tór-Ingar var fegin um hetta, tá vit eftir dystin mikukvøldið fingu orðið á hann. - Tað hevði eg so slettis ikki roknað við. Eg fekk jú boðini kvøldið fyri, at vit fóru til Skotlands, og at eg so skuldi verða skiftur inn báðu ferðirnar taki eg sum eitt stórt heraklapp. Nakað sum veruliga eggjar til at koyra enn meira á framyvir. Og at fyrsti landsdysturin hjá tær skuldi verða framman fyri nærum 41.000 áskoðarum. Hvussu kendist tað. - Tað var heilt fantastiskt. Tá tú kemur inn á vøllin, er tað onkursvegna ikki nak- að, sum man hugsar so nógv um, men alt undan hesum var ein ótrúlig upp- living. Hatta var eitt ótrú- liga flott show úr enda í annan, og tað var bara heilt stuttligt, at eg soleiðis kundi gerast ein partur av tí, segði Tór-Ingar Akselsen at enda. Nærri hópinum Bara hann fór inn Eduardas Kurskis toyggir seg í hvørjari lykkju, men eisini hann má ásanna, at hatta frísparkið sat alt ov væl, til at nakað kundi gerast við tað Mynd: Álvur Haraldsen At eg so skuldi verða skiftur inn báðu ferðirnar taki eg sum eitt stórt heraklapp, helt Tór-Ingar eftir sínar báðar fyrstu landsdystir Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20