fríggjadagur 12. september 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 12. september 2003
23
John vóru uppi í at snitta
víðari, og við handara
stólpan tveitti Fróði Benja-
minsen seg fram, men
ólukkutíð bjargaði ein av
litavisku
spælarunumn
royndini úr fimm metrum á
málstrikuni.
So vann Litava greiða
yvirvág á miðvøllinum, har
føroysku spælararnir vórðu
so mikið yvirspældir, at tað
varð neyðugt at flyta frá
4–3–3 og til 4–4–2.
Litaviska liðið var vanda-
mikið í deyðbóltsstøðum,
og tað var eftir langt fram-
spark, at fyrsta málið kom.
Tveir av føroysku verju-
spælarunum
vóru
so
óhepnir at teir rendu sam-
an, so gjørdist Cesnauskis
leysur í brotsteiginum í
høgru, innleggið var flatt
og neyvt og so var mál.
Føroyar vóru heilt úti av
spælinum, sum tað leið
ímóti steðginum. Men so
var tað, at Súni Olsen við
rimmar frísparksroynd úr
30 metrum og upp í trí-
kantin – sovorðið mál er
ikki sæð áður á Svanga-
skarði – dygst undan steðg-
inum blásti nýggja vón í
gamla dreymin.
Vónir og vónbrot
Tað var heilt stuttligt eina
løtu eftir steðgin, men so
gekk illa. Eftir føroyskt
bólttap frammi í høgru,
sneiddi Edgar Cesnauskis
seg leysan í vinstru og
sendi djúpt og diagonalt í
tómt øki. Uppstillingin í
verjupartinum tóktist ikki
sannførandi, Deividas Ces-
nauskis slapp leysur, legði
út frá aftur, og uttan stór-
vegis himpr legði Morinas
enn eina ferð Litava fram-
um.
Vónin
fyri
at
enda
undankappingina við sama
úrslitið sum í fyrsta dyst-
inum – 2–2 ímóti Skotlandi
– livdi, og jubileumsmað-
urin og tvey mála skjúttin
ímóti Skotlandi hevði besta
møguleikan eftir innlegg
frá Jákupi á Borg. Men
stútarin hjá John Petersen
varð bjargaður. Jón Rói
Jacobsen varð fluttur í
álopið síðstu løtuna, men
tað spurdist einki burturúr.
Nøglin í vónbrotið hjá
føroyingunum varð sett í, tá
ið tað restaðu tveir minuttir.
Fríspark varð gjørt dygst
uttanfyri samankomingina í
vinstru, Vencevicius sendi
lumpið skot millum vinir
og fíggindar, og bólturin
endaði í handara síðunetin-
um.
Áskoðararnir fóru vón-
brotnir av vøllinum. Tíbet-
ur hvørva fótbóltskenslur
av hesum slagnum skjótt.
Tá ið tað fer at nærkast jól-
um, og tað verður greitt,
hvørjum Føroyar skulu
spæla ímóti í HM undan-
kappingini, fer longsulin
eftir grasi og undankapp-
ingini at birtast. Hjá spæl-
arunum,
venjarunum,
áskoðarunum og pressuni.
So fer myllan í gongd aftur,
og tá fer ikki at verða so
nógv hugsað um, at miku-
kvøldið
10.
september
2003 fingu føroyingar eina
lektiu í skipaðum positi-
ónsspæli, har mótstøðu-
spælararnir fluttu seg væl
og dugdu væl at skifta mill-
um økini, og har føroyska
uppspælið varð stressað
meiri enn gott er. Tað er at
vóna, at venjararnir, ið fara
at koma henda vegin í
næstu
undankappingini,
ikki fara at hava lisið so væl
uppá, sum litaviski venjarin
hevði. Hann og liðið hjá
honum høvdu stóran heiður
av avrikinum, sum var tað
besta á føroyskari grund í
hesi undankappingini.
Talan var ikki um nakra mjúka lending, tá føroska liðið í
heystarveðrinum segði farvæl við undankappingina á hesum
sinni
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyar–Litava 1–3 (1–1)
EM undankapping í bólki 5
mikudagin 10. september 2003, kl. 18.30 á
Svangaskarði
Dómarakvartett úr Kroatia: Edo TRIVKOVIC, A.
SUPRAHA, Z. NOVOSEL og J. NOVKO
UEFA umboðsmaður úr Eysturríki: Wolfgang
THIERRICHTER
Dómaraeygleiðari úr Kekkia: Karel BOHUNEK
2.175 áskoðarar
0–1: Igoris MORINAS 23.
1–1: Súni OLSEN 43.
1–2: Igoris MORINAS 57.
1–3: Donatas VENCEVICIUS 88.
Føroyar: 1. Jens Martin KNUDSEN 59/–149,
liðformaður, NSÍ – 4. Pól THORSTEINSSON, 31/0,
B36 (12. Rógvi JACOBSEN, 24/3, HB, 50.), 2. Hans
Fróði HANSEN, 26/1, B68, 5. Jón Rói JACOBSEN,
15/0, Brøndby IF, 3. Súni OLSEN, 11/1, GÍ – 7. Fróði
BENJAMINSEN,
24/1,
B68,
6.
Jann
Ingi
PETERSEN, 7/0, B68, 8. Julian S. JOHNSSON,
54/4, ÍA Akranes (15. Atli DANIELSEN, 3/0, KÍ,
85.) – 9. Jákup Á BORG, 30/1, B36 (17. Tór–Ingar
AKSELSEN, 2/0, HB, 78.), 10. John PETERSEN,
50/6, B36, 11. Christian Høgni JACOBSEN 19/2
Vejle BK
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Jákup
MIKKELSEN, 31/–58, Partick Thistle, 13. Helgi L.
PETERSEN, 6/0, NSÍ, 14. Andrew AV FLØTUM
10/1 HB, 18. Christian LAMHAUGE HOLST, 1/0,
Lyngby BK
Gult kort: Súni OLSEN 7., Jákup Á BORG, 55.,
Jens Martin KNUDSEN 80., Jón Rói JACOBSEN
85.
Venjari: Henrik LARSEN
Hjálparvenjari: Jógvan Martin OLSEN
Málmansvenjari: Lars HØGH
Liðleiðarar: Birgir HANSEN og Kári NIELSEN
Lækni: Jens Pauli MARSTEIN
Fysioterapeutar: Álvur HANSEN og Fanny KRUSE
Litava: 1. Eduardas KURSKIS, 6/0, FBK Kaunas –
2. Rolandas DZIAUKSTAS, 1/0, Torpedo–Metalurg
RUS, 6. Tomas ZVIRGZDAUSKAS, 29/0, Halmstad
BK SVØ, 3. Ignas DEDURA, 23/1, FC Skonto Riga
LETL,
4.
Nerijus
BARASA,
11/1, Alania
Vladikavkaz RUS – 8. Deividas CESNAUSKIS,
11/2,
Dinamo
Moskva
RUS,
11.
Donatas
VENCEVICIUS, 24/1, FC Marsaxlokk MAL (15.
Dmitrijus GUSCINAS, 4/0, FC Osnabrück TÝSKL,
90.), 10. Eimantas PODERIS, 20/5, FBK Kaunas
(13. Tomas TAMOSAUSKAS, 4/1, Dinamo Moskva
RUS, 46.), 5. Edgaras CESNAUSKIS, 4/1, FK
Ekranas Kaunas – 7. Igoris MORINAS, 29/5, SSV
Jahn 2000 TÝSK (17. Aurimas KUCYS, 5/0, FC
Ekranas Kaunas, 78.) , 9. Edgaras JANKAUSKAS,
34/5, FC Porto POR
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Gytis
PADIMANSKAS, 7/0, FBK Kaunas, 14. Grazvydas
MIKULENAS 12/1, Wisla Plock PÓL, 16. Nerijus
RADZIUS, 11/0, Chernomoretes Novorossiysk RUS,
18. Vidas ALUNDERIS, 4/0, FC Vétra
Gult kort: Rolandas DZIAUKSTAS 34., Edgaras
CESNAUSKIS 42., Edgaras JANKAUSKAS 74.
Venjari: Algimantas LJUBINSKAS
23
22
Nr. 172 - 12. september 2003
Fótbóltsdygdirnar,
sum gomlu
kommunistisku
tjóðirnar í
Eystureuropa plagdu
at vera eyðkendar
fyri, vórðu nýttar at
seta Føroyar skák og
mát, tá ið vónin hjá
heimaliðnum var
størst
FØROYAR–LITAVA
DYSTARUMRØÐA
Jóannes Hansen
Talan var avgjørt ikki um
mjúka lending, tá ið Føroy-
ar í framúr heystarveðri
søgdu farvæl við hesa EM
undankappingina. Dreym-
urin um trý stig, vunnin í
framrættaðum spæli, sum
eisini skuldi ganga fyri seg
á síðuni hjá mótstøðu-
monnunum,
gjørdist
ongantíð veruleiki. Burtur-
sæð frá fyrstu løtuni, tá ið
Føroyar
høvdu
størsta
møguleikan, var heldur tal-
an um leikligu mest sann-
førandi avhølvingina, sum
føroyska liðið hevur lagt
rygg til í hesi undankapp-
ingini.
Sum venjarar og spælarar
hava tikið til undan síðstu
uppgávuni, so var viljin til
heiðurligt farvæl stórur, og
sammett við undanfarnu
ferðirnar vóru ógvusligar
broytingar framdar. Óli
Johannesen var skaddur, og
umframt Hans Fróða Han-
sen fingu tríggir aðrir
møguleikan, sum ikki vóru
millum teir fyrstu ellivu í
Skotlandi.
Viljin gjørdist ikki til
veruleikan, sum tað varð
vónað og í venjingarleguni
arbeitt fyri at røkka. Før-
oyska liðið tóktist stirvið og
fann ongantíð koblingina,
sum skuldi kanalisera vilj-
an til verjuleika. Ferðin var
ikki stór, eftiransingarnar
vóru ikki nóg tættar, og
sannføringin í nærdystun-
um var ikki soleiðis, sum
skal til, um mann ímóti
manni dystirnir skulu vinn-
ast. Og tá ið tað er soleiðis,
eru fyritreytirnar fyri fram-
rættaða partinum vánaligar.
Gamal heilivágur
Tá ið fótbóltsfeløgini og
landsliðini í gamla Eystur-
europa vístu stóra styrki í
landsdystum og Europa
Cup eitt nú ímóti Norður-
londum, var heilivágurin
altíð tann sami. Tað ráddi
um at spæla skjótt eitt tvey
og yvirlapp, at nýta nógvar
statiónir, alla tíðina at vera í
rørslu og at tøma øki og við
longum sendingum at skifta
millum økini. Ferðin var
avgerandi, og hóast hug-
flogið ikki altíð var stórt, so
eydnaðist tað ofta, tí mót-
støðuliðini ikki megnaðu at
fylgja við.
Soleiðis var taktikkurin
hjá Litava. Føroyar hava
ikki styrkina at standa ímóti
hesum, sum eitt nú landslið
og feløg í Svøriki og Dan-
mark nú hava. Tí varð úr-
slitið, sum tað plagdi at
vera inntil fyri einum fimt-
an árum síðani, tá ið norð-
urlendingar stríddust ímóti
ikki altíð so kendu og inni-
sperraðu fótbóltsliðunum.
Á Svangaskarði var talan
um frígjørt lið. Spælararnir
tóktust dusa sær. Teir vóru
góðir við bóltinum, teir
dugdu at sneiða framvið
bæði einum og tveimum
mótstøðumonnum, og teir
høvdu langar teymar í
álopsspælinum. Tað ráddi
um, at unga liðið fekk
møguleikan at spæla seg til
møguleikar. Tað eydnaðist
nakrar ferðir, og úrtøkan
var stór.
Poderis og Vencevicius á
sentrala miðvøllinum vóru
snaringsaksulin, og Ces-
nauskis í vinstru og eisini
Cesnauskis í høgru á mið-
vøllinum dugdu væl.
Tá ið føroyingarnir endi-
liga fingu fatur á bóltinum,
vórðu
teir
beinanvegin
kringsettir av fleiri mót-
støðumonnum. Møguleik-
arnir fyri avspæli vóru fáir
og smáir, og fleiri ferðir
tókst tú teg sjálvan í at telja,
um tað nú vóru eins nógvir
hvítir og gulir á vøllinum.
Ágangandi fyrstu
løtuna
Føroyska liðið legði bragd-
liga fyri í 4–3–3 støðu, har
Jákup á Borg var heilt
frammi í høgra borði. Tað
ráddi um at fáa røðini á
liðnum at flyta seg langt
fram. Harvið var ætlanin at
liðið skuldi vera kompakt
longri frammi enn vanligt.
Í 9. minutti var møgu-
leikin har at seta hol á.
Jákup á Borg tveitti langt
inn úr høgru, Julian og
Gamla Eystureuropa spøkti
í sovjetiska stílinum
Gleðin var stór, tá Súni hevði knallað beinleiðis fríspark í kassan. Men hon var eisini stokkut, og samanlagt megnaði føroyska liðið ikki at fylgja við eysturlendska maskinfótbóltinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22