fríggjadagur 12. september 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 12. september 2003
25
Sannlíkið fyri at
málverjin skal missa
sessin sum
aldursforseti tey
fyrstu árini tykist
vera rættuliga lítið
ELSTI SPÆLARIN
Jóannes Hansen
Óli Johannesen var ikki í
átjan
manna
hópinum
mikukvøldið. Skaðin, sum
týsdagin helt honum burtur
frá venjingini, vísti seg so
mikið álvarssamur, at tað
var ikki hugsningur um at
spæla. Harvið hevur Óli
framvegis spælt 63 lands-
dystir.
Jens Martin Knudsen er
næstur í røðini. Mikukvøld-
ið tók hann seg eitt fet
nærri Óla. Nú hevur Jens
Martin spælt 59 altjóða
skrásettar landsdystir.
Eysturríkski UEFA um-
boðsmaðurin,
Wolfgang
Thierrichter, sum í góð-
veðrinum eftir dystarenda
stóð og tók myndir yvir
Skálafjørðin
og
vestur
ímóti Raktanga, undraðist
og spurdi, um tað ikki var
sami málverji, sum vardi
málið í minniliga dystinum
ímóti landsmonnum hans-
ara í Landskrona í dag fyri
júst trettan árum síðani.
Minnist tú Jens Martin
og 1–0 tapið?
– Tað kanst tú ætla. Tað
gera øll í Eysturríki og
sjálvandi eisini so mangar
aðra staðni.
Jens Martin Knudsen er
føddur 11. juni í 1967.
Hann er sostatt 36 ár og eitt
fjórðingsár gamal. Næst-
elsti maðurin á føroyska
liðnum mikukvøldið var
Jákup Mikkelsen, sum er
trý ár og tveir mánaðir
yngri enn Jens Martin.
Sjálvandi
mundi
tað
kennast sum vónbrot hjá
Jákupi, sum síðani eftir
fyrsta dystin í hesi undan-
kappingini ímóti Skotlandi,
hevur vart málið í øllum
undankappingardystunum,
at hann ikki fekk møguleik-
an hesa ferð.
Venjararnir sigast ikki
hava verið heilt nøgdir við
avrikini hjá honum tvær tær
seinastu ferðirnar, og teir
hava undir venjing hildið
seg kunnað staðfest, at Jens
Martin hevur verið so mik-
ið væl fyri, at teir ikki hava
himprast við at geva honum
ein nýggjan møguleika. Tað
er ikki fyrsta ferðin, at Jens
Martin fær møguleikan,
eftir at Jákup í nógvum
undankappingardystum á
rað hevur vart málið. Um-
framt fyrsta dystin í fjør, so
er eitt annað dømi um hetta
undankappingin til EM í
2000. Ta ferðina var síðsti
undankappingardysturin í
Prag, og tá var tað óvæntað,
at Allan Simonsen valdi
Jens Martin framum Jákup,
ið hevði verið málverji í
nógvum teimum seinastu
dystunum.
At Jens Martin kom úr
skugganum á beinkinum og
gjørdist liðformaður er
sjálvandi hugaligt hjá hon-
um. Fleiri mundu hugsa, at
hetta var gott høvi at takka
vetaranmálverjanum fyri
langa og trúgva tænastu, nú
Jens Martin kanska hevði
ætlað at leggja frá sær.
Aðra staðni á hesum síðum
sigur Jens Martin sjálvur, at
hann avgjørt ikki gongur í
sovornum hugsanum.
Broytingar og skuggin
Sammett við undanfarnu
dystirnar í hesi undankapp-
ingini var liðið hesa ferð
ógvuliga nógv broytt. Av-
gerðirnar hjá venjaranum
vísa eisini, at hann ikki tyk-
ist vera eins trúgvur ímóti
teimum fyrstu ellivu, sum
eitt nú Allan Simonsen var
tað. Hetta kann eisini skilj-
ast soleiðis, at tað nú eru
fleiri kvalifiseraðir spælar-
ar at velja ímillum, enn tað
vóru fyri bara heilt fáum
árum síðani.
Hjalgrím Elttør, sum fyri
einum ári síðani var um
reppið at javna ímóti Oliver
Kahn og Týsklandi, var als
ikki við í hesum umfarin-
um. Andrew av Fløtum,
sum kanska var fyrsti
álopsmaðurin fyri einum
fjóðringsári síðani, sat á
beinkinum allar 90 minutt-
irnar, og Rógvi Jacobsen,
sum fyrr í summar tóktist
vera loysnin í holinum í
vinstru, sum hevur verið
síðani Øssur Hansen gavst,
varð ikki afturvaldur eftir
ikki heilt sannførandi av-
rikið í Skotlandi. Helgi L.
Petersen fekk í Glasgow
leygardagin fyri fyrstu ferð
rættuligan møguleika, men
mikudagin var gamli liðfel-
agin hjá Helga, Christian
Høgni Jacobsen, sum var
leikbannaður ímóti Skot-
landi, aftur fremsti maður.
Harvið kann ikki annað enn
staðfestast, at venjarin ikki
hevur hildið, at Helgi
rættuliga tók av.
Nógv varð undan hesum
umfarinum gjørt burturúr,
at Christian Lamhauge
Holst varð úttikin. Hann
spældi lítla løtu í Skotlandi,
og mikukvøldið sat hann á
beinkinum allar 90 minutt-
irnar. Harvið ber til at stað-
festa, at hann í løtuni ikki
verður mettur sum upplagt
boð upp á fremsta álops-
sessin.
Atli Danielsen kom á
vøllin síðstu løtuna miku-
kvøldið. Sambært venjar-
anum er hann avgjørt ein
maður, sum hann roknar
við, og Atli vísti ta lítlu løt-
una, sum honum lutaðist, at
tað er dugur í honum.
Jens Martin setti nýtt met
Eisini tey bæði komandi árini kann roknast við, at Jens Martin Knudsen verður aldursforseti á
føroyska landsliðnum. Ein leiklutur, sum tó á ongan hátt tykist nerva málverjanum
Bólkur 1
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Frakland
7
7 -
0
-
0
26
2
24
21
2 Slovenia
7
4 -
1
-
2
13
10
3
13
3 Ísrael
7
2 -
3
-
2
9
8
1
9
4 Kypros
7
2 -
1
-
4
7
16
-9
7
5 Malta
8
0 -
1
-
7
5
24
-19
1
Bólkur 2
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Rumenia
8
4 -
2
-
2
21
9
12
14
2 Danmark
7
4 -
2
-
1
14
8
6
14
3 Bosnia
-Hersegovina
7
4 -
0
-
3
6
7
-1
12
4 Noreg
7
3 -
2
-
2
8
5
3
11
5 Luksemburg
7
0 -
0
-
7
0
20
-20
0
Bólkur 3
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Kekkia
7
6 -
1
-
0
20
3
17
19
2 Holland
7
5 -
1
-
1
15
6
9
16
3 Eysturríki
7
3 -
0
-
4
10
11
-1
9
4 Moldova
7
2 -
0
-
5
5
14
-9
6
5 Hvítarussland
8
1 -
0
-
7
4
20
-16
3
Bólkur 4
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Svøríki
7
5 -
2
-
0
19
2
17
17
2 Letland
7
4 -
1
-
2
9
6
3
13
3 Ungarn
7
3 -
2
-
2
14
7
7
11
4 Póland
7
3 -
1
-
3
9
6
3
10
5 San Marino
8
0 -
0
-
8
0
30
-30
0
Bólkur 5
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Týskland
7
4 -
3
-
0
10
4
6
15
2 Ísland
7
4 -
1
-
2
11
6
5
13
3 Skotland
7
3 -
2
-
2
11
8
3
11
4 Litava
7
3 -
1
-
3
7
10
-3
10
5 Føroyar
8
0 -
1
-
7
7
18
-11
1
Bólkur 6
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Grikkaland
7
5 -
0
-
2
7
4
3
15
2 Spania
7
4 -
2
-
1
12
4
8
14
3 Ukraina
8
2 -
4
-
2
11
10
1
10
4 Armenia
7
2 -
1
-
4
7
12
-5
7
5 Norður Írland
7
0 -
3
-
4
0
7
-7
3
Bólkur 7
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Ongland
7
6 -
1
-
0
14
5
9
19
2 Turkaland
7
6 -
0
-
1
17
5
12
18
3 Slovakia
7
2 -
1
-
4
9
9
0
7
4 Makedonia
8
1 -
3
-
4
11
14
-3
6
5 Liktenstein
7
0 -
1
-
6
2
20
-18
1
Bólkur 8
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Bulgaria
6
4 -
2
-
0
10
3
7
14
2 Kroatia
6
4 -
1
-
1
10
2
8
13
3 Belgia
6
3 -
1
-
2
7
8
-1
10
4 Estland
7
2 -
2
-
3
4
4
0
8
5 Andorra
7
0 -
0
-
7
1
15
-14
0
Bólkur 9
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Italia
7
4 -
2
-
1
13
4
9
14
2 Wales
7
4 -
1
-
2
11
7
4
13
3 Finnland
8
3 -
1
-
4
9
10
-1
10
4 Serbia
& Montenegro
7
2 -
3
-
2
8
9
-1
9
5 Aserbadjan
7
1 -
1
-
5
5
16
-11
4
Bólkur 10
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Sveis
7
3 -
3
-
1
12
7
5
12
2 Russland
7
3 -
2
-
2
16
11
5
11
3 Írland
7
3 -
2
-
2
10
9
1
11
4 Albania
8
2 -
2
-
4
11
15
-4
8
5 Georgia
7
2 -
1
-
4
7
11
-4
7
Ísrael-Malta
2-2 (1-0)
Andorra-Bulgaria
0-3 (0-2)
Moldova-Hvítarussland
2-1 (1-0)
Russland-Sveis
4-1 (2-1)
Danmark-Rumeina
2-2 (1-0)
Føroyar-Litava
1-3 (1-1)
Albania-Georgia
3-1 (0-0)
Letland-Ungarn
3-1 (2-0)
Luksemburg-
Bosnia Hersegovina
0-1 (0-1)
Belgia-Kroatia
2-1 (1-1)
Kekkia-Holland
3-1 (2-0)
Póland-Svøríki
0-2 (0-2)
Slovakia-Makedonia
1-1 (1-0)
Týskland-Skotland
2-1 (1-0)
Serbia&Montenegr-Italia 1-1 (0-1)
Slovenia-Frakland
0-2 (0-1)
Wales-Finnland
1-1 (1-0)
Ongland-Liktenstein
2-0 (0-0)
Norðurírland-Armenia
0-1 (0-1)
Spania-Ukraina
2-1 (0-0)
Úrslit úr EM-undankappingini
25
24
Nr. 172 - 12. september 2003
Hóast øll málini, sum
Henrik Larsen setti
sær við setanina, ikki
eru rokkin, so má
niðurstøðan eftir tey
bæði fyrstu árini vera,
at stór fet eru tikin á
leiðini
SAMANUM
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Vit skulu hava sjey stig.
Vit skulu skifta leikskip-
an til eina fýra-mans verju,
so vit koma longur fram á
vøllin.
Føðibrøvini vísa, at ein
ávís útskifting er neyðug í
hópinum, og hesa mugu vit
gjøgnumføra.
Og so mugu vit eisini
hava Toda Jónsson aftur á
landsliðið.
Jú, Stóri Larsen hevði
stór orð at bera fram, tá
hann í mai mánaði í fjør
skrivaði undir sáttmála við
Fótbóltssambandið.
Ein
sáttmáli, sum í fyrstu
atløgu skuldi vara tvey ár.
Hørð byrjan
Tá venjarin samstundis
ásannaði, at hann hevði ein
ógvuliga
avmarkaðan
kunnleika til føroyskan fót-
bólt, var greitt, at hetta ikki
fall í eins góða jørð alla
staðni. Nakað sum eisini
merkti skrivingina her í
blaðnum, og tað ikki minst
eftir at tað stóð greitt, at
venjarin ikki fekk stundir at
koma til Føroyar undan
summarsteðginum, hóast
fyrstu útmeldingarnar greitt
bendu á, at venjarin hevði
møguleika at koma til
landið áðrenn summar-
steðgin, um so var, at hann
undan hesum hevði tryggj-
að táverandi felagnum, Øl-
stykke, uppflyting til næst-
bestu donsku deildina.
Skrivingin ta ferðina fekk
enntá føroyska fótbólts-
bossin, Dánjal Andreasen,
at taka til orðanna.
- Latið mannin sleppa
ígongd, áðrenn tit døma
hann, vóru boðini frá Dánj-
al á hesum síðum tann 12.
juli.
- At fílast inn á Fótbólts-
sambandið er í lagi, men
betri skuldi verið tikið
ímóti manninum, tí hann
hevur einki gjørt enn, voru
boðini. Og tað var einamest
hetta seinasta, sum bitið
varð merki í, tí maðurin
hevði jú einki gjørt.
Kritikkurin tagnaði
At skula bíta seg sjálvan í
vørrina, er kanska ikki so
lættur kostur, men í hesum
førinum má ásannast, at
Dánjal Andreasen hevði
rætt í sínum atfinningum.
Tí tað gekk ikki long tíð,
áðrenn Henrik hevði víst, at
hann í øllum førum hevði
nakað at hava stóru orðini í.
Longu undan fyrsta dyst-
inum, sum var móti Likten-
stein tann 20. august, stóð
greitt, at í øllum førum
tríggir stuðulsleikarar ikki
fóru at vera við. Uni Arge
hevði álvarsligar trupul-
leikar við rygginum, og
mátti seta skógvarnar á hill-
ina, Øssur Hansen metti
seg ikki longur hava stundir
til landsliðið, og Todi Jóns-
son hevði framvegis ikki
flaggað inn í føroyska havn
aftur. At hetta so eisini
hjálpti til í ætlanunum at
skifta føðibrøvini er so
nakað heilt annað.
Men fyrsti dysturin móti
Liktenstein varð vunnin, og
samstundis fekk føroyska
liðið brotið forbannilsið,
sum annars tóktist liggja á
Tórsvølli. Gaman í var
hetta bert ein pinkutjóð,
men longu næsta dystin,
fekk tjóðin orsøk at fegn-
ast.
Tann 6. september var
stórur partur av fótbólts-
europa – og í øllum førum
Skotland – skelkað. John
Petersen syrgdi tíðliga í
dystinum fyri, at Føroyar
vóru á odda 2-0 móti Skot-
landi. Ein leiðsla, sum bert
av svartasta óhepni fall
burtur, soleiðis at talan
gjørdist um javnleik, men
hóast hann iðraði seg, so
hevði Larsen orsøk at smíl-
ast. Kritikkurin tagnaði,
venjarin fekk arbeiðsfrið,
og kanska einamest, so
hevði hann víst, at hóast av-
boðini, so høvdu føroyingar
framvegis eitt landslið, sum
nógv kundi byggjast á.
Nógv er rokkið
Og fyri at venda aftur til
málini, so er nógv rokkið á
leiðini.
Teimum sjey stigunum
rukku vit ikki, og tað var
kanska eisini utopiskt at
ímynda sær hesi, tá luta-
kastið ikki longur setti Før-
oyar í bólk við onkra pinku-
tjóð. At vit so í nógvum
førum hava verið heilt nær
við, er ein onnur søga, og
tað bendir kanska á, at tað
eisini í komandi undan-
kapping eru fleiri stig í
eygsjón.
Leikskipanin varð alt fyri
eitt broytt til eina fýra mans
ketu í verjuni, og fyri tað
allar mesta hevur hendan
rigga sera væl. Ikki minst,
tá hugsað verður um,
hvussu lítil tíðin er, sum
landsliðsvenjarin hevur at
arbeiða við fólkinum, sam-
mett við venjaran í einum
vanligum felag, sum at
kalla hvønn dag kann
greiða leikarunum frá ætl-
anum sínum. Hetta bendir á
sera góð evni at samskifta
við fólk, og at venjarin
eisini gevur Jógvan Martin
Olsen stóran part av æruni í
so máta, undirstrikar eisini,
at hann er ein liðspælari. At
tað so hjálpti til í umskiftin-
um, at Jón Rói Jacobsen alt
fyri eitt varð gjørdur til
verjuálit, er nakað annað,
men tað er so eisini upp-
gávan hjá venjaranum at
duga at síggja, hvussu besta
liðið verður sett saman.
At dópsbrøvini skuldu
skifast út, gjørdist sum
omanfyri nevnt at kalla
neyðugt, tá eitt nú Øssur og
Uni ikki longur sóu seg
førar fyri at vera við. Øssur
kom so kortini við tveir
dystir, tá hann hevði møgu-
leikan at spæla móti Týsk-
landi, og hóast hetta kann
fatast sum misálit á teir,
sum annars kappaðust um
sessin, so var tað á ongan
hátt nakað, sum gjørdi liðið
veikari.
Og at handling var aftan
fyri orðini, er eisini prógv-
að. Fleiri nýggj andlit eru
komin í landsliðshópin, og
tó at ikki allir steðgirnir
hava verið eins drúgvir, so
eru tó fleiri teirra, sum hava
bitið seg fastar. Eingin fast-
ari enn Jann Ingi Petersen,
men verður hugt at hópin-
um móti Litava mikukvøld-
ið, so vóru eisini fleiri aðr-
ir. Atli Danielsen, Tór-Ingar
Akselsen
og
Christian
Lamhauge Holst eru allir
púra feskir, og eisini er
talan um fleiri aðrar leikar-
ar, sum veruliga hava sligið
ígjøgnum undir nýggja
venjaranum.
Í hesum sambandi er eis-
ini vert at nevna, at saman
við hjálparvenjaranum hev-
ur Henrik Larsen sýnt stórt
dirvi, tá landsliðið er sett til
ymsu dystirnar. Tað hevur
verið sjáldan, at liðið bara
sett eftir gomlum vana, so
sum tað kanska onkra aðra
tíð hevur verið gjørt, men
tvørtur ímóti tykjast fleiri
pláss at vera sett eftir,
hvussu venjarin metir dags-
formin hjá leikarunum at
hava verið. Tað er sjálvandi
ikki follið eins heppið út
hvørja ferð, men tað brýtir í
øllum førum við vanahugs-
an, og so bendir tað eisini á,
at her er ein maður, sum
torir at standa inni fyri sín-
um hugsanum.
Útsøgnin um Toda var
soleiðis tann einasta, sum
als einki høpi var í, men tað
undirstrikar helst bara, at
tað als einki persónligt agg
var handan avboðið hjá
Toda í sínari tíð, men at
skaðafrekvensurin var ein-
asta grundgevingin. Ein
grundgeving, sum hann eis-
ini framvegis heldur fast í.
Men samanumtikið, so
er eftirmetingin nakað væl
betri, enn skoðsmálið, sum
hann fekk í juli mánaði í
fjør. Fyri fyrst takka vit fyri
tey bæði fyrstu árini, men
ein nýggj undankapping
stendur fyri framman, og
eisini hon verður við Henr-
ik og Jógvan Martin við
stýrisvølin.
Og tað gleða vit okkum
til!
Tvey góð ár
Tað var ikki altíð fyri tað
góða, at fokus varð sett á
Stóra fyrstu tíðina sum
landsliðsvenjari, men so
skjótt sum dystirnir fóru
ígongd, var hetta broytt
C
M
Y
K
24