fríggjadagur 12. september 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 172 - 12. september 2003
Nr. 172 - 12. september 2003
33
TELDA TIL SØLU
Telda til øll endamál, klárar øll spøl,
og er vælegnað til alt grafiskt
arbeiði. Pentium 4 2.4 Ghz 1.5 GB
ram PC266 36GB SCSI hardisk,
Plextor 40/12/40, SCSI brennara.
DVD avspælara, Adaptec 2940U2W
SCSI, Controllara. NVIDIA Geforce
TI4400, 128 MB ram grafikkkort.
17” Flatskermur. 2 Firewire port,
netkort 10/100. Windows XP
danska versión. Til sølu fyri einans
16.000,- kr
Skriva til egfinnionki@yahoo.dk
PLAYSTATION TIL SØLU
7 spøl + 7 demodiskar, 2 joystik, 1
memory card til sølu fyri 1200 kr.
Tlf. 371514
Tónleikur
YNSKIST
Stórt sjónvarp ynskist fyri sámuligan
prís.
Tlf. 447942
STEREOANLEGG TIL SØLU
Samsung stereoanl. kr. 1.200,-
Ring 318819 ella 262917
TRUMMUSETT TIL SØLU
Peace trummusett – 5 trummur, hi-
hat, 1 skál. Lítið brúkt í uml. 2 ár.
Barnastødd. Til sølu fyri 3.500 kr.
Tlf. 506121/314328
SURROUND STEREOANLEGG
TIL SØLU
Topp serian hjá Sony (Es serian). Ein
souround forsterkari og ein
fløguspælari. Eisini fylgja 5
hátalarar við. Prísuppskot kr. 7.000,-
(Nýprísur ca kr. 18.000,-)
Tlf 21 36 36, T-postur:
mb@formula.fo
BÝT UM
Eg eigi danskar og útlendskar
fløgur og lp. Eg leiti eftir føroyskum
fløgum.
Tlf. 0045 8642827 - 0045
26747474 (Eisini sms)
TIL SØLU
Opel CD spælari (CDR500)
møguliga kann ísetan verða við í
keypinum til sølu fyri 1.500 kr.
Tlf. 722880 / 422880
TIL SØLU
Tveir bilforsterkarar av merkinum
Pioneer GM-X702 ca 2x110W ella
1x300W Clarion 2x90W ella
1x30W, 1.000 kr. pr. stk.
Tlf. 722880 - 422880
Út- & Sjónvarp
TIL SØLU
Nýtt sjónvarp/video 20" Samsung.
Prísur 3.000,-
Tlf. 222842 ella
ulfnurdl@post.olivant.fo
LG DVD SUPER SLIM
til sølu. Ongantíð brúktur.
Tlf. 319800, e. kl. 17
DIGITALUR MÓTTAKARI
Ein Strong Dig. móttakari við
plássum til 2 CA-modul + Conaz
modul til sølu fyri 2.000 kr.
Tlf. 554564
PARABOL
Multi Focus Dish SMW OA-1600
110x160 cm, ætlað til fleiri LBN, til
sølu.
Tlf. 443128 / 220325
Ymiskt
FRÁ MISSIÓNSHÚSINUM Í
HVALBA
Basarur verður í Roynhúsinum tann
18.-19. okt. Er tað nakar, ið vil
stuðla við einum luti. Vinarliga ring
til ein av okkum á tlf. 375336,
375080, 375656, 375200, 375256,
375424 ella 222899. akk fyri
stuðulin.
Missiónshúsið
FLETTIBORÐ
Snotiligt flettiborð til sølu fyri 425
kr. stk. Verður sent um alt landið.
Palja@kallnet.fo
Tlf. 213695
RESTÚTSØLA
t.d. barnasengur, grulvigarðar,
babyliftir, combivognar,
tvillingastólar o.a. nógv niðursett.
Opið verður leygardagin frá kl. 10-
17.
Fa. Obert Eliasen, Fuglafirði, tlf.
256517
NOKIA 3310
v/ óbrúktum talutíðarkorti! Til sølu
fyri bert 800 kr. Battaríið er ikki so
gott, men kann brúkast! Uml. 10
eyka frontar fylgja við.
Tlf. 214789
RADIATORUR
h. 55,5 l. 100 einkultur, til sølu
vegna umbygging.
Tlf. 372140
ÓBRÚKTUR
Canal digital kassi til sølu fyri 2.500
kr.
Tlf. 573230
KAMERA
til Sony Ericsson fartelefon til sølu.
Tlf. 447942
DEKODARI TIL SØLU
Dekodari til Canal digital,
parabolhøvd og ISDN boks til sølu.
Tlf. 312077
BRENNIOVNUR
til sølu fyri 5.000,-
Tlf. 313593
JØRÐ TIL SØLU Á UPPSØLUM
3/5 av matr. nr. 738 A sum er 2.592
fermetrar innangarðs, og 3 gyllin
uttangarðs til hægstbjoðandi.
Tlf. 456486/456486
TIL SØLU
Ein Nokia 440. fartelefon nmt 450.
Berbar, við bil- og heimaladara til
sølu. 500,-
kajoklad@post.olivant.fo
MANNFÓLKA-HJÁLMUR
YNSKIST
Hjálmur í hampuligum standi
ynskist til ein rímiligan prís.
Niels, 243348
MOTOROLA FARTELEFON
til sølu við ladara og tasku. Vanligur
prísur 3.885,- nú 2.500,- 4 vikur
gomul.
Tlf. 318667/253063
NIKON F90X FOTOTÓL
Lítið brúkt Nikon F90X fototól v/
trimum linsum 35-80 mm 1:4 - 5,6
D + 70-300 mm 1:4-5,6D + 50 mm
1:1,8 + Multi Power vertikøl greb
MB-10 + SB-28 blitz + 2 filtur +
tasku, sum nýtt til sølu fyri 13.000
kr.
Tlf. 505052
FERÐAST SAMAN
úr Vágum hósdagin 18. sept. til
Keypmannahavnar – heimaftur
mánadagin 22. sept.
Tlf. 227406
FERÐALAG SAMAN
til Keypmannahavnar vikuskiftistúr
frá hós. 25. til sunnudagin 28.
september.
So ring 504675
FLÓTANDI
STOYPIJARNSDEKSIL
Flótandi stoypijarnsdeksil í góðum
standi (tolir 40 tons) við gummi
pakningi verður selt fyri kr. 300.
Útvendigt mát á hálsinum er 315
mm. Nýprísur er kr. 1.400.
Tlf. 322200
HVÍT BORÐPLÁTA
180 cm long, rundaðan kant, við
hvítum vaski. Til sølu fyri 200 kr.
Tlf. 503150, keks@kallnet.fo
ÓBRÚKT SMS CHATBOARD
til Nokia 51xx og 61xx model, góð
til m.a. sms, telefonbók v.m., til sølu
fyri 150 kr. + frakt.
Tlf. 0045 8642827 - 0045
26747474 (Eisini sms)
UPPLADARI
til Ericsson 626, óbrúkt, við
antennu, til sølu fyri 100 kr. + frakt.
Tlf. 0045 8642827 - 0045
26747474 (Eisini sms)
NAKRAR SPANNIR
við gággum til sølu. Mugu
avheintast.
Tlf. 421080
SEYMIMASKINA
av merkinum Major Colombine til
sølu fyri 1.000 kr. Lítið brúkt.
Tlf. 455421 ella 503554
TIL SØLU
Háfjallssól at hanga undir loftið.
hevur 12 sólrør.
Tlf. 422475 ella 283875
TIL SØLU
Ljóst brúnt skifer 18 fermetrar. Ljós-
aggregat 550 W.
Tlf. 228371
INNIHURÐAR TIL SØLU
Mál-hurðabløð: 73/204 cm. Vinstra,
myrkt træ, í góðum standi, v/
karmum. Báðar fyri kr. 400,-
Tlf. 441444
ER TAÐ NAKAR
ið eigur ein satelit móttakara
analog at selja mær.
Vinarliga ring 264209 – 212319
HURÐAR TIL SØLU
7 stk. hurðar við karmi, Elm, til sølu.
Tlf. 263280
OPIÐ HÚS FYRI LIMIR
Í sambandi við at felagið hevur
fingið høli, hava vit opið hús
leygardagin 27.09.03 kl. 14-18.
Føroya Heimavirkisfelag J.
Paturssonargøta 24
Føroya Heimavirkisfelag
TIL SØLU
10 Alumantakplátur til sølu fyri 1/2
prís. Eitt marmor-sofaborð til sølu
fyri 1000,- kr.
Tlf. 423240
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Góði langabbi
Hjartaliga til
lukku við
føðingar-
degnum.
Kærar
heilsanir
Jona, Rebecca
og Karl
Pauli Vang,
70 ár
Pápa, verpápa
og abba okkara
ynskja vit
hjartaliga
tillukku við
stóra degnum
11. sept.
Schandorff,
Sigrid, Hergeir
og Annika
Randi Hjalt er
den 16. august
viet til Steen
Kofoed i
Vallensbæk
Kirke.
Begge er fra
Brøndby DK
Góði Pauli
Hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum tann 11.
sept. Vit gleða okkum til veitsluna leygarkvøldið.
Ynskja eysturoyartrøllini í Havn
Góði babba
og „sviger“
Hjartaliga
tillukku á 70
ára føðingar-
degnum í dag.
Her høvdu vit
tað stuttligt.
Tær kærastu
heilsanir frá
Mariannu og
Jóhan Esbern
Góði elskaði
abbi
Hjartaliga
tillukku á 70 ára
degnum í dag 11.
sept. Gott at vit
eru flutt heim
aftur til tykkum.
Alt tað besta frá
Barbaru og
Jógvan Pauli
Góði elskaði
Dánial
Hjartaliga tillukku
við tínum fyrsta
føðingardegi. Vit
elska teg sooo
nógv. Jesus pápi
signi teg.
Heilsan mamma,
babba og Símun
Pætur
Okkara
elskaði lítli
Josva
Hjartaliga
tillukku við 1
ára degnum.
Jesus signi teg.
Omma og
abbi í
Gerðisbrekku
Góði Steffan
Hjartaliga tillukku við 8
ára degnum í dag og alt tað
besta ynksja vit tær.
Mamma, babba, Ronni
og Teitur
Hey Mirjam
Vit báðar vilja her við
ynskja tær tillukku við 40
ára degnum í dag. Alt gott í
framtíðini. Vit gleða okk-
um til februar.
Heilsan I.D.P. og S.J.M.
Góða omma
Hjartaliga
tillukku við
føðingardegn-
um 7. sept. og
alt tað besta í
framtíðini. Eg
eri so góður
við teg.
Ynskir
Jákup
Sólberg
Góði Josva
Tillukku við 1 ára degnum.
Vit gleða okkum til hvørt
vikuskifti tú er hjá okkum.
Mostur og mamba
Halló Lív
Eg vil bara ynskja tær
hjartaliga tillukku við 24
ára degnum 11. sept. Alt
tað besta.
Heilsan ein sól
C
M
Y
K
33
32
Tað er løgmaður, og
ikki politiskir flokkar,
sum setir landsstýris-
menn í starv, sigur
Anfinn Kallsberg.
Hann er ónøgdur við
framferðina hjá
Tjóðveldisflokkinum,
nú Annita á Fríðriks-
mørk er farin til
arbeiðis í mentamála-
ráðnum, hóast hon
ikki er formliga
tilnevnd enn
SETAN
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tjóðveldisflokkurin hevur
borið seg skeivt at í tilnevn-
ingini av nýggjum lands-
stýrismanni við mentamál-
um.
Tað bendir alt á, nú tað
frættist, at Annita á Fríð-
riksmørk hevur sett seg í
heitasta stólin í mentamála-
ráðnum. Sosialurin hevur
spurt seg fyri í Mentamála-
ráðnum, og har vátta tey, at
Annita
á
Fríðriksmørk
longu er farin til arbeiðis
sum
mentamálaráðharri,
hevur fingið egnan skrivara
og e-post adressu, hóast
hon ikki formliga er sett í
starv enn.
Hongur ikki saman
Tjóðveldisflokkurin hevur
samtykt, at Annita á Fríð-
riksmørk
skal
avloysa
Høgna Hoydal sum lands-
stýrismaður við menta-
málum. Men hóast Høgni
Hoydal bæði er floksfor-
maður og varaløgmaður, so
eru tað hvørki hann ella
flokkurin, sum formliga
gera av, hvør skal sita í
mentamálaráðnum. Ta av-
gerðina eigur løgmaður
einsamallur sambært stýr-
isskipanini. Hann setir og
loysir landsstýrismenn úr
starvi og hevur eftirlit við
teimum.
Tí er tað eisini fallið
Anfinni Kallsberg løg-
manni fyri bróstið, at Tjóð-
veldisflokkurin tekur sak-
ina í egnar hendur. Løg-
mansskrivstovan boðar nú í
almennum
tíðindabrævi
frá, at løgmaður hevur gjørt
av at seta nýggjan lands-
stýrismann í mentamálum
mikudagin 17. september
2003. Móttøka verður á
Løgmansskrivstovuni sama
dag klokkan 14.30.
Í hesum sambandi stað-
festir løgmaður soleiðis:
»Í fjølmiðlunum hevur
verið at hoyrt, at Tjóðveld-
isflokkurin hevur tilnevnt
nýggjan landsstýrismann í
mentamálum, og í dag
bórust tíðindi í útvarpinum
um, at Annita á Fríð-
riksmørk er farin til verka
sum landsstýrismaður.
Hetta hongur ikki saman.
Sambært lóg um stýris-
skipan Føroya er tað einans
løgmaður, sum kann seta
landsstýrismenn,« ljóðar
tíðindabrævið, dagfest 10.
september.
Líkt statskvetti
Hetta kann ljóða sum ein
lítil
paragraff-petitessa,
men hinvegin eru orsøkir
til, at vit hava greiðar reglur
og lógir. Tær skulu haldast.
Ein løgfrøðingur í umsit-
ingini, sum Sosialurin hev-
ur tosað við, heldur fyri við
einum smíli á varrunum, at
hetta minnir um eitt stats-
kvett. Rættast hevði verið,
um eingin landsstýrismað-
ur slapp inn um dyrnar í
einum aðalráði, uttan at
hann hevur eitt undir-
skrivað pappír frá løgmanni
í hondini, har váttan er fyri,
at viðkomandi er tilnevndur
landsstýrismaður. Annars
kann Guð og hvør maður
møta upp og vera við, at
hann er nýggjur landsstýr-
ismaður, sum er komin at
seta seg inn í málini.
Alneyðug ábyrgd
Løgmaður undirstrikar, at
tað ikki er fyri fáa balladu
ella skapa ravagu, at hann
hevur lyft fremstafingur
ímóti sínum samstarvsfe-
løgum. Men hann heldur
tað hava stóran týdning, at
skipanin, sum vit liva undir,
verður vird.
– Hetta stendur greitt í
stýrisskipanarlógini, sum
er til at halda. Í síðstuni
hevur tú fingið ta fatan, at
tað er Tjóðveldisflokkurin,
sum
setir
nýggja
landsstýrismannin,
men
tann ábyrgdin er mín, sigur
Annfinn Kallsberg.
Fyri løgmann snýr málið
seg um, at vit mugu liva
upp til ta ábyrgd, sum
stýrisskipanarlógin leggur
á
hvønn
einstakan
landsstýrismann, íroknað
løgmann.
– Tá tú gerst landsstýr-
ismaður, tekur tú bæði við
avgerðarrættinum
og
ábyrgdini á einum øki, og
tað mugu vit halda fast við.
Ein landsstýrismaður, sum
enn ikki er settur, kann ikki
taka avgerðir, og tí ber hetta
als ikki til. Landsstýris-
maðurin Høgni Hoydal,
sum er settur av løgmanni,
hevur
ábyrgdina
fyri
mentamálum, til eg havi
sett ein nýggjan, og tað
verður mikudagin kom-
andi, staðfestir Annfinn
Kallsberg løgmaður.
Statskvett í menta-
málaráðnum
Anfinn Kallsberg setir Annitu á Fríðriksmørk í starv sum landsstýriskvinna komandi mikudag.
Fyrr enn tá hevur hon einki at gera í mentamálaráðnum