Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 173 - 13. september 2003 Nr. 173 - 13. september 2003 5 Í komandi viku verður spakin settur í til miðnámsskúla í Vági og Vágs Komm- una hevur gjørt greiða gøtu, so nýggja landsstýriskvinnan við skúlamálum sleppur framat kom- andi byggiøkinum SKÚLABYGGING Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Í komandi viku verður spakin settur í til nýggjan miðnámsskúla í Vági. Sum skilst verður tað hósdagin. Skúlin er ætlaður at liggja í vakra økinum vest- ast í Vági. Tætt við Vágs- eiðið og við útsýni yvir Vatnið. Tað verður ætlandi nýggja landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum, Anita á Fríðriksmørk, sum setur fyrsta spakan í. So- statt verður hetta ein av hennara fyrstu stóru al- mennu uppgávum. Í vikuni hava menn ar- beitt uppá at gera gøtu nið- an á byggiøkið, so lands- styriskvinnan, og fólk ann- ars, ótarnað sleppa framat, tá stóra løtan kemur. Økið er annars ikki lætt atkomu- ligt, tí tað er dyrkað lendið, ið er gyrt inni. Men nú er gøtan greið og klárt er at seta spakan í. Vallaða fløtan vesturi móti Eiðinum verður skúlaøki og við nýggju gøtuni síggj- ast fyrstu tekinini til bygg- ing á økinum, tó gøtan ikki skal nýtast til annað, enn júst fyrstu hátíðarløtuna. Skúlin er teknaður so, at hann fellur inn í bakkan og lendið annars, so hann ikki setur ov stór sár í lands- lagið. Gøtan greið til Anitu Leygardagin, 27. september, verður stevnudagur fyri fyrrverandi útisetar í Siloa í Fuglafirði STEVNA Vilmund Jacobsen Fuglafjørður: Tað var í september 1973, at ein lítil flokkur av ungum føroy- ingum savnaðist í einari íbúð á Oxford Allé 3A á Amager. Hetta gjørdist byrjanin til eitt útisetaarbeiði í Keyp- mannahavn, sum flestu kenna undir navninum, Kristnastova. Í 1979 vóru hølini á Oxford Allé vorðin ov trong, og virksemið varð flutt til Birmavej 36, sum eisini er á Amager. Hesi hølini eru framvegis karm- urin um arbeiði hjá Kristnastovu. Hittast í Siloa Nú Kristnastova hevur rundað tey tríati, verður ein stevnudagur hildin í Siloa í Fuglafirði, 27. september. Lagt verður fyri kl. 11 og hildið verður á til kl. 19. Fyrireikararnir siga, at skráin er bæði fjølbroytt og spennandi. - Hugleitt verður við myndum, frásagnum og sangum frá ymiskum tíð- arskeiðum í søguni hjá Kristnastovu. Ætlanin er, at hesin dag- urin skal verða fyri alla familjuna, og tí verða eisini serstøk tiltøk fyri børn. Andaligt heim Fyrireikararnir siga, at tey eru mong, sum hava roknað Kristnastovu sum teirra andaliga heim í Danmark, og hetta geldir ikki minst føroyingar, sum fóru niður í lestrarørindum. - Mong vinarbond eru knýtt gjøgnum árini, sum hava hildið til hendan dag. Tí hevur tað stundum verið eitt ynski hjá hesum fólkum at koma saman og uppfríska gomul minnir frá útisetatíðini – eins og at stimbra hvønn annan við orði Guðs, sum hevur verið grundarlagið undir virk- seminum í Kristnastovu síðan byrjanina. Seinast á Zarepta Fyrireikararnir siga, at seinast, eitt slíkt tiltak varð fyriskipað, var fyri 5 árum síðan, tá ið Kristnastova fylti 25 ár; tá varð skipað fyri legu á Zarepta á Vatns- oyrum. - Tey, ið ynskja at verða við til stevnudagin í Fugla- firði, kunnu tekna seg hjá Saysie Johannesen á tlf. 252476 ella á telduposti daj@fuglark.fo, siga fyri- reikararnir. Kristnastovufólk hittast í Siloa Gøtan er nú greið til landsstýriskvinnuna við menta- og skúlamálum, so hon kann seta spakan í til miðnámsskúla í Vági. Sum skilst hendir hetta í komandi viku Mynd: D. Olsen Eilif Samuelsen, fyrrverandi starvsfelagi hjá Onnu Lindh: -Hon var altíð fyrikomandi og smílandi Føroy- ingar sam- kenna Føroya løgmaður og Javnaðarflokk- urin hava sent svenska forsætis- ráðharranum sam- hugaskriv, har teir harmast deyðan hjá svenska uttan- ríkisráðharranum, Annu Lindh. SAMHUGI Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Tað hevur sent ein skelk gjøgnum allan heimin, at svenski uttanríkisráð- harrin Anna Lindh var stungin til deyðis, tá hon keypti inn. Úr øllum heiminum, hava stats- leiðarar og politikarar sýnt sín samhuga við svenska starvsfelagan. Føroyingar eru eisini skakaðir, og nú hava samstarvsfelagar sent samhugaskriv til Svø- ríkis. Løgmaður sendi skriv til svenska forsætisráð- harran Göran Persson, ið er soljóðandi: »På vegne af Færøernes landstyre ønsker jeg hermed at bringe det færøske folks dybtfølte kondolence i anledning av, at Sveriges udenrigs- minister Anna Lindh har mistet sit liv på en så dybt tragisk og mening- sløs måde«. Anna Lindh hevur fleiri ferðir verið í Føroyum á vitjan hjá Javnaðarflokk- inum og hevði fleiri vinir og kenningar í flokkin- um. Jóannes Eidesgaard hevur eisini vegna Før- oya Javnaðarflokk sent svenska forsætisráðharr- anum og Socialdemo- kraterna skriv, ið er soljóðandi: "Kære Göran. Modtag vores dybfølte kondol- ence i sorgen over tabet af politikeren, social- demokraten og menn- esket Anna Lindh.« Á samkomu á Hotel Føroyum hóskvøldið mintust føroyingar Annu Lindh. Alt Svøríki syrgir. Samfelagið er mest sum steðgað upp, men hildið verður fast við evruat- kvøðuna, sum Anna Lindh stríddist fyri. Svenska løgreglan veit enn ikki, um drápsmað- urin var ein nýnasistur, ein sálarliga sjúkur ella um onnur motiv eru. Morðið á Onnu Lindh er ikki bara ein dygg- ur smeitur fyri svenska samfelagið, men sanniliga eisini fyri Norðanlond. Norðanlond hava altíð virt demokratið og tað opna samfelag- ið, og tilburðurin við Onnu Lindh er eitt høgg ímóti tí samfel- agnum, sigur Eilif Samuelsen LINDH-MORÐIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fleiri føroyingar hava gjøgnum árini á ein ella annan hátt havt samband við Onnu Lindh. Gjøgnum 80 árini var hon formaðurin í SSU, sum er ungdómurin hjá Sosialdemokratunum í Svøríki. Sum formaður í SSU vitjaði hon javnaðar- ungdóm í Føroyum í1986. Miðskeiðis í nítiárunum varð Anna Lindh svenskur umhvørvisráðharri, og før- oyski starvsfelagi hennara, Eilif Samuelsen, hevur fleiri ferðir verið á fundi saman við henni. Fyri tað mesta var talan um fundir millum norðurlendsku ráð- harrarnar í umhvørvismál- um. Sum umhvørvisráð- harri vitjaði hon aldrin Før- oyar. Dyggur smeitur fyri øll norðanlond Eilif Samuelsen varð sum vera man rættiliga illa við av tíðindum mikudagin, tá tað frættist, at fyrrverandi starvsfelagin úr Svøríki var stungin niður í eini handils- miðstøð. – Morðið á Onnu Lindh er ikki bara ein dyggur smeitur fyri Svøríki, men sanniliga eisini fyri øll Norðanlond, sum altíð hava hildið fast um demokratið, har ósemjur verða loystar við samráðingum og ikki valdsnýtslu, sigur fyrrve- randi landsstýrismaðurin. Hann vísir, at Svøríki sum samfelag altíð hevur gingið í fremst, tá talan hevur verið um opinleika og at borgararnir skulu hava frælsi til at ganga frítt á gøtuni, og tilburðurin mikudagin er eitt rættiligt afturstig fyri norðurlendsku skipanina. Eilif sammetir morðið á svenska uttanríkismálaráð- harran við morðið á Olof Palme í 1986, sum eisini var ein ræðulig hending fyri svenska samfelagið. Sermerkt kvinna Fyrrverandi landsstýris- maðurin í umhvørvismál- um tekur undir við teimum, ið seinastu dagarnar hava lýst Onnu Lindh sum eina eldsál burturav. – Hon var ein sermerkt kvinna, ið var rættiliga op- in. Hon hevði altíð lætt við at føra síni sjónarmið fram, og ikki bangin fyri at taka øðrvísi evni upp. Altíð var hon fyrikomandi og smíl- andi, fortelur Eilif Samuel- sen. Fyrrverandi tingmaðurin sigur, at støðan við Onnu Lindh er ómetaliga harmi- lig, tí bæði sum menniskja og politikkari var hon nakað heilt serligt. Anna Lindh varð fleiri ferðir nevnd sum tann politikkarin, sum í framtíðini fór at lyfta tunga arvin sum floksformaður og forsætisráðharri eftir Gøran Persson, og tað kemur als ikki óvart á Eilif Samuelsen. - Hjá okkum sum kendu hana var tað slettis ikki ein fjarður tanki, at hon ein dag fór at gerast forsætisráð- harri, tí hon hevði allar eg- inleikarnir til starvið, greiðir hann frá. Mugu ikki leypa frammav Eftir morðið á Onnu Lindh hava nógv sett spurnartekin við, hvussu trygt tað opna norðulendska samfelagið í veruleikanum er. Anna Lindh varð á alljósum degi stungin fleiri ferðir á eini handilsmiðstøð, men kort- ini metir Eilif Samuelsen, at tað er av alstórum týdn- ingi, at tað ikki verður lop- ið frammav. – Ræðuligi tilburðurin við Onnu Lindh er ikki eitt útrykk fyri, hvat samlaða svenska fólkið heldur, men talan er heldur um øðrvitis- fisk av onkrum slag. Myndugleikarnar mugu tí sláa kalt vatn í blóðið og ikki yvirreagera og fremja drastisk tiltøk, sigur fyrrverandi tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum. Hann vísir á, at morðið á 46-ára gomlu Onnu Lindh ikki er ein hugburðsbroyt- ing hjá svium viðvíkjandi tí opna samfelagnum, men at tann hugburðurin er og verður tann sami, sum hann altíð hevur verið. Edmund Joensen, løgtingsformaður: -Opna samfelagið má fyri alt varðveitast Edmund Joensen heldur, tað er sera torført at verja polit- ikkarar ímóti ágangi. Vanliga er talan um ávísar persónar, sum eru sjúkir, og tey kunnu brádliga fáa eitt hugskot, og tá er ringt at verja seg fyri, sigur løgtingsfor- maðurin LINDH-MORÐIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Sum løgtingsformaður, er ein av uppgávunum hjá Ed- mundi Joensen at varða av trygdini hjá løgtingsmonn- um. Eftir morðið á Onnu Lindh hevur nógv verið frammi um, at neyðugt er við átøkum sum tryggja, at aðrir politikkarar ikki fáa somu lagnu sum Anna Lindh. Í Føroyum hava vit havt tilburðir, har fólk hava roynt at gjørt seg inn á einstakar poltikkarar, men til alla lukku eru steðgað í evstu løtu. Spurdur, um tilburðurin í Svøríki fær nakra ávirkan á, hvussu vit í Føroyum í framtíðini fara at verja okkara politikkarar ímóti ágangi, svarar Edmund Joensen, at tað vanliga er ringt at verja seg ímóti. – Vanliga er talan um ávís- ar persónar, sum eru sjúkir, og tey kunnu brádliga fáa eitt hugskot, og tað er ringt at verja seg, sigur løgtings- formaðurin Edmund vísir á, at tað er ómetaliga týdning- armikið, at tað ikki verður lopið frammav. Hann heldur, tað er av alstórum týdningi, at vit varðveita tað opna samfelagið, og ikki enda sum politistatir, sum vit kenna tað í øðrum londum – Í einum samfelagi er týdn- ingartikið at øll kunnu kenna seg trygg, sigur Edmund Joensen. Opna samfelagið hevur altíð verið ein grundar- steinunum í teimum norð- urlendsku samfelagnum. Løgtingsformaður vísir í tí viðfangi, at í dag ber kort- ini til at staðfesta, at norð- anlond ikki eru tey somu sum fyri 20 árum síðan, tí samfeløgini eru samansett av fleiri fólkum, ið hava leita sær til Norðanlond at búgva. Ábyrgd hjá løgregluni Løgtingsformaðurin er ikki í iva um, at endaliga ábyrgdin av trygdini hjá fólki liggur hjá løgregluni. – Tað visir seg ofta, at tað serliga spentar støður eru, so vísa fólk serliga áhuga í politikki, og tá vísir tað seg av og á, at keðiligar støður taka seg upp, sigur Edmund Joensen. Hann heldur, at uppgávan hjá løgregluni er at taka støðu til nær, hon metir, at trygdin hjá politikkarum er hótt og ikki, og taka fyrlit fyri tí. Her eru umhvørvismálaráðharrarnir í Norðanlondum avmyndaðir á Svalbard. Í miðjuni sæst Anna Lindh, og nakað á vinstru síðu sæst Eilif Samuelsen, sum hevur verið við til nógvar fundir saman við Onnu Lindh, tá hann var landsstýrismaður í um- hvørvismálum C M Y K 5 4