Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 173 - 13. september 2003 Nr. 173 - 13. september 2003 7 Atlantsfarið eitur nýggjasta skipið í føroyska fiskiflotan- um. Flaggskifti verður um vikuskift- ið, og skipið skal fiska ídnaðarfisk í ES- og norskum sjógvi og svartkjaft undir Føroyum FISKIVINNA Edvard Joensen Miðvági: Eitt nýtt ídnaðarskip er komið í føroyska fiskiflot- an. Skipið fær heimstað í Miðvági og fær gamla mið- vágsnavnið Atlantsfarið. Tað er smápartafelagið Newco, sum Dánjal Johan- sen í Miðvági hevur stovn- að saman við norðmonn- um, sum hevur keypt nóta- og trolskipið Courage úr Fraserburgh í Skotlandi. Atlantsfarið er 62 metrrar til longdar, og lastar eini 1.150 tons av ídnaðarfiski í tangum umframt eina kassalast, greiðir Dánjal Johansen frá. Skipið er smíðað í Noreg í 1980 og hevur 2.100 HK MAK høvuðsmaskinu. Atlantsfarið er útgjørt við RSW tangum og hevur pumpuútgerð til sjálvt at lossa tøma allar tangarnar og hevur stostatt ikki fyri neyðini at fáa hjálp frá landi. Fýra ljósmotorar eru, sum geva skipinum alla ta orku, tað hevur fyri neyð- ini. Á brúnni hevur skipið alla ta útgerð, sum nútíðar fiskiskapur krevur. Skipið er 23 ára gamlat og okkurt er at gera við, greiðir Dánjal Johansen frá. Eitt nú fara teir at skifta trolspølini út, áðrenn farið verður til fiskiskap, sigur hann. Í aðrar mátar er skip- ið í sera góðum standi, og manningarviðurskiftini eru heilt góð. Allir hava ein- manskømur, og felagsrúm- ini eru eisini rættiliga góð. Tað verða einir seks-sjey mans við skipinum, tá farið verður til fiskiskap, sigur Dánjal Johansen. Og tað verður eingin trupulleiki at manna skipið. –Tað hava so nógvir ring, at vit kunnu fáa fleiri manningar, sigur hann. Atlantsfarið kemur í flotan við veiðiloyvinum hjá Onnu T, sum Newco hevur keypt. Hon liggur í Esbjerg og verður strikað úr flotanum. Dánjal Johansen leggur dent á, at loyvini frá Fiskimálaráðnum eru fing- in til vega. Atlantsfarið fer at par- trola eftir ídnaðarfiski, tó ikki nebbasild, tá tann tíðin kemur. Hvør makkarin verður, ella um teir møgu- liga verða tríggir í einum bólki, sum fara at fiska saman, er enn ikki endaliga avgreitt, men arbeitt verður við onkrum møguleikum, sigur Dánjal Johansen. Umframt fer Atlantsfarið so at veiða svartkjaft til matna í føroyskum sjógvi. Føroyingar eiga óbrúkta ídnaðarkvotu bæði í ES sjógvi og í norskum sjógvi, so tað skuldi einki verið til hindurs fyri at sloppið at fiska, heldur hann. Dánjal Johansen vil ikki siga nágreiniliga prísin á skipinum, men letur at, at hann er hampiligur. Skotarnir, sum áttu Cou- rage, hava bygt nýtt skip. Væleydnaða Beatlestiltakið, sum FSV stuðlar skipaðu fyri at Giljanesi í mai, verður nú endurtikið DANSITILTAK Edvard Joensen Giljanes: Beatlestiltakið, sum verður í ítróttarhøllini á Giljanesi leygarkvøldið í bæstu viku, tann 20. september, verður sett upp á sama hátt sum væl- eydnaða tiltakið av sama slag, sum hildið varð í vár. Skift verður ímillum livandi tónleik og disko- tek við Beatlesløgum. Í seinna førinum verður talan um, at løg hjá teim- um einstøku Beatlunum verða spæld í eitt korter ella so, meðan bólkarnir skifta og gera klárt á pallinum. Bólkarnir, sum fara at framføra hetta kvøldið, verða tríggir í tali. Teir verða Ják' upsa Skegg, All that Rain og Show- menn, sum eisini vóru við á tiltakinum í mai. Tiltakið byrjar klokkan 23.30 og heldur á til klokkan fýra sunnu- morgunin. Tað verður Robert McBirnie, sum verður frásøgumaður. Tiltakið endar við, at gestir og leikarar í felag fara at framføra løgini All you need is love og Hey Jude. Ítróttarhøllin á Gilja- nesi, sum verður karmur um tiltakið, verður gjørd um til café, har borð og stólar verða sett upp. Til ber at keypa smurt breyð og ymiskt drekkandi afturvið. Atgongumerkini, sum kosta 170,- krónur í for- sølu og 200,- krónur við inngongdina, verða at fáa í Løðuhandlinum í Sør- vági, Mylluni í Miðvági og hjá Ingu í Sandavági. Umframt ber eisini til at fáa atgongumerki av oynni í Kunningastovuni í Havn, Gallarí Jinx og Shellstøðini við Ring- vegin. Eisini á Shellstøð- ini í Vestmanna og í Gøtudali eins og á Statoil støðini í Skálafirði fáast atgongumerki til Beat- lestiltakið 20. september í forsølu. Beatlesløg á Giljanesi Mánadagin verður farið aftur til arbeiðis á flakavirkinum hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági. Lýst fer at verða eftir nýggjum virkisleiðara í næstum FISKIVINNA Edvard Joensen Miðvági: Mánadagin sleppa tey aftur til arbeiðis á flakavirkinum í Miðvági. Tá koma fyrstu skipini at landa, og arbeitt fer at verða sum vant aftur. Tey hava vaskað alt virk- ið, sum tað er, meðan ar- beiðið annars hevur ligið stilt orsakað av málinum um skitna vatnið í Miðvági, greiðir Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirk- ing, frá. Hóast tað framvegis verða tiknar royndir av vøru, sum framleidd er, meðan vatnið møguliga hevur verið dálkað, metir hann tann trupulleikan at vera loystan. Mánadagin kemur Venus at landa, og týsdagin kemur Vesturtúgva, og so fer alt aftur at ganga við sítt vanda lag, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking. Spurningurin millum fólk í Vágum seinastu dag- arnar hevur verið, hvør man fara at verða nýggjur virkisleiðari á flakavirkin- um í Miðvági. Meinhard Jacobsen, sig- ur, at fyrisbils fer góðsku- leiðarin á virkinum. Helena Hansen, at virka sum virk- isleiðari, meðan leitað verður eftir nýggjum leið- ara. Helena Hansen plagar vanliga at taka yvir, tá virkisleiðarin av einihvørji orsøk er burturstaddur, sig- ur hann. Søkt fer at verða eftir nýggjum leiðara til flaka- virkið hjá Føroya fiskavirk- ing í Miðvági heilt skjótt. Byrja aftur á Fiskavirking Tey hava vaskað alt flakavirkið í Miðvági, sum tað er, hesar dagarnar, framleiðsan annars hevur ligið still Mynd: Edvard Joensen Fiskiflotin veksur Atlantsfarið fer at fiska ídnaðarfisk í ES- og norskum sjógvi, eins og skipið eisini fer at royna eftir svartkjafti til matna undir Føroyum Mynd: Edvard Joensen Dánjal Johansen metir, at fyri tann prís, skipið er fingið fyri, eigur tað at bera til Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6