leygardagur 13. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 173 - 13. september 2003
Nr. 173 - 13. september 2003
9
– Heina O. Heinesen
og tjóðveldisflokkin-
um, fara at kosta
føroyska skattgjald-
aranum eina tíggju-
tals milliónaupphædd
í endurgjaldi
JÓGVAN S.
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Heini O. Heinesen skal
ikki sleppa at vaska sær um
hendurnar, sum ein annar
Pilatus. Tað eru fyrst og
fremst hann, og tjóðveldis-
flokkurin yvirhøvur, ið
syrgdu fyri, at Jógvan S
varð lagdur.
Jógvan Lutzen, reiðari á
Jógvan S. vísir avgjørdur tí
aftur, sum Heini O. Heine-
sen, formaður í landsstýr-
ismálanevndini førir fram í
Sosialinum fyrr í vikuni.
Heini O. Heinesen segði,
at tað, sum landsstýris-
málanevndin hevði gjørt,
varð at taka eina avgerð um
Jógvan S, eftir eina bein-
leiðis klagu frá felagnum
Línuskipum.
Men hann vísti á, at tað
var
landsstýrismaðurin,
sum hevði lagt Jógvan S og
at tað avgerðina hevði
landsstýrismaðurin
tikið
einsamallur.
Tí skuldi hann og lands-
stýrismálanevndin
ikki
hava skyldina fyri, at
Jógvan S varð lagdur.
Men hesum er høvuðs-
persónurin
í
málinum,
Jógvan Lutzen, reiðari á
Jógvan S alt annað enn
samdur í.
Hann sigur, at hetta er ein
roynd hjá Heina O. Heine-
sen at tváa sær um hend-
urnar og at renna undan
sínum gerðum.
– Veruleikin er, at alt
føroya fólk hoyrdu Heini O.
Heinesen taka støðu ímóti
Jógvan S av tingsins røð-
arapalli,
longu
áðrenn
málið kom til viðgerðar í
landsstýrismálanevndini.
Tað gjørdi hann, tá ið
hann av tingsins røðarapalli
segði, at fiskiloyvið til
Jógvan S var ólógligt.
Hetta førdi við sær, at ein
annar limur í landsstýris-
málanevndini, Jákup Mikk-
elsen, fanst at Heina O.
Heinesen.
Hann fór upp á tingsins
røðarapall og helt at Heini
O. Heinesen hevði gjørt seg
ógegnigan til at viðgerða
málið í landsstýris-mála-
nevndini, tí nú hevði hann
longu felt fóm í málinum
frammanundan.
Jógvan Lutzen vísir eisini
á, at tað meiri enn einaferð
varð alment frammi, at
tjóðveldisflokkurin bein-
leiðis kravdi, at fiskiloyvið
til Jógvan S. varð tikið
aftur.
– Sostatt er tað ikki rætt,
sum Heini O. Heinesen
sigur, at avgerðin um at
taka fiskiloyvið aftur, er ein
avgerð, sum lands-stýris-
maðurin einsamallur hevur
tikið.
– Veruleikin er, at tjóð-
veldisflokkurin beinleiðis
kravdi av samgongun, at
fiskiloyvið varð tikið aftur.
Reiðarin sigur, at tí skal
Heini O. Heinesen ikki
sleppa at renna undan sínari
ábyrgd í hesum máli við at
siga, at tað er landsstýris-
maðurin, sum hevur tikið
fiskiloyvi aftur einsamallur.
– Tað er ikki landsstýris-
málanevndin, sum er gjørd
til syndabukk í hesum máli.
Tað er eigararnir, manning-
in og húskini hjá eigarum
og manning, sum eru
syndabukkar
í
hesum
málið.
– Og upphavið til alt, er
landsstýrismálanevndin og
teir tríggir politisku oppur-
tunistarnir, sum har sita,
við Heina O. Heinesen á
odda, væl stuðlaðir av
øllum tjóðveldisflokkinum,
sum kravdi, at loyvið varð
tikið aftur.
Jógvan Lutzen vil ikki
nærri inn á tað løgfrøðiliga
í málinum, tí tað er latið
upp í hendurnar á løgfrøð-
ingarnar hjá felagnum.
Men hann ivast stórliga í
løgfrøðiliga førleikanum
hjá landsstýrismálanevnd-
ini.
Tað, hann sipar til, er, at
aðrir aðrir løgfrøðingar eru
komnir til ta niðurstøðu, at
onki er at finnast at fiski-
loyvinum hjá Jógvan S.
– Tað, sum landsstýris-
málanevndin hevur gjørt, er
at gera seg til ein dómstól
og tað er var ikki endamálið
við henni.
– Sostatt kann eg ikki
annað enn staðfesta, at
hetta er talan um politiska
forfylging og onki annað.
Heini O. Heinesen hevur
brúkt alla sína politiska
orku uppá at fáa Jógvan S
lagdan.
Endurgjald upp á
tíggjutals milliónir
Jógvan Lutzen sigur, at
hendan politiska forfylg-
ingin hjá Heina O. Heine-
sen fer at kosta føroyska
skattgjaldaranum eina
upphædd upp á tíggjutals
milliónir í endurgjaldi.
Hann sigur, at Jógvan S
er nú lagdur og fer ikki út-
aftur, sum støðan er.
– Í løtuni er tað ikki í
okkara hondum, hvat hend-
ur við bátinum. Men eigar-
arnir hava bundið seg fíggj-
arliga til peningastovnarnar
í sambandi við Jógvan S og
tí eru vit komnir í eina
ringa støðu.
– Eg veit ikki, hvussu
støðan einstøkum eigarum
hjá Jógvan S er. Men tað er
ikki óhugsandi, at onkur
hevur sett húsini í veð fyri
at seta pening í skipið, tí
tað er hent fyrr.
Sostatt er onki at ivast í,
at talan verður um eitt end-
urgjaldskrav upp á tíggju-
tals milliónir, men, hvussu
stórt tað verður, er ikki
roknað út enn.
Harafturat hevur Fiski-
mannafelagið boðað frá, at
tað fer at reisa endurgjalds-
krav vegna manningina.
Jógvan Lutzen leggur
eisini afturat, at síðani
Fiskimálaráðið broytti út-
rokningarháttin fyri veiði-
orkuni,eru hava 33 skip
fingi veiðiloyvi eftir sama
roknihátti, sum Jógvan S.
– Vit fara heldur ikki at
góðtaka, at bara Jógvan S
skal vera tikin burturúr og
missa fiskiloyvið ímeðan
allir aðrir sigla. Vit fara
sjálvsagt at krevja, at tað
sama verður galdandi fyri
øll skipini, sum er galdandi
fyri Jógvan S. Og missa
tey eisini fiskiloyvið er
ongin ivi um, at tey eisini
fara at reisa endurgjalds-
krøv ímóti landskassanum.
Hann heldur eisini, at tað
er óhoyrt í einum rættar-
samfelag, at ein avgerð fær
afturvirkandi kraft.
– Varð semja um, at
framferðarhátturin
hjá
Fiskimálaráðnum
varð
skeiv, átti tað sjálvsagt at
verið galdandi frameftir.
Tað gjørdi tað eisini í tí
málinum,
sum
Jørgen
Niclasen
misti
høvdið
uppá. Skipið, sum hann
misti høvdið uppá, siglur
framvegis, vísir Jógvan
Lutzen á.
– Leiðslan hevur gjørt
av av lurta eftir okk-
um, so nú eru vit
samd um at líta
frameftir, sigur Jákup
Petersen, yvirlækni
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú er lagið betri á Lands-
sjúkrahúsinum.
Ein fundur ímillum yvir-
læknar á skurðdeildini og
stjóran fyri Landssjúkra-
húsið seinnapartin hósdag-
in hevur loyst nakrar knútar
í ósemjuni ímillum yvir-
læknar á skurðdeildini og
leiðsluna á Landsjúkrahús-
in-um.
– Vit kunnu staðfesta, at
leiðslan fyri Landssjúkra-
húsið hevur lurtað eftir
okkum, so nú eru vit sinn-
aðir at líta frameftir og at
taka eitt uppbyggjandi sam-
skiftið við leiðsluna upp
um framtíðina, sigur Jákup
Petersen.
Hann leggur afturat, at
enn eru ikki øll mál loyst.
Men at leiðslan og yvir-
læknarnir eru samd um at
seta eina felags kós.
Einstreingjað leiðsla á
Landssjúkrahúsið
Tað, sum hann sipar til, er,
at teir nú hava fingið lyftið
um at leiðslubygnaðurin á
L a n d s s j ú k r a h ú s i n u m
verður endurskoðaður.
Og teir meta, at tað, sum
liggur í kortinum í hesum
sambandi, sær so mikið væl
út, at teir eru positivir.
Ikki minst hefta teir seg
við, at landsstýrismaðurin
alment hevur nevnt møgu-
leikan at fara fara frá tí
trístreingjaðu leiðslubygn-
aðinum, sum nú er á Lands-
sjúkrahúsinum og at seta
ein einstreingjaðan leiðslu-
bygnað í verk, har tað er
eitt einsamalt fólk, sum
hevur ovastu leiðsluna og
ikki trý fólk.
– Læknarnir hava alla
tíðina verið ímóti eini trí-
streingjaðari leiðsluni, tí vit
vistu, at tað fór ikki at
rigga. Og tað hevur heldur
ikki riggað, tí tað hevur ført
við sær, at Landssjúkra-
húsið er ikki so effektivt,
sum tað eigur at vera.Við
trimum stjórum verður tað
ov nógv maktstríð ímillum
ymsar fakbólkar, har fak-
felagspolitisk og faklig
egináhugamál verða ov
nógv dyrkað.
Læknarnir hava alla tíð-
ina ført fram, at einasti máti
at leiða sjúkrahúsið, er við
at fylgja tilmælinum frá
danska DIOS kanningar-
stovninum, sum í 1996,
kannaði viðurskiftini á
Landssjúkrahúsinum
og
mælti til eina einstreingj-
aða leiðslu.
Men varð ikki góðtikið
og tískil endaði tað við eini
neyðsemju, har ein trí-
streingjað leiðsla varð sett á
Landssjúkrahúsið.
Jákup Petersen sigur, at
læknarnir vilja hava, at ein
einstreingjaður
leiðslu-
bygnaður verður settur í
verk, har eitt einsamalt fólk
hevur evstu ábyrgdina. Og
eftir tí, sum er komið fram,
eru útlit fyri at júst tað fer
at henda.
Tí fara læknarnir nú upp í
eitt uppbyggjandi sam-
skiftið við leiðsluna, sum
teir taka til.
– Tað er neyðugt at hava
eina einstreingjaða leiðslu,
fyri at sleppa undan, at
hvørja ferð ein avgerð skal
takast, so skulu ymiskir
fakbólkar gera seg gald-
andi.
– Vit skulu hava eina
eintýðuga leiðslu og ikki
ein einsíðuga leiðslu, tí
endamálið verður at sleppa
undan at seráhugamál hjá
ymsum fakbólkum gera seg
ov nógv galdandi, sigur
hann.
Læknarnir á skurðdeild-
ini siga, at longu í 1999
metti Serlæknafelagið at
tann trístreingjaða leiðslan
fór at halda í mesta lagi
tvey ár.
– Hon hevur nú hildið í
tvey og eitt hálvt ár og
stendur nú á gravarbakk-
anum, siga yvirlæknarnir á
skurðdeildini í seinastu
klaguni um leiðsluna
Teir siga eisini, at skriðan
er við at leypa.
– Hendir onki verða
yvirlæknarnir á skurðdepl-
inum noyddir til at gerðast
mótspælarar. Men tað vilja
vit ikki. Vit vilja verða
viðspælarar og vit vilja
saman við einari eintýðug-
ari leiðslu leggja lunnar
undir
eitt
vælvirkandi
Landssjúkrahús, siga teir.
Nú er lagið betri
á Landssjúkrahúsinum
Leiðslubygnaðurin á Lands-
sjúkrahúsinum er á gravar-
bakkanum. Skipanin, sum
nú er, við trimum stjórum,
riggar ikki. Vit vilja hava
eina einstreingjaða leiðslu,
har tað er ein leiðari, sum
einsamallur hevur evstu
ábyrgdina, sigur Jákup
Petersen
Heini O. Heinesen sleppur ikki
at vaska sær um hendurnar
Skuldsetingar læknanna
staðiliga afturvístar
Sjúkrahússtjórin, Poul
Geert Hansen, tekur
harðliga frástøðu frá
óetisku og ósonnu
skuldsetingunum frá
yvirlæknunum á
skurðdeplinum, og
eftirlýsir hann heldur
eina hugburðsbroyt-
ing í afturúrsiglda
Landssjúkrahúsinum.
Framvegis ynskir
hann ikki at gera stór-
vegis viðmerkingar til
endurskoðanir lands-
stýrismansins og
møguligu bygnaðar-
broytingarnar
LÆKNASTRÍÐ
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
- Um ósakligu skuldseting-
arnar frá yvirlæknunum eru
sannar, skuldi øll leiðslan á
Landssjúkrahúsinum sitið í
bolt og jarn, og er hetta so
óetiskt og ómenniskjaligt,
at eingin eigur at fara víðari
í smálutir, sigur ein greiður
sjúkrahússtjóri, Poul Geert
Hansen,
um
ógvusligu
álopini frá yvirlæknunum á
leiðsluna á Landssjúkra-
húsinum.
Hann vísir víðari á, at
Bill Justinussen, landsstýr-
ismaður, eisini langt síðani
staðiliga hevur tikið frá-
støðu frá framferðarhátti
læknanna í skrivi 29. aug-
ust, har hann afturvísir, at
leiðslan á Landssjúkrahúsi-
num er sek í grovu ákærun-
um frá yvirlæknunum.
- Um landsstýrismaðurin
hevði tikið undir við lækn-
unum, hevði øll leiðsla
okkara langt síðani verið
horvin, tí somikið álvar-
samar eru ábreiðslurnar,
sigur sjúkrahússtjórin um
skuldsetingarnar, sum hann
heldur vera á so lágum
etiskum støði, at ein ikki
eigur at fara víðari við
teimum.
Poul Geert Hansen kann
ikki vísa á ávísar avleiðing-
ar av framferðarhátti yvir-
læknanna, men hann metir
tað hava týdning at leggja
merki til, hvørjar umstøð-
urnar vóru kring kæruna til
landsstýrismannin.
- Tað er skrivað í einum
sarkastiskum tóna uppruna-
liga sum munnligt skjal,
har ætlanin als ikki hevur
verið at viðgera tað sum
skriv. Ikki fyrrenn seinni
var tað latið út sum skriv, tí
tað ikki var nóg væl gjøgn-
umarbeitt, og samanum-
tikið er álopið totalt langt
úti, sigur ein avgjørdur
Poul Geert Hansen.
Hugburðsbroyting
Sum Poul Geert Hansen
gjørdi greitt í loftmiðlunum
hóskvøldið, ynskir hann
ikki at gera stórvegis við-
merkingar til tær hugsanir,
Bill Justinussen bar fram
um endurskoðan og møgu-
ligar broytingar í bygnaðin-
um á økinum, og í hesum
sambandi var forkvinnan í
Sjúkrarøktafrøðingafelagn
um heldur ikki at hitta.
- Tað er hansara borð,
sum eg ikki fari at leggja
meg út í nú. Eftir skrivið frá
læknunum eru vit í ferð við
at byggja upp aftur eitt kon-
struktivt samarbeiði og
samskifti, og tað ræður nú
um hjá okkum at hyggja
frameftir, vísir Poul Geert
Hansen á.
Sjúkrahússtjórin eftirlýs-
ir eitt samskifti tvørtur um
fakøki, tí tað eru 30 yvir-
læknar og 570 onnur ar-
beiðsfólk á Landssjúkra-
húsinum, og tískil mugu øll
vera við í gongdini og ikki
bert ein minnilutabólkur,
hóast hesin bólkur ikki
kann verast fyri uttan.
- Um nakað mennandi
samstarv skal fáast, mugu
vit fáa eina hugburðsbroyt-
ing í lag við samstarvsvilja
uttan áhaldandi fokusering-
ina á valdsstríð á Lands-
sjúkrahúsinum.
Poul Geert Hansen legg-
ur eina við, at um starvs-
fólk á Landssjúkrahúsinum
ikki vilja vera við í hug-
burðsbroytandi samstarvin-
um, verður ikki pláss fyri
teimum á starvsplássinum í
framtíðini.
Afturúrsigld
Sjúkrahússtjórin vísir á, at
stríðið millum yvirlæknar
og sjúkrarøktarfrøðingar er
eitt klassiskt afturvendandi
stríð, sum grannalond okk-
ara í stóran mun hava lagt
aftur um seg, men sum enn
ger seg galdandi í Føroyum.
- Á henda hátt eru vit aft-
urúrsigld í Føroyum við
áhaldandi at hava hetta
maktstríð undir sjóneyku, og
tískil er tíðin av álvara kom-
in til, at vit koma víðari til
frama fyri øll, slær sjúkra-
hússtjórin at enda fast.
- Um ósakligu skuldsetingar-
nar frá yvirlæknunum eru
sannar, skuldi øll leiðslan á
Landssjúkrahúsinum sitið í
bolt og jarn, og er hetta so
óetiskt og ómenniskjaligt, at
eingin eigur at fara víðari í
smálutir, sigur ein greiður
sjúkrahússtjóri, Poul Geert
Hansen
C
M
Y
K
9
8