leygardagur 13. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 173 - 13. september 2003
Nr. 173 - 13. september 2003
11
Tað er ein heilt ófatiligur sorgarleikur, ið hevur rakt
Svøríki við morðinum á Onnu Lindh. Hetta er ein
persónligur sorgarleikir fyri mann og synir. Hetta er
ein politiskur sorgarleikur fyri fólkaræðið. Drápið er
annað álopið á ta sermerktu politisku skipan, sum
vit í umleið hundrað ár hava havt í Norðurlondum.
Fyrra álopi var Palmemorðið, sum ikki varð upp-
klárað.
Henda politiska skipan, sum byggir á álit og opin-
leika, altjóða solidaritet og dirvi til á uttanríkis-
politiska pallinum at seta seg upp ímóti harð-
ræðisligum politiskum atburði uttan mun til, hvaðan
hesin atburður kom. Hendan skipan er einastand-
andi í øllum heiminum, og svenski javnaðarflokk-
urin hevur í heila øld verið heitasti talsmaður fyri
júst hesari skipan við opinleika og áliti. Anna Lindh
var sannførd talskvinna fyri hesi skipan. Hon førdi
uttan at himprast linjuna hjá Erlander og Palme
víðari. Men hon megnaði meira enn tað, hon
megnaði at nútímansgera svenskan uttanríkis-
politikk og hon megnaði at tilføra Europa eina
sterka sosiala og solidariska dimensión. Solidari-
teturin skudi ikki bert venda inneftir í EU men eisini
úteftir mótvegis Triðja Heiminum.Anna Lindh segði
frá, uttan mun til hvør móttakarin var og hon lat seg
hvørki kúga av USA ella av nøkrum av teimum
meria ella minni ivasomu monnunum, sum standa á
odda í ávísum EU londum.
Anna Lindh hevði stórar, bjartar og djarvar visiónir
fyri Svøríki, ikki bert á uttanríkispolitiska økinum,
men eisini á innanríkispolitiska økinum. Hon helt
trúføst fast um tær upprunaligu sosialdemokratisku
hugsjónirnar, samstundis sum hon hevði evnini til at
tillaga hesar hugsjónir til nútíðarsamfelagið. Hetta
var kanska ein orsøkin til ta mangan hatsku og
bondsku skriving móti hennara persóni og móti
hennara sjónarmiðum og hugsjónum. Anna Lindh
hevði havt ivaleyst eina stóra framtíð heima í
Svøríki so væl sum uttanlands, um henni hevði verið
lív lagað.
Anna Lindh var sterk, klók og djørv, viljaføst og
sum menniskja var hon sermerkt í orðsins mest
positiva týdningi. Hon hoyrdi til ein bólk av
trúgvum og heitum Føroyavinum í svenska
javnaðarflokkinum. Anna Lindh vitjaði sum ung í
Føroyum, har hon átti góðar vinir serstakliga í tí SU-
umhvørvi, ið var politiskt sera virkið og livandi í
sjeyti og í áttatiárunum. Hon verður nógv saknað á
politiska leikpallinum tað veri seg heima í Svøríki
eins væl og á altjóða støði. Maður og synir hava mist
eina góða konu og eina góða og fyrimyndarliga
móðir. Svøríki og Norðanlond hava mist ein
dugnaligan politikara og eitt stórt og gott menniskja.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Anna Lindh
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jógvan Fríðriksson
Gjaranes 10. sept. 2003
Hin 14. september 2003
varpar hin Føroyska Sjó-
manskirkjan (FSK) ljós á
søguna og arbeiðið hjá
sjómanskirkjuni. FSK varð
stovnað í Runavík hin 8.
juli 1981. Tess vegna hava
vit valt Glyvra kirkju sum
karm um hátíðargudstæn-
astuna. Umboð fyri kirkju-
ráðini, prestar og onnur
innboðin vera til gudstæn-
astuna saman við kirkju-
liðnum á staðnum.
FSK virkar innan karmar
fólkakirkjunnar, ja, er ein
partur av hennara virksemi.
Vit eru í tøttum samstarvi
við Donsku Sjómanskirkj-
una (DSK). Vit eru í sam-
vinnu við norðurlond í al-
tjóða høpi so at skilja, at vit
sum kirkja virka millum
altjóða sjófólk. Á sama hátt
útinna aðrar sjómanskirkjur
tænastu millum føroysk
sjófólk.
FSK ger ikki mun á
tjóðskapi, fólkasløgum og
húðaliti. Vit virka á krist-
num grundarlagi í mann-
góðum verki. Vit bera orðið
um Jesus Krist og ynskja at
vera sjófólki, fastbúgvandi
og vitjandi til tænastu.
Í nógv ár hevur FSK havt
fólk úti í teimum donsku
sjómanskirkjunum. Talan
er um assistentar og hús-
møður. Eitt tíðarskeið vóru
vit í San Pedro í Los Ange-
les. Hetta var í samvinnu
við norsku sjómanskirkj-
una. Arbeiðið verður stuðl-
að av kirkjunum, gávum frá
einstaklingum og vinnu-
ligum virksemi.
Í 2002 játtaði Føroya
Løgting FSK ein árligan
stuðul til ein sjómansprest í
Hull. Hesin peningur verð-
ur goldin FSK sum ein
blokkstuðul. Avtala varð
gjørd við DSK um eitt
samstarv. Samstarvið ber í
sær tríggjar eindir: Tað
staðbundnu kirkjuna í Hull,
FSK og DSK. Starvsetan
og skipan av starvinum er
danskt málsøki, meðan
Hull ger eitt viðmæli og
FSK innstillar.
Raksturin av sjómans-
kirkjuni í Hull kostar árliga
umleið eina millión krónur.
Harafturat er vert at varn-
ast, at ein grunnur eigur
bygningin saman við DSK.
Soleiðis sæð koma vit til
skorin klæðir og skulu ikki
hugsa um kirkju ella íbúð
til prestin. Torført er at seta
tøl á hetta virðið, tí vit
spara eina íløgu í bygning
ella leigu. FSK metir, at um
vit umrokna hesi forrætt-
indi til pening, so gjalda vit
føroyingar væl minni enn
helvtina av tí, ið sjómans-
kirkjan í Hull árliga kostar.
Sjómanspresturin í Hull
er tekin um positivan hug-
burð og nýhugsan. Politiski
myndugleikin í Føroyum
og umsitingin hava í sam-
starvið við FSK gjørt eitt
gott arbeiði. Kirkjuligi
myndugleikin sýndi fram-
tøkni, tá starvið varð við-
mælt. Avtalan við DSK
verður endurskoðað um
tvey ár, og til ta tíð eru
møguligar ábøtur verdar at
umhugsa.
Sjómanskirkjan ynskir at
vera eitt friðskjól hjá tí
siglandi fólkinum, tá komið
verður í fremmanda havn.
Til tess krevst eitt gott bak-
land, og FSK takkar teim
mongu, sum hava dugnað
sjómanskirkjuni í forbøn,
verki
og
fíggjarligum
stuðli.
Hugaligt er at síggja
Merkið veittra í fremm-
andum landi. Ímyndin av
føroyskari mentan á kross-
ristum dúki. Samstarv í
norðurlendskum og altjóða
høpi er við til at økja um
sjónarringin
samstundis
sum ávarað verður ímóti
trongskygni. Sjófólkið sigl-
ir á øllum heimshøvum.
Eingin tjóð kann vera alla-
staðni. Samstarv er neyð-
ugt.
Føroyska Sjómanskirkjan
TÍÐINDASKRIV
Hóskvøldið 11. september
kl. 20 skipa Fróðskapar-
setrið og Føroya Fróðskap-
arfelag fyri almennum fyri-
lestri.
Margrét Jónsdóttir, do-
sentur á Háskóla Íslands,
heldur fyrilestur, ið hon
kallar: Íslendsk nýmyndan -
sagnorðið ‘væða’ í saman-
setingum.
Tað forníslendska sagn-
orðið væða kemur av navn-
orðinum váð, sbr. t.d.
rekkjuváð, nútíðaríslendskt
voð. Nógv samansett sagn-
orð á íslendskum enda við -
væða,
t.d.
einkavæða,
hnattvæða, rafvæða, sið-
væða, tæknivæða og tölvu-
væða. Merkingin er altíð
tann sama: t.d. merkir
rafvæða
at
‘ravmagns-
búgva’. Fyrstu sagnorðini
av hesum slag gera vart við
seg um miðja 20. øld. Nú
veksur talið av hesum
orðum skjótt, og tann
gongdin hevur samband við
ta alsamt vaksandi tøkni-
menningina. Av nýggjum
samansetingum ber til at
nevna Windows-væða og
ADSL-væða. Í fyrilestrin-
um verður røtt um søguna
hjá hesum sagnorðunum og
ymsar spurningar teimum
viðvíkjandi.
Margrét Jónsdóttir tók
cand. mag.-prógv í ís-
lendskari
málfrøði
við
Háskóla Íslands 1981 og
hevur síðani starvast har.
Hon er dosentur í "Ís-
lendskum fyri útlendskar
studentar". Margrét hevur
skrivað undirvísingartilfar
fyri útlendskar studentar,
einsamøll og saman við
øðrum. Hon hevur skrivað
nøgd av greinum um mál-
frøðilig evni, bæði av
søguligum og samtíðar-
ligum slag, flestar innan
fyri bendingarfrøði.
Fyrilesturin er á ís-
lendskum. Úthendi (hand-
outs) verða latin.
Almennur fyrilestur á Fróðskaparsetrinum
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
Í lesarabrøvum í bløðunum
eru komnar atfinningar
móti Mentamálaráðnum og
móti landsstýrismanninum
í mentamálum í sambandi
við setan av sjómanspresta-
starvinum í Hull. Í hesum
sambandi verða hesar við-
merkingar gjørdar til at-
finningarnar.
Málið um føroyskan sjó-
mansprest varð reist fyri
Mentamálaráðnum 5. juli
2001, tá Føroyska Sjó-
manskirkjan sendi áheitan
til Landsstýrið um at skipa
eitt føroyskt sjómanspresta-
starv. Føroya biskupur,
Hans Jacob Joensen, gav
áheitanini sítt besta við-
mæli. Áðrenn politisk støða
varð tikin til málið, var ein
arbeiðsbólkur settur at lýsa
og greina allan spurningin
um eitt føroyskt sjómans-
prestastarv. Arbeiðsbólk-
urin skrivaði eitt útgrein-
andi álit, og álitið var
handað landsstýrismannin-
um tann 21. desember
2001. Seinni varð álitið
latið øllum løgtingslimum.
Í álitinum var arbeitt við
tveimum møguleikum:
1) at stovnseta sjómans-
prestastarvið
undir
føroyskari fólkakirkju,
ella
2) at skipa sjómanspresta-
starvið undir verandi
skipan.
Tað er óneyðugt at nevna,
at landsstýrismaðurin í
mentamálum vildi ynskt, at
Fólkakirkjan varð yvir-
tikin, og at vit sostatt kundu
arbeitt við fyrsta møguleik-
anum, men økið er tíverri
ikki yvirtikið, og tí muga
vit liva við verandi skipan.
Um sjómansprestastarvið
skuldi stovnast, áður enn
Fólkakirkjan varð yvirtikin,
mátti hetta sostatt gerast
undir verandi skipan, har
allir prestar (og sjómans-
prestar) verða settir í Dan-
mark eftir donskum sátt-
málum. Hetta merkir t.d., at
lønarviðurskifti, eftirlønir,
trygging, røkt av starvs-
fólki o.s.fr. eru donsk máls-
øki burturav. Undir verandi
skipan, tvs. so leingi Fólka-
kirkjan ikki er føroyskt
málsøki, er setanarmynd-
ugleikin hjá sjómansprest-
inum hjá Donsku Sjómans-
kirkjuni og ikki her í Føroy-
um. Herumframt skulu
danskir
sjómansprestar
lúka somu treytir (og hava
somu rættindi) sum danskir
fólkakirkjuprestar, ið eru
settir undir danska Kirkju-
málaráðnum.
Føroya Landsstýri vildi
vera við til at hjálpa lands-
monnum uttanlands (sjó-
monnum, lesandi og føroy-
ingum annars), og tí var
uppskot um játtan til stuðul
til Føroysku Sjómanskirkj-
una við á eykajáttanar-løg-
tingslógini fyri februar
2002. Sum grundarlag fyri
støðutakan til játtanina lá
notat og álitið, sum arbeiðs-
bólkurin
hevði
handað
landsstýrismanninum.
Í
notatinum
stendur
greitt, at Danska Sjómans-
kirkjan er setanarmyndug-
leiki, og at uppgávan hjá
Føroysku Sjómanskirkjuni
er at útvega fólk, og at end-
urrinda Donsku Sjómans-
kirkjuni tann partin av út-
reiðslunum, sum partarnir
gera avtalu um. Í notatinum
stendur eisini, at Føroyska
Sjómanskirkjan ynskir, at
føroyingar sjálvir gjalda
lønina til ein sjómansprest,
soleiðis at føroyingar eisini
kunnu avgera, hvør ið
settur verður. Og í álitinum
stendur at lesa á s. 12:
"Verður stuðul játtaður
føroysku sjómanskirkjuni,
innan
fólkakirkjan
er
yvirtikin, so verður stuðul-
in at gjalda sum blokkstuð-
ul til føroysku sjómans-
kirkjuna. Føroyska sjó-
manskirkjan ger neyðugar
avtalur við donsku sjó-
manskirkjuna
um
set-
anarviðurskifti og starvs-
økið hjá sjómanspresti."
Føroyska Sjómanskirkjan
gjørdi samstarvsavtalu við
Donsku Sjómanskirkjuna.
Mentamálaráðið
hevur,
eftir tilmæli frá Føroysku
Sjómanskirkjuni, góðkent
hesa
avtalu.
Sam-
starvsavtalan millum før-
oysku og donsku sjómans-
kirkjuna hevur við sær, at
føroyingar
endurrinda
Donsku Sjómanskirkjuni
fyri kostnaðin av lønini til
sjálvan prestin, og danir
gjalda restina av rakstrinum
av kirkjuni, herundir løn til
hjálparfólk,
bústað
hjá
presti, leigu av kirkju v.m.
Í samstarvsavtaluni mill-
um føroysku og donsku
Sjómanskirkjuna stendur,
at Føroyska Sjómanskirkj-
an og kirkjuliðið í Hull
skula ávíkavist innstilla og
koma við úttalilsi um setan
av sjómanspresti, og at
Danska
Sjómanskirkjan
setur starvið.
So leingi sum Fólkakirkj-
an er danskt málsøki, er og
verður setanarmyndugleik-
in í Danmark. Tað hevur
ongantíð verið ætlanin at
flyta setanarmyndugleikan
til Føroysku Sjómanskirkj-
una ella til føroyskan
myndugleika, so leingi sum
fólkakirkjan ikki er yvir-
tikin. Mentamálaráðið og
landsstýrismaðurin
hava
tískil heilt einfalt ikki
heimild at leggja seg út í
setanina.
Tað hevur eisini verið
ført fram, at føroyski skatt-
gjaldarin skal gjalda fyri
hátíðarhald hjá Føroysku
Sjómanskirkjuni
sunnu-
dagin tann 14. september á
Glyvrum. Hetta er ikki
beint. Føroyska Sjómans-
kirkjan hevur fingið mark-
aðan stuðul á Løgtings-
fíggjarlógini til at gjalda
løn til sjómansprestin í
Hull. Grannskoðaður rokn-
skapur fyri stuðulin fyri-
liggur, og vísir hesin rokn-
skapur, hvussu nógv er nýtt
til løn. Ónýtt játtan, tvs. alt
avlopið, verður at flyta
aftur til landskassan. Há-
tíðarhaldið
á
Glyvrum
verður ikki goldið av hesi
játtan, og sostatt ikki av
føroyska skattgjaldaranum.
Eg skal enn einaferð
loyva mær at nevna, at eg
fyrst og fremst vildi ynskt,
at vit høvdu fingið okkara
egnu føroysku fólkakirkju,
og harvið eina føroyska
sjómanskirkju, sum kundi
samstarvað á jøvnum føti
við norðurlendsku sjó-
manskirkjurnar. So kundu
vit sloppið undan slíkum
fløktum loysnum sum her
við sjómansprestinum í
Hull. Men soleiðis gekk tað
ikki, og tí valdu vit, eftir
tilmæli frá Føroysku Sjó-
manskirkjuni, ta næstbestu
loysnina. Hetta varð gjørt,
fyri ikki at forkoma málin-
um. So leingi Fólkakirkjan
ikki er føroyskt málsøki, er
og verður sjálvur setanar-
myndugleikin uttan fyri
okkara myndugleikaøki, og
hetta fær landsstýrismaður-
in einki gjørt við. Hetta
merkir so eisini, at ein
møgulig kæra frá umsøkj-
ara um setan av sjómans-
prestastarvinum eigur at
verða send til Donsku Sjó-
manskirkjuna ella møgu-
liga til danska umboðs-
mannin.
Hinvegin vil eg fegin fáa
lýst, hvat ið er farið fram í
mun til sjálva avtaluna, eitt
nú um nakað er at við-
merkja um avtalugrund-
arlagið, og fari eg tí at biðja
um eina frágreiðing frá
Føroysku Sjómanskirkjuni
hesum viðvíkjandi. Haraft-
urat haldi eg, at tað er rætt
longu nú at eftirmeta av-
taluna, og ætli eg mær tí at
heita á tann arbeiðsbólkin,
ið skrivaði álit um føroyska
sjómans-prestastarvið, at
taka sær av hesum.
Hetta mál er ein avleið-
ing av, at kirkjan ikki er
yvirtikin.
Men
kanska
verður støðan ein onnur, tá
starvið skal setast av nýggj-
um um trý ár. Tá hava vit
vónandi
eina
føroyska
fólkakirkju,
sum
kann
samstarva á jøvnum føti við
eitt nú donsku fólkakirkj-
una
og
donsku
sjó-
manskirkjuna.
TÍÐINDASKRIV
frá Føroyahúsinum
Feløgini og Føroyahúsið
eru farin undir vetrar-
skránna, sum hevur tilboð
av mongum slag. Tó er her
at siga, at vit kunna borð-
reiða, men vit kunna ikki
noyða fólk til at koma
innar. Húsið er fyrst og
fremst karmur um tiltøkini.
Øllum stendur í boði at
koma við hugskotum og til-
tøkum, sum kunna fjøltátta
tilboðini í húsinum, sigur
leiðarin, sum tó heldur at
vanliga er undirtøkan góð
til tey tiltøkini, sum eru.
Húsið var fullsett leygar-
kvøldið til dansin, sum
Fótatraðk skipaði fyri. t.v.s
uml. hálvtriðjahundrað fólk
inni. Longu í august hava
verið týsdagsdøgverðar, re-
septión og fótbóltsdystur á
stórskýggja, har eini 180
fólk vóru til dystin millum
Føroyar og Ísland.
Reseptión: Løgini
Fríggjakvøldið 12. sep-
tember verður reseptión, nú
stórverkið Løgini til Føroya
Kvæði er útkomin. Eftir
tógvið stríð í út við fimm ár
eydnaðist at fáa hetta
verkið úr hondum greitt um
ólavsøkumundið. Marianne
Clausen kórdirigentur og
tónleikagranskari
hevur
verið rithøvundi og ritstjóri.
Marianne og faðir hennara
Claus Clausen hava bæði
savnað saman vísu- og
sálmaløg í Føroyum og á
annan hátt víst føroyskum
sangi og tónleiki ans. Fyri
sítt virki fekk faðirin vakra
steinmynd
fra
Føroya
Landsstýri í 1963. Hetta
relieff av Janus Kamban
hongur nú í Føroyahúsinum
og er gáva frá Marianne og
móðir hennara, tá ið faðirin
var farin.
Føroyahúsið og Marianne
skipa fyri reseptiónini. Kaj
Larsen, sum er kønur innan
kvæðasavningina, fer at
hugleiða um hetta og tað
nýggja verkið. Marianne
fer sjálv at greiða frá sínum
arbeiði við lagasavningini.
Húsakórið, sum hon stjór-
naði í 22 ár, fer at syngja
tríggjar sangir við kvæða-
lag og Fótatraðk fer upp á
gólv. Eisini verður borðreitt
við sneisabitum og øðrum
undir respetiónini. Bókin
verður sjálvandi at fáa til
keyps. Tíverri er tað tó
hent, at meginparturin av
upplagnum skal prentast
umaftur, tí fleiri lýti eru í
stórum parti. Hendan prent-
ingin er farin í gongd.
Danir vilja fegnir vita
meira um Føroyar
Ikki so sjáldan venda skúl-
ar, feløg og onnur sær til
okkara at fáa meira at vita
um føroysk viðurskifti og
um sjálvt húsið. Nú ein
dagin var ein ungur arki-
tektur. Hon skuldi tekna
eini koreansk kulturhús og
var tí og leitaði eftir in-
spiratiónum hjá okkum.
Týsdagin 16. septembur
vitja
fjøruti
fólk
við
Norrøna Felagnum í Lyng-
by. Tey skula eta kalvadøg-
verða saman við okkum og
eftir tað fer Sjúrður Skaale
at siga frá um Føroyar.
Hendan dagin vitjar ein
annar kenningur. Tað er
Stanley
Samuelsen
úr
Fuglafirði sum saman við
vinmanninum Hans Erics-
son úr Svøríki fara at
syngja fyri gestunum hetta
kvøldið, har rokna verður
við eini hundrað fólkum til
kvøldið.
Onkuntíð koma skúla-
flokkar inn og fáa frásøgn í
húsinum. Men stundum fer
leiðarin sjálvur ella sama
við øðrum út á onkun skúla
ella okkurt felag at siga frá.
Tað kann vera ein Rotary,
rithøvundafelag, skótabólk-
ur, vælgerandi bólkar av
ymsum slag o.a.
Listafólk, rithøvundar
og veitslur
Í september hevur Fanny
Mouritsen úr Havn og
Henry Mieseles úr New
York framsýning í Stóru-
stovu. Undan teimum vóru
Niels Salmony aúr Trongis-
vági og Bjørn Lerberg úr
Noreg. Og soleiðis skiftir.
Men mong av hesum fólk-
um búgva nú í Danmørkini.
Fanny í Sindal og Henry í
Keypmannahavn. Føroya-
húsið hevur hesar framsýn-
ingar, men Listafelagið fer
eisini at hava tvær fram-
sýningar í heyst møguliga
saman við kafékvøldi, sum
vísir seg at vera sera heppin
máti. Annika Brimheim er
formaður í føroyska Lista-
felagnum í Keypmanna-
havn.
Í fjørvetur vóru Oyggj-
arnar tema. Tað vísti sega at
hava góðan áhuga. Onkur
oyggj kom ikki rættiliga
upp í part tá, so tær koma
nú í vetur. Nólsoyggin er á
skránni síðst í septembur.
Og nøkur munna eisini bíða
eftir einum hugnaligum
bingokvøldið, sum samtíðis
er til frama fyri húsið. Fýra
slík kvøld vera í heyst. Tað
fyrsta verður 23. septemb-
er.
Í oktobur eru fleiri stór
tiltøk so sum tann kenda
vínveitslan 4. oktobur, har
Pauli Joensen er vínkenn-
arin og Stina Gudmunds-
dóttir kokkurin. Tá fara
Julianne Boys at spæla og
Húsakórið skipar fyri sam-
an við Føroyahúsinum.
Kvinnufelagið skipar fyri-
lestri um Villiam Heinesen
og 10. oktobur verður aftur
mentanarnátt
í
Keyp-
mannahavn, har vit altíð
eru við. Fótatraðk fer seinni
í mánaðinum at skipa fyri
almennum
føroyskum
dansi og eftir mánaðar-
skiftið fer Ítróttarfelagið at
hava ársveitslu og mann-
ingin
á
Tvørábátinum
lundaveitslu.
VIÐMERKINGAR
Viðmerkingar til skriving um sjómansprestastarvið
Vetrarskráin hjá Føroyahúsinum
C
M
Y
K
11
10
Lesið
-tað loysir seg