leygardagur 13. september 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 173 - 13. september 2003
Nr. 173 - 13. september 2003
13
Vilmund Niclasen
60 ár
Leygardagin 13. september
fyllir Vilmund Niclasen í
Hoyvík 60 ár. Vilmund er
sørvingur, sonur Valborg, f.
Thomasen, úr Sandavági og
Heina Martin Niclasen úr
Sørvági.
Sum ungur flutti hann til
Danmarkar, har hann var
búsitandi á Rødby Gård
nøkur ár.
Sum 16 ára gamal kom
hann heim aftur og búsettist
hjá foreldrunum í Sørvági,
har hann varð kendur fyri at
hjálpa, serliga einsomum
og eldri fólki í bygdini við
at sláa, velta ella rudda fyri
tey. Hann hevur ruddað í
mongan kjallara í Sørvági,
og var "Kalø" trillibøran
honum eitt sera hent am-
boð.
Vilmund hevur altíð ver-
ið morgunmaður, og mang-
an var tað so, at hann hevði
leitað sær út á Sørvágskei
at fiska, áðrenn húsfólkið
var komið upp.
Vilmund er sera húsligur,
og honum dámar væl at
hava tað reint og ruddiligt
rundan um seg.
Í 70-unum flutti hann til
Havnar, har hann búði í
nøkur ár, til hann flutti
norður til Eiðis. Har búði
hann eisini í nøkur ár.
Seinnu árini hevur hann
búð í sambýlinum á Mýr-
ini í Hoyvík, har hann
trívist
ómetaliga
væl.
Mangan túrin kring landið
og uttanlanda við hevur
hann verið saman við
teimum,
ið
búgva
og
arbeiða á Mýrini.
Vilmund er ein fríur út-
vendur persónur, sum tosar
við øll fólk, men honum
dámar avgjørt ikki at fólk
floyta. Mong munnu tey
vera, sum hann hevur roynt
at selt smáar málningar til,
og hava tey ognað sær eitt
tjaldur, ið hann hevur
málað.
Vilmund er hittinoraður
og liggur væl fyri at gera
smár yrkingar - ella "rím".
Vilmund hevur sera góða
rødd, og dámar honum eis-
ini væl at syngja, og hevur
hann sína dagligu gongd í
kirkju ella á møtir.
Vilmund arbeiðir á Verk-
staðnum Vón á Argjum og
býr á Sambýlinum í Hoy-
vík.
Dagurin verður hildin
fyri innbodnum í Sambýl-
inum á Mýrini 6 í Hoyvík.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
30. september fingu Halgerð L. Jacobsen og Leif
Niclassen, Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 4400 gr.
1. september fingu Vígdis Eysturdal og Rúni Niclassen,
Klaksvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4860 gr.
2. september fingu Marit Christiansen og Andras í
Frammistovu, Kirkju, eina dóttur. Hon var 54 cm long
og vigðaði 5100 gr.
2. september fingu Jacoba Torgunn Winther og Jón Tór
Baldvinsson, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 2900 gr.
3. september fingu Hanna Olsen og Ásmundur Hansen,
Søldarfirði, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
3900 gr.
4. september fingu Malena Petersen og Jóhan Heini
Heinesen, Viðareiði, ein son. Hann var 52 cm langur og
vigaði 4100 gr.
4. september fingu Eyð B. og Rodmundur Nielsen,
Glyvrum, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði
3825 gr.
4. september fingu Noomi og Karl Gregersen, Syðru-
gøtu, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3900 gr.
4. september fingu Virginia Tess Boxer og Jógvan Sune
Danielsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og
vigaði 3450 gr.
4. september fingu Katrin Dagbjartsdóttir Johansen og
Mats Brisenfeldt, Tórshavn, ein son. Hann eigur Bjartur.
4. september fingu Rakul og Rói Lindberg, Tórshavn,
ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4050 gr.
5. september fingu Nena og Heri Thomsen, Tórshavn,
ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3700 gr.
5. september fingu Durita og Johnny í Grótinum,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði
4725 gr.
5. september fingu Valborg D. og Karl L. Thomassen,
Kollafirði, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði
2630 gr.
5. september fingu Ragna Gøthe og Áslakk Jacobsen,
Norðragøtu, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
4100 gr.
6. september fingu Karina og Mikkjal Pauli, Klaksvík,
ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3500 gr.
6. september fingu Jóhanna og Mortan Rasmussen,
Kollafirði, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
4100 gr.
7. september fingu Eyðna Danielsen og John Vilhelm-
sen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3650 gr.
8. september fingu Súsanna Káradóttir og Dávur K.
Glerfoss, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og
vigaði 3500 gr.
8. september fingu Lisbeth Vang, Klaksvík, og Regin
Dalsgarð, Argjum, ein son. Hann var 51 cm langur og
vigaði 3800 gr.
8. september fingu Joan Mortensen og Alex Hentze,
Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
3550 gr.
8. september fingu Elinborg Nygaard, ættað av Tvøroyri,
og Lars Løgstrup Sørensen, Odense, ein son. Hann var
58 cm langur og vigaði 4420 gr.
9. september fingu Randi Borðoy og Jan Mortensen,
Oyrarbakka, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði
4350 gr.
1. september 2003 vórðu
tvey nýggj fólk sett í starv
sum parkeringsansarar í
Tórshavnar Kommunu. Tey
eru Thordur Thorsteinsson
úr Havn og Ann-Mari
Jensen av Sandi.
Thordur er 44 ára gamal,
sonur Maritu, f. Hentze, og
Georg
Thorsteinsson
í
Havn. Hann hevur handils-
útbúgving og rak tógv-
handilin Igloo í Havn í 9 ár.
Ann-Mari er 39 ára
gomul, dóttir Sólrun, f. Jo-
hannesen,
og
Ásbjørn
Jensen á Sandi. Hon er út-
búgving sum almanna- og
heilsuhjálpari og hevur
búð í Kepmannahavn í 8 ár,
har hon lærdi og arbeiddi á
einum røktarheimi.
Parkeringsansararnir
hoyra undir Føroya Land-
fúta, og Ann-Mari og
Thordur arbeiða út frá
Politistøðini í Havn.
Nýggir parkeringsansarar í Havn
Ann-Mari Jensen og Thordur Thorsteinsson, parkeringsansarar í Tórshavnar Kommunu
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Andlát
5. september
Maria Vágstún, Klaksvík, ættað úr Soylu á Sandi,
80 ár
6. september
Olivia Karlson, Tvøroyri, 86 ár
7. september
Kjartan Strøm, úr Vági, 47 ár
Halgrím Mogens Skoráadal, 67 ár
Tóri Mortensen, fyrrverandi skræddari, ættaður úr
Øravík, búsitandi á Bornholm, 79 ár
9. september
Edmund Gerdum, av Strondum, 81 ár
10. september
Hanus Sofus Hansen, ættaður úr Mikladali, 87 ár
Frida Elisabeth Justinussen, vanliga nevnd Betta
Højgaard,lærari í Klaksvík, 90 ár
11. september
Eli Jakobsen, Sandvágur, ættaður av Slættanesi, 64
ár
Sólgerð Djurhuus
fyristøðukvinna á Ellis- og
Umlættingarheiminum
f. 04.02.41 – d. 03.07.03
Góða Sólgerð.
Undarliga óveruligt kennist tað at tú ikki ert
millum okkum longur!
Tað verða skjótt 19 ár, síðani tú var sett sum
leiðari á Umlættingarheiminum við V. U. Hamm-
ersheimbsgøtu og legði tú stevið har so væl og
umhugsið, at har bleiv gott at vera, bæði hjá bú- og
starvsfólki.
Nøkur ár seinni, tá so Ellis- og Umlættingar-
heimið vóru løgd saman, átók tú tær hesa uppgávu
við! Tað skein ígjøgnum alt, sum tú hevði við at
gera, at tú vart ein eyðmjúkur persónur. Tey gomlu
stóðu tínum hjarta nær, og rættindi teirra var tú al-
tíð klár at verja. Siðsemi var í hásæti, og tað kunnu
vit bara hava størstu virðing fyri.
Sólgerð, tú gjørdi ikki nógv burtur úr tær sjálv-
ari, men harafturímóti vísti tú bæði umsorgan og
áhuga fyri familju tíni og starvsfólkunum og teirra
familju. Tá ið á stóð, vart tú altíð klár við eini
hjálpandi hond. Sjálv bar tú sjúku og mótgongd í
tolni. Tú var ikki ein, ið dámdi at standa fram, helst
tvørtur ímóti, men arbeiðið kravdi hetta til tíðir.
Og so hevði tú hendan eginleikan, sum næstan er
við at doyggja út, sum fekk tey tú hevði »undir«
tær, at slappa av saman við tær. Einki við at gera
»honnør« nei! Tað er bara je! Tað verður sagt um
summi, at tey eru heldur »kantut«! Tú var »rund«
Sólgerð, og kanska til tíðir alt ov góð av tær! So er
tað sagt.
Palli, eftir øll hesi ár hava vit ikki kunnað annað,
enn lagt til merkis hvør ómetaligur stuðul, tú hevur
verið Sólgerð, og ikki at gloyma allar tær ferðir tú
hjálpti til á bæði ein og annan hátt í sambandi við
hugnakvøld, jólahald, bara fyri at nevna nakað! Vit
hugsa ofta um teg og tann sakn tær hevur verið
fyri, má Guð styrkja teg og hjálpa tær at líta fram-
eftir, hóast alt!
Sólgerð! Takk fyri at tú var akkurát sum tú var!
Friður veri yvir minninum um teg!
N. B. Einaferð segði tú, kanska mest sum í spølni,
men tað vóru nøkur, ið festu sær tað í minnið! Tá
ið je fari til gravar, skulu tygur syngja hendan
sangin!
Tá ið endar mítt stríð og útrunnin mín tíð
skal eg náa ta himmalsku strond.
Jesus eyga mítt sær, og tá vísir hann mær
naglamerkini í síni hond.
Niðurlag:
Eg skal ganga við lívsvatnsins strendur
hoyra pálmanna friðsæla sús
eingin synd eingin sorg
er í himmalsins borg
men bert songur sum havsbylgjubrús.
Starvsfólkið á Ellis- og
Umlættingarheiminum í Havn
Hanna Mortensen
65
Dagurin, hon varð fødd,
gjørdist kendur í føroyskari
søgu nøkur ár seinni.
Hanna Mortensen í Havn er
nevniliga fødd 14. sep-
tember í 1938.
Hon er ættað úr Klaks-
vík. Mamman var Anna
Kathrina Joensen úr Funn-
ingsfirði. Hon var seinna
kona Gunnar Kallsberg,
sum var lorvíkingur, men
búsettist í Klaksvík og
arbeiddi sum formaður hjá
Kjølbro. Gunnar hevði
verið giftur við Elin Sofíu
Poulsen úr Kollafirði. Tey
fingu børnini Poul, Einar
og Ellu. Í seinnu giftu vóru
4 børn: Gutti, Hanna, Kaj
og Anfinn, sum er løg-
maður.
Hanna tók studentsprógv
á Skansabrekku í 1956. Á
studentaskúlanum
hevði
hon Arnbjørn Mortensen av
Tvøroyri sum lærara, og
nakað seinni rann saman
teirra millum. Tey giftust
og búsettust í Havn. Hanna
og Arnbjørn fingu synirnar
Andras og Gundur. Fyri
nøkrum árum síðani doyði
Arnbjørn knappliga.
Hanna hevur havt skriv-
stovustørv og verið virkin á
øðrum økjum eisini, m.a.
hevur hon verið virkin í
Norrøna Felagnum. Hon
hevur starvast í mong ár á
Fornminnissavninum.
Anders Harboe
Ree 60
Mánadagin 15. september
fyllir Anders Harboe Ree í
Havn 60 ár. Hann er sonur
Odu og Helge Harboe Ree.
Oda var dóttir Karina og
Jógvan Kjølbro í Klaksvík.
Hon giftist til Noreg og
búði í Lillehammer. Síðani
búði hon í Havn í mong ár.
Anders tók matematiskt
studentsprógv í Hoydølum
í 1963. Hann fór til Dan-
markar at lesa og tók em-
bætisprógv sum lækni.
Hansara spesiali er røntgen,
og nú hevur hann skjótt í
mong ár verið yvirlækni á
røntgendeildini á Lands-
sjúkrahúsinum.
Andres
hevur stóran áhuga fyri
fuglum og gongur nógv í
haganum.
Eisini
hevur
hann summarhús í Tjørnu-
vík.
Dagurin
13. september. Cyprianus, deyður í 258. Hann var
sakførari og lærari í Kartago, men 45 ára gamal gjørdist
hann kristin og varð tvey ár seinni valdur til biskup.
Skrivaði nógvar lærubøkur og søgubøkur, og handrit
hansara eru týdningarmiklar keldur til søguna hjá
fornkirkjuni. Varð tikin av døgum undir Valerianus
keisara.
14. september. Dýrd krossins. Eisini rópt krossmessu
um heystið. Krossurin, sum drotningin Helena fann, varð
tikin og fluttur burtur av heidningum, men funnin aftur og
førdur til Jerusalems. Dagurin verður hátíðarhildin til
minnis um hesa hending.
14. september er eisini dagurin, tá ið atkvøðugreiðsla í
1946 var í Føroyum um samband við Danmark ella
loysing.
15. september. Mariumessa síðari. Dagur hildin til
minnis um tað sálarneyð, sum gekk á Mariu Moy fyri tær
líðingar, sonurin mátti tola. Í summum álmannakkum
stendur eisini navnið Áskel, ið er sama navnið sum
svenska navnið Eskild. Trúboðarin Eskild varð steinaður í
hel við Eskilstuna í Svøríki í umleið 1080.
Áskel merkir gudahjálmur.
Prógv
Dora Lómstein hevur tann 20. august 2003 tikið prógv sum farmaseutur á Danmark Farmaceutiske universitet.
Holgar Nielsen
50 ár
Í dag, leygardagin 13. sep-
tember,
fyllir
Holgar
Nielsen í Vestmanna 50 ár.
Holgar er Vestmenningur,
sonur Bodil og Kjartan
Nielsen.
Sum ungur arbeiddi hann
á Vestmanna Skipasmiðju,
har hann lærdi til sveisara.
Hann er eisini útbúgvin
byggiteknikari. Hann ar-
beiddi á plastverksmiðjuni
Tór Plast í Vestmanna frá
fyrst í 80-unum til 1992/93.
Í 1993 var hann í Grøn-
landi, har hann var við til at
starta upp eina plastverk-
smiðju. Á sumri 1994 fór
hann til Danmarkar, har
hann eisini arbeiddi á eini
plastverksmiðju, til hann
kom aftur til Føroya í 1996
og fekk starv hjá Kemilux í
Havn, har hann arbeiðir
sum virkisleiðari í dag.
Holgar er giftur við Andreu
Julionnu, f. Olsen, úr Vest-
manna, tey eiga fimm børn.
Holgar spældi í nøkur ár
við VÌF, og var hann ein av
bestu hondbóltsspælarun-
um í landinum og ein fram-
úr góður svimjari, og fekk
hann onkra gullmedalju í
svimjing. Hann er eisini
dugnaligur til at gera mat,
og plagar hann at hjálpa
beiggja sínum, Gunduri
Nielsen, at matgera til
veitslur o.l. Eisini er hann
stórskemtari og dugir væl
at undirhalda á veitslum og
samkomum.
C
M
Y
K
13
12