Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 13. september 2003 15 - Føroyingurin er róligur og skal hava góða viðgerð og vit hava tær bestu íbúð- irnar til føroyingar, sigur Frank Pedersen, hotelstjóri á Nord- søen í Blokhus FRÍTÍÐ Orð&myndir: Ólavur í Beiti Danland í Blokhus: Hotel- stjórin á Danland hotellin- um í Blokhus, Frank Peder- sen, kennir fleiri føroyingar og og óivað kenni fleiri túsund føroyingar henda blíðsníðaða og fryntliga man. Av teimum lovorðum Frank Pedersen hevur um føroyingar, ja so kundi eg sagt tað sama um mannin sjálvan, tí soleiðis havi eg eisini lært hann at kenna, at hann er ein sera fyrikom- andi og smílandi og vinar- ligur maður. Frank Pedersen er 62 ára gamal og hevur starvast innan hetta øki í 30 ár, so hann kennir sítt fak, sum vit siga. Og nú er dóttir hansara Inge eisini komin meiri og meiri við, sum eg skilji, og verður helst at taka yvir eftir pápan, tá ið hann einaferð leggur frá sær. Frank Pedersen er út- búgvin virkisleiðari og áðrenn hann tók yvir ho- tellið var hann leiðari í 10 ár í eini keypsamtøku. 276 íbúðir Nordsøen hotellið í Blok- hus er eitt av teim størstu hotellunum hjá Danland. Tað hevur 276 íbúðir í 3 støddum. Í sjálvari móttøk- uni starvast 5 fólk, men so eru alt í alt eini 50 fólk knýtt at virkseminum á hotellinum — hjálparfólk av ymiskum slagi, rein- gerðingsfólk, 1 málari og ein timburmaður, 15 fólk á kafeteria í Vandland osv. Og tað skulu eisini nógv fólk at halda hesum stóra øki við líka og í brúkligum standi, tað sigur seg sjálvt. Tá ið eg skal hitta Frank verði eg boðin inn á skriv- stovu hansara, men hann er skjótur at siga mær at á hesi skrivstovu er hann nærum ongantíð. Honum dámar best at sita úti í móttøkuni. Men hann skal vísa mær eina tekning av tí nýggja motiónsrúminum sum skal gerast. Hetta er eitt 200 fermetrar stórt motiónsrúm sum verður klárt at taka í nýtslu í apríl-mai komandi ár. Umframt at íðka motión er í hesum nýggja øki eisini sauna og felags-sauna, dampbað, vatnmassaga og luftmassaga, Jet-stream, Relax Bassin og solariir og húðrøkt. Tær bestu íbúðirnar Eg eri forvitin at vita, hvussu Frank Pedersen dámar føroyingar og eitt stórt og vinarlig smíl legst um alt andlit hansara og so koma lovorðini út í stríðum streymi. - Føroyingurin er róligur og skal hava eina góða viðger og eg havi bara havt góðar upplivingar saman við føroyingum, sigur Frank, og eg vóni at vit fáa sama tilboðið aftur kom- andi ár, leggur hann so aftrat, og her hugsar hann sjálvandi um góða tilboðið sum einir 6000 føroyingar hava keypt í summar til Danland. - Og vit hava eisini havt eitt sera gott samstarv við Smyril Line, sigur Frank Pedersen og vil vita, um eg kenni tann og tann á Smyril Line, sum eg so geri. - Føroyingar fáa eisini tær bestu íbúðirnar, sigur Frank Pedersen, men hann er ikki vísur í, um eg skal skriva tað, og gevur mær so loyvi til tað kortini, tá eg sigi honum at Føroyar er eitt sera lítið land og alt frættist við miklari ferð, sum hann sjálvandi veit. - Men okkara primera aktiv er strondin, endar Frank Pedersen við at siga og nú hevur hann boðið morgunmat og eg heilsi uppá nøkur av starvsfólk- unum í móttøkuni, eisini Inge, dóttrina, sum hevur eyðkenda smílið eftir pápan. Hotellstjóri í Blokkhus: Føroying- urin er so positivur Bartholin Thomsen eitur nýggi stjórin á Cafeteria í Vandland. Hann hevur bert starvast í ein mánaða so ikki allir føroyingar sum vitjaðu Danlanmd í Blokhus hava hitt Bartholin. Men hann hevur verið í Føroyum og starvaðist í Mjørkadali eitt ár, hetta var í 1969. Og í frítíðini arbeiddi hann eisini — ikki dønum ólíkt — í Føroya Keypsamtøku í Havn Frank Pedersen og dóttirin Inge. Tey gleða seg bæði at síggja føroyingar aftur komandi summar. Soleiðis sær Danland út í Blokhus. 15 14 Nr. 173 - 13. september 2003 - Tá ið kommunurnar vóru í kreppu og ongan pening høvdu at arbeiða við, stóðu tær ógvuliga tættar, men tá ið pengar aftur komu í kassan, fóru tær hvør í sínum lagi at gera íløgur. Bygdarráðsformað- urin í Hósvík, Jógvan Mørkøre, heldur ikki, at slíkt kemur at ganga í longdini – at hvør í sínum heraðs- horni samtykkir og brúkar pening, og tá ið so neyðin er størst, aftur ganga saman. Í dag verður nýggj fólkaatkvøða í Hósvík um kommunu- samanlegging FÓLKAATKVØÐA Vilmund Jacobsen Í dag verður aftur fólka- atkvøða í Hósvíkar komm- unu um samanlegging við komandi Sunda kommunu. Hetta er onnur atkvøðu- greiðslan um hetta mál í hesum árinum. Við fyrru fólkaatkvøðuna hendi tað, at fólk í Hós- víkar kommunu, sum tey einastu í Norðstreymoy og í Sunda kommunu, atkvøddu seg uttanfyri ætlaðu saman- leggingina. Í øllum hinum kommun- unum var meiriluti fyri at leggja saman. Nýggj støða Eftir fólkaatkvøðuna fóru fólk í Hósvík at savna inn undirskriftir til frama fyri samanlegging, og her vísti tað seg, at ein meiriluti av veljarunum kortini er fyri felagskommununi. Í skrivi til bygdarráðið í Hósvík heittu tey á komm- unustýrið um at skipa so fyri, at Hósvíkar kommuna eisini verður við í Sunda kommunu. Jógvan Mørkøre, bygdar- ráðsformaður í Hósvík, sig- ur, at við hesum undir- skriftum fyrilá ein nýggj støða, og bygdarráðið kendi seg bundið at taka málið uppaftur. - Tí verður ein nýggj fólka- atkvøða um spurningin aftur í dag, sigur hann. Bygdarráðsformaðurin sigur, at atkvøðugreiðslan fer fram á sama hátt sum kommunuvalini, og tað er valnevndin í bygdini, sum tekur sær av øllum viður- skiftum í hesum sambandi. Á atkvøðuseðlinum eru tveir møguleikar – ja ella nei fyri at leggja saman við komandi Sunda kommunu. Estrid Olsen er formaður í valnevndini í Hósvíkar kommunu. Meira aggressiv Vit spurdu Jógvan, um munur er á stemninginum hesaferð og undan seinastu fólkaatkvøðu. - Eg vil siga bæði ja og nei. Tey fáu, sum vóru aktiv og góvu til kennar, at tey vóru ímóti seinast, eru meira aggressiv nú. Tað havi eg merkt. Men eg skilji ikki grundgevingarn- ar fyri, at hesi fólk siga nei at fara uppí Sunda komm- unu. Jógvan vísir á, at ein teirra, sum alment talar ímóti, sjálvur hevur sitið í bygdarráðnum í Hósvík. - Eg skilji tað ikki, tá hes- in í fyrstu atløgu talar fyri, at vit halda okkum burtur og síðan tosar um samstarv eftir, at vit ikki eru við í felagskommununi. Í mínari verð hongur hetta ikki sam- an, tí eru vit ikki innanfyri, so eru vit uttanfyri. Bygdarráðsformaðurin vísir á samstarvið millum kommunurnar um ellis-og røktarheimið, sum byggjast skal í Hvalvík. - Eftir seinastu fólkaat- kvøðu hava vit undirskriv- að ein sáttmála, har vit eru við til at bera okkara part av útreiðslunum, men bert kunnu fáa eygleiðarastøðu – og ikki atkvøðurætt – í nevndini. Eygleiðarastøða Hann sigur, at Hósvíkar kommuna hevur bundið seg til at gjalda lánini aftur og møguliga at gjalda ein part av rakstrinum. - Men sum eygleiðarar hava vit á pappírinum onga ávirkan á viðurskiftini annars. Jógvan Mørkøre sigur seg ikki skilja, hvussu summi kunnu halda, at Hósvíkar kommuna fær líka nógv burtur úr við at samstarva sum aktivt at verða við í felagskommun- uni. - Tey, sum sita við av- gerðunum, kunnu jú altíð siga: Farið tit út og keypið, og tá ið keypt er, siga tey – gevið okkum peningin! Við eygleiðarastøðu, eru av- gerðirnar ikki okkara. Tað verða hinir, sum seta dags- skránna, sigur hann. Bygdarráðsformaðurin sigur seg undrast yvir, at hesin fyrrverandi bygdar- ráðslimurin, sum er skrivari hjá Norðstreymoyar Sam- bandsfelag, er so hart ímóti hesi samanlegging. - Eingin hevur verið meira aktivur fyri saman- legging av kommunum sum táverandi landsstýrismaður Sambandsfloksins, Eilif Samuelsen. So, eg skilji ikki rættiliga, hvussu hetta hongur saman, og hvørjar grundgevingarnar eru fyri, at Hósvíkar kommuna – sum ein lutfalsliga lítil kommuna - í framtíðini skal liggja einsamøll ímill- um tvær stórar kommunur. Saman og sundur Jógvan Mørkøre sigur, at orsøkin til, at hann hálsaði um, sum hann sjálvur tekur til, er, at hann seinastu árini hevur sæð, hvussu gongdin hevur verið. - Tá ið kommunurnar vóru í kreppu og ongan pening høvdu at arbeiða við, stóðu tær ógvuliga tættar, men tá ið pengar aftur komu í kassan, fóru tær hvør í sínum lagi at gera íløgur. Bygdarráðsformaðurin heldur ikki, at slíkt kemur at ganga í longdini – at hvør í sínum heraðshorni samtykkir og brúkar pen- ing, og tá ið so neyðin er størst, aftur ganga saman. - Eitt av málunum við samanlegging er at fyri- byrgja, at vit ikki fáa fleiri dupult-funktiónir kring um í kommununum. Hesum er eingin meining í, um tær ikki eru neyðugar. Hann vísir á, at tað tekur bert einar 20 minuttir at koyra úr Hósvík og norður til Eiðis. Ivingarsamur Vit spurdu eisini Jógvan, hvat hann væntar, at út- fallið av fólkaatkvøðuni verður í dag. - Eg tori einki at siga ella vænta. Men tað verður undarligt, um meirilutin av veljarunum, sum heitti á bygdarráðið um at taka málið uppaftur, ikki fer á val. Um so verður, at meiri- luti enn einaferð verður fyri ikki at leggja saman, fari eg at seta eitt stórt spurnartek- in við, hvat undirskriftir eru verdar – og hvat demokrati- ið er vert. Men hvat gert tú, um samanleggingin ikki vinnur frama? - Eg geri einki, men tá verður málið í hvussu er ikki tikið uppaftur í hesum valskeiðnum. Jógvan heldur tó ikki, at hann fer at leggja frá sær sum bygdarráðsformaður – uttan mun til, hvat úrslitið verður í dag. - Eg kenni á mær, at ein stórur partur av bygdarfólk- inum stuðlar mær, og eg kenni tað sum mína skyldu at sita restina av hesum valskeiðnum, soleiðis at vit undir øllum umstøðum fáa framt tey mál, sum liggja fyri framman. Í hesum sambandi nevnir Jógvan eitt nú stovnin fyri børn, vatnið í kommununi og aðrar útbyggingar, sum kommunan hevur ætlanir um at fremja í hesum val- skeiðnum. Alt at vinna - Eg taki hetta púrasta avslappað, men mæli bygd- arfólkinum staðiliga til at velja samanleggingina – og ikki at seta seg uttanfyri eina komandi Sunda kommunu og teir møgu- leikar, sum her eru at vinna, sigur Jógvan Mørkøre. Standa tættar í kreppu, men spjaddar við pengum Jógvan Mørkøre við valkassan seinast, tá ið hósvíkingar atkvøddu seg uttanfyri komandi Sunda kommunu. - Eg tori einki at siga ella vænta hesaferð, sigur bygdarráðsformaðurin Mynd: Jens Kristian Vang Hósvíkar søgdu nei til Sunda kommunu seinast. Hvussu valið fellir hesaferð, verður greitt í dag Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14