leygardagur 13. september 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 173 - 13. september 2003
Nr. 173 - 13. september 2003
17
Opinberingin á leik-
palli. Fyrilestur fyri
Javna. Ferðafrásøgn
úr Kambodja. Lone
Hertz vitjar um viku-
skiftið, og hennara
fjølbroyttu uppgávur
í Føroyum hesar fáu
dagarnar vitna um
eitt virki menniskja
fult av áræði og yvir-
skoti. Hon er trúgv-
andi og ræðist líka-
sæluna meira enn
nakað annað. Vit
hittu Lone Hertz á
einum hotellkamari á
Hotel Hafnia
PORTRETT
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
»Kom ind!«
Innan fyri hurðina á
kamari 408 á Hotel Hafnia
við útsýni yvir tær myrku
havnargøturnar ljóðar ein
innbjóðandi, ung gentu-
rødd. Røddina eigur 64 ára
gamla Lone Hertz. Hon er
júst komin til Føroya og
skal eta døgurða saman við
sínum vertum um ein lítlan
tíma. Kortini gevur hon sær
stundir til eitt prát. Eitt prát,
sum skuldi gerast longri
enn væntað, tí hon hevur so
nógv upp á hjartað.
Hon tekur ímóti við ein-
um stórum smíli. Á veggin-
um hongur ein fínur hvítur
kjóli við perlum sum í æv-
intýrunum, sum helst er til
framførsluna fríggjakvøld-
ið í Mentanarhúsinum, har
hon skal leika krevjandi
leikin Opinberingina.
– Eg havi akkurát nátt at
pakka út, sigur hon eitt
sindur umberandi, men satt
at siga er einki at umbera.
Hon er von at búgva á
hotelli sæst.
Talurør og sendiboð
Hetta er triðju ferð, minnist
hon rætt, at Lone Hertz er í
Føroyum. Hvørja ferð hev-
ur hon verið boðin higar,
men stóð tað til hennara,
sluppu allir danskarar at
uppliva Føroyar.
– Øll skúlabørn í Dan-
mark skuldu fingið ein
feriutúr til Føroya eina ferð
í lívinum, so teir kundu sæð
hetta lítla landið, tí tað er
ein stór uppliving at vera
her. Eg kendi einki til Før-
oya, og tað gera flestu
danskarar heldur ikki. Eg
veit ikki, hvussu nógv før-
oyingar hugsa um Dan-
mark, men eg haldi ikki, at
Danmark hugsar nógv um
Føroyar. Og tað haldi eg
vera stórt spell. So leingi
vit eru saman, áttu vit at
komið
hvørjum
øðrum
nærri. Bara náttúran er so
rík, sigur Lone Hertz og
andar djúpt inn.
Hon hevur altíð havt eina
orsøk at koma. Fyrstu ferð
var tað Javni, sum bað hana
koma at tosa um sína bók
um sonin Thomas, sum er
menningartarnaður.
– Eg havi verið eitt talurør
og eitt sendiboð fyri onkran,
og soleiðis er tíverri eisini
hesaferð. Eg skal vera her í
tríggjar dagar, skal framføra
tríggjar ferðir á trimum
ymiskum
støðum
við
trimum ymiskum orðum. Tí
fái eg ikki rættiliga upplivað
Føroyar, men eg upplivi
føroyingar, tí eg framføri
fyri fólkum og tosi við fólk,
sigur Lone Hertz.
Hon hevur úr at gera. Sjey
ymisk ting eru á skránni
samstundis, og hon koyrir
einar 50.000 km hvørt ár til
tiltøk. Umframt stóru fram-
førsluna av Opinberingini,
sum hevur fingið eina
rimmar undirtøku, so livir
hon av lesa upp, serliga úr
Johannesar Evangelii, og at
halda fyrilestrar um alt
møguligt frá lívsgóðsku til
ferðafrásagnir úr londum í
triðja heiminum.
Yvirskotsorkan lýsir av
henni og túsund smíl sita í
hvørjari fínari rukku kring
tey livandi eyguni. Hon
gongur upp í alt við lív og
sál skilst, og tú undrast á,
hvaðan hon fær orkuna.
– Lívið er so spennandi,
og eg haldi, at tað liggja so
nógvar uppgávur og bíða,
at eg verði púra pøst. Tað
kann gera meg troytta, tí eg
nái ikki ein brøkpart av
øllum tí, sum eg gjarna
vildi, sigur Lone Hertz.
Thomas tók lívið
Lone Hertz hevur eisini
verið noydd at offra nøkur
ting. Gjøgnum øll árini
saman við soninum Thom-
as, sum nú er 36 ár, hevur
hon ikki havt so nógva tíð
til hini børnini, viðgongur
hon. Og nú hon er vorðin
omma, kennir hon á sær, at
hon eisini forsømir ommu-
børnini, tí hon hvørt viku-
skifti vitjar Thomas, sum
býr í búfelagsskapi í Næst-
ved.
– Foreldur, sum hava
menningartarnað børn, eru
noydd at brúka so nógva
orku til at berjast fyri at
vinna smáar millimetrar
fyri sítt barn. Ofta føli eg,
at lívið glíður framvið. Eg
plagi at siga, at Thomas
hevur ikki bara tikið mína
tíð; hann hevur eisini tikið
mítt lív, sigur Lone Hertz.
Nógv óneyðug orka fer
til at søkja, skriva kærur,
finna upp á hugskot, bidda
og biðja, so Thomas kann
fáa eitt lív við innihaldi.
– Tað kann ikki vera
meiningin, at ein 64 ára
gomul mamma skal vera
tann nærmasti hjá sínum
vaksna soni. Tað skuldi ikki
verið neyðugt í londum, har
vit eru so rík, men soleiðis
er tað tíverri. Kanska hava
tit í Føroyum betri møgu-
leikar at fara við tykkara
menningartarnaðu, tí tit
búgva tættari og kenna
hvønn annan betur, sigur
Lone Hertz.
Hesaferð eru ørindini hjá
Lone Hertz í Javna at
leggja upp til kjak um, tá ið
menningartarnað børn ger-
ast vaksin. Tað einasta rætta
er, at tey flyta heimanífrá
eins og onnur ung, er henn-
ara boðskapur.
– Tað mugu tey. Bæði
fyri foreldrini og fyri sína
egnu skyld. Um tú hevur
barnið heima, til tú doyrt,
so hevur tú ikki gjørt tína
skyldu. Tað er ábyrgdar-
leyst, at barnið blívur við at
hava eitt tætt tilknýti, tí tá
ið tú doyrt, so er tað ein
sorg og eitt einsemi, barnið
stendur eftir við, ið tú sum
foreldur kanst fáa svøvn-
leysar nætur av at hugsa
um.Tað er ein stór sorg at
fáa eitt menningartarnað
barn. Tað er ein sorg, sum
er ein roynd at koma
ígjøgnum. Men tað er ein
líka so stór sorg, um tú
doyrt áðrenn títt barn og
letur eitt menniskja eftir tær
uttan nakran at stríðast fyri
seg, sigur Lone Hertz.
Ævigt galdandi
Lone Hertz kom mest sum
av tilvild at kenna Opinber-
ingina, sum hon nú í fleiri
ár hevur framført. Hon læs
Nýggja Testamentið upp í
Danmarks Radio, og tá
forelskaði hon seg í Jó-
hannesar Evangelium. Hon
helt, at fólk skuldu hoyra
tað heila. Hon setti Opin-
beringina upp til leik, og
tað vísti seg at fáa góða
undirtøku.
– Opinberingin er ein
sera torførur tekstur at læra,
men er samstundis ógvu-
liga týdningarmikil. Eg
síggi tað sum mína upp-
gávu, at so nógv fólk sum
gjørligt koma inn í okkara
bók. Bíbliuna. Mentanar-
liga mugu vit vita, hvat tað
er, vit næstan øll hava sagt
ja til, tá vit vóru doypt, sig-
ur Lone Hertz.
Í øðrum lagi heldur hon,
at teksturin í Opinberingini,
sum bæði inniheldur ódjór,
náttúruvanlukkur, deyða og
undirgang, er meiri við-
komandi enn nakrantíð.
Hann er ævigt galdandi.
– Opinberingin er kanska
í hæddini beint nú, hvat
aktualiteti viðvíkur. Eg
haldi, at tær ógvusligu
myndirnar, sum eru í Jó-
hannesar
Opinbering,
ongantíð kunnu yvirganga
tað, sum vit uppliva dag og
dagliga í sjónvarpinum við
kríggi og øðrum ræðuleik-
um. Opinberingin er ein
áminning um, at vit skulu
ansa okkum og hugsa okk-
um væl um. Tað er ein
tekstur, sum gevur okkum
vón, ljós og gleði, men fyri
at síggja tað, mugu vit fyrst
fara ígjøgnum myrkrið,
sigur Lone Hertz.
Trúgv sum vitamin
Trúgvin hevur alt at siga
fyri Lone. Hon gevur henni
bæði styrki og megi til at
stríðast.
– Eg eri eftirhondini ein
gomul kona, sum ikki hev-
ur somu kreftirnar sum
fyrr. Tú verður klókari við
árunum og fært tað betri
við tær sjálvum, men eg
merki væl, at eg orki ikki
tað sama. Og so havi eg
ofta trupulleikar privat. Tá
kann trúgvin gerast ein
daglig vitamininnspræning,
sum gevur tað dagliga ljós-
ið. Og so havi eg ta gleði, at
sonur mín Thomas, sum eg
eri so knýtt at, er eisini
ógvuliga religiøsur. Hann
er ein lærumeistari, sum
eisini er eitt kjerligt menn-
iskja, sigur Lone Hertz.
Spurd, hvat tað er at vera
ein góður kristin, svarar
hon:
– Tað áni eg ikki! Eg kalli
meg Jesuanara. Eg haldi
meg til Jesus, sum var
sendur niður á jørðina og
kláraði tað til eitt UG!,
sigur Lone.
Hon hevur verið send út í
triðja heimin fyri kirkjufel-
agsskapir og Danmission.
Og har heldur hon seg hava
sæð, hvat sannur kristin-
dómur er. Har hjálpa fólk í
svárastu neyð hvørjum
øðrum, og kirkjufelags-
skapir ganga á odda.
– Í Kambodja dyrka tey
kirkjuna uttan rúm, og tað
er fantastiskt. Jesus hevði
jú onga kirkju við sær.
Hann gekk á sínum skitnu
sandalum og tosaði úti,
hevði ikki hesar yvirpynt-
aðu kirkjurnar. Ikki tí eg
havi nakað ímóti okkara
kirkjum, men í Kambodja
upplivur tú, at kirkjan er
nær sum helst, hvar sum
helst, har fólk eru. Og tað
skuldu vit komu aftur til, tí
vit brúka alt ov nógva orku
upp á at kjakast um uttan-
umpynt, sigur Lone.
Ræðist líkasæluna
Størsti vandin í okkara ríka
parti av heiminum er líka-
sælan, heldur Lone Hertz.
Líkasælan er baksíðan av
vælferðarsamfelagnum.
– Vit eru vorðin so rík, at
vit halda, vit kunnu vera
Várharra fyriuttan. Vit eru
vorðin líkasæl, tí vit halda,
at vit kunnu rinda okkum
frá øllum. Fólk skulu
uppliva okkurt lagnutungt,
áðrenn tey síggja, at tey
ikki kunnu klára alt sjálv.
Líkasælan kemur í okkum
yvir fyri okkara medmenn-
iskjum, tí vit halda vit
kunnu rinda okkum frá tí.
Men tað kunnu vit ikki,
sigur hon.
Tað er ikki tí hon heldur,
at vit kundu klárað okkum
uttan pengar. Tí pengar eru
góðir. Alt annað hevði verið
lygn at sagt. Men tað er ikki
nóg mikið at umgirða okk-
um við penum karmum.
Hvørki tá tað kemur til
okkara eldru, okkara sjúku,
rúsevnismisnýtarar og okk-
ara menningartarnaðu.
– Tað er týdningarmikið
at møta menniskjum. Øll
okkara vælferðarskipan er
bygd í kassar, og um tú ikki
passar í ein kassa, so fært tú
einki. Tað er ókjerligt, vit
hyggja ikki eftir einstaka
menniskjanum, og hvørki
tú ella eg kunnu trívast, um
vit ikki sleppa at forma
okkara egna lív - og tað
kunnu
veik
menniskju
heldur ikki, sigur Lone
Hertz.
Livir fyri at doyggja
Fyri Lone Hertz hevur tað
týdning, at fólk hava eitt
lívsinnihald, eina missjón.
Hjá henni var sjónleikurin
hennara
missjón.
Hon
stríddist um tær góðu roll-
urnar á Kongliga, og treivst
við tí. Men so kom Thomas
og onnur perspektiv í
verðina.
– Við Thomas komu
onnur løg inn í mítt lív.
Sum sjónleikari noyðist tú
at vera sjálvupptikin. Viol-
inspælarin kann pussa sína
violin, men sjónleikarin má
pussa seg sjálvan. Eg kom í
eina stóra konflikt, tá eg
fekk eina uppgávu, sum var
størri enn eg sjálv. Eg var
verji hjá einum øðrum
menniskja, og tað sleit meg
upp. Tí gavst eg á skráu
brettunum,
sigur
Lone
Hertz.
Hon tók aðrar uppgávur á
seg. Fyrst var hon leik-
stjóri. So gjørdist hon rekt-
ari á sjónleikaraskúlanum.
Uppgávur,
sum
henni
dámdi væl, men so føldi
hon, at hon mátti skriva
eina bók um sonin. Síðan
kom filmurin um Thomas,
ið varð viðurkendur í fleiri
londum, allir fyrilestrarnir,
og har fann hon meiningina
við sínum lívi.
– Spyrt tú meg um mein-
ingina við lívinum, so má
eg siga, at vit liva fyri at
doyggja. Tú kanst ikki gera
teg fortjentan til nakað sum
helst. Vit fáa øll okkara
talentir, og tað ræður um at
brúka sínar talentir, sum
frægast. Tað er lívsins
meining. Eg royni at bjóða
mær sjálvum av hvønn dag.
Tað er líkasum at busta
tenn, sigur Lone Hertz og
flennir, so tú sært, at hon
hevur verið íðin at busta.
Hon ætlar sær ikki at
gevast á hondum. Og stend-
ur tað til hennara, so liggja
nógvar uppgávur og bíða.
– Lívið er so spennandi,
at eg vóni eg blívi 115 ár,
sigur Lone Hertz, sum
kundi hugsað sær at farið
undir at leikt aftur. Skal eg
aftur á pallin at standa, so
skal eg vera ein lítil, fitt
dama. Ein posadama. Tað
eru tær veiku lagnurnar,
sum eru mest spennandi.
Mítt lív við Thomas
Navn: Lone Hertz
Aldur: 64 ár
Børn: Fýra, teirra millum Thomas
Útbúgving: Sjónleikari á Privatteatrets skole
Søga: Fyrilestrahaldari, sjónleikari og útsend fyri
Danmission. Var balletbarn á Kongliga og hevur
verið við í fleiri filmum og leikum. Hevur gjørt
film um sonin við heitinum »Thomas – et barn du
ikke kan nå«, og hevur skrivað bók um hann. Fekk
25 ára gomul virðisløn Claru Pontopidans sum
mest evnaríki danski sjónleikarin fyri høvuðsleik-
lutin í filminum Tina frá 1964. Tók seg aftur av
leikpallinum, tá hon fekk Thomas í 1966. Var árini
1984-90 rektari á Statens Teaterskole.
Fakta
Eg haldi, at meiningin við menniskjalív-
inum er at fáa eina missión og loysa
hana. Tann lívsuppgávan, tú fært, kann
vera samanbundin við gleði, men hon vil
ofta hava sorg og sakn við sær
”
Eg kom í eina stóra konflikt, tá eg fekk
eina uppgávu, sum var størri enn eg sjálv.
Eg var verji hjá einum øðrum menniskja,
og tað sleit meg upp. Tí gavst eg á skráu
brettunum
”
Kanska hava tit í Føroyum betri møgu-
leikar at fara við tykkara menningartarn-
aðu, tí tit búgva tættari og kenna hvønn
annan betur
”
Skal eg aftur á pallin at standa, so skal eg
vera ein lítil, fitt dama. Ein posadama.
Tað eru tær veiku lagnurnar, sum eru
mest spennandi.
”
Lone Hertz hevur áður lisið Jóhannesar Evangeliið fyri fullari Havnar kirkju. Nú er hon í øðrum ørundum, setir einsamøll Opinberingina á pall og heldur fyrilestrar
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
17
16