leygardagur 13. september 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 173 - 13. september 2003
Nr. 173 - 13. september 2003
19
Tey eldru úr Tilhald-
inum hugnaðu sær
óført týsmorgunin, tá
sangløta var á
skránni. Fyri hesi
eldru liggur eisini
nógv fyri framman.
Tey fáa til dømis
forkunnuga vitjan úr
Aberdeen síðst í
september mánaði
ELDRATILHALD
Henny Olsen
Hvønn týsmorgun klokkan
9.00 møta um 30- 40 pen-
siónistar í Tilhaldinum. Tá
hava tey nevniliga sangløtu.
Tey syngja sangir, sum van-
ligir eru at syngja til sam-
komu, men tey hava eisini
savnað sær trý serlig hefti,
har tey hava valt teir best
dámdu sangirnar burturúr.
Hetta eru sangir, sum til
dagliga verða roknaðir sum
gloymdir, men her eru teir
so sanniliga livandi. Tey
sita og hugna óført sær við
bindigreiðum og klaver-
spælið. Ikki minni enn 5
pianistar eru, millum annað
Eyðun Sørensen, sum var
sanglærari í Hoydølum.
Hesir pianistar eru sera
ymiskir, og spæla ymiskar
sangir, so tey eldru fáa alt
við.
Men ikki verður skipað
fyri bert sangløtum. Miku-
morgunin vóru tey í Nóls-
oy, har tey skuldu hyggja
seg um. Í gjár vóru tey í
Fuglafirði, har tey hugdu at
"Opinberingini" við Lone
Hertz. Og 22. september
eru øll tey eldru á veg til
Hetlands.
Vitjan úr Aberdeen
Síðst í september mánaði
fáa tey eina forkunnuga
vitjan úr Aberdeen. Gestir-
nir eru eldri fólk og ein av
teimum, ið koma við, er
borgarstjórin Lord Provost.
Í sambandi við hesa vitjan,
verður skipað fyri eldra-
viku tá. Tá fer mangt og
hvat at henda. Millum
annað fara tey eldru úr
bæði Føroyum og Skotlandi
at úvekslað erfaringar inn-
an list og so víðari.
Eisini kemur Knút Olsen
við børnum, ið ganga í
skúla uppiá Tilhaldinum, at
syngja fyri teimum eldru.
So hesi eldru hava heilt
sikkurt okkurt at gleða seg
til.
Ikki man verða so galið
at verða gamal.
Faroese Art & Craft
fer í næstu viku at
skipa fyri spenn-
andi søluframsýn-
ing. Við vera nógv
listarfólk og nógvar
ymiskar listagrein-
ar, so sum klædna-
list, leirlist og grót-
list
LIST
Henny Olsen
Í døgunum 14. til 21.
september skipar Faroese
Art & Craft fyri sølu-
framsýning av føroysk-
um handverki og lista-
handverki
í
Müllers
pakkhúsi í Havn. Høvið
verður hjá gestum og
áskoðarum at síggja og
keypa mangt og hvat.
Nógvar ymiskar listar-
greinar verða at síggja.
Har verður víst ymiskt
innan klædnalist so sum
binding og design. Eisini
verður
ymiskt
innan
trælist, jarnsmíð, glar-
smíð/ smykkur og annað.
Framsýningin byrjar
við, at Bjarni Djurholm,
landstýrismaður,
setur
hana. Síðan verða nógvar
spennandi hendingar á
skránni. Persónar, sum til
dagliga hava við listina at
gera, koma at hava fyri-
lestrar og hugleiðingar.
Til dømis kemur Ása
Hátún at hava fyrilestur
mikudagin og Frits Jo-
hannesen at hava hug-
leiðingar leygardagin.
Við til listini hoyrir
tónleikur til, og tað
verður tað eisini nógv av.
Kristian Blak fer at
framføra mánadagin og
týsdagin, Déjá Vu kemur
at spæla hósdagin, Niels
Midjord og P.J. Eliasen
fara at syngja leygardag-
in og kvinnukórið Suð
kemur at syngja á síðsta
degnum, sum er sunnu-
dagin tann 21. septemb-
er. Eisini verður café við
heimabaksti.
Heilt nógv listarfólk
verða. Yvir 50 til samans.
So har verða óivað nógv-
ar hugnaligar samrøður
og nógvar ábendingar
givnar.
Almenningurin er væl-
komin at hyggja at sýn-
ingini frá 14. til 21 sep-
tember.
Opið
verður
hvønn dag frá klokkan
14.00
til
20.00,
tó
fríggjadag frá klokkan
14.00 til 22.00 og leygar-
dag frá klokkan 10.00 til
22.00. Atgongdin kostar
50 krónur fyri vaksin og
20 krónur fyri børn.
Hósdagin lat upp ein
sera spennandi lista-
framsýning í Smiðj-
uni í Lítluvík. Arn-
gerð Joensen, ið sýnir
fram, sigur, at henni
dámar sera væl at
eksperimentera, og
hetta sæst eisini aftur
á málningunum
LIST
Henny Olsen
Hósdagin tann 11. sep-
tember læt ein listafram-
sýning upp í Smiðjuni í
Lítluvík. Listarkvinnan, ið
hevur sýningina, er Arn-
gerð Joensen. Arngerð sig-
ur, at henni dámar væl at
eksperimentera, og hetta
sæst eisini aftur á listini.
Hennara málningar eru sera
serligir, og sjálv sigur hon,
at nakrir eru millumting
millum
málningar
og
skulpturar. Hon hevur í
einum málningi koyrt sand
í, so at hon fekk málningin
at standa út eftir.
Evni í hesi framsýning er
fossar og grót. Men eisini
hevur hon málað Havnar
kirkju, mannakroppin og
Vaglið, bara fyri at siga
okkurt. Arngerð sigur, at
hon hevur gjørt alt frá
byrjan av. Grundað sjálv og
tílíkt. Hon sigur eisini, at
allir málningarnir eru mál-
aðir í fleiri løgum. Tann
størsti
málningurin
er
málaður í heili fimm løg-
um. Hon sigur, at sjáldan er
hon nøgd við málning, sum
bert er í einum lagið, og so
blívur hon bara við at mála
útyvir.
Arngerð er útlærdur inn-
andura-arkitektur,
men
seinni fór hon undir evn-
ingslæraraútbúgving. Hon
hevur eisini gingið á Århus
kunstakademie og verið 6
ferðir niðri á Holbæk
kunstskole. Eisini hevur
hon í Føroyum gingið á
skeiðum, har hon hevur
lært seg alt frá tekning til
leir. So tað má sigast, at
fremmand innan listar-
heimin er hon als ikki.
Arngerð hevur eitt stórt
hugflog. Sambært henni
kann nógv nýtast í listini.
Hon hevur til ein málning,
til dømis tikið hár frá
ommudóttrini og mála tað
uppá løriftrið. Men fyri at
byggja hugflogið upp, er
hon á skeiði hvørt ár. Hon
vil eisini læra nýtt, og sigur,
at hetta er ein góður møgu-
leiki til tað.
Listarframsýningin hjá
Arngerð Joensen í Smiðj-
uni í Lítluvík læt upp hós-
dagin og verður opin til
sunnudagin.
Nógv fyri framman
Alt frá akryl til hálv-skulpturar
Livandi verkstaðir
í pakkhúsi
Týsmorgunin
var skipað fyri
sangløtu í
Tilhaldinum.
Tey eldru
hugnaðu sær
óført
Mynd: Jens
Kristian Vang
Arngerð Joensen, ið er ein sera eksperimenterandi listarkvinna, hevur í løtuni eina framsýning í
Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Jens Kristian Vang
Gevið kroppinum eitt vikuskifti
TÍÐINDASKRIV
Putte Hassenkam, avspenn-
ingspetagogur, kemur til
Føroya, at halda eitt skeið
fyri fimleikalærarum, fit-
nessinstruktørum og øðrum
við serligum áhuga fyri at
nýta tónleik til fimleik og
avspenning.
Skeiðið verður hildið í
Hoyvíkar skúla leygardagin
20 september kl. 13-17 og
sunnudagin 21 september
kl. 13.30 - 17.30
Margretha Hassenkam,
kallað "Putten", er hálvur
sørvingur, og hevur verið
fimleika instruktørur í 30
ár í Danmark. Hon er
ótrúlig sigst.
Hon kemur til Føroya at
halda skeið í "bevægelse og
afspænding". Skeiðið er
inspiratións-skeið ætlað fit-
nessinstruktørum,
fim-
leikalærarum og kvinnum,
ið hava serligan áhuga at
mýkja kroppin.
Luttakaratalið
er
av-
markað til í mesta lagi 16
luttakarar. Kostnaður kr.
750,00
Tilmelding:
PutteHassenkam@hotmail.
com ella á tlf. 316369 ella
216369 eftir kl. 16
Mariusystir Josuana
á vitjan í Føroyum
frá 12.-24. sept.
MARIASYSTIR
VITJAR
Tíðindaskriv
Mariasystir Josuana frá
Evangelisku Mariusystr-
unum í Darmstadt vitjar í
Føroyum. Hetta er sættu
ferð, hon kemur higar.
Eitt nú fer hon at hava
møti í KFUM í Havn, í
missiónshúsinum í Vest-
manna, á Sandi, í Suður-
oy og í Vágum.
Mariasystir Josuana er
fødd og uppvaskin í
Noregi, men arbeiðir nú í
høvduðsmistøð teirra í
Týsklandi. Tær gott 300
mariusystrarnar eru úr 23
ymiskum longum, og tær
arbeiða eisini í 12 mið-
støðum víða um heim.
Høvuðsuppgávan
Høvuðsuppgáva teirra er
missión gjøgnum bøkur,
bókamerki við kristilig-
um teksti, traktatir o.l. og
eisini video. Stórur dent-
ur verður lagdur á at geva
konkreta hjálp til teirra,
sum ynskja at liva eitt lív
í eftirfylgjan av Jesusi.
„Evangleiecentrene"
í
Noregi (heim fyri fyrr-
verandi rúsmisnýtarar)
brúka til dømis nógv
litteratur frá Mariusystr-
unum. Heilt nógvar bøk-
ur og prentlunir fara
eisini so javnan til Asiu,
Afriku og til lond, har
ikki er loyvt at boða
Guðs orð.
Eyðkendu bókamerkini
Eyðkendu bókamerkini
(sí hjálongdu mynd) fáast
nbú á 93 ymsum málum.
Mong dømi eru um, at
hesir stuttu teksir hava
veirð fólki til hjálpar á
neyðarstund.
Verður latið ókeypis
Alt verður latið ókeypis,
(tó ikki til bókhandlar,
sum mugu keypa sínar
bøkur). Soleiðis hava tær
arbeitt í nógv, nógv ár.
Alt. Sum krevst til prent-
ing, at senda við, teldur,
pappír, frímerki o.s.fr.,
hava tær til higartil
fingið sum gávur. Tær
biðja Gud um tað, sum
teimum tørvar, og Gud
svarar – í sínum tíma.
Somuleiðis er við mat-
vørum, klæðum og øllum
til lívsins uppihald. Gud
minnir fólk á at geva.
Hvat er loyndarmálið
Londarmálið
aftanfyri
hesi nógvu bønarsvarini
er, at einki má vera, sum
kann forða fyri, at Gud
kann vælsigna. Merkja
tær, at bønarsvarið ikki
kemur, so rannsaka tær
seg sjálva, eyðmýkja seg
inn fyri Gudi og biðja um
fyrigeving.
Hetta
er
gongda leiðin hvørja
ferð. Gud vælsignar og
gevur. Við at liva á hend-
an hátt, ynskja tær at
vísa, at Gud hoyrir hvørja
bøn.
Ljóðar hetta áhugavert,
so hevur Mariasystir
Josuana fleiri møtir hesar
dagarmar.
Øll eru vælkomin at
vera við. Møtini verða
lýst í bløðunum.
Ynskjast fleiri upplýs-
ingar, so ring á tlf.
314740,
456030
ella
511614
TÍÐINDASKRIV
frá Dansifrøi
Eins og undanfarnu ár
skipar Dansifrøi fyri dansi-
frálæru í gomlum sum
nýggjum dansum. Sí lýsing
aðrastaðni í blaðnum.
Seinni í vetur verður
eisini skipað fyri einum
vikuskiftisskeiði í eingilsk-
um dansi, sum er fyri øll
dansiáhugað. Lýst verður
nærri um hetta skeiðið.
Í endamálsgreinini í lóg-
ini hjá Dansifrøi stendur, at
felagið er stovnað við tí í
huga »at nøra og varðveita
áhugan fyri gomlum dans-
um«.
Tað liggur nær at hugsa
sær, at tað at dansa gamlar
dansir er gamaldags. Men
soeliðis munnu tey yvir
2500 fólkini, sum í eitt
styttri ella longri tíðarskeið
hava verið limir í Dansifrøi,
neyvan hava hugsað.
Dansifrøi hugsar eisini
um børnini og tey ungu og
skipar tí eisini fyri dansi-
frálæru í »nýggjum« dansi.
Hetta er tó uttan fyri
limaskipan hjá felagnum,
og sleppa sjálvsagt tey
ungu ikki við til veitslurnar
hjá felagnum.
At dansa er stuttligt og
gevur góða rørslu, tað er
eisini ein góður máti at
koma burtur frá tí dagliga
arbeiðsresinum …
Dansifrøi er eisini annað
enn dansur! Tann sosiala
samveran er eisini ein týð-
andi partur av felagsskap-
inum.
Umleið
eina
ferð um mánaðin
hvørt vetrarhálvár
verður skipað fyri
hugnakvøldi við dansi.
Nakrar fastar veitsl-
ur eru eisini, tað
stóra kalda borðið,
jólahugni/jólatræ
saman við børnum, árs-
veitslan og avdansiveitslan.
Á hvørjum ári verður
skipað fyri útferð til okkurt
pláss í Føroyum. Fleiri
uttanlandsferðir hava verið,
og hava dansarar aðrastaðni
frá eisini verið á vitjan.
Dansifrøi er eitt áhuga-
felag. Tað vil siga, at alt,
sum fer fram í felagnum, er
eitt úrslit av tí virksemi, ið
nevndin skipar fyri, og
teirri undirtøku, sum limir-
nir vísa felagnum.
Dansiárið hjá felagnum
byrjar 22. sept. 2003 og
endar við avdansiveitslu
25. mars 2004.
Nú kvøldini gerast longri,
verður aftur farið at svinga…
TÍÐINDASKRIV
Mánadagin 15. september
letur um- og útbygda deild-
in hjá Føroya Sparikassa í
Miðvági upp. Í tí sambandi
verður móttøka í nýggju
hølunum
seinnapartin
mánadagin.
Millum klokkan 15 og 17
mánadagin verður móttøka
á
deildini
hjá
Føroya
Sparikassa í Miðvági í
sambandi við, at bygning-
urin verður tikin í nýtslu.
Arkitektavirkið v. Árna
Winther
hevur
teknað
bygningin av nýggjum.
Jónfinn á Plógv hevur havt
høvuðsentreprisuna upp á
arbeiðið, og Leif Mohr
hevur staðið fyri el-arbeið-
num.
"Hetta man vera mest
umtalaði bygningur í Vág-
um í hesum døgum. Tað
vísir seg, at tey flestu her
vesturi hava eina meining
um húsið, nú tað arki-
tektoniska úttrykkið er
komið fram. Tey eldru eru
kanska eitt sindur skeptisk,
men tey yngru eru sum
heild hugtikin av bygn-
inginum,
sum
bjóðar
landslagnum og bygdini av.
Bygningurin
er
vakur,
øðrvísi, væl gjøgnumhugs-
aður innan og ergonomiskt
er hann góður fyri starvs-
fólkini. Nú hava vit góðar
arbeiðsumstøður",
sigur
Sjúrður Poulsen, deildar-
leiðari hjá Sparikassanum í
Miðvági.
Í lýsingum í bløðunum
um
vikuskiftið
bjóðar
Sparikassin kundum og
samstarvsfeløgum inn á
gólvið til móttøku í um- og
útbygdu deildini í Miðvági.
Móttøkan er millum kl.
15.00 og 17.00 Deildin
letur annars upp klokkan
12 mánadagin.
Sparikassadeild í Miðvági
letur upp
C
M
Y
K
19
18