leygardagur 13. september 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 173 - 13. september 2003
Nr. 173 - 13. september 2003
21
UTTAN ÚR HEIMI
Óttast oljuskip
Seinastu árini er oljuflutningurin úr Russlandi ígjøgn-
um Eystrasalt og tey donsku sundini vaksin nógv, og
samstundis veksur óttin fyri umhvørvisdálking, skuldi
eitt óhapp hent einum av teimum nógvu tangaskip-
unum.
Myndugleikarnir í londunum við Eystrasalt hava
roynt at fáa russar at taka undir við einum sáttmála,
sum skal bøta um trygdina við flutninginum, men hig-
artil uttan úrslit. Á einum fundi í Finnlandi herfyri
eydnaðist tað tó at fáa russar at taka undir við einari
semju, sum sigur, at Russland skal leggja seg eftir at
tryggja flutningin á besta hátt. Kortini er ivasamt,
hvønn týdning semjan hevur, tí tað vóru embætismenn
og ikki politikarar, sum skrivaðu undir hana.
Russar eru í ferð við at útbyggja og nútímansgera
oljuhavnina við Sankta Pætursborg. Í dag kunnu teir
avskipa 12 milliónir tons haðani um árið, men orkan
verður nú útbygd til 45 milliónir tons.
Semju við IMF
Í vikuni eydnaðist tað argentinsku stjórnini at fáa eina
semju við Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF um, hvussu
landið skal rinda sína ovurstóru uttanlandsskuld.
Argentina skuldi rinda IMF 2,9 milliardir dollarar í
rentum og avdrøgum í vikuni, men Nestor Kirchner,
forseti, gav stjórnini boð um at útseta gjaldið, tí tað fór
at krevja ein fjórðing av landsins gjaldoyragoymslum.
Dagin eftir fekst semjan við IMF í lag, men treytin frá
grunninum er, at landið skal rinda fallin avdrøg og
falnar rentur. Hinvegin sleppur Argentina undan at
rinda 21,6 milliardir dollarar í avdrøgum tey næstu trý
árini. Hesa tíðina skal landið bert rinda renturnar.
Men IMF hevur lagt treytir við. Stjórnin í Buenos
Aires hevur bundið seg til, at hallið á fíggjarlógini skal
ikki fara upp um trý prosent næsta ár, og at búskapar-
vøksturin skal upp á trý prosent um árið.
Heimsins longsta flogleið
Flogfelagið Singapore Airlines ætlar at fara undir rutu-
flúgving millum Singapore og Los Angeles, uttan at
flogførini skulu millumlenda.
Singapore Airlines sigur, at ætlanin er at fara undir
rutuna næsta ár, og at felagið fer at nýta flogfør av
slagnum Airbus340-500 til nýggju farleiðina. Í løtuni
eru samráðingar við fakfeløgini hjá teimum, sum
manna flogførini hjá felagnum. Felagið sigur, at í góð-
um líkindum fer túrurin millum Singapore og Los
Angeles at taka umleið 16 tímar, men er veðrið ikki til
vildar, fara upp ímóti 18 tímum til ferðina.
Eitt annað flogfelag í Asia, Thai Air, umhugsar at fara
undir beinleiðis flúgving millum Bangkok og Chicago.
Mussolini var hjartagóður
So er hann komin í eldin einaferð afturat, italski for-
sætisráðharrin Silvio Berlusconi.
Hósdagin segði hann, at fyrrverandi italski einaræð-
isharrin, Benito Mussolini, var hjartagóður, og at hann
hevði ikki blóðdálkaðar hendur. Í einari samrøðu við
tveir bretskar tíðindamenn segði Berlusconi, at Musso-
lini drap ongan, og at hann kundi als ikki samanberast
við fyrrverandi irakska einaræðisharran, Saddam Hus-
sein.
Jødarnir í Italia eru sum vera man í øðini inn á
forsætisráðharran, og vinstraflokkarnir hava kravt, at
hann skal biðja um umbering. Søgumenn eru heldur
ikki samdir við Berlusconi. Ein teirra, Richard Bros-
worth, sigur, at einaræðistíðin hjá Mussolini kostaði
minst einari millión fólkum lívið.
Løgreglan undirmetti
vandan fyri, at onkur
kundi fara at gera seg
inn á Onnu Lindh, og
arbeiðið hjá løgregl-
uni aftan á morðið
var heldur ikki nóg
gott.
LINDH-MORÐIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Løgreglan sveik. Tað er
niðurstøðan hjá svensku
fjølmiðlunum
og
fleiri
svenskum politikarum aft-
an á morðið á Onnu Lindh,
uttanríkisráðharra.
Dan Eliasson, sum er rík-
isskrivari í løgmálaráðnum,
sigur við Dagens Nyheter,
at tað er neyðugt at umskipa
arbeiðsháttin hjá trygdar-
løgregluni Sæpo, tí eingin
ivi kann vera um, at tá ein
ráðharri verður myrdur,
hevur
trygdarløgreglan
svikið, sigur hann.
Formaðurin
í
lógar-
nevndini hjá Ríkisdegnum,
Johan Pehrsson, heldur, at
trygdarløgreglan
undir-
metti vandan fyri, at Anna
Lindh kundi verða álopin.
Sæpo helt ikki, at nakar
vandi var á ferð, men nú er
Anna Lindh deyð, sigur
Johan Pehrsson.
Svensku
fjølmiðlarnir
eru á einum máli um, at
trygdarløgreglan sveik, og
teir finnast eisini at arbeið-
inum hjá løgregluni aftan á
morðið. Dagens Nyheter
vísir millum annað á, at
løgreglan stongdi ikki veg-
irnar og jarnbreytirnar út úr
Stockholm, og at dráps-
maðurin tí fekk góðar
stundir at sleppa sær úr
høvuðsstaðnum,
ætlaði
hann tað.
Heldur ikki læknarnir á
Karolinska sjúkrahúsinum
sleppa undan atfinningum.
Víst verður á, at Anna
Lindh
doyði
klokkan
hálvgum seks hósmorgun-
in, men at deyðsboðini
vórðu ikki borin almenn-
inginum fyrr enn fýra tímar
aftaná.
Lesið meiri um Lindh-
morðið á teimum báðum
næstu síðunum.
Svenska løgreglan fyri hvøssum
atfinningum
Túsundtals palestinar
savnaðust uttan fyri
skrivstovuna hjá
Yasser Arafat, eftir at
ísraelska stjórnin
hevði gjørt eina prin-
sippsamtykt um at
koyra hann í útlegd.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Ísraelska samtyktin elvdi til
vreiði í teimum palestinsku
økjunum. Í býunum á Vest-
ara Áarbakka og í Gaza-
geiranum runnu fólk í tús-
undatali út á gøturnar at
mótmæla og at fagna
Arafat.
Uttan fyri skrivstovu
hansara í Ramallah savnað-
ust eini 4.000 fólk at fagna
forsetanum. Sjálvur fór
Arafat út at taka ímóti
fagnaðinum, sjálvt um ísra-
elskir snigskjúttar stóðu
bert fáar hundrað metrar frá
honum.
- Míni elskaðu. Tit eru
eitt djarvt fólk, og tað eru
tit, sum mugu mugu møta
hesari ísraelsku hóttanini,
rópti Arafat.
Palestinskir
talsmenn
hava sagt, at ger ísraelska
stjórnin álvara av samtykt-
ini, verður tað tulkað sum
ein beinleiðis krígsavbjóð-
ing.
Umheimurin tekur ikki
undir við Ísrael. Hvítu Hús-
ini í Washington siga, at
amerikanska
støðan
í
spurninginum um at burt-
urvísa Arafat er ikki broytt.
Russland og Frakland siga
tað sama, og egyptiski for-
setin,
Hosni
Mubarak,
segði í gjár, at Ísrael ger eitt
álvarssamt mistak, verður
Arafat koyrdur í útlegd.
Palestinar sláa ring um Arafat
Yasser Arafat varð dúgliga
fagnaður, eftir at ísraelska
stjórnin hevði gjørt eina
prinsippsamtykt um at koyra
hann í útlegd
Norðurlond vórðu
roknað sum eitt
friðarligt øki, men
Palme-morðið broytti
ta uppfatanina. Vit
eru ikki so skelkað
longur, heldur
norskur professari.
LINDH-MORÐIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
- Hetta er ræðuligt og átti
ikki at verið hent, og tað fer
uttan iva at ríva sárini eftir
morðið á Olof Palme upp-
aftur.
Tað sigur Peter Essaias-
son, professari á lærda há-
skúlanum í Gøteborg.
Olof Palme varð skotin í
Stockholm tann 28. februar
í 1986, eftir at hann og kon-
an júst vóru komin út úr
einari biohøll. Morðið setti
djúp spor í svenska sam-
felagið. Professarin sigur,
at nógv er hent síðani.
- Vit hava sæð fleiri
royndir at myrða politikarar
kring heimin. Morðið á
niðurlendska
politikaran
Pim Fortuyn og álopið á
týska politikaran Oskar
Lafontaine,
sum
varð
stungin við knívi, kunnu
berast saman við morðið á
Onnu Lindh, sigur Peter
Esaiasson.
Norski
professarin
Hanne
Marthe
Narud
væntar, at morðið í Stock-
holm mikudagin kana fara
at hava við sær, at norður-
lendskir politikarar skulu
verjast munandi betur.
- Vandi kann vera fyri, at
vit fáa slík viðurskifti, at
eingin torir at fara upp í
politikk longur. Ella at pol-
itikararnir ikki tora at fara
út fyri dyr, uttan at trygdar-
fólk eru við teimum. Slík
viðurskifti vil eingin okk-
ara hava, sigur hon.
Hanne Marthe Narud
sigur, at samfelagið er
vorðið meiri rátt, síðani
Olof Palme varð myrdur.
- Tá vórðu Norðurlond
roknað sum eitt friðarligt
øki. Politisk morð vóru
púra ókend á okkara leið-
um. Í dag hugsa vit, at slíkt
er ræðuligt, men vit eru
ikki skelkað á sama hátt
sum fyri 17 árum síðani.
Morðið á Onnu Lindh rívur sárini eftir
Palme- morðið uppaftur
Anna Lindh visti um
vandarnar. Olof
Palme royndi at læra
hana at tosa meiri
seigliga og kanska
eisini at liva meiri
stillisliga. Men tað
miseydnaðist.
LINDH-MORÐIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Anna Lindh var kend sum
eitt sera virkið fólk, ikki
bert í tí politiska lívinum,
men eisini uttan fyri tað
dagliga politiska knossið.
Hon helt seg ongantíð aftur,
men bar orð fyri at játta,
hvørja ferð hon fekk eina
áheitan. Tí segði hon ja, tá
hon bleiv biðin at taka við
sum umhvørvisráðharri, og
hon svaraði eisini ja, tá hon
bleiv biðin til uttanríkisráð-
harra.
Tá hon gjørdist ráðharri,
ávaraði undanmaður henn-
ara hana um, at frá hesum
degi var hon ikki ókend
longur.
- Eg vildi fegin verið
ókend, tá eg eri úti við
børnunum. Ikki tí, tey
flestu eru vinarlig ímóti
mær. Men eg koyri ikki við
undirgrundarbreytini um
kvøldið longur. Mær dámar
væl at koyra í toki ella
bussi, men eg haldi burtur
frá støðum, har drukkin
fólk halda til, segði Anna
Lind í samrøðu við blaðið
Expressen fyrr í ár.
Sum politikari gjørdi hon
skjótt vart við seg, og hon
legði ikki fingrarnar ímill-
um. Tað sigst, at tá Ríkis-
dagurin einaferð viðgjørdi
eitt uppskot um fast sam-
band um Oyrasund, rópti
Ingvar Carlsson, forsætis-
ráðharri, hana aftur um eit
tjald og gav henni eina
rættiliga skortfleingju fyri
tað, sum hon hevði sagt.
Men hon stóð við sítt, og
hennara hugsjónir vóru ikki
til at vika. Tá Svøríki hevði
formansskapin í ES, fekk
hon rættiliga høvi at vísa
umheiminum síni evni, og
úrslitið varð eisini, at tær
flestu
atfinningarsomu
røddirnar tagnaðu.
Heldur ikki teir stóru
uttanlands smæddist hon.
Bush, forseta skýrdi hon
"tann einsamalla reiðmann-
in" í sambandi við Irak-
kríggið. Men hennara fram-
ferð var kortini av slíkum
slagi, at Colin Powell, utt-
anríkisráðhari, einaferð helt
fyri, at sviar áttu trý góð:
Abba, Volvo og Onnu
Lindh.
Grækarismessudag í ár
var Anna Lindh stødd bert
nakrar fáar hundrað metrar
frá staðnum, tá serbiski
forsætisráðharrin,
Zoran
Djindjic, varð skotin í
Beograd.
- Tað var skelkandi og
ræðandi at vera so tætt hjá,
segði hon aftaná.
Hon vildi ikki fjala
seg burtur
UTTAN ÚR HEIMI
C
M
Y
K
21
20