Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 173 - 13. september 2003 Politikarar í Svøríki og øðrum londum minnast Onnu Lindh sum ein ágrýtnan politikara við føstum hugsjónum. "Eg kendi Onnu Lindh í mong ár, og hon var tann ráðharrin, sum eg hevði mesta sambandið við. Eg hevði stóra virðing fyri hennara kunnleika". (Carl Gustaf, kongur). "Svøríki hevur mist sítt andlit úteftir, og stjórnin hevur mist góðan ráðharra og starvsfelaga. Morðið er eitt álop á okkara opna samfelag". (Gøran Persson, forsætisráðharri). "Eg fari at minnast hana sum eitt gløgt, vinarligt og ágrýtið fólk, sum hevur umboðað Svøríki á ein hátt, sum hevur skapt virðing". (Bo Lundgren, formaður í flokkinum Moderatarna). "Svøríki hevur mist ein stóran politikara og ein framúrskarandi uttanríkisráðharra. Morðið er eitt álop á okkara demokrati." (Maud Olofsson, formaður í Miðflokkinum). "Morðið á Onnu Lindh hevur skelkað allar norskar politikarar. Enn einaferð er tað opna svenska samfelagið álopið". (Kjell Magne Bondevik, norskur forsætisráðharri). "Hon var ein ágrýtin og djørv kvinna, sum mær untist at kenna í tjúgu ár. Við henni hevur Svøríki mist mist eitt gott fólk og ein framúrskarandi politikara." (Jens Stoltenberg, formaður í norska Arbeiðaraflokkinum"). "Tað er syrgiligt, at vit hava mist Onnu Lindh á ein so óskiljandi hátt. Hon var eitt búgvið og ágrýtið umboð fyri Svøríki og eitt opið og fyrikomandi fólk" (Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri). "Anna Lindh var ein týðandi svenskur og evropeiskur politikari. Eg var saman við henni seinasta leygardag, og hon var ágrýtin sum altíð." (Per Stig Møller, uttanríkisráðharri). "Við henni hevur Svøríki mist sín komandi forsætisráðharra. Eg havi ilt við at lýsa hetta við orðum." (Niels Helveg Petersen, fyrrv. danskur uttanríkisráðharri). "Deyði hennara er ikki einans ein missur fyri Svøríki, men fyri øll Norðurlond og alt heimssamfelagið". (Matti Vanhanen, finskur forsætisráðharri). "Eg eri skelkaður. Anna Lindh var ein framúrskarandi starvsfelagi, ein rættur evropeari og ein góður vinur." (Javier Solana, uttanríkispolitiskur samskipari hjá ES). "Morðið er ein óbøtandi missur fyri evropeiskan politikk. Hon var ein komandi forsætisráð- harri í Svøríki og ein týðandi persónur á evropeiska og altjóða pallinum". (Dennis MacShane, bretskur Evropa-ráðharri). "Týska stjórnin hevur við stórari sorg fingið deyðsboðini av Onnu Lindh. Honm var ein stórur evropeari, ein stórur uttanríkisráðharri og ein góður vinur". (Joschka Fischer, týskur uttanríkisráðharri). "Tað eru bert tveir dagar, síðani eg var saman við henni á fundi. Hon var full av lívi. Hetta er ein ræðulig vanlukka". (Jack Straw, bretskur uttanríkisráðharri). "Hetta eru eini sorgarboð, sum skelka". (Jacques Chirac, franskur forseti). "Hon var full av lívsgleði og ágrýtin fyri at røkka málunum í Evropasamveldinum." (Benita Ferrero-Waldner, eysturríkskur uttanríkisráðharri). Minnast Onnu Lindh 17 ár aftan á morðið á Olof Palme er fram- vegis ikki greitt, hvør myrdi hann. Soleiðis má tað ikki verða við morðinum á Onnu Lindh, siga svenskir fjølmiðlar. LINDH-MORÐIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Longu beint eftir at deyðs- boðini av Onnu Lindh vóru komin, segði Gøran Pers- son, forsætisráðharri, at tað var neyðugt, at drápsmað- urin verður tikin sum skjót- ast. Tað er neyðugt, skulu vit verja tað demokratiska samfelagið, segði hann. Hesum eru teir svensku fjølmiðlarnir samdir við honum í. Ikki bert tí, at ein og hvør drápsmaður eisgur at verða tikin, men serliga tí at talan var um ein týðandi politikara, og tí tað leiðir tankarnar til Olof Palme, hvørs drápsmaður ongantíð er funnin. Í blaðnum Expressen skrivar viðmerkjarin Per Wendel, at teir báðir polit- ikararnir, sum fram um all- ar aðrar svenskar politikar- ar talaðu fyri at varðveita tað opna samfelagið, gjørd- ust sjálvir offur fyri tí. - Eg eri vísur í, at tey bæði høvdu framvegis vart tað opna samfelagið, fingu tey høvi at gera tað eina ferð afturat, skrivar Per Wendel. - Enn ganga drápsmenn teirra leysir. Men soleiðis kann tað opna samfelagið ikki vera. Skulu sárini lekj- ast, má løgeglan taka drápsmannin hjá Onnu Lindh skjótt. Annars ber ikki til at verja tað opna samfelagið, skrivar við- merkjarin hjá Expressen. Stjórin í svensku trygdar- løgreglun Sæpo, Kurt Malmstrøm, viðgekk í gjár, at morðið mikludagin var ein ósigur fyri trygdarløg- regluna. Sæpo hevði ábyrgdina av at verja uttan- ríkisráðharran, men Anna Lindh hevði ongan trygdar- vørð hjá sær, tá hon varð álopin. Kurt Malmstrøm segði í gjár, at trygdarløg- reglan hevði ongar upplýs- ingar, sum kundu geva minstu ábending um, at ráðharrin var í vanda. Hesaferð má morðið uppklárast skjótt UTTAN ÚR HEIMI Nr. 173 • leygardagur • 13. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Sýrut hugflog og surrealisturin Magritte Magritte er djúpt originalur. Hann spreingir mørk, er heilt týðiligt svakur og undarligur Síða 4 og 5 HUGLEIÐING Edvard Joensen Góðtrúgvið fer tað eftir hesum, sum fer snurrandi gjøgnum vatn- ið. Hetta fitta sílið, sum so frið- arligt svimur fram við landi í leitan síni eftir einum og hvørj- um etandi. Hetta er helst ein og hvør smáfiskur, ið flýggjar, og so er best at bera skjótt at. Tað ger eitt hirs. Slær við sterka sporlinum og strýkur gjøgnum vatni. Fær hetta aftur, og haps! Ov seint var tað varugt við, at her búði svik undir. Hart og hvast er hetta. Sker seg gjøgnum kjálkan, so tað verður ein ræðuligur sviði, sum ikki er til at sleppa av aftur við, hóast rykt verður í. Svomið verður við nógvari ferð aftur og fram. Eini tvey harðlig lop upp um vatn- skorpuna gera heldur ongan mun. Svimur við fullari ferð sama veg, sum hetta nú hálar. Men alt ger tað sama, og at enda er bert at fylgja við. Mátturin minkar, og at enda fellur tað á liðina og verður drigið spakuliga upp á sandin, har tað verður tikið upp, høvdið sligið í ein stein, og deyði fiskurin lagdur við síðuna av einum, sum fingin er fyrr á kvøldinum. Errin stendur svikarin uppi yvir hesum fonginum. Veit seg ikki at hava gjørt nakað skeivt, men kennir seg heldur hinvegin at hava sigrað á onkrum, sum ikki er so lætt at koma í takholt við. Men ikki er hann einsamallur svikari her í hesum stóra skapanarverkinum, hann kennir seg so væl í. Har fer ein kjógvi so væl nøgdur strúkandi fram við brekkuni innan fyri mannin, sum aftur er farin eitt sindur út frá fjøruni at standa við tráðu síni. Hesin kjógvin hevur júst svikað sær til ein bita, sum ein rita í góðari trúgv og treysti hevur søkt sær í einum vaði stutt úr landi út frá fossinum, sum rennur úr vatninum nakað hiðani. – Kjógvin, hatta svínabeistið, hugsar maðurin, meðan hann eygleiðir hann farandi heim við vatninum, helt vakt, til ritan kom framvið og legði so á at troytta hana, til hon spýði fongin upp- aftur. So fekk hann sítt. Væl gagnist honum. Eta slíkt, onnur áður hava svølgt. Hann um tað. Men Harraguð. Hvat um tað. Soleiðis gera øll. Snýta har tað ber til at sleppa avstað við tí. Soleiðis hevur verið gjørt, so leingi nakar hevur búð á Jørðini, og ikki er væntandi, at okkara ættarlið fer at verða tað seinasta, sum ger so. Vit lesa um, hvussu hellenar við svikum sluppu inn í Troja. Vit minnast, hvussu Jákup svik- aði sær signingina frá sjálvum faðiri sínum. Og hvussu hebre- iska konan snýtti egyptisku kongsdóttrina og fekk hana at ala upp son sín, sum annars skuldi fingið eina heldur harðligari lagnu. Og hóast vit hava royndir fleiri túsund ár aftur í søguna, standa vit framvegis bæði í dag, í morg- in og nógvar dagar í framtíðini við skegginum í postkassanum og iðra okkum um, at nú hevur aftur ein svikari tikið okkum við nøsina og er sloppin væl frá tí. Vit lova høgt og heilagt, at hatta var avgjørt seinastu ferð, og næstu ferð, nakað slík hendir, fara vit at vera meira varin. Men hóast tað ikki eru slíkir fuppfidusar, sum hatta ísin- krammið, sílið legði eftir, ið tveitt verður fyri okkum, so tekur ein stórur partur rættiliga ofta. Tann seinasti svikarin hevur ikki verið úti enn, og seinasta offrið er ikki fangað. Tað verður einaferð val aftur. Svik Vanliga ber til at lumpa øll einaferð, summi ofta, men ikki øll hvørja ferð. Hjá summum kann mistakið gerast dýrt. Og summi klára so ikki at verja seg móti tí sviki, lagt verður fyri tey C M Y K 23 22