leygardagur 13. september 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 173 -13. september 2003
Øðiligt kjak tók seg herfyri upp
um sjómansskattin, ella kanska
heldur um manglandi sjómans-
skattin, um tey 7,5 % av skatti,
sum vit vanligu fólk gjalda meiri
enn sjómenn.
Eg haldi, at okkurt undrunar-
vert kom fram í kjakinum. Ser-
liga vóru tað okkara vinir í
fólkaflokkinum, sum brúktu
møguleikan til at marknaðarføra
sín skattapolitikk.
Eitt gløgt fólkaflókshøvd
skrálaði beinanvegin, at teir ikki
vildu avtaka avdráttin hjá fiski-
monnum, men at teir fegin vildu
skera 7,5 % av skattinum hjá
okkum øllum.
Jú, tankin um at skerja tær
byrðarnar, sum fleiri herðar bera,
ljóðar óivað fínt í einum flokki,
sum hevur stættarmun sum
høvuðsendamál. Við at skerja
skattin til frama fyri brúkara-
gjøld, gjalda vit øll fyri tað vit
brúka.
Hví skulu vit, sum ikki eru
gomul, gjalda fyri ellisheim?
Hví skulu tey, sum ikki hava
børn, gjalda fyri barnaansing og
skúlar? Hví skulu tey, sum eru
frísk, gjalda fyri sjúkrahúsini?
Hví skulu tey, sum hava foreldur
gjalda fyri uppvøksturin hjá
teimum foreldraleysu? Hetta eru
alt rímiligir spurningar.
Eg gjaldi mín skatt við gleði,
og eg gleðist um, at eg kann
hjálpa til at gera lívið lættari hjá
teimum sum hava minni. Skatt-
urin er okkara háttur at deila tær
byrðarnar sum vit bera. Við
skattinum gera vit lívið liviligt
fyri tey sum hava minni. Tey,
sum hava meira og tí betur orka
at bera, bera meira. Hetta ger
samfelagið javnari.
Eg tosaði við eitt lágt lønt
fólkaflokshøvd, sum gleddi seg
til skattalættan, tí so bleiv meiri
eftir til dagin og vegin. Eg
hoyrdi ein fakfelagsleiðara tosa
um at seta skattin niður í helvt, tí
so bleiv meira eftir til dagin og
vegin hjá vanliga arbeiðaranum.
Eg skilji ikki hesar tankarnar.
Um vit skerja skattin mugu vit
eisini skerja almennu veitingar-
nar samsvarandi.
So hvussu fíggja vit skatta-
lættan - hvat siga tit, sum ynskja
hann? Eg havi ikki hoyrt tykkum
komið við nøkrum haldgóðum
loysnum. Kanska kundu vit:
- latið ellisheimini aftur og
skotið tey gomlu, tá tey gjørdust
ov gomul at liva einsamøll
- latið fólk goldið fyri barna-
ansingina sjálvi; einar 5.000 kr.
um mánaðin
- latið fólk goldið fyri skúlan hjá
børnum sínum; so kundu tey
ríku ð í skúla, og hini kundu
arbeitt á flakavirkjunum
- avtikið almannahjálpina; tey
fátæku mundu skjótt doyð av
hungri, so var tann trupulleikin
ikki longur
- ella kundu vit latið sjúkrahúsini
aftur, so doyðu tey sjúku skjótt,
og so var tann trupulleikin ikki
longur, fyri ikki at gloyma allar
invalidpensiónirnar, sum vit
kundu spart.
Hetta eru nøkur uppskot, so
kunnu tit fólkaflokshøvd spæla
tykkum við tey, ella finna onkur
betri, meðan tit gleða tykkum til
skattalættan.
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Vit kundu kanska skotið tey gomlu …
Niels Uni Dam skrivar:
FÓLK Á LEIÐINI
Myndir: Solby Eliasen
Orð: Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
- Eg legði alt eftir meg heima og
av tí, at eg var so ung, hevði eg
lætt við at venja meg við matin
og alt tað, sum ný sælendskt er.
Eg gangi ikki og renni runt og
leiti eftir kendum mati, sum
nógvir útlendingar gera, ið búgva
har yviri, sigur Janhild. Í 13 ár
hevur hon búð í Ný Sælandi.
Bert 19 ára gomul fór hon úr
Klaksvík til Ný Sælands við
dreingi sínum, sum var komin
heilt úr Wellington til Klaksvíkar
at arbeiða eitt skifti.
Fáar mánaðar frammanundan
høvdu tey lært hvørt annað at
kenna, og skjótt rann saman
teirra millum.
Hon var sloppin inn á skúla í
Danmark, men gav avboð, keypti
sær ein aftur og fram ferðaseðil
og fór avstað til fjarskotna
landið, hon lítið og einki visti
um.
Eftir at hava verið í Ný
Sælandi í 7 mánaðar, fór hon
heimaftur til Føroya at ferðast,
men tað var mest fyri at gera
nýtlsu av returferðaseðlanum,
hon hevði keypt.
Tá Janhild hesaferð fór yvir
aftur um hav, var ferðaseðilin
einvegis. Ikki bara drongurin
vann unga gentuhjartað, men
eisini heimland hansara bergtók
hana.
Paradís á jørð
- Um tað finst eitt paradis á
jørð, so má tað vera Ný Sæland,
sigur Janhild, sum í løtuni er
heima og vitjar familjuna.
Hon býr í stórbýnum Auck
land, sum hevur 1,3 mió.
íbúgvar.
- Har finst alt, tú kanst hugsa
tær. Vøkur náttúra, fjøll, strendur
og gott veðurlag. Ítróttur av
øllum slagi og øll hugsandi sløg
Her ella har – longslinum
sleppi eg ikki undan
- Í Ný Sælandi er heim mítt, men
á ein hátt hoyri eg ikki rættiliga til
nakrastaðni. Sama, um eg eri her
ella har, so leingist mær altíð eftir
onkrum, sigur 32 ára gamla
Janhild Olsen úr Klaksvík
- Eg sakni familjuna øgiligt. Serstakliga tí, eg haldi tað vera umráðandi hjá børnum at hava familju, sigur 32 ára
gamla Janhild, sum í 13 ár hevur búð í Ný Sælandi
Sosialurin Nr. 173 -13. september 2003
3
av frítíðarítrivum, greiðir hon
frá.
Har eru stórar hallir, sum
børnini kunnu spæla og stuttleika
sær í, meðan mammurnar práta
og hugna sær.
Ný Sæland er eisini eitt sera
frítt og liberalistiskt land; har
finnast óteljandi religiónir, og øll
verða góðtikin sum tey eru. Til
dømis er ein av kvinnuligu ting-
limunum fyrrverandi maður.
Starvast hjá kendari
fyritøku
Janhild visti lítið um New
Zealand, tá hon fór úr Føroyum.
– Eg visti, at har var nógvur
seyður. Eg hugsaði slett ikki
frameftir, eg fór bara avstað,
sigur hon.
Hon fekk arbeiðs- og uppi-
haldsloyvi, og eftir stutta tíð
gjørdi hon av at fara at lesa.
Fyrst las hon mál. Umframt
týskt, franskt og russiskt, las hon
eisini týskar bókmentir og
evropeiska søgu.
Síðan fór grannskoðara-
útbúgvingin at lokka, mest tí
karrieru- og lønarmøguleikarnir
eru góðir innan ta vinnugreinina.
Í 4 ár starvaðist Janhild hjá
fyrrverandi grannskoðara-
fyritøkuni, Arthur Andersen.
– At starvast har var serstak-
liga áhugavert og avbjóðandi.
Har bar ikki til at detta burtur í
millum, tí javnan var bæði
munnlig og skrivlig eftirmeting á
skránni.
Lønin hækkaði eina ferð um
árið - og gjørdi hon ikki tað, so
var greitt, at okkurt var heilt
galið, og at arbeiðsavrikið helst
ikki var nóg gott.
Summar á jólum
Hjá okkum er kalt og myrkt á
jólum. Allarbest dámar okkum,
at kavi er á jólum, tí tástaðni er
rættiliga jólaligt. Vit steikja
dunnu og fleskasteik, brúnka epli
og kóka reyttkál - og ikki at
gloyma ræsta kjøtið, sum luktar
langt út í tún.
- Hjá ný sælendingum er
summar á jólum. Jólini har eru
summar, strond og barbeque. Tað
er als einki jólaligt, sigur
Janhild.
Men summi royna at halda jól
sum her. Tey steikja kalkun í
bakandi hitanum og sveittin eftir
andlitinum, man manga sósina
hava kryddað.
Janhild sigur, at tað hevði hon
ikki tímað at roksa við, tí tað
riggar als ikki í brennandi
hitanum.
Tá tað er vetur har yviri halda
summi miðvetrarjól, fyri at
hugna um myrku vetrartíðina.
Tíðarmunurin millum Føroyar
og Ný Sæland er stórur, heilir 13
tímar, tá summartíð er har, og tað
kann við hvørt vera ørkymlandi.
Eitt stuttligt dømi um tað er, tá
mamma Janhild tann 4. mai varð
uppringd úr Ný Sælandi, og fekk
at vita, at hon hevði fingið eina
ommudóttir tann 5. mai.
Saknar familjuna
Janhild er dóttir Sólfríð og
Christian Olsen. Hon er upp-
kallað eftir ommu síni á móður-
síðu, og húsini hjá ommuni og
abbanum eru fastbygd við tey
hjá foreldrum hennara á Gørð-
um. Hon er næstelst av 4
systkjum.
Sjálv eigur hon trý børn.
Jordan, sum er 5 ára gomul, Jack
Leopold, sum er 3 1/2 ára gamal
og 1 ára gomlu Lily.
Ný Sæland er stórt og sam-
bandið við familjuna er ikki so
tætt, sum her heima.
- Eg sakni familjuna øgiligt,
serstakliga tí, eg haldi tað vera
umráðandi hjá børnum at hava
familju.
Fyri at bøta um tað, gera
Janhild og vinkonur hennara
nógv burtur úr at savnast við
børnum til føðingardagar og
aðrar hugnaløtur.
Vinkonurnar eru í somu støðu
sum hon, tí tær koma eisini aðra-
staðni frá, eitt nú Onglandi og
Kanada.
Janhild og børnini hava stegð-
að leingi heima hesaferð, men í
oktober gongur leiðin heimaftur
til Ný Sælands, har eldra dóttirin
skal byrja í skúla í februar.
Janhild eigur 3 børn. (F.h.) Jordan, sum er 5 ára gomul, Jack Leopold er 3 1/2 ára gamal og 1 ára gomlu Lily
Janhild saman við foreldrunum, Sólfríð og Christian. Tá Janhild var 15 ára gomul, segði hon við pápa sín, at hon ætlaði sær at flyta so langt burtur frá
honum, sum yvirhøvur gjørligt. At orð hennara skuldu fara at ganga út, hevði helst hvørgin teirra væntað
Heimið hjá Janhild er ein typisk ný sælendsk "villa", bygd um aldarmótið.
Tað finnast nógv hús av hesum slagnum har yviri
C
M
Y
K
25
24